


Havi fingið tvær FKJ við postinum

FKJ verður send úr Hollandi í dag





Í verju av James kongi. Sam Gipp

Títt likam er bert títt akfar, minst til tað

FKJ framløga, #8: Eyka ting

Hitt nýggja testamenti. IKKI: Hitt nýggja testamentið
Hey Sjúrður, túsund takk fyri Nýggja Testamenti.
Eg undrist, hví “Testamenti” ikki hevur “ð”? Nýtt Testamenti (uttan ð) og Nýggja Testamentið (við ð) hevði eg sagt.
Vh
_ _ _ _ _
…………………………
Hey _ _ _ _ _.
Hitt er klassiskt sæð eins og Det á donskum. Det nye testamante. Á norrønum og íslendskum: Hið nýja testamenti. Á føroyskum: Hitt nýggja testamenti.
Hitt er ikki bara brúkt í mun til hetta, men eisini sum kenniorð.
Trupulleikin við allari mállæru fólkaskúlans er, at tey læra fólk idiotreglur, men ikki at hugsa. Eg noktaði at verða gjørdur til idiot. Tá ið man hevur búð 7 ár í íslandi, har man úttalar ð’ið, sær man, at man ongantíð skilti, hvat ð’ið er fyri nakað. At skriva hitt nýggjatestamentið, er í veruleikanum dupult bundið, og hvat skal tað til? Orðið hitt er tað sama sum ið endingin, sum kemur frá “hið” á norrønum, sum varð skoytt upp í endan á orðum einaferð, fyri at lýsa, at tað var bundið, akkurát sum “et” fyri “det” í testamentet, á donskum. Det nye testamente er nokk at skriva á donskum. Testamente nýtist ikki at vera testamentet, tí at orðið Det stendur longu har. Skrivaði man Det nye testamentet, so hevði man hugsað, at tað var “dette og ikke det andet”. Júst so á føroyskum, …. hmmm, … tá ið man altso dugir at hugsa. Og tað lærdi eg meg sjálvan, tað lærdi eg IKKI í skúlanum. Og eg fekk 11/11 í føroyskum stíli í 3g, tá ið man brúkti 13 skalan.
Alt tað besta,
Sjúrður.
………………..
P.S. Takk fyri Nýggja Testamenti (sí ovast), skuldi verið: Takk fyri Nýggja Testamentið, tí har er einkið (við ð!) kenniorð fremst.
Hann, ið hevur skil, hann skilji.
…….

Jesus Christus ávaraði teg um 1611

Adam var ein veruligur persónur, og Enoch var hin sjeyndi frá Adami
So nú skilurt tú, hví “intelligent design” er ein óintelegent lygn.
Guð ER sannorðaður, og tú og Darwin og John Lennox eru nakrir lygnarar.
