https://www.youtube.com/watch?v=O_kP-WNRmzM
Hetta verður tilognað hvørjum ariara í Føroyum.
https://www.youtube.com/watch?v=O_kP-WNRmzM
Hetta verður tilognað hvørjum ariara í Føroyum.
Í dag hoyra vit mangan tosað um “eldri” og “meiri álítandi” handrit, men vit hoyra ikki nógv um upprunan til hesi handrit. Tað er ein væl prógvað sannroynd, at tað finnast einans tvær linjur av bíblium: tann eina úr Antiochiu í Sýriu (kend sum tann Sýriska, ella Byzantiska tekst týpan), og hin kemur úr Alexandriu í Egyptalandi (kend sum tann Egyptiska, ella Hesykniska tekst týpan). Sýriski teksturin úr Antiochiu er fleirtals teksturin, frá hvørjum okkara elskaða King James 1611 kemur, og tann Egyptiski teksturin er minniluta teksturin, frá hvørjum tær nýggju perversjónirnar koma. (Gloym Róm og hennara vestara tekst, tí hon fekk síni manuskriptir úr Alexandriu í Egyptalandi.)
Legg til merkis, hvussu ringan vitnisburð Halgi Andin, gjøgnum skriftina, gevur um Egyptaland og Alexandriu:
SPURNINGUR: Í ljósinum av, hvat Guðs orð sjálvt sigur um sokallaðan hægri kunnleika og heimspeki (I. Cor, 1:22; Róm 1:22; Gen. 3:5; Col. 2:8; I. Cor. 8:1), hví skuldi nakar veruligur Christin væntað at funnið hitt sanna Guðs orð í Alexandriskum handritum?
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.
Leggið til merkis, at BÁÐAR hīnar Føroysku “bíbliurnar” eru týddar eftir Alexandriskum handritum, ikki eftir teirri VERULIGU BÍBLIUNI, henni úr Antiochiu, sum Católska skøkjan hevur ligið eftir og brent í 1700 ár!!
Handritini úr Antiochiu vórðu fyri tað mesta avskrivað av sonnum Bíbliu-trúgvandi Christnum, sum høvdu til endamáls at vinna sálir og at breiða út Guðs orð. Sigur tað tær ikki okkurt? (Um ikki, so er ivasamt, um tú ert frelstur!).
…………….
Legg til merkis, hvussu góðan vitnisburð skriftin sjálv gevur Antiochiu:
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.
Tá ið onkur rættar uppá King James Bíbliuna við “meiri álítandi keldum”, ella “eldri handritum”, vísa teir vanliga til Sinaiticus ella Vaticanus á onkun hátt. Hesi eru tvey sera korrupt uncial-handrit úr fjórðu øld, sum verða bókstavliga tilbiðin av nútíðarinnar “lærdu”. Hesi eru tey handrit, ið Westcott og Hort fyrst og fremst brúktu, tá ið teir samansnikkaðu sín Grikska tekst frá 1851 til 1871, og á hvønn tær nýggju týðingarnar verða grundaðar.
Vaticanus (B) er hitt mest tilbidna. Hetta handritið varð alment skrásett í Vaticaninum í 1475, og er ogn hjá Vaticanum, avgudinum, sjálvasta Pontiffinum, anti-christi, enn í dag. Sinaiticus (Aleph) varð funnið í eini skrellispann við St. Catherine Klostrið á Sinai fjalli av Tischendorf greiva, einum týskum “lærdum”, í árinum 1844. Bæði B og Aleph eru Romversk Católsk handrit. Minst til tess!
Tú vilt kanska eisini gera teg kunnan við eftirfylgjandi sannroyndir:
Týtt úr bókini “Fighting Back”,“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.” Eftir James L. Melton.
Brooke Foss Westcott (1825-1901) og Fenton John Anthony Hort (1825-1892) vóru teir báðir Ensku “lærdu”, sum framleiddu tann korrupta Grikska tekstin undirliggjandi allar nútíðarligar bíbliu-perVersjónir. Yvirráðandi ávirkanin hjá hesum báðum monnunum á endurskoðanarnevndina, 1871-1881, er grundin til ta korruptión, sum vit hava í dag í nútíðarligum umsetingum øllum.
(Um tú heldur, at “New King James” bíblian (NKJV) er ein røtt King James Bíblia (KJV), so hygg at NKJV traktatini undir “pdf slóðir”, og tú vilt heilt víst síggja øðrvísi uppá tað aftaná).
Bíbliutrúgvandi eiga at hava nøkur ting í huga, tá ið tosað verður um hesar báðar menninar.
………….
Eftirfylgjandi upplýsingar eru væl prógvaðir í bókini “Final Authority” eftir William Grady, og í “New Age Bible Versions” eftir Riplinger.
SPURNINGUR: Ljóðar hetta sum eitt ERLIGT arbeiði hjá Guði, ella sum eitt ÓERLIGT arbeiði hjá Djevlinum?
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.
Útfrá omanfyristandandi, er hetta okkara niðurstøða:
Westcott & Hort, tit kunnu hava ein lort. Vit kenna tykkara sort, og tað er so moyrt, — ikki haldgott grundarlag at standa á — bert Egyptiskur sandur. Tað grundarlag, tit løgdu, avskriva vit sum eitt verk av satan, tilsaman við øllum tí sum er ein sjonglering og víðari bronglan av tí tit byrjaðu uppá, so sum Nestle, Dynamic Equivilancy týðingarháttarlag Eugene Nida, UBS sum føroyska bíbliufelagið er okað saman við, og alt hitt nútíðar Egypt-Alexandriska svassið. Vit tveita tað alt í skrell, og standa líka fast plantaðir á Guðs klett — Textus Receptus og King James Bíbliuna, óvikaðir av tykkum; sum um tit aldri høvdu verið til.
Í mótsetningi til Westcott & Hort og R.V. nevndina, so fór James kongur ígjøgnum íðuligar royndir at verja 1611 týðingina frá feilum. Legg til merkis fylgjandi:
SPURNINGUR: Ljóðar HETTA sum eitt ERLIGT arbeiði hjá Guði, ella sum eitt ÓERLIGT arbeiði hjá djevlinum?
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.
https://www.youtube.com/watch?v=kohA33cbvFE
Tilognað hyklarisku, vindriknu, andliga blindu Ne-bo-it’-unum
https://www.youtube.com/watch?v=EZX55HUPFSU
Hey.
Eg hugdi eitt sindur eftir einum møti hjá tykkum í gjárskvøldi, har ein maður tosaði um, at sonur hansara hevði skorið sítt Guð-givna kynsgøgn undan sær. Tað er syrgiligt fyri pápan, at sonur hansara skal vera leiddur so langt út av Satans lygn. Halda tit í elstaráðnum (sum allir eiga at vera menn, og hirðin, sum eigur at vera ektamaðurin hjá éinari ektakonu), at hetta var eitt passandi evni at tala um á einum møti, og tað bara útfrá menniskjansligum kenslum, og heilt uttan Guðs orð?
Altso, eitt fólk, sum føðist við mannligum kynsgøgni, hevur XY kromosom, hann er altso skaptur av Guði sum drongur, og um hann so verður ørkymlaður og sker undan sær, so er og verður hann ein drongur. Tí nú, tá hann hevur skorið undan sær, spælir hann ein hon, og fer at fara við monnum, og tað verður altso einkið annað enn MAÐUR VIÐ MANNI, sum er SODOMUSYND.
Tit hava altso brúk fyri at taka ein alvorligan elstaráðsfund (and I don’t mean “stýrisfund”). Um tit ynskja tað, kann eg koma forbí at geva tykkum eitt sindur av skili í bollan. Eg ivist onga løtu í, at tit vitstu, hvør støðan hjá hasum manninum, sum talaði, er. Hann skuldi ikki verðið biðin at tala; tað er greitt.
Tað, sum nú er hent, er at meinigheitin er vorðin opnað fyri LGBT, og heldur, at fólk, sum siga seg vera “samkynd” ikki kunnu gera við tað, og “vit mugu elska tey sum tey eru”, og at tað er allur sannleikin. Soleiðis brúkar Satan ein falskan kærleika, at fáa fólk at góðtaka lygn og ramastu SYND!. Sannleikin er, at eingin er føddur samkyndur, og eingin er eingong “samkyndur”. Samkyndur er eitt spildurnýtt orð. Í gamlari tíð æt tað “sodomitur”, t.e., ein, sum livdi í somu SYND sum tey gjørdu í Sodomu: Maður við manni osv.
Rómverjabrævið 1:26-27 lærir okkum, at tey fara sjálv frá tí náttúrliga umganginum yvir í hin ónáttúrliga umgangin. Tað er eitt val, tey gera í sínum sinni. Hatta er fullkomiliga óforsvarligt, og hatta er synd. Ein drongur, sum heldur seg vera genta, er bara ørkymlaður í sinninum, púrt einkið annað. Sker hann undan sær, og fer at mála seg sum konufólk, so er tað bara syrgiligt, tragiskt, men kromosomini verða ALTÍÐ XY, og drongurin er og verður ein drongur. Hann er “ikki bara øðrvísi”, nei, hann hevur trúð eini LYGN um seg sjálvan.
ALT hetta LGBT svansið, sum gongur fyri seg í dag, er SATANISKT tvørturígjøgn. Illir andar teska í sinnið á fólki, og serliga børnum, at tey eru hitt kynið. Jamen, tað eru tey so barasta slett ikki!!!
Tit krevja at stramma tykkum upp alvorliga, ella verður NEBO eitt villfaringarsentur um stutta tíð, yvirsvomið við sodomu-andum og sodomittum.
Eitt neyðarróp. Vaknið!
Av sonnum kærleika, í Christi Jesusi,
Sjúrður Højgaard.
P.S. Fyri fólki, sum trýr lygn, ljóðar sannleikin sum hatur. Í endatíðini koma vit at verða sett føst, fyri at siga tað vera synd, sum Guðs orð sigur vera synd.
Know ye not that the unrighteous shall not inherit the kingdom of God? Be not deceived: neither fornicators, nor idolaters, nor adulterers, nor effeminate, nor abusers of themselves with mankind,
(I. Cor. 6:9 KJV)
— perverteraður tekstur kann bara gerast verri!
29 Hvør hevur vei? hvør hevur sorg? hvør hevur trætnaðir? hvør hevur tvætlan? hvør hevur sárˇ uttan grund? hvør hevur reyðsemi av eygum?
30 Teir, sum dvølja leingi hjá víninum; teir, sum fara at søkja blandað vín.
31 Hygg ikki tú uppá vínið tá ið tað er reytt, tá ið tað gevur sín lit í steypinum, tá ið tað flytur seg á rættan hátt.
32 At endanum bítur tað sum ein høggormur, og stingur sum ein eiturormur.
33 Tíni eygu skulu eygleiða fremmandar kvinnur, og títt hjarta skal framsiga spilt ting.
34 Ja, tú skalt vera sum hann ið legst niður í miðjum havinum, ella sum hann ið liggur uppá toppinum av eini mastur.
35 Teir hava sligið meg, skalt tú siga, og eg varð ikki sjúkur; teir hava bart meg, og eg merkti tað ikki: nær skal eg vakna? Eg vil søkja tað enn eina ferð.
(Orðt. 23:29-35 FKJ)