


Mansstundir
1: Maðurin er settur av Guði at stjórna
Konu síni: Genesis 3:16
Heimi sínum: I. Tim. 3:4
Býi og landi: Esaiah 3:12
2: Maðurin skal arbeiða; hann er fyrsyrgjarin
Arbeiða: Genesis 2:15; 3:17-19;
Forsyrgjarin: I. Tim. 5:8
3: Maðurin er høvur kvinnunnar og ektakonu sínar
Kvinnunnar sum heild: I. Corinth 11:3
Ektakonu sínar: Ephesus 5:22-24

Isinglass, “rúmd” og hválvvirkið. (Útlikin stjórnarskjøl avdúka sannleikan)
https://www.youtube.com/watch?v=Y6qxhqI6280
hválvvirki = fast, virkað hválv; (en: firmament).

Brúka títt egna høvd, og gloym ikki at hava hjartað við
Brúka títt egna høvd, tað er tað tú fekst tað til, og lat teg ongantíð læsa niður mentalt.

Ung vantrúgvandi kona, við bíbilskum áskoðanum um familjuna, uttan at vita tað. Ótrúligt!

Í tann mun, ið fólk í dag parkera heilan, og sláa upp í sprotanum, sigi eg, at SPROTIN ER ROTIN!
Í tann mun, ið fólk í dag parkera heilan, og sláa upp í sprotanum, og siga, uttan at sjálv at hugsa: Jamen Sprotin sigur; … sigi eg, at SPROTIN ER ROTIN!

Fákunnugliga er annað, meiri, og øðrvísi, enn fákunnuliga
(Tekstur: Gern. Áp. 17:22-23 FKJ)
Fákunnugliga er annað, meiri, og øðrvísi, enn fákunnuliga.
Orðaliðurin ug hevur sama málsliga týdning sum ig, og ber boð um eginleika hjá tí, sum orðið verður brúkt um. Tí er ein fákunnugur maður ein, sum hevur tann eginleika, (at tað er nakað sum eyðkennir hann sum heild), at hann einkið veit. Fákunnur maður veit einkið, men nýtist ikki hava tað sum eginleika; nei, hann veit bara einkið.
Orðið ignorant er negativt og niðursetandi á Enskum. At kalla ein ignorant, er álvarsamt, hugstoytandi, og uppmerksemisvekjandi, tí tað lýsir eginleikan hjá tí, sum tað verður brúkt um, og at hann má broyta henda eginleika, henda hugburð, og hesa støðu. Paulus sigur annars eisini við Athen menn beint áðrenn, í vers 22, at teir vóru “ov pátrúnir”, sum eisini er átalandi, hugstoytandi, og niðursetandi. Niðursetandi siga vit, men hjá Paulusi at siga tað, var bara at staðfesta sannleikan; nakað, sum fólk í dag ikki orka at hugsa so nógv um. So í sama spori sum tað fyrra, at teir vóru “ov pátrúnir”, meti eg tað vera rætt at siga, at teir vóru fákunnugir, ikki bara fákunnir; tí at tilbiðja avgudar var, er, og verður altíð ein andstyggilig synd, og skal á ongan hátt berast í bøtuflaka fyri, pudrast, ella lifrast fyri, men eigur heldur at gangast beint í hólmgongu ímóti, avdúkast, og tveitast út — høvd og hala. Meðan man avdúkar syndina er man ikki mjúkur, men tað er man tá ið man sýnir fólki Guðs miskunn og náði í Syni hansara Jesusi Christi.
Sprotin ger fákunnugur og fákunnur eins, so hasum gras-stráinum loyva vit ikki at læra okkum Føroyskt mál. Gras dugir jú ikki til annað enn til krýatúr, sum ikki hugsa serliga nógv sjálv. Har út fylgi eg ikki meginstreyminum. Annars takk. Luftar man hesum fyri fólki sum heild, fara øll at tosa um, at Sprotin sigur so og so, uttan at hugsa nakaðsumhelst sjálv.
Dahl og Victor pudra “ov pátrúnir” til at vera “ógvuliga gudrøknir”, tí teir ríða á hasum slímsliga positivistiska tíðaranda endatíðarinnar, sum í grundini er humanisma. Tí skilja teir eiheldur orðið “fákunnugir”. Kanska tí at teir, og allir teirra avleggar, vóru og eru ikki bara fákunnir, men enntá fákunnugir. Teir mugu so bara skavast í sínum Alexandriska sandi. Geri meg ikki klókan uppá teir. Vit halda okkum áfram til Guðs orð einans, standa áfram á Guðs kletti.
Eitt dømi um, at ig og ug parturin sigur hvussu okkurt er, er orðið syndigur. Ein, sum er syndigur, er ikki bara fullur í synd; — synd er hansara náttúra. Har má ein kollveltandi umbroyting henda, hann má verða føddur av nýggjum. Inntil tá er hann syndigur, og einkið annað enn syndigur, og tað má sigast, viðurkennast, og so má Jesus sleppa framat at gera sítt undurfulla verk, so at tú verður ein heilagur.

Íblást upprunahandrit uttan varðveitslu av Guðs orðum hevði verið ein gudómlig spilla av tíð
Verandi endurføddir, ikki av forgongiligum sáði, men av óforgongiligum, við Guðs orði, sum livir og verður um ævir.
(I. Pætur 1:23 FKJ)
Guð lovaði ikki at varðveita upprunahandrit; hann lovaði at varðveita síni orð um ævir.
P.S. Hvørki Victor ella Dahl siga, at Guðs orð verður um ævir í I. Pætur 1:23. Orðini um ævir mangla hjá teimum.
Hví? Tí at tá ið Origen, Clement, Philo og Evsebius broyttu síni handrit (sum eru undirliggjandi fyri bíblium Victors og Dahls), longu í aðru øld, tá var tað ikki longur Guðs orð. Tað livdi og vardi eina tíð, … men ikki um ævir.
Men Guð varðveitti síni orð í Antiochiu, og vit hava tey í King James. Takk og lov til Guðs!

Landið ikki vert at gifta okkum Bíbliu-trúgvandi, eiheldur kirkja sum boyggir seg fyri og lagar seg eftir einum sodomu-stati
Ein statur ella kirkja, sum roknar tvey av sama kyni hjún at vera, er ikki skikkaður at gifta nakran sann-Christnan, so nú taka vit tað í egnar hendur.
Bispur og løgmaður kunnu stempla hvønn annan á reyvina. Tá ið tað kemur til at vera giftur frammi fyri Guði, hava vit brúk fyri hvørgum tykkara, – vit kunnu biðja og vælsigna undir Guði í Jesu navni sjálvi, – BETRI ENN TIT!!

Ein statur ella kirkja, sum roknar tvey av sama kyni hjún at vera, er ikki skikkaður at gifta nakran sann-Christnan, so nú taka vit tað í egnar hendur
Ein statur ella kirkja, sum roknar tvey av sama kyni hjún at vera, er ikki skikkaður at gifta nakran sann-Christnan, so nú taka vit tað í egnar hendur.
Bispur og løgmaður kunnu stempla hvønn annan á reyvina. Tá ið tað kemur til at vera giftur frammi fyri Guði, hava vit brúk fyri hvørgum tykkara, – vit kunnu biðja og vælsigna undir Guði í Jesu navni sjálvi, – BETRI ENN TIT!!