Dr. Nico C. Verhoef beweist die Genauigkeit der Bibel


https://www.youtube.com/watch?v=iPEJ2FHo3SQ

P.S.
Eg eri ikki samdur við Dr. Nico Verhoef um, at teknini, sum Jesus Christus gav teimum, ið trúgva, at gera, vóru bara fyri Jødarnar, og bara til ápostlarnar at gera. Nei, vit arva alt, sum teir fingu, bæði boðini at prædika, og eisini at gera undur osv. Annars er Nico fínur. Guð brúkti hann at hjálpa mær í gongd at týða, í mars-apríl 2008, so hann eigur eitt pláss í mínum hjarta, um ævir.

Teldubræv, sent øllum lívfrøðilærarum, bæði á Kambsdali – og hasum ið ganga so ljódligani á glasi


Góðu tit.

Nú er ein lóg komin ígjøgnum í New York, at kvinnur kunnu drepa tað ófødda barnið heilt inntil beint áðrenn føðing.

Hetta kann bara vera komið so langt, tí at fólk rokna menniskjuna ikki fyri meir enn ein klókan apukatt, og halda seg ikki standa til roknskap fyri Skaparanum, tí tey avnokta hann.

Tit, sum læra ungómin darwinismu, koma at hava nógv at svara fyri á dómadegi.

Einkið hampiligt hark fer at sissa Guðs vreiði tá, og dómurin verður bæði heitur og ævigur. Og eingin barnadópur og kirkjuuppmøting hjálpti heldur. Tit mugu verða frelst.

Vinarliga vendið um til Jesus Christ í dag,
Sjúrður Højgaard.



(Lærararnir vóru 12 í tali)

Ein eldri rættskikkaður maður lærir tykkum æviga Bíbilska sannleikan um sokallaðar kvinnuligar hirðar, elstar, deknar, og frálærarar



Teir, sum trúgva konu, at hon er kallað av Guði at prædika, vera elsti, ella vera hirði, eru longu falnir í somu grøv sum hin fyrra Adam: at taka kvinnunnar orð uppum Guðs orð; tí Guð hevur longu talað, og honum vilja tit ikki lurta eftir.

Í veruleikanum eru tit øll fangað av orminum, trúgva honum og akta hann.

Tað, sum vendir niður, vendir upp.

Endin kann ikki verða annað enn so galin sum ein yvirhøvur kundi hugsað sær; tí tit venda longu øll somul Guði reyv, stokkdeyv.

Men karusellan koyrir nokk víðari við stórum smíli, spælimonnum í langar banar, fólki sum syngur so hart sum tað kann, uppátiknum smílarum.

—Næsta kór!
Tralli, ralli, ralli, rei, tramp tramp.
Og so allar hendur upp í loft; men eingin virðing fyri Guðs orði í hjartanum, og tí eingin virðing fyri Guði yvirhøvur. So einfalt er tað.

Langt úti?
Ja, tað má eg siga!

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×