https://www.youtube.com/watch?v=Pawij9XrZjQ
https://www.youtube.com/watch?v=ioQhglbY_tE
https://www.youtube.com/watch?v=Pawij9XrZjQ
https://www.youtube.com/watch?v=ioQhglbY_tE
Hvussu ber tað til, at tey barna-“doyptu” ikki kunnu rista prestin av sær, uttan mun til, hvussu eyðsæð falskur hann er?
Jú, tí at teirra “dópur” er einkið annað enn ein innliman í hansara følsku kirkju (har EINGIN er vorðin frelstur nakrantíð). Hjá teimum at avnokta prestin og hansara kirkju, er at klippa í sín nalvastrong.
Hjá okkum, sum eru doypt til Jesus Christ, og ikki til nakra kirkju, er nalvastrongurin himinskur, andligur, og kann ikki klippast í; (ikki uttan vit sjálvi avnokta hann).
Barnadoypt eru í besta føri signað, og í ringasta føri forbannað. Forbannað, tí tey standa í eini falskari vón um, at okkurt mannagjørt “sakramenti” skuldi kunnað frelst tey, og eru tí harvið útilokað frá sannari frelsu, ella tað verður í øllum førum torførari. Doypt eru tey so ikki.
Vit, hinvegin, hava litið eina og Christ, og eru tí frelst, og eru lýðin at grava okkum við Christi við Bíbilskum dópi, til at rísa upp til nýggjleika lívs. Vit fylgja skriftini, fræta á urgamlar kirkjufundir í Carthago, ella í Róm. Guðs myndugleiki er skriftin aleina. Har stendur Guð, og har standa vit. Hon (skriftin) sigur ikki eitt orð um barnadóp, ikki á linjuni; tó mangur heldur seg kunna síggja tað sum ikki stendur.
Stendur tú við skriftini, ella í traditiónini?
Tykkara bispur, tolsemis tænastumaður globalistisku elitunnar, ruddar veg fyri anti-christs sodomuríki, grein eftir grein á almennu miðlunum: Hansara boðskapur: Ikki kalla synd fyri synd. Ikki ávara um Guðs dóm. Ikki átala sodomusyndina. Nei, tað skal vera rúmsátt í kirkjuni, og í samfelagnum. Hansara svar er altíð við síðuna av. Júst sum politikararnir, so fer sniglast hann sum ein állur báðar vegir; ávarar aldri um Guðs dóm, sum VÍST vil raka tey, sum geva seg út í sodomuólevnað.
Tilvísingar: II. Pætur 2:6 & Judas v. 7
Enntá sum Sodoma og Gomorrha, og staðirnir íkring teir á líkan hátt, gevandi seg sjálvar yvir til siðloysis, og farandi eftir fremmandum kjøti, eru settir fram til eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.
Judas v. 7.


Reformatørarnir høvdu ikki kenst við tykkara “bíbliur” í dag, hvørki NKJV ella EST, VD, ella JD.
Teir høvdu ALLIR kenst við FKJ.
Sola Scriptura – King James Only – FKJ einans.
https://www.youtube.com/watch?v=V7-rmlBuII4