https://www.youtube.com/watch?v=ERou_Q5l9Gw
https://www.youtube.com/watch?v=ERou_Q5l9Gw
https://www.youtube.com/watch?v=z6Cx-k3yaok
Av misgáum kom eg til at siga Jesus einaferð, tá ið eg sjálvandi meinti Muhammed.
(tíðspunkt: 30:57 í videonum).
Eg beri ongan ótta fyri, at lurtarin ikki hoyrir, at tað er eyðsæð av misgáum, og rættar uppá tað í høvdinum umgangandi.
Hetta mistak lýsir, hvussu ómøguligt tað er at miskenna Jesus við Muhammed. Teir hava EINKIÐ til felags.

Hin síðsti anti-christ verður sannlíkiliga bæði pávi, Maitreya, og Mahadi, í éinum kompositum, fyltur av Satan. Maitreya hevur talvirði 666, við hebraiskum bókstavum.
Hesir kendu Guðs-menn søgdu pávastólin vera sætið hjá anti-christi:
Martin Luther, 1483-1546, Lutheranararnir,
Thomas Cranmer, 1489-1556, Anglikanararnir,
John Knox, 1505-1572, Skotsku Presbyterianararnir,
John Calvin, 1509-1564, Presbyterianararnir,
Roger Williams, 1603-1683, Fyrsti Baptista pastorur í Amerika,
John Wesley, 1703-1791, Metodistarnir,
Cotton Mather, 1663-1728, Congregational.
Cotton Mather segði:
Orð Guðs segði okkum frammanundan um ein anti-christ, sum mundi rísa, og í pávanum í Róm eru allir eginleikarnir hjá hesum anti-christi svaraðir á so undursaman hátt, at um nakar sum lesur skriftina ikki sær tað, tá er ein undursamur blindleiki yvir honum.
Martin Luther segði:
Pávastólurin er sætið hjá hinum sanna og veruliga anti-christi.
Dave Hunt: A WOMAN RIDES THE BEAST (frrrálíka gott!!):
Ófatiliga grundiga og væl prógvað. Hann, ið vil ikki taka við og trúgva sannleikanum, so klárt og væl settur fram, má bara vrakast og sigast vera av lygnini, t.e. av anti-christi, t.e. í song við Róm. Og hvør er so tað? Ein vaksandi partur av kristnini í Føroyum í dag, tíverri. Tess blindu leiðarar á odda; druknir, við stórum tannpastasmíli á vørr.
Ein viðmerking undir hesum video hjá Dave Hunt (skrivað av Victoria Aolele):
“Thank You, Lord Jesus, for Your great mercy in bringing me out of heresy and idolatry into the light of Your Holy Word.”

Orsaka; feilir vóru í nr. 1 og nr. 4 í videonum. Teir eru rættaðir í viðhefta pdf.
Tú ert verdur, O Harri, at fáa dýrd og heiður og mátt: tí at tú hevurt skapt øll ting, og fyri tína fragd tey eru og vórðu skapað. (Opb. 4:11)
VICARIUS FILII DEI stendur á offisiellu heimasíðuni hjá VATICANINUM:
Her sært tú fleiri onnur heitir, sum teir geva pávunum, sum hava talvirði 666:
James Robison er frá Southern Baptist Convention. Tað er “apostate”, so ikki undarligt, at hann er ein av fráfalnu, blindu kloddunum, sum er farin undir anti-christ.
Altso, hvat feilar? Eru tey ikki fitt?
Jú, av allar fittastu, gudiligastu, blindastu, býttastu, góðtrúnastu, villleiddu stakkalavættum.
At vera fittur og blindur er eingin dygd. Jesus ávaraði eisini tey ímóti úlvum. Men, í hesum føri eru TEY úlvarnir. So ert tú meðni ávaraður ímóti teimum og teirra líku sníkum.
Varið tykkum fyri følskum prophetum, sum koma til tykkara í seyðaklædnaði, men innvortis eru teir ránskir úlvar.
Av teirra fruktum skulu tit kenna teir. Savna menn víndrúvur av tornum, ella fikur av tistlum?
(Matthæus 7:15-16 FKJ)