Católska kirkjan er aldeilis følsk


Pávin er tað lítla hornið í Dániel kapitul 7, hann er glatunarsonurin í II. Thess. kapitul 2; og católska kirkjan er skøkjan í Opinberingini kapitul 17.

Við gleði standi eg undir hvørjum ANATHEMA, sum Trent ráðið lýsti yvir okkum Bíbliu trúgvandi (frá 1545-1563), og sum teir fastslógu undir Vatican II ráðnum í 1962-1965; eg vil nevniliga EINKIÐ hava við kirkju anti-christs at gera.

VEI TEIMUM blindu protestantisku hirðum, sum oka seg saman við skøkjuna í Róm, og soleiðis verða luttakarar í hennara syndum, og fáa av hennara plágum, (smb. Opb. 18:4).

Økumenisma: andligur hordómur



Hetta er ein hugvekjandi dokumentarur um økumenisku villleiðingina, sum Vaticanið stendur á odda fyri, men sum eisini vilja okast saman við heiðin trúarbrøgd.

Teldupostur, sendur blindum hirða, Bergur Debes at navni

Góði Bergur.

Hesir kendu Guðs-menn søgdu pávastólin vera sætið hjá anti-christi:
Martin Luther, 1483-1546, Lutheranararnir,
Thomas Cranmer, 1489-1556, Anglikanararnir,
John Knox, 1505-1572, Skotsku Presbyterianararnir,
John Calvin, 1509-1564, Presbyterianararnir,
Roger Williams, 1603-1683, Fyrsti Baptista pastorur í Amerika,
John Wesley, 1703-1791, Metodistarnir,
Cotton Mather, 1663-1728, Congregational.


Cotton Mather segði:
Orð Guðs segði okkum frammanundan um ein anti-christ, sum mundi rísa, og í pávanum í Rom eru allir eginleikarnir hjá hesum anti-christi svaraðir á so undursaman hátt, at um nakar sum lesur skriftina ikki sær tað, tá er ein undursamur blindleiki yvir honum.


Martin Luther segði:
Pávastólurin er sætið hjá hinum sanna og veruliga anti-christi.


Tal djórsins:
https://fkj.fo/wp-content/uploads/2024/04/Antichrist-avdukadur.pdf


Sjúrður Højgaard.


Svikaprophetarnir á Jeremiah døgum styrktu illgeraran í síni illgerð



Og tíðirnar av hesi fákunnu læt Guð fara afturvið borðinum; men býður nú øllum monnum allastaðni at venda um:
(Áp.Gern. 17:30)


Harrin er ikki seinførur viðvíkjandi síni fyrijáttan, sum summir rokna [sum] seinføri; men er langmóðigur mótvegis okkum, ikki villigur at nakar skuldi glatast, men at øll skuldu komið til umvendingar.
(II. Pætur 3:9)


Sum vil hava allar menn at verða frelstar, og at koma til kunnleikan til sannleikan.
(I. Tim. 4:2)


Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarar! (Matth. 23:15)


Tí slíkir eru falskir ápostlar, svikafullir verkamenn, sum umbroyta seg til ápostlar Christs.
Og einkið undur í; tí Sátan sjálvur umbroytist til ljóseingil.
Tí er tað einkið mikið ting, um hansara tænarar eisini verði umbroyttir sum tænarar rættvísinnar; hvørs endi skal verða eftir teirra verkum.
II. Corinth. 11:14-15


Gudfrøði og Guðs lív mugu fylgjast at






Røtt gudfrøði hevur Guðs lív; men fatalisma (lagnutrúgv) er heilt fatal.
Guð er góður – Sátan er óndur. Calvinistar geva Guði skyldina fyri Sátans verk.
Vendum tí Sátani og Calvini reyv; annars verður endin fatalur.

Rættingar til FKJ2

1) Mark. 9:37
ímóti ímóti => ímóti
2) Ps. 35:27
HARRAN => HARRIN
3) Num. 22:8
skal fer at við meg => fer at tala við meg
4) Dóm. 18:9
mega => vit mega
5) Psálm. 147:9
ravunum => ravnunum
6) Jóh. 16:24
umbiðið => umbiðjið (nr2)
7) Gen. 48:12
boygdi => hann boygdi
8) Ex. 9:25
drap => sló (x2)
9) Ex. 13:10
sínum tíðum => síni tíð
10) Ex. 19:25
Og => So
11) Lev. 14:45
og steinar => steinar
12) Num. 21:18
og aðalsmenninir => aðalsmenninir
13) Devt. 7:9
sáttmálar => boðˇ
14) Devt. 34:9
hevði boðið => beyð

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×