Hví vit døma Grikst við King James, ikki øvugt



Hví?

Tí annars er man undirlagdur “priestcraft”, har ein upphvejað stætt av “lærdum” skulu siga tær, hvat Guðs orð “í veruleikanum” sigur.

Og tí at tað finst ikki bert éin Grikskur tekstur, men tvær familjur, við mongum útgávum í hvørjari familju. King James týðararnir bygdu á røttu tekstirnar, og fínpussaðu síðan Bíbliuna innan røttu familjuna, og innan Bíbliuna sjálva. Tí er King James Bíblian betri enn nøkur einstøk útgáva av Grikskum, og vit seta hana ístaðin fyri “upprunaligu, íblástu upprunahandritini”, sum ikki eru til, eiheldur hava verið til síðstu 17-1900 ár, men sum liva í villu ímyndanarevnunum og lúgvandi munnunum á nútíðar alexandrianarunum.

At dømt King James við Grikskum, hevði verið at givið Guðs orð frá sær aftur, og upp í hendurnar á onkrum krokkroyttum lærdum, sum Satan í dag ávirkar í floytandi grad.

Nei, Guð gav okkum sítt orð, og tað er King James Bíblian. Og um tað sigum vær tøkk, —enntá ævigt lov og tøkk.
A’-men.

Tillukku, Guðs fólk í Føroyum. Guð er við stjórn, illimaður í andstøðu; og nógvir av hansara tænarum ikki afturvaldir. Fullu pladask. Takk og lov. A’-men!


—Tvífalt bønarsvar
—Trífalt halelujah

—Nú er at sparka Satans rumparalóg og fosturslátringarlóg niður aftur til helvitis, haðan tær komu.
Tryggið okkum talufrælsið trygt og fast.
Skræðið alt sum líkist samstarvi við ES í túsund pettir.
Og strikið so almenna játtan til KynsVillingarstovn Føroya, KVF.

So eru tit komnir væl í gongd.
Gerið so túsund ting afturat, so sum Harrin tykkum leiðir.

Vit halda fram at biðja fyri tykkum.

A’-men.

FKJ húsmøti, 7. September 2019



HARRIN JESUS CHRISTUS Í GENESIS

Tí at lógin, havandi ein skugga av komandi góðum tingum,
og ikki sjálva myndina á tingunum, ..
(Hebr. 10:1a)

……………………..

1) Orðini “Guð segði”, í skapanarfrásøguni, vitna um Christ

Genesis 1:3, 6, 9, 11, 14, 20, 24, 26

Alt varð skapað við Guðs orði, Jóh. 1:1—3 ; Col. 1:16
Alt verður hildið uppi við Guðs orði, Hebr. 1:3


2) Sáð kvinnunnar, sum meiðslar høvur høggormsins

Genesis 3:15

Christus stórsigrar yvir fúrstadømum og máttum í krossinum, Col. 2:14—15
Christus, ígjøgnum deyða, oyðilegði djevulin, Hebr. 2:14 (& I. Jóh. 3:8)


3) Hitt fyrstafødda til offurs

Genesis 4:4

Christus er hin fyrstiføddi hjá hvørjum skapningi, Col. 1:15
og Guðs éingitni sonur, Jóh. 3:16


4) Enoch, hvønn Guð tók

Genesis 5:24

Christus varð móttikin upp í himin, I. Tim. 3:16 ; Markus 16:19


5) Nóah tók einans rein djór í ørkina (reinleiki = syndafríleiki)

Genesis 8:20

Hin líðandi Christus, gjørdi onga synd, var syndafríur, I. Pætur. 2:22
Christus tváar, halgar, rættvísger, okkum, og vit arva kongadømi Guðs, I. Cor. 6:9—11


6) Vælsignaður veri HARRIN Guð Sjems

(frá navni Sjems kemur sjemitiska fólkið, (semitar = hebrearar)
Genesis 9:26

Christus er sonur Sjems (ikki Hams, ella Jápheths), Luk. 3:36


7) Éin av persónunum í “oss”

(oss er pluralis, ikki dualis (eisini í Hebr.), tvs at har eru tríggir persónar í Guði)
Genesis 1:26 ; 11:7

Christus er éitt við Faðirin og við Halga Andan, hann er annar persónur í tríeindini, I. Jóh. 5:7 ; Matth. 28:19


8) Av sáði Ábrahams

Genesis 12:2 & 7

Christus er av sáði Ábrahams, Gal. 3:16
Vit, sum eru Christs, eru sáð Ábrahams, og arvingar samsvanandi við fyrijáttan, Gal. 3:29


9) Melchizedec, kongur og prestur

(Merkir: Kongur rættvísis, og Friðar Kongur)
Genesis 14:18

Christus er okkara høvuðsprestur um ævir eftir skipan Melchizedecs, Hebr. 6:20 ; 7:1—3
Christus gav seg sjálvan fyri okkum, umboðað í breyðinum og víninum, Matth. 26:26—29.
Christus er Friðar Prinsurin, Esaiah 9:6


10) Ísaakur, hin lovaði sonurin, føddur á undurgerðarsaman hátt

Genesis 17:17—19

Christus, Guðs éingitni Sonur, føddur av eini jomfrú, Matth. 1:20 ; Lukas 1:35


11) Guð grundar sín sáttmála við Ísaak og sáð hans, (ikki Ísjmael, ella nakran annan)

Genesis 17:21 & 21:12 & 22:17

Christus er av sáði Ísaaks, Lukas 3:34 ; Róm. 9:7


12) Guð skal skaffa lamb til brennioffur

Genesis 22:8

Christus er Guðs Lamb, sum tekur burtur synd heimsins, Jóh. 1:29


13) Veðrurin ofraður í stað Ísaaks

Genesis 22:13

Christus ofraður í mítt rúm og stað, Róm. 5:8 ; 8:32


14) Guð leiðir Ísaak, signar hann, og sáð hans

Genesis 26:1—4 & 12

Frelsarin er av sáði Ísaaks, Hebr. 11:18
Í Christi bera vit miklan ávøkst og móttaka æviga løn, um vit akta hans orð, Markus 4:8


15) Hin salvaði steinur Jákobs

Genesis 28:16—18

Jesus Christus er Messias, hin salvaði Guðs, Jóh. 1:41 ; Gern.Áp. 10:38
Christus er hin livandi steinurin, hin útvaldi, dýrabæri aðalhyrnissteinurin, I. Pætur 2:4—7


16) Salvaði steinur Jákobs er hús Guðs

Genesis 28:22

Jesus Christus er hornsteinurin í bygningi og templi Guðs, sum vit eisini eru partur av, Eph. 2:18—22


17) Steinurin rullaður frá brunninum, seyðurin vatnaður

Genesis 29:1—3

Steinurin, Christus, tikin burtur frá lærusveinunum, Halgi Andin (vatnið) komin ístaðin, Jóh. 16:7 ; Jóh. 7:37—39
(Sí eisini Job 29:4-6)


18) Maðurin, hvønn Jákob bardist við, er Guð

Genesis 32:24—30

Jesus Christus er Guð givin til kennar í kjøtinum, I. Tim. 3:16 ; II. Cor. 4:4
G.G.: Eingin kann síggja andlit Faðirsins og liva, sí Ex. 33:20, tí er Guð, sum Jákob sá, Harrin Jesus Christus


19) Eikin, undir hvørji Jákob fjaldi avgudar og heidnar lutir (synd sum heild)

Genesis 35:4

Krossur Christs, á hvønn okkara syndabræv er neglt, Col. 2:13—14


20) Steinur Jákobs salvaður, og drykkoffur helt hará (vín, men umboðar blóð. Sí Ex. 29:40)

Genesis 35:14

Blóð Christs, hins salvaða Guðs, er úthelt fyri okkara synd, Matth. 26:27—28


21) Jósephs fjøl-lita kyrtil (umboðar andliga signing av himni)

Genesis 37:1—3
(smb. Ezek. 1:26—28. So Guðs dýrd hevur ælabogans sjey litir í sær)

Christus hevði Andan uttan mál givnan sær, Jóh. 3:34 ; Esaiah 11:1—2 (sjey andar))
Í Christi býr øll fyllingin av Guðhøvdinum likamliga, Col. 2:9
Faðirin elskar Sonin, og hevur givið honum allar lutir í hond, Jóh. 3:35
Vit, Christi likam, fáa av hansara fylling, Jóh. 1:16 ; Eph. 1:3 ; Eph. 4:7—8
G.G. Sodomitar og new-age’arar eiga ikki ælabogan! Guð eigur hann, og vit Christnu!


22) Jóseph var tríati ára gamal tá ið hann byrjaði sína tænastu

Genesis 41:46

Christus var tríati ára gamal tá ið hann byrjaði sína tænastu, Lukas 3:23


23) Jóseph svikin og seldur av brøðrum sínum fyri tjúgu stykkir av silvuri

Genesis 37:28

Christus svikin av Judasi, seldur fyri 30 stykkir av silvuri, Matth. 26:15


24) Jóseph sigin niður í holu

Genesis 37:24

Sál Christs steig niður í helviti, Gern.Áp. 2:27


25) Jóseph vildi ikki synda ímóti Guði (ber boð um syndafríleika)

Genesis 37:24

Christus var syndafríur, Lukas 23:4


26) Jóseph, eftir líðing sína, varð hevjaður upp til høgru hond Pharaohs

Genesis 41:40

Christus, eftir líðing sína, varð hevjaður upp til høgru hond Faðirsins, Matth. 28:18 ; Mark. 16:19


27) Jóseph mettar Egyptaland og heimin, og til síðst sítt egna fólk, Jákobs hús

Genesis 41:55—56 ; 42:1—3

Christus er Guðs breyð, sum gevur heiminum lív (og til síðst øllum Ísrael), Jóh. 6:32—35 ; Psálm. 2:8 ; Róm. 11:25—26.
Christus mettar okkum við sínum orði, Jóh. 6:63 (tí at vraka vit orð hans, so hava vit ikki hann! Jóh. 12:47-48).
(sí eisini Amos 8:11—12)


28) Guð læt Jóseph verða seldan og líða, fyri at frelsa lív

Genesis 45:5 & 7

Christus leið fyri okkara syndir, hin rættvísi fyri hinar órættvísu, I. Pætur 3:18
Tað líkaði Guði Faðir at ráma Jesus, tað var Guðs ætlan Esaiah 53:10


29) Jósephs korn frelsti lív

Genesis 41:57

Christi orð—gleðiboðskapurin—frelsir okkum, I. Pætur 2:23—25
(korn = breyð = Guðs orð!)


30) Jóseph fyrigav brøðrum sínum, sonum Jákobs, sum sviku og seldu seg

Genesis 50:15—21

Christus fyrigevur brøðrum sínum, Ísraels fólki, sum seldu og særdu hann, Zech. 13:6


31) Veldissprotin av Judah; og Sjiloh

Genesis 49:8—12

v.10: fyrra koma Christs
v.11: tá ið Christus ríður inn í Jerusalem á asna, og hansara blóð verður úthelt
v.12: upprisni Christus, brúðgómur brúðrinnar, sí Hásongin 5:12
Christus er leyvan av Judah, sum hevur sigrað, Opb. 5:5


32) Tá ið hirðin, Ísraels steinur, kemur, verða signingar til anda, sálar, og likams

Genesis 49:24—26 (umboðar aðru komu Christs)

Tá ið Christus kemur aftur, og alt Ísrael verður frelst, verður tað lív og signing fyri allan heimin, Róm. 11:15.

Nógvir áður konservativir, reformeraðir pastorar fara nú út á sodomitisku glíðibreytina; tí teir elska henda heim og mammon!



Lærdómur er vorðin inndoktrinering:


15 Elskið ikki heimin, eiheldur tey tingini sum eru í heiminum.  Um nakar maður elski heimin, Faðirsins kærleiki er ikki í honum.
16 Tí at alt sum er í heiminum, kjøtsins lyst, og eygnanna lyst, og lívsins dramblæti, er ikki av Faðirinum, men er av heiminum.
17 Og heimurin gongur undir, og lyst hansara: men hann, ið ger vilja Guðs, verður um ævir.
( I. Jóhannes 2:15—17 FKJ )

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×