FKJ Húsmøti, 7. Desember 2019
28) Guð læt Jóseph verða seldan og líða, fyri at frelsa lív
Genesis 45:5 & 7
Christus leið fyri okkara syndir, hin rættvísi fyri hinar órættvísu, I. Pætur 3:18
Tað líkaði Guði Faðir at ráma Jesus, tað var Guðs ætlan, Esaiah 53:10
29) Jósephs korn frelsti lív
Genesis 41:57
Christi orð—gleðiboðskapurin—frelsir okkum, I. Pætur 1:23—25; Róm. 1:16; I. Pætur 2:2; Heb. 5:11—12; Matth. 4:4; Jóh. 21:15—17
(korn = breyð = Guðs orð!)
30) Jóseph fyrigav brøðrum sínum, sonum Jákobs, sum sviku og seldu seg
Genesis 50:15—21
Christus fyrigevur brøðrum sínum, Ísraels fólki, sum seldu og særdu hann, Luk. 23:34; Zech. 13:6
31) Veldissprotin av Judah; og Sjiloh
Genesis 49:8—12
v.10: fyrra koma Christs
v.11: tá ið Christus ríður inn í Jerusalem á asna, og hansara blóð verður úthelt
v.12: upprisni Christus, brúðgómur brúðrinnar, sí Hásongin 5:12
Christus er leyvan av Judah, sum hevur sigrað, Opb. 5:5
32) Tá ið hirðin, Ísraels steinur, kemur, verða signingar til anda, sálar, og likams
Genesis 49:24—26 (umboðar aðru komu Christs)
Tá ið Christus kemur aftur, og alt Ísrael verður frelst, verður tað lív og signing fyri allan heimin, Róm. 11:15; Gen. 27:28; Opb. 21:1—7; Opb. 22:1—7
NWO nærkast; vit Christnu verða hatað
Lat meg siga tað ótvítýðugt: Grein 266b og lógir sum skerja talu eru lógir, sum eg ONGANTÍÐ komi at virða, ella boyggja meg undir. Landið kann skeina ES við teimum, og ES landinum. Eg meini tað, sum eg meini, og sigi tað, sum eg meini, við hvønnsumhelst, nærsumhelst. EINGIN kemur at nokta mær at siga nakaðsumhelst, heldur skal eg í fongsul frá nú av og til Jesus kemur aftur.
So vita tit øll tað.
Byrjar man at boyggja seg og geva eftir fyri big brother, so tekur hann alt, ikki bara tína tungu, men títt hjarta og tína sál.
Tey frelstu í Kina akta ikki statin har. Tá ið Erwell’s big brother reisir seg her, so akti eg hann ikki.

Hvussu við hasum Stolta norska berginum, Stoltenberg, í OTAN (NATO) (Okkultistum dámar at skriva ting aftanífrá). Man hann vera limur í illuminati?
Ja, hvat heldur tú?
Heldur tú, at man sleppur upp á tindarnar í hesum heimi, hvørs gud er Satan, uttan at vera ein, sum lútar fyri honum?
Hyggasíggj:

P.S.
Næstu ferð, tú tilfeldigvís hyggur eftir Degi & Viku, hygg so eftir, hvussu ofta tíðindafólkini gera slík tekn sum hetta. Teir eldru tíðindamenninir gjørdu tað alla tíðina, so sum John Sigurð.
Tilvildarligt?
Íðan, hvussu ofta stendur tú og gert tríkant við hondunum, tá ið tú tosar?
Tvær ferðir um árið kanska?
Hví gera hesi fólkini tað so alla tíðina?
Sjálvt Erdogan!.
Tí at ovast uppi er alt ein klubbur.
NULL álit á ES og ES-sleikum so sum klovninum Skaale
NULL álit á NATO
NULL álit á media frá New York til Tórshavn til Peking
NULL álit á Washington
FULT álit á Jesus Christ og hans alhalgu Bók, King James.

Tá ið tú sært ein kvinnuligan politikara í reyðum frá ovast til niðast, tá minst til, at tú hyggur eftir einum socialistist-marxist-kommunistiskum devli: Merkel, Thorning, Dam osv.; og hjá slíkum Guð-hatarum at fara alla leið og tilbiðja Satan, er ikki eitt so langt stig longri, … smiling all the way, … alt fyri at tøla.
Setið tykkar alsk á ting fyri oman, ikki á ting á jørðini (Col. 3:2)
Setið tykkar alsk á ting fyri oman, ikki á ting á jørðini:
Tí at tit eru deyðir, og tykkara lív er fjalt við Christi í Guði.
(Col. 3:2-3 FKJ).
Elska Guð, tín meistara; ikki mammon.
Liv fyri hitt æviga, ikki fyri tað tímiliga.
Orð Guðs eru greið; tú kanst tey skilja, um tú hevurt vilja
8 Øll orðini av mínum munni
eru í rættvísi; tað er einkið rangvørgt
ella spilt í teimum.
9 Tey eru øll greið fyri honum
ið skilur, og røtt fyri teimum
ið finna kunnleika.
(Orðt 8: 8-9 FKJ)
Jesus varð krossfestur, ikki hongdur á pela; tað prógvar Guðs orð
Pelin stóð nokk har, men tvørtræið gjørdi pelan til kross.
Í summum førum var pelin kanska eitt træ.
Krossfesting var í øllum førum ikki nakað vakurt nakað.
Men Jesus hevði merki í hondum sínum av naglum; og fekk tí ein nagla ígjøgnum hvørja hond. Tí vórðu hendurnar spentar sundur og negldar hvør sær.
Jesus varð altso krossfestur, júst sum vit Christnu hava vitað og boðað í 2000 ár.
“Jehova“ vitni eru ikki Jehovah vitni. Tey eru følsk vitni um Guð. Tey hava ikki Guð, tí tey hava ikki bíbliunnar Jesus. (Sí I. Jóh. 2:23 & 5:11-12 & 5:20 FKJ). Tey eru villleidd og lærd av illim andum.
Syrgiligt, men satt.
https://www.youtube.com/watch?v=-bkYcYfNO1E
Tú kanst ikki prædika hetta, uttan við eini King James Bíbliu
Anglo-saxisku evangeliini, frá áðrenn 700 e.Ch., samsvara við King James Bíbliuna
Anglo-saxisku evangeliiini, frá áðrenn 700 e.Ch., samsvara við King James Bíbliuna uppá ein prikk, ikki við alexandrisku skræpuna hjá Westcott & Lort, Victorinox, Dahlibux, og tessháttar jux: tað blaka vit av borðinum per flux.
Faðir vár á anglo-saxiskum:
Jólaevangeliið úr anglo-saxiskum handriti frá 11 øld, úr Wessex, Onglandi:
Samanbering av Faðir vár á Anglo-saxiskum og Íslendskum:
Fæder ure
Faðir vor
þu þe eart on heofonum
þú sem ert á himnum
Si þin nama gehalgod
Sé þitt nafn helgað (Helgist þitt nafn)
to becume þin rice
til komi þitt ríki
gewurþe ðin willa
verði þinn vilji
on eorðan swa swa on heofonum
á jörðu svo sem á himni
urne gedæghwamlican hlaf* syle us todæg
(várt dagliga breyð gev oss í dag)
Gef oss í dag vort daglegt brauð
and forgyf us ure gyltas
og fyrirgef oss vorar skuldir
swa swa we forgyfað urum gyltendum
svo sem vér og fyrirgefum vorum skuldunautum
and ne gelæd þu us on costnunge
Og eigi leið þú oss í freistni
ac alys us of yfele soþlice
heldur frelsa oss frá illu
…
*hlaf = loaf (of bread)
Legg til merkis, at fyrstu fimm bønirnar eru næstan orðarætt eins.
Gothiska Bíblian frá 150/350 e.Ch. var líka sum King James Bíblian
Gothiska Bíblian frá 150/350 e.Ch. var líka sum King James Bíblian; so okkara fornu forfedrar høvdu eina rætta og sanna Bíbliu, ikki eitt alexandriskt pjattskvatt sum hasar ið Dahl og Victor góvu tykkum.
Jamen, Sjúrður, tú ert so ófólkaligur.
Tað var Luther eisini, og takk og lov fyri tað; hann morlaði eitt fjall av lygn sundur og gav okkum sannleikan.
Fólkaligheit kemur ikki sakini við, tá ið man vigar satt ímóti følskum. Tá er sannleikin ALT. Sært tú ikki tað, so meti eg teg sum eina lítla pirru á pávans reyv. Má hann seta seg á teg og kroysta alla óhumskuligu sevjuna út úr tær, og mást tú so rýma so langt undan honum og hansara pestsligu prestaundirsáttum sum gjørligt, og flýggja tær til sannleikans orð, sum stendur enn.
Guðs orðs klettur stendur. Tað skalt tú bara vita. Og tað er mær alt.