FKJ húsmøti 7. Marts 2020
Hví to and fro (ikki back and forth), og til og frá (ikki aftur og fram) er tað rætta og tað besta
Viðmerking frá ónevndum:
…………..
Job 1:7:

And the LORD said unto Satan, Whence comest thou? Then Satan answered the LORD, and said, From going to and fro in the earth, and from walking up and down in it.
(Job 1:7 KJB)
Og HARRIN segði við Satan, Hvaðan kemurt tú? Satan tá svaraði HARRANUM, og segði, Frá at fara til og frá á jørðini, og frá at ganga niðan og oman á henni.
(Job 1:7 FKJ)
Eg trúgvi ikki, at nakar blandar til og frá við av og til. Tað er hvør sítt. Til og frá sigur klárt, at tú fert til okkurt, og frá tí osv.
Tit hoyru tað aldri á hetta snið, men tí manst tú minnast tað, so tak tú og tig!
And immediately he arose, took up the bed, and went forth before them all; insomuch that they were all amazed, and glorified God, saying, We never saw it on this fashion. (Mark 2:12)
Aftur og aftur gjøgn tekstin, tí man sær ikki alt í senn
Beintframligt prát um fínpussingina av FKJ til næstu prenting.
Vit Christnu hava altíð liðið atsókn, serliga tá ið vit liva rætt; men Guð gevur náði til hvørja tíð og til hvønn tørv
And he said unto me, My grace is sufficient for thee: for my strength is made perfect in weakness. Most gladly therefore will I rather glory in my infirmities, that the power of Christ may rest upon me. 10 Therefore I take pleasure in infirmities, in reproaches, in necessities, in persecutions, in distresses for Christ’s sake: for when I am weak, then am I strong.
(II. Cor. 12:9-10 KJB)
Ja, og allir, sum vilja liva gudiliga í Christi Jesusi, skulu líða atsókn.
(II. Tim. 3:12 FKJ)
Hav ikki tú Catolutherskar leivdir frá Bábylon, fá tær Bíbilska trúgv; ver Christi trúgva blúgva frúgv, ikki ein skitin ótrúgv kúgv og súgv; kom trúgv, so tú í himni fært búgv!
Tilognað tilbakarglíðandi, vindriknum catolitherskum pinsum, sum í dag vita hvørki inn ella út, til ella frá, tí teir hava ikki lisið alt Guðs orð í síni heild, bert hoppað frá bommi til ís til kandyfloss; nøkur treisk, býtt ross, avkomið av ekla Úlvinum Ekman og pengagrísinum Kenneth Popeland v.m., allir á veg til Rom at fáa sær meira bomm. Null forstand — annað brand (hopefully plucked from the burning).
Fá tú fingurin út úr nøsini, og tak og les hesar bøkur, og tú verður aldri hin sami:
- The Two Babylons
Proof the Roman Catholic beliefs came from pagan Babylonian religion
Alexander Hislop
330 síður
- 50 Years in the “Church” of Rome
The Conversion of a Roman Catholic Priest
Charles Chiniquy
1886
366 síður
- Fox’s Book of Martyrs
The Acts and Monuments
(Les eina gamla, ikki eina uppdateraða)
John Fox
1563
- Smokescreens
Who is the Whore of Revelation: A Biblical and Historical Answer
Jack T. Chick
- The Secret History of the Jesuits
Edmond Paris
1983
Einkið kann koma ístaðin fyri sanna frelsu, heldur ikki um man kallar tað lutherskt
Einkið kann koma ístaðin fyri sanna frelsu, heldur ikki um man kallar tað lutherskt, uttan mun til hvussu gamalt tað er, og hvussu nógvir kirkjumenn vóru til staðar á fundinum tá; ella hvør maðurin var sum segði tað, ella hvussu nógvir menn hava givið honum sítt viðmæli upp ígjøgnum øldirnar; nei, grundvøllur hins frelsta er Guðs orð aleina, og Guðs orð er King James Bíblian, ikki okkurt alexandriskt pjatt av onkrum gnostiskum handriti frá fjórðu øld sum vaticanið hevur í varðveitslu.
Breyðið og vínið eru súmbolsk, Jesus Christus persónliga er substansurin; et HANN, og tú ert Christin; et breyðið og tú ert ein avgudadýrkari
Breyðið er súmbolskt um Jesu likam, vínið súmbolskt um Jesu blóð. Harrans borð er ikki kanniBAALisma. Católska messan er, og tey eta sólgudin Horus. At eta breyðið, er altso ikki at eta Jesus. At eta Jesus er at møta honum og taka ímóti honum persónliga. Hareftir etur tú breyðið í endurminning um hansara offur. At eta hann viðvarandi, er so at eta og fylgja og liva av hansara orði. Ger tú tað, og halt teg langt burturi frá Catolutherskari pátrúgv, kanniBAALismu, og avgudadýrkan.
– Og við Harrans borð drekka vit ikki sprutt Satans. Vit drekka víndrúvusaft.
Ikki hóskiligt at lýsa neyðtøku niður í smámunir í almennum útvarpi
Góðu tit á KVF.
Eg haldi ikki, at tað er hóskiligt, at fáa slíkar grafiskar lýsingar um tríggjar pervertar, sum neyðtóku eina neyðars seytjan ára gamla gentu í havnini. Yvirskriftin skuldi sloppið at staðið fyri seg. Hon segði nokk. Grafisku detaljurnar vóru fullkomiliga óhóskiligar at verða varpaðar í almennum úrvarpi, og tað enntá í sunnudagsdøgverðatíð. Góðu kunnu tit ikki hugsa tykkum betri um, hesum viðvíkjandi.
Eftir míni metan eru tvey ting, sum almennir miðlar ikki eiga at lýsa út í æsir, tað er morð og siðamisbrot, tí at tað veika sinnið orkar ikki at fáa slíkt gjølla lýst; tú plantar myndir í teirra huga, sum vilja órógva tey og kunnu freista hin veika út í tað sama, til dømis í rúsaðum tilstandi. Slíkt verður altso fremjandi, ikki doyvandi. Skilji tann, ið kann.
Sjúrður.
(Sent til KVF og VP, 23. februar).
