Um eting av blóði



Hvat Bíblian lærir um eting av blóði skal skiljast í síni heild, har øll viðkomandi skriftbrot eru avstemmað hvørt ímóti øðrum, og har Guðslæruligu brotini í brøvum Paulusar kasta ljós á Gerningar Ápostlanna og á Móselóg, ikki øvugt.

Okkara føtur standa á Golgata, ikki á Sinai. Lógin er í okkara hjarta, men uppfylt ígjøgnum Guðs Anda og sonnum kærleika í verki. Kærleikin er uppfylling lógarinnar.

Í viðgerðini av hesum spurningi fáa spurningar so sum, “Hvønn varð hetta skrivað til”, og, “Undir hvørjum viðurskiftum varð hetta skrivað”, loksins veruligan týdning. Hvat eg annars vanliga ikki eri tilhangari av, tí tað mangan fløkir annars greið og einføld ting.

Orsaka at eg kom til at brúka eitt heldur grovt orð í umrøðu um ringastu villleiddu villleiðarar í Føroyum í dag, sokallaðu “Jehova vitni”, sum hvørki eru vitnir fyri JEHOVAH GUÐ, eiheldur Christin, bert ein blind villleidd kult, tíverri.


Walter Martin vísir, at adventistarnir eru ein falslærarandi kult:

https://www.youtube.com/watch?v=g8trO-Qz5Po&t=1459s

Hví to and fro (ikki back and forth), og til og frá (ikki aftur og fram) er tað rætta og tað besta


Viðmerking frá ónevndum:
…………..
Job 1:7:


Mítt svar:
Eg havi sjálvandi umhugsað aftur og fram fyri to and fro, men vrakaði tað. Á enskum hevur tú eisini back and forth, og tað, eins og aftur og fram, lýsir, at man gongur og válar uttan nakað endamál. To and fro lýsir, at man fer til eitt ávíst tilætlað stað, og ger okkurt ávíst sum man ætlar sær, og fer so avstað aftur. Djevulin hevur jú úr at gera. Tí valdi eg at skriva til og frá. To and fro er arkaiskt, ikki vanliga brúkt, og ser-bíbilskt, og verður til og frá tí eisini tað. Prøvaði tað av við einum arbeiðsfelaga í áðni, og hann gav júst røttu frágreiðingina, og tengdi tað at aftur og fram, men segði, at tað er meira málrættað. Og hann skilti tað. Og tað ger tann, ið vil. Eingin trupulleiki. Eg taki ikki orðabøkur, lexiconir, ella google translate sum nakransumhelst myndugleika. Eg eri undir Guði einans. Hann dansi tað til.

And the LORD said unto Satan, Whence comest thou? Then Satan answered the LORD, and said, From going to and fro in the earth, and from walking up and down in it.
(Job 1:7 KJB)

Og HARRIN segði við Satan, Hvaðan kemurt tú? Satan tá svaraði HARRANUM, og segði, Frá at fara til og frá á jørðini, og frá at ganga niðan og oman á henni.
(Job 1:7 FKJ)

Eg trúgvi ikki, at nakar blandar til og frá við av og til. Tað er hvør sítt. Til og frá sigur klárt, at tú fert til okkurt, og frá tí osv.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×