https://www.youtube.com/watch?v=R2QWxyDLuek

https://www.youtube.com/watch?v=R2QWxyDLuek
Korona kann vera framleitt av óndu globalistisku elituni, við tí endamáli, at fyrireika fólk um allan heim til at góðtaka altjóða sosialist-marxist-fasistiskt heimsstýri, hvat Brússel longu er fyrirennarin til, at krasja og nullstilla heimsbúskapin, fyri síðan at innføra nýggja pengaskipan: djórsins merki. Vit faa at síggja. Teirra slagorð er longu: Ordo ab chao — Order out of chaos, tvs at teir volda ruðuleika, og fiksa so ruðuleikan yvir til sítt ynskta mál; alt meðan øll halda teir vera so góðar at hjálpa øllum, men tað er als ikki tilfeldið, so tvørøvugt.
Ónda elitan er samansett av jesuitum, frímúrarum, bankstarum, riddarum, kongligum, kardinalum, bilderbergs, osv osv. Teir stýra ikki bara vesturheiminum, men øllum heiminum, íroknað øllum bankaheiminum sum hann er. Jesuitarnir søgdu longu í 1700 talinum, at teir stýrsu øllum, heilt úr Róm til Kina, og eingin kundi siga, hvussu. Teir kunnu gott framleiða virus í vesturheiminum, og sleppa tí leyst í Kina. Eg trúgvi korona er eitt kemiskt vápn, bara eitt í eini røð av teimum: sars, svínakrím, fuglakrím osv. Teir vilja hava fólkatalið niður um 500 milliónir á jørðini (kanna “Georgia Guidestones“), so at teirra ynski er at drepa okkum; alt meðan teir spæla sum um teir berjast ímóti korona. Teir hava allar streingirnar í síni hond, og pumpa teg býttan við síni media; sum teir kalla tíðindi, men er í veruleikanum teirra propagandamaskina.
21 brot eru í playlistanum. Lurta og innsíggj, at hetta er satt.
https://www.youtube.com/watch?v=rExxvWA5Grs
Lat ongan adventist villleiða teg við sínum allegorisku reingingum, og siga at skriftin ikki meinar tað hon sigur, men at tað heila merkir í veruleikanum okkurt heilt annað enn seljing og keyping og eitt merki inn í høgru hond ella inn í ennið.
Hvat Bíblian lærir um eting av blóði skal skiljast í síni heild, har øll viðkomandi skriftbrot eru avstemmað hvørt ímóti øðrum, og har Guðslæruligu brotini í brøvum Paulusar kasta ljós á Gerningar Ápostlanna og á Móselóg, ikki øvugt.
Okkara føtur standa á Golgata, ikki á Sinai. Lógin er í okkara hjarta, men uppfylt ígjøgnum Guðs Anda og sonnum kærleika í verki. Kærleikin er uppfylling lógarinnar.
Í viðgerðini av hesum spurningi fáa spurningar so sum, “Hvønn varð hetta skrivað til”, og, “Undir hvørjum viðurskiftum varð hetta skrivað”, loksins veruligan týdning. Hvat eg annars vanliga ikki eri tilhangari av, tí tað mangan fløkir annars greið og einføld ting.
Orsaka at eg kom til at brúka eitt heldur grovt orð í umrøðu um ringastu villleiddu villleiðarar í Føroyum í dag, sokallaðu “Jehova vitni”, sum hvørki eru vitnir fyri JEHOVAH GUÐ, eiheldur Christin, bert ein blind villleidd kult, tíverri.
Walter Martin vísir, at adventistarnir eru ein falslærarandi kult:
https://www.youtube.com/watch?v=g8trO-Qz5Po&t=1459s
https://www.youtube.com/watch?v=R3JzSo5IvJU