FKJ húsmøti, 31. Oktober 2020 (Jesu afturkoma)


Jesu afturkoma

1. Lyftið
Jóh. 14:1—3
Gern. Áp. 1:11
………….

2. Upprykkingin
I. Thess. 4:13—18

Tríggjar prophetiskar fyrimyndir:
Enoch: Gen. 5:24
Elijah: II. Kong. 2:11
Jesus: Mark. 16:19 ; Gern.Áp. 1:9
………….

3. Umbroytingin
I. Cor. 15:51—52 ; I. Jóh. 3:2
………….

4. Áheitanin: Vakið!
Matth. 25:13
………….

5. Ugganin
I. Thess. 4:18 ; Jóh. 14:1
………….

6. Spottarar í síðstu tíð
II. Pæt. 3:3—4
………….

7. Brúdleypið
Matth. 25:1—13 ; Opb. 19:5—9
………….

8. Lønin
II. Cor. 5:10
Luk. 19:15—27
Opb. 20:4—6
………….

9. Teknini
Matth 24; Markus 13; Luk. 21 eru javnsett brot, sum lýsa teknini í tíðini rundan um oyðilegging Jerusalems (1), afturkomu Christs (2), og enda veraldarinnar (3); (sí Matth. 24:3 og forstatt!). Summi av teknunum kunnu galda fyri eitt, summi fyri tvey, summi fyri øll trý. Tey henda í ein ávísan mun í Jerusalem ár 70 e.Ch. í størri mun við Jesu afturkomu, og so eisini við enda veraldarinnar — sum allarhelst merkir skiftið ímillum kirkjutíðina og túsundáraríkið (smb. við Matth. 28:20), ikki endiliga endan av túsundáraríkinum, men møguliga eisini, tí tá skal Satan aftur fara út at villa fólkasløgini (sí Opb. 20:2).

Hesin listin við 24 teknum um Jesu afturkomu er tikin úr Markus 13:
1. falskir Christar (v.6)
2. orrustur og leysatíðindir um orrustur (v.7)
3. tjóð skal rísa ímóti tjóð (v.8)
4. kongadømi skal rísa ímóti kongadømi (v.8)
5. jarðskjálvtar á ymsum støðum (v.8)
6. hungursneyðir (v.8)
7. ófriðir (v.8)
8. teir skulu geva okkum upp til ráðini (v.9)
9. vit skulu verða bardir (v.9)
10. vit skulu verða førdir framfyri stjórnarar og kongar fyri Jesu skuld (v.9)
11. gleðiboðskapurin kunngjørdur millum allar tjóðir (v.10)
12. bróðir skal svíkja bróður til deyða (v. 12)
13. faðir skal svíkja son (v.12)
14. børn skulu rísa upp ímóti foreldrum sínum (v.12 ; smb. II. Tim. 3:2)
15. vit skulu verða hataðir av øllum monnum fyri navns Jesu skuld (v. 13)
16. andstygd oyðingarinnar standa í templinum (v.14 ; smb. II. Thess. 2:4; Opb. 13:14—15)
17. nívd, slík sum var ikki síðan byrjan skapanarinnar (v.19 ; smb. Dán. 12:1)
18. villleiðing um komu Christs (v.21)
19. falskir Christar (v.22)
20. falskir prophetar, sum sýna tekin og undur (v.22)
21. sólin skal verða myrkjað (v.24)
22. mánin skal ei geva ljós sítt (v.24)
23. stjørnur himins skulu falla (v.25)
24. krefturnar, sum eru í himni, skulu verða skakaðar (v.25)
… Og tá skulu tey síggja Menniskjusonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd

Tak bjálkan út úr eyga tínum, og døm so rættvísan dóm, samsvarandi við Guðs orð, so er tað sum um Guð dømdi við tær


…….
Ein rættvísur dómur á jørð er kærleiki, og kann bara gera tí, sum tað rakar, gott; tí um hann vendir um av tí, so verður hann ikki ævigt dømdur og møguliga enntá heldømdur.
…….
31 Tí at um vit vildu dømt okkum sjálvar, skuldu vit ikki verðið dømdir.
32 Men tá ið vit verða dømdir, verða vit tyktaðir av Harranum, at vit skuldu ei verðið fordømdir við heiminum.
(I. Cor. 11:31-32 KJB)
…….
Vit eiga altso at døma OKKUM SJÁLVAR, fyri at Guð ikki skal nýtast døma okkum nú, ella seinni. Um so ein bróðir dømir okkum rættvíst, og í tráð við Guðs orð, so kann tað bara gera okkum gott, og er sum um Guð dømdi við honum.
…….
MÁ HARRIN TYKTA TYKKUM SUNDUR OG SAMAN, SUM KALLA TYKKUM TRÚGVANDI, OG ARBEIÐA FYRI FANANSKAPI Í FRAMSÓKN Í LANDINUM. MUGU TIT HAVA GUÐ SO DYGGILIGA TIL TYKKARA FÍGGINDA OG ÍMÓTI TYKKUM, OG VENDA TIT IKKI UM, MÁ GUÐ SO BARA SLÁA TYKKUM KØLD OG TVEITA TYKKUM NIÐUR TIL ANANIAS OG SAPPHIRU, JEZEBEL, ÁHAB, OG CÁIN.
AMEN.
…….
Døm rættvísan dóm, við síggjandi eygum. Og dømir onkur teg við órættvísum dómi, so legg ikki í, lat tað bara perla av og gakk reystur víðari.

Blóðvitnir aðru aldarinnar


Hetta er so sanniliga vert at lurta eftir, eins og tað mesta hjá Jason Cooley, uttan tá ið hann sigur, at náðigávurnar eru falnar burtur, ella at man ikki yvirhøvur kann missa frelsuna, sama hvat.

If we suffer, we shall also reign with him: if we deny him, he also will deny us:
(II. Tim. 2:12)

… hetta lúgva babsarnir, at tað skal merkja, at so noktar Jesus okkum rætt til at ráða; NEI, har STENDUR SKRIVAÐ, at um vit avnokta HANN, so vil hann eisini avnokta OKKUM. Um onkur avnoktar TEG, so sigur hann, at hann ikki kennir teg, og ikki kennist við teg. So ert tú ikki longur hansara, – tað er sólarklárt.
Soleiðis er, tá ið man tekur sína egnu læru framum Bíbliunnar læru.

Band fullkominleikans

Band fullkominleikans er á sjeynda stigi uppfrá og framum beinharða gerningsrættvísi, og er tað sum Jesus meinti við tá ið hann segði, at um okkara rættvísi ikki gongur framum hana hjá Pharisæarunum, so koma vit als ikki inn í kongadømi himins.

At gera rætt, ger teg ikki fullkomnan; nei, til tess mást tú verða endurføddur, og gera rættlátligani útfrá røttum motivi. Tann endurføddi er fullkomin í Christi, og tá ið hann gongur í Andanum, ikki í kjøtinum, tá heldur hann lógina útfrá kærleika til Guðs og næstan. Tá er hann fullkomin, bæði av navni og gavni, av ráði og dáði.

Tvífalt meiri hartan enn rós, tí tað er Harrans kós

…….
Sí, eg havi henda dag sett teg yvir tjóðunum og yvir kongadømunum, til at slíta upp við rót, og at hála niður, og at oyðileggja, og at kasta niður, at byggja, og at planta.
(Jeremiah 1:10)

Sannir prophetar kunnu verað kallaðir at gera hetta undir HARRANUM:
1: slíta upp við rót
2: hála niður
3: oyðileggja
4: kasta niður
5: byggja
6: planta

(#7 er, at hann er innsettur av HARRANUM)

Fýra niður, tvey upp.
Tað veldst um tíð og umstøður, og hvussu álvarsom støðan er, hvussu langt fráfallið er komið.

FKJ húsmøti, 10. Oktober 2020

Frelsan

1  Jesus valdi okkum – áðrenn verøldin byrjaði
Jóh. 15:16 ; Markus 1:17 ; Markus 2:14 ; II. Tim. 1:9
Tú valdi hann, tí hann hevði longu valt teg

2  Faðirin dró / dregur okkum til Jesu
Jóh. 6:44 ; Jóh. 17:6
Tað ger hann við Halga Andanum (Heb. 3:15)

3  Kendir – fyritilætlaðir – kallaðir – rættvísgjørdir – dýrðmettir
(tó ikki skilt so sum calvinistarnir)
Róm. 8:29–30 ; I. Pætur 1:2

4  Gleðiboðskapurin – tríggjar partar: Jesu deyði, jarðan, uppreisn
I. Cor. 15:1–4

5  Hoyra – trúgva – játta … til frelsu
Róm. 10:9–10; Róm. 10:17

6  Innsiglaðir við Halga Andanum
Eph. 1:13 ; II. Cor. 1:22

7  Éinleikin við Jesus Christ – tríggjar partar : deyði, jarðan, uppreisn
Róm. 6:3–4 & 8
Frelsan er tí, at gerast eitt við, og taka á teg sum tín einasta veg til frelsu, Jesu deyða, gravlegging, og uppreisn, tær til frelsu.
Jesus gav seg fyri teg fyrst, síðan gevur tú teg til hansara.

8  Rættvísgjørdir við trúgv
Róm. 5:1 ; Róm. 3:24

9  Endurloystir, endurkeyptir
Róm. 3:24 ; I. Cor. 1:30 ; Gal. 3:13 ; I. Pætur 1:18 ; Opb. 5:9

10  Halganin, fullkomingerð, dýrðmeting
Róm. 6:22 ; Heb. 10:10 ; Heb. 10:14 ; Phil. 2:12 ; Róm. 8:30 ; I. Cor. 15:40&51–58
– at bera frukt – lata tað koma út, sum Guð hevur lagt niðurí teg við Halga Andanum

…..

Nú, Guð vónarinnar fylli fykkum
við allari gleði og friði í at trúgva,
at tit mega vera ríkiligir í vón,
gjøgnum kraft Halga Andans.
(Róm 15:13)

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×