Bíbliutrúgvandi er mín sekt


– Eg eri ikki lutheranari,
– Eg eri ikki heimamissiónsmaður,
– Eg eri ikki baptist,
– Eg eri ikki hvítusunnumaður,
– Eg eri ikki carismatikari,
(… Og nakað út um hesi eri eg so SLETT ikki!)

Ert tú so ikki ein Christin?
Jú, Eg eri einkið av hesum, og tó ØLL HESI:

Eg eri lutheranari í læruni um frelsu við trúgv uttan gerningar,
heimamissiónsmaður í evangeliiboðanini,
baptistur í vatndópi teirra sonnu frelstu, EFTIR at tey eru frelst, (alt annað koppar Christindóminum so fullkomiliga á høvdið)
hvítusunnumaður, tí eg eri doyptur við Heilaga Andanum og við eldi,
og carismatikari, tí av Guðs náði virka náðigávurnar í mínum lívi.

So hetta er “sektin”, sum eg hoyri til.
– Hvørja hoyrir tú til?

Annars vil eg siga, at tað at hoyra til eina “sekt” er tað sama sum at hoyra til ein útskildan bólk. Tískil man eg vera ein av teimum fáu, sum IKKI hoyra til nakra sekt, tí sum sagt, kenni eg meg við allar sann-Christnar rætningar, men eingin av teimum skal halda seg “eiga meg”, ella “stýra mær”, tí tað er tað, ið sektir gera. Allir hesir bólkar hava fest seg við ávísar sannleikar í skriftini. Hvat við at gloyma alla slíka fávitsku og lesa og taka við øllum Guðs orði so sum tað talar?

Um tú til dømis ert ein heitt-svorin lutheranari, sum kanska talar ilt um og sært niður á aðrar sann-Christnar rætningar, so sigi eg um teg, at tú ert limur í størstu sekt í Føroyum. Kom tær út úr búrinum og far á flog, tín sektariski kettari; lat upp eygunum, les skriftina so sum hon talar, og tú vilt síggja, at tú vart so púra á villini leið.

Sjúrður Højgaard.

FKJ húsmøti, 1. Mars 2025


Guddómleiki várs Harra Jesu Christs

Guddómleiki Christs verður altíð avbjóðaður, so lat okkum síggja, hvat skriftin lærir.

EG ERI í Exodus 3:14-15 (s73) er Jesus Christus í N.T.
Jesu SJEY “eg eri” framsagnir í Jóhannesar evangelii:
1 Eg eri lívins breyð – Jóh. 6:35; 48; 51
2 Eg eri ljós heimsins – Jóh. 8:12 & 9:5
3 Eg eri dyrnar hjá seyðunum – Jóh. 10:7 & 9
4 Eg eri hin góði hirðin – Jóh. 10:11 & 14
5 Eg eri uppreisnin, og lívið – Jóh. 11:25
6 Eg eri vegurin, sannleikin, og lívið – Jóh. 14:6
7 Eg eri tað sanna víntræið – Jóh. 15:1

Áður enn Ábraham varð … eg eri
Jóh. 8:56—59 (s138)
Hetta skildu Jødarnir sum gudsspottan, og at Jesus segði seg vera Guð, tí vildu teir steina hann.
– Men vit vita, at Jesus segði satt.

“Eg eri hann”
Jóh. 8:24 & 28 (s136) / Jóh. 18:4-6 (s152)
Uttan vit trúgva, at Jesus er hann, skulu vit doyggja í okkara syndum

Jesus er Immanuel: Guð við okkum
Matthæus 1:23 (s1) / Esaiah 7:14 (s834)

Jesus er barnið, sum okkum er føtt, og er Mektigi Guð
Esaiah 9:6 (s836)

Jesus er Sonur Guðs á slíkan hátt, at hann er javnur við Guð; tí at tað er eingin kapping innan tríeindina
Prophetiir: Orðt. 30:4 (s810) / Psálm. 2:12 (s694)
Jóh. 5:18 (s130) & 9:35—37 & 10:30—36 / I. Jóh. 2:23 (s319) / Phil. 2:5—6 (s267)
Vit eru synir Guðs andliga, tí at vit eru gitnir av hansara orði (I. Pæt. 1:23), men Jesus er Guðs éingitni Sonur likamliga, sí Jóh. 3:16 (s.126), tí at Halgi Andin gat hann í lívmóður Mariu (Matth. 1:18 & 20)

Sonurin er éitt við Faðirin og Halga Andan
Jóh. 10:30 (s141) / I. Jóh. 5:7 (s321) / Matth. 28:19 (s46)
Jesu svar til: Ert tú Christus, Sonur hins Vælsignaða?
Markus 14:61—62 (s71)
Jesus bað teir viðhvørt ikki siga hvør hann var, inntil eftir uppreisnina, Matth. 16:20 (s24) & 17:9

Jesus tók ímóti tilbiðjan — bæði áðrenn og eftir uppreisina
Matth. 20:20 (s29) & 28:17 (s46) / Jóh. 20:28 (s157)

Orðið (Jesus) var Guð – og varð gjørt kjøt (Guð komin í kjøti)
Jóh 1:1 & 14 (s123) / I. Tim. 3:16 (s282) / I. Jóh. 4:1—3 (s320)

Christus … er Harrin … er Guð
Róm. 14:10—11
– So tá ið vit játta fyri Guði, játta vit fyri Christi, tí tað stendur: fyri dómstól Christs, í vers 10)

Skriftin sigur ótvítýðugt, at Jesus er Guð
Róm 9:5 (s214) / Áp.Gern. 7:59 (s169) & 20:28 (s191) / Hebr. 1:8 (s292) / Titus 2:13 (s289)
Jesu blóð hevur mátt at keypa og at reinsa okkum, tí at hann er uttan synd (I. Pæt. 2:22) og tí at hann er Guð.

Jesus, saman við Faðirinum, er skaparin
Kol. 1:15—18 (s270) / Jóh. 1:1—3 (s123) / Eph 3:9 (s261)

Tríeindin saman til verka
Í Jesu dópi: Lukas 3:22 (s80)
Í dýrdarumbroytingini: Matth. 17:1—5 (s24)
Í andligu gávunum, fyrisitingunum, og virknaðunum: I. Cor. 12:4-6 (s235)

Tríeindin loynist í rætta og sanna tekstinum, til okkum kongar og prestar at grunda út
Kol. 2:2 & 3:17 (s271) / I. Thess. 1:3 (s274) / Opb. 1:6 (s325) / Esaiah 11:2 (s839) & 48:16 (s877)
Dániel 7:13 & 6:3 (s1059) & s.fr.

Tað er dýrdin hjá Guði at loyna ein lut:
men konga heiður er at grunda eina søk út.
( Orðt. 25:2 )

…….

Guð varðveiti okkum í trúnni á guddómleika Christs, og í trúnni á hin tríeinda Guð.
Má hann altíð vera okkara Guð av sonnum, uttan íblandan av lygn ella falsi.

A M E N.

Plakatir við skriftstaði á


Mynd #1
Stødd 40x60cm

Mynd #2
Stødd 60x40cm

Mynd #3
Stødd 60x40cm

Mynd #4
Stødd 60x40cm

Mynd #5
Stødd 60x40cm

Mynd #6
Stødd 60x40cm

Mynd #7
Stødd 60x40cm

Mynd #8
Stødd 60x40cm

Mynd #9
Stødd 40x60cm

Mynd #10
Stødd 40x60cm

Mynd #11
Stødd 40x60cm

Mynd #12
Stødd 60x40cm

Mynd #13
Stødd 60x40cm

Mynd #14
Stødd 60x40cm

Mynd #15
Stødd 40x60cm

Mynd #16
Stødd 40x60cm

Mynd #17
Stødd 60x40cm

Mynd #18
Stødd 60x40cm

Mynd #19
Stødd 60x40cm

Mynd #20
Stødd 60x40cm

Prísir:

Útprent: 20 kr.

Ordrar kunnu sendast til: sjurdur.hojgaard@hotmail.com
Kostnaður flytast á konto 6460 0001112742

G.G.: Hetta er ikki vinnuvegur, men tænasta fyri Christi likam.

Um tú hevurt ynski um ávíst vers, kanst tú skriva tað til mín, so geri eg plakat til tað, og so veksur úrvalið.

Nýggja Testamentið lærir ikki OSAS (pt1)

Tryggleiki hins trúgvandi er ikki treytaleysur: hann má halda fram í trúnni, og ikki avnokta Harran, ella fara burtur frá honum.

Tilvísingar:
Kol. 1:19-23 (treyt: UM tit halda fram í trúnni)
I. Cor. 15:1-4 (treyt: UM tit halda í minni hvat eg prædikaði tykkum)
Luk. 8:13 (taka ímóti orðinum … trúgva í eina tíð … falla so frá)
Róm. 1:16 (frelsan er líka hjá Jødum og Grikkum)
Matth. 24:42-51 (tænari verður uttanfyri … tannagrísl)
Matth. 25:1-13 (lampan slóknað … verða uttanfyri (høvdu olju!))
II. Tim. 2:11-13 (avnokta vit hann, vil hann avnokta okkum)
Ják. 5:19-20 (livandi – deyður – livandi … andliga)
Heb. 6:1-6 (fráfall er møguligt, eftir at hava smakkað alt)
Jóh. 15:1-9 (verður ein grein ikki VERANDI í Jesusi, følnar hon, og verður BREND).

Tað er ikki givið, at tú heldur út í trúnni til endan, og gert tú ikki tað, men vendir burtur frá trúnni og frá víntrænum Jesusi, so verður tú uttanfyri tann eina dag, og verður kastaður í eldin, sum víst er helviti. Har er grátur og tannagrísl. (sí Matth. 13:42&50; 22:13; 24:51; 25:30)

Hesin dokumentarurin er ikki KJV Only, men boðskapurin er rættur og sannur:

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×