Eru vit gudar? Jóh. 10:34 & Psálmur 82:1&6 skilgreinað

Trúgv ikki mammon-sleikjandi, altíð-eftir-illum-andum-leitandi, slím-spýggjandi, í endaleysar banar út-úr-hvør-øðrum-illar-andar-rekandi Hagen-indiararunum. Tað pakkið er langt síðani farið útav. Tíverri. Tey trúðu lygnini hjá orminum í Eden. Líka langt úti sum Mormonarar, sum siga at Guð var einaferð maður, og at vit kunnu blíva Guð, við at vera gudrøkin osv. Kanska er grundin fyri, at tey spýggja upp illar andar eftir at tey siga seg vera blivin frelst júst tann, at tey læra ringastu satanisku ranglærur ið hugsast kunnu: at tey eru gudar, veruliga, og at Jesus doyði andaliga og gjørdist illur andi í helviti, og varð síðani endurføddur. Hesar ranglærur eru líka langt úti sum nakað, tú kanst fiska upp úr runudíkinum hjá jehova vitnum, ella mormonarum, ella scientology, ella moonies. Ein kult og onnur. Tað er altso tilfellið. Einkið við nakra smørmjúka rødd, ella tannpastasmíl
at gera. Tað hevur við LÆRUNA at gera. Og so siga hasar smílandi nissurnar, at læru skal man ikki tosa um, vit skulu bara “elska” hvønn annan, øll, og opinbart eisini Satan. Hatta er ein RÆÐULIG villleiðing. Fái ikki sagt tað nóg kraftiga. Og so eru tey so fitt og blíð. Tað eru mormonarnir óivað eisini. Tað ger teir tó ikki til Guðs børn. Falslæra ger ein og hvønn til ein ræðuligan kettara og villleiðara, óansæð pátikið smør og kroyst smíl.

TD Jakes og Steven Furtick játta modalismu og avnokta tríeindina

TD Snakes and Steven Bootlick, in bed with Jezebel Winfrey, leading Laodicæa into the great falling away, together with smiley Joe, Kenneth Dopeland, Noise Meyer, and John Are-nuts, fumbling blindfolded into the arms of anti-christ in Rome. Perilous times indeed.

CRYPTOCURRENCY SYSTEM USING BODY ACTIVITY DATA, patentnummar 060606. Eigari: Kill Gates (tann sami sum gav tær vaksinuna)


Patent skrá:

https://patentscope.wipo.int/search/en/detail.jsf?docId=WO2020060606&tab=PCTBIBLIO


Hvat er tað?
Kryptiskt gjaldoyra, sum skal sameinast við likamið hjá fólki.

Hvør eigur?
MICROSOFT TECHNOLOGY LICENSING, LLC [US]/[US]
(Bill Gates, vaksinukongurin)

Nær varð tað keypt? 
2020

Patentnummar:
WO2020060606

WO stendur fyri WORLD, 2020 er árið. 060606 er patentnummarið sjálvt. Tak nullini vekk, og patentnummarið er 666.

Conspiracy???

Villleiðingin í síðstu tíð

Guð skuldi hella út Anda sín í síðstu tíð, men eisini skuldi villleiðingin verða stór, falskir Christar og falskir prophetar; vit mugu tí fylgja góða hirðanum rætta veg frameftir.

Walter Martin beyt høvdið av falslærandi pinsunum betri enn nakar; varð tí ongantíð boðin aftur:

Óteljandi amerikonsk og russisk stjórnarskjøl avdúka, at vit búgva ikki á snarandi klótu, men á fløtum, stillum, sera víðum fløti

Stjórnarskjøl avdúka og viðganga tað ótrúliga … tað kann næstan ikki sigast við orðum, tí tað blokerar hoyraran. Hesi ting mugu hoyrast til fulnar, og síðan má tað tyggjast uppá í einar 2-3 vikur.
Hetta er so eldfimt fyri sálum fólks, at flestøll gerast fúkandi ill, og vilja ikki síggja; men sannleikin er grundleggjandi ein annar enn fólki verður borðreitt í skúlum og sjónvarpi og av NASA. Tey spotta Bíbliuna, men Guð eigur síðsta láturin. Bókstavliga.
Vil hervið eyðmjúkiliga ráða tær til at hyggja eftir hesum og vita, um tað ikki broytir eygu skils tíns um ævir:

https://www.youtube.com/watch?v=JEN9NW6qjCw

Eg líti á, at tú ert ikki ein slíkur, sum ikki tolir ella torir at síggja og hoyra alternativ ting, sum ikki eru meginstreyms.
Tit stóla flestøll uppá NASA og stjórnirnar. Her hava tit so teirra egnu skjøl, sum teir hvørji 20-25 ár noyðast til at útflýggja. Hygg og vakna; og trúgv teimum so ongantíð aftur, ikki einum tí einasta orði.
Vinarliga,
Sjúrður.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×