Svarti pávin og hansara mordarapakk (Paisley)
https://youtu.be/6IhMH3pdEGs
Stutt video, gjørd síðsta mánaðin
Anti-christ pávin og hansara herur Jesuitarnir – NWO sataniski Loyndardómur Bábylon Mikla
Støðuprát um FKJ arbeiðið
Odd Dubland um Norska martýrin Hans Nielsen Hauge; og eg um andligan sang
Dubland syngur sannar andligir sangir, har orðini hoyrast, og ein angi av Jesusi hongur eftir í luftini, tú situr eftir við sálarrannsakandi tonkum og klumpi í hálsinum, … ikki tú og títt stinkandi kjøt í trongum kowboybuksum uppi á pallinum við scenuljósum og royki, við trimum splagatgentum í gamasjubuksum úti í síðuni syngjandi undir, við klárt framspískaðum slavsum framman, og framhevaðum sprekkum aftan, … áðrenn man samlar pengarnar inn við sledu, meðan børnini eru við síðuna av og hyggja eftir gandafilminum Narnia, sum tit billa tykkum inn skal læra tey um Jesus, men sum tað vissuliga IKKI ger, men fyrireikar tey til Harry Potter og tað sum verri er … alt samalt ein Sátans lygn.
Dubland: einkið bland, ikki á sand. Boðan, ikki undirhald og framførsla. Ikki akkurát sum jól við Løkin og annað tessháttar her um leiðir.
Ljótur? Altso, eg tosi um tykkum! Og tit VITA, at eg tað er TYKKUM eg tosi um. So, ja, onkur er ljótur, og at konstatera tað er einkið í mun til at vera tað. Forstatt!.
…
Heilir tríati sangir eru í playlistanum. IKKI til títt undirhald!
Drekk nú av JESU keldu, ikki av hordómsvíni skøkjunnar, har tað undirorðnar seg bisp, sum undirorðnar seg pávan, sum tilbiður Lucifer. Nei, tilbið nú GUÐ av sonnum, í anda og í sannleika.
Ikkje sant?
Men tað kostar. Pengar? Nei, TEG! Teg allan. So gev Jesusi TEG, ella far syrgin burt við sledu, trongum buksum, ljósum, og scenuroyki og øllum.
Alt eller intet … ikkje sant?
Kom ned fra catwalken.
ikkje sant?
Jo da!.
Av døpte vrimler stad og land,
men hvor er troens brand?
Rock villleiðingin og svikaprophetarnir sum sníkja tað inn ímillum tey Christnu avdúkað enn einaferð:
Men tað vóru eisini falskir prophetar millum fólksins (frá 2016)
Sent til allar prestarnar á folkakirkjan.fo, uttan hana sum spælir “prestur” í Hans Egede kirkju í Keypmannahavn, tí hvat hava danir at gera yvir elskaða landi mínum? So danskar “prestar” viðurkenni eg ikki, at teir yvirhøvur eru til.
Sent við hesum orðum:
“Fólkakirkjan krevur at vakna, um hon skal stýra rættan veg á mál. Fer hon at víga sodomitar, so er hon vorðin Baals kirkja, og hennara høvd vorðið Sátan. Og kvinnuligir “prestar” eiga ikki sanktión í Guðs orði, hava ongantíð átt, og fara ongantíð at eiga.
Privat,
Sjúrður Højgaard.”
Leinki til video varð eisini viðheft.
Eg biði um, at teir frelstu fáa hjartastoyt og vakna og fáa eygnasalvu á síni eygu frá Jesusi sjálvum, og at Guð frelsir teir ófrelstu. A’-men.
Høvundurin undirritaði sína Bók; og tað er ikki ein bók sum var, men sum er: heilt víst, og tað próvbært
Ruckman – King James ráðstevnan 1986
Um Menniskjusonin og um bók Harrans í himni
Menniskjusonurin er ævigur í himni og sæst í Gamla Testamenti í himni, har hann fer yvir til hin Elligamla í døgum, í Dániel 7. Men hann hevði eina byrjan í tíðini á jørð, tá ið hann føddist í Bethlehem. Við Guðs orði er tað júst á sama hátt: tað er um ævir grundfest í himni, men varð í tíðini givið, og tað ígjøgnum eini 1500 ár, síðan varð tað spjatt, síðan savnað saman og sorterað og valt burtur úr, hvat var tað besta og rættasta og hvat ærar Jesus Christ mest. Tað arbeiðið varð gjørt undir reformatiónini. Endaliga produktið av reformatiónini er King James Bíblian. Tí trúgvi eg, at Guðs orð, sum um ævir er grundfest í himni, er King James Bíblian, hvørki meir ella minni. Tað endaliga, fullmótaða, fulltikna produktið er jú sjálvandi dýrdmiklari enn byrjanin. Tað kanst tú spotta sum tú vilt. Eg havi onga trøllatrúgv á upprunahandrit, sum tað ikki finst eitt einasta av í dag; nei, eg havi órokkiliga Guð-givna trúgv á endaliga produktið. Tað havi eg, og tað bað Guð meg týða til Føroyskt.