Hvat tú gert við Bíbliuna
Klaus Schwab sigur, at fjórða ídnaðarliga kollveltingin skal broyta menniskjuna sjálva: tí hon er ein samanbræðing av likamligum, talgildum, og lívfrøðiligum løgum
Fjórða ídnaðarliga kollveltingin er djórsins ríki og hann sigur, at tað kemur ikki at koma so líðandi, men sum ein tsunami.
Schwab + Gates = Hitler í 100 grad.
……
Frá Covid til endan:
Hvør andi býr í Sinaiticus og Vaticanus? Ikki tann sami sum í Textus Receptus
Opið bræv, sent høvuðs barna-terrorista-stovuni í Havn (sum kalla seg barnavernd)
Bræv, sent til bvs@bvs.fo í kvøld, 17. november, kl. 20:30:
Góða barnavernd.
Eg vil heita á tykkum í barnaverndini um at hava fyri eyga at vera eitt stuðlandi og hjálpandi element. Tíverri eru vit mong í Føroyum sum vita, síggja og meina, at tit eru sera ónd, og fruktin av tykkara arbeiði aftur og aftur bara er ein steinur omaná byrðu, og als eingin hjálp yvirhøvur. Eg heiti á tykkum um at vera eyðmjúk, varin og umhugsin, og ikki hótta veikar, troyttar mammur við at taka børnini frá teimum, men heldur vera teimum til hjálpar á heiminum, varisliga, og við eyðmjúkum, elskandi hjarta. Gera tit ikki tað, so biði eg til Guðs í himni, við øllum mínum hjarta, við várkunn móti øllum teimum mongu av tykkum knústu familjum, at øll tey særdu í Føroyum mugu organisera seg sum tit ikki høvdu kunnað væntað, og koma ímóti tykkum sum ein herur, við politikarum og sakførarum, draga tykkum fyri rættin, og fáa tykkum náðileyst dømd til høgar persónligar bøtur, onnur í fongsul, so sum hevur verðið gjørt við óndu barnaverndina í Noregi. Guð hoyri mína bøn og hyggi til tykkum, og mugu rópini av teimum av tykkum píndu koma inn í oyruni á Harra sabaoths, og má hann døma tykkum, í Jesu navni. Amen.
Álvarsamligani, við bøn um, at tit ganga í tykkum sjálv, bera angur og gera bót,
Sjúrður Højgaard, Saltangará.
Prædikan, ikki aktivismu
…….
Mítt kall er at týða King James Bíbliuna, prædika um aktuell ting útfrá Guðs orði, – ikki politisk aktivisma. Men at avdúka djórið og djórsins ríki og merki tess, er størri aktivisma, enn øll fólk í heiminum nakrantíð kundu gjørt, tí at djórið rísur, og tað einasta, tú sum trúgvandi skalt vera klárur til, er at siga NEI til hansara merki og følsku trúgv. Lat teir so kjoppa høvdið av. Sama ger. Alt er tó vunnið, tí vit hava her ikki okkara heim, men vit søkja hin komandi, býin sum Guð er byggimeistari at, nýggju Jerusalem.
– Kom við.
Ein undurfull opinbering um King James Bíbliuna: at hon veruliga er Guðs orð: Guðs endaliga Bók
MRNA PIONEER RAISES COVID VACCINE CONCERNS
Ein Enskur líkhús arbeiðari talar út sum varskógvari