Hetta innslagið kom altso trý ár ov seint. Ikki tað, at tað, sum eg segði, ikki var og er rætt, men Fjarðafestivalurin koyrir ikki longur. So ok, Guð HEVUR longur splattað handan køstaskitna Fjarðafestivalin. Takk og lov. Eg havi tosað við Eyðun Jacobsen úti á gonguteiginum í kvøld og hann sigur, at teir lova bót og bata. Takk og lov. (Men deyðans eingil hevði faktiskt verið í hælunum á honum í ein heilan dag og sett hann í respekt við einum óhugnaligum kulda, ótta og sjúkari kenslu; ja, hvat tá?). Ja, tað kann eg siga tykkum, at tá ið eg biði Guð senda hann, tá kemur hann. Tað havi eg sæð tvær ferðir fyrr. Men, eg fann altso útav, at Eyðun ikki er tann ófatiligi kloddin, eg helt hann vera, men er reint faktiskt ein herligur beiggi í Harranum. Teir fara at byrja við einum nýggjum konsepti, har teir fara at leggja áherðslu á Southern Gospel og okkurt Blue Grass, sokallað, og nú skal tað heila vera reint, beint og 111% Guði verdugt. Takk og lov. Má Guð Harrin vælsigna teir í tí, og signa tað nýggja arbeiðið. Mugu teir bara brúka sangarar, sum liva reint, beint og eru frelstir, reinir og beinir. Og eingir jakzakkiskir drukkinbolta tónleikarar heldur. Má Jesu navn verða ærað, dýrmett og stórgjørt. Má salurin verða fyltur við Guðs dýrd og nærveru, og menniskju verða sannførd um sína synd, kallað, frelst og uppbygd av sonnum. Má Harrin signa allar teir, sum gera hansara arbeiði verdugliga, og signa teir elstu í Kelduni til at fáa sær andalig bliiib‘ir til at taka hond um meinigheitina, og halda skendskuni úti við fastari hond. Mugu gandakallar, klovnar og verðslig dansiband ONGANTÍÐ sleppa at skríða aftur upp úr avgrundarbrunninum inn í hvørki Kelduna, ella nakran sal hjá Heimamissiónini, eiheldur baptistunum, í øllum Føroya landi, at framføra sítt kavheidna, Gudsspottiliga svans. Guðs meinigheit er GUÐS meinigheit og skal æra hann og einkið stinkandi kjøt, – ikki eingong american steak, – ella tá Kentucky fried chicken. Amen, amen, amen!.
MEN!
29 Tí Guð vár er ein uppslúkandi eldur.
falla inn í hendur hins livandi Guðs.
( Hebr. 10:31 FKJ )
Hann, sum heldur, at Guð er ein jólamaður og hansara hirðar nissir, kennir hvørki Guð, ella Guðs sonnu meinigheit.
Fyri mín part, so skjóti eg ikki upp, at Guðs meinigheit skal reinsa seg,
Hon SKAL óttast Hin Heilaga Ísraels!
Og rysta seg út úr síni FORHEXAÐU STØÐU.
Meinigheitin er IKKI eitt demokrati, men skal stýrast av einum GUDSÓTTANDI PASTORI OG ELSTUM, sum allir skulu vera GUDILIGIR MENN. Konurnar kunnu ALLAR halda tøgn.
, bæði presti og propheti, sum læra, at Jesus Christus er skaptur, tá ið hann í veruleikanum er GUÐ givin til kennar í kjøtinum, smb. I. Tim. 3:16 FKJ & Jóh. 1:1
Og handan grumsaða Lindin kann eisini reinsa seg og venda sær um.

……….…………………..………………..
– Til spott prís –

Guð sigur, at ungar konur eiga at vera:
(Titus 2:5 KJB/FKJ)
Javnstøða?
Kynsjavnan?
Komið aftur til Guðs orð og sunna fornuft!
– hann sprelli tað til –
– Bøga !
Flenn bara.
Forsyrgjari?

(Hetta er altso STEGGIN, um tú ikki veitst tað)

