At vera “trúgvandi” er at trúgva Heilagu Bíbliuni fult og heilt, og hava Guðs orð sum hægsta myndugleika í ØLLUM spurningum. Trýr man ikki BÓKINI, so er man ikki trúgvandi

1
2
 23  Og tá ið teir høvdu útnevnt
honum ein dag, komu tað mangir
til hansara inn í herbergi hansara;
fyri hvørjum hann útlegði og vitnaði
kongadømi Guðs, sannførandi
teir viðvíkjandi Jesusi, bæði út
frá Móselógini, og út frá prophetunum,
frá morgni til kvølds.
 24 Og summir trúðu teimum
lutunum sum vórðu talaðir, og
summir trúðu ikki.
 25  Og tá ið teir samdust ikki sín
ámillum, fóru teir avstað, eftir at
Paulus hevði talað eitt orð, Væl
talaði Heilagi Andin við E-sai´-
as-i propheti til fedra vára,
 26  Sigandi, Gakk til hesa fólks,
og sig, Hoyrandi tit skulu hoyra,
og skulu ikki skilja; og síggjandi
tit skulu síggja, og ikki fata:
 27  Tí hjartað á hesum fólki er
vaksið dølskt, og oyru teirra eru
dul at hoyra, og eygu síni hava
tey latið aftur; at ikki tey skuldu
síggja við eygum sínum, og hoyra
við oyrum sínum, og skilja við
hjarta sínum, og skuldu verða
umvend, og eg skuldi grøða tey.
 28  Veri tað kunnugt tykkum
tessvegna, at frelsa Guðs er send
Heidningunum, og at teir vilja
hoyra hana.
 29  Og tá ið hann hevði sagt hesi
orðini, fóru Jødarnir avstað, og
høvdu mikla umráðing sín ámillum.
 30  Og Paulus dvaldist tvey samfull
ár í sínum egna leigaða húsi,
og tók ímóti øllum sum komu inn
til hansara,
 31  Prædikandi kongadømi Guðs,
og frálærandi teir lutir sum viðvíkja
Harranum Jesusi Christi,
við øllum frímóði, eingin maður
sýtandi honum.
( Gern. Ap. 28:23-31  FKJ )

Men hetta játti eg tær, at
eftir tí veginum sum teir kalla
ranglæra, soleiðis tilbiði eg Guð
fedra mína, trúgvandi øllum lutum
sum eru skrivaðir í lógini og í
prophetunum:
( Gern. Ap. 24:14  FKJ )

Tey siga, at orð flyta mørk: men Guðs mørk fáa tey tó ikki flutt

Í hvørjum eg líði kvalir,
sum ein illgerðarmaður, enntá at
bondum; men orð Guðs er ikki
bundið.
( II. Tim. 2:9  FKJ )
Remove not the ancient landmark, which thy fathers have set.
( Proverbs 22:28  KJB )
For I am the Lord, I change not; therefore ye sons of Jacob are not consumed.
( Malachi 3:6  KJB )

Handan “Gap-teoriin” er av fólki, og til fólk, sum kalla Guð ein lygnara longu í fyrstu tveimum versunum av orði hansara, og sum tí mugu síggjast burtur frá so aldeilis og fullkomiliga

Annaðhvørt fylgir man Guði og hansara orði, trýr øllum lutum sum standa skrivaðir, og gevur Guði rætt í ØLLUM sum hann sigur, – tí Jesus sjálvur vitnaði til fyrstu tvær blaðsíður í Bíbliuni sum ABSOLUTTAN AUTORITET í Matthæus 19:1-5; – ella avnoktar man Guðs orð og fylgir Satan, Darwin, Darby, og Scofield í at siga: “Ja, hevur Guð nú veruliga sagt?”

Hoyri eg ein talara svassa um “gap teori”, so skrotti eg hann per fluks. Hann hevur LONGU avdúkað seg sjálvam sum ein, sum avnoktar Guð, avnoktar at Guðs orð alt er satt, fullkomið, og fullkomiliga álítandi myndugleiki, og tá ið hann nú ger tað, so skal hann ikki sleppa at læra meg EITT EINASTA TING um Guð yvirhøvur, men kann skríða sær út úr Guðs sonnu kirkju sum tann falslærari hann er.

.. so kann hann behalda sína smørmjúku, frosksligu, babsaligu rødd, sum einkið annað er enn eitt skálkaskjól, sum úlvurin í seyðaskinni krógvar seg aftanfyri. Ein smørmjúk rødd og eygu, sum gera so so fitt so fitt kompensera altso ikki fyri falslæru. Nei, ikki í eitt sekund.

14 Men hetta játti eg tær, at
eftir tí veginum sum teir kalla
ranglæra, soleiðis tilbiði eg Guð
fedra mína, trúgvandi øllum lutum
sum eru skrivaðir í lógini og í
prophetunum:
( Gern. Ap. 24:14 FKJ )

II. Pætur kap 2 & 3 umtalar alla villleiðingina, sum vit síggja í dag:

KAPITUL 2
MEN tað vóru eisini falskir
prophetar millum fólksins,
enntá sum tað skulu verða falskir
frálærarar tykkara millum, hvørjir
loyniliga skulu føra inn heldømiligar
ranglærur, enntá avnoktandi
Harran sum keypti teir, og føra
uppá seg snara oyðing.
2 Og mangir skulu fylgja herviligu
vegum teirra; við grund av
hvørjum vegur sannleikans skal
verða ilt talaður um.
3 Og gjøgnum ágirndarsemi
skulu teir við falsaðum orðum
gera handilsskap úr tykkum:
hvørs dómur nú frá langari tíð
drálar ikki, og heldøming teirra
durvar ikki.
4 Tí um Guð eirdi ikki eingl-
unum sum syndaðu, men kastaði
teir niður til helvitis, og yvirgav
teir inn í myrkurs ketur, at verða
goymdar framat dómi;
5 Og eirdi ikki hinum forna
heimi, men frelsti Nóah, hin áttanda
persón, ein prædikari av
rættvísi, førandi inn fl óðina uppá
heim hinna ógudiligu;
6 Og broytandi staðir Sodomu
og Go-mor´-rhu yvir í øsku, avdømdi
teir við eini umkollvelting,
gerandi teir eitt fyridømi teimum
sum aftaná skuldu liva ógudiliga;
7 Og útfríaði rættvísa Lot,
plágaður við hin gravskitna levnað
hinna vondu:
8 (Tí hasin rættvísi maður,
búgvandi teirra millum, í hoyrn
og sjón, plágaði sína rættvísu sál
frá degi til dags við teirra ólógligu
gerðir;)
9 Harrin veit hvussu at útfría
hinar gudiligu út úr freistingum,
og at goyma hinar órættvísu framat
dómsdeginum at verða revsaðar :
10 Men serliga teir sum ganga
eftir kjøtinum í óreinsku-girndini,
og vanvirða stjórn. Frekir teir
eru, egin-viljaðir, teir fi rnast ikki
at tala ilt um tignir.
11 Hvar ið einglar, sum eru
størri í kraft og mátti, koma
ikki við spottandi ákæru ímóti
teimum frammi fyri Harranum.
12 Men hesir, eins og náttúrlig
vitleys djór, gjørd at verða tikin og
oydd, tala ilt um teir lutir sum teir
skilja ikki ; og skulu fullkomiliga
glatast í teirra egnu spilling ;
13 Og skulu móttaka órættvísis
endurgjald, sum teir ið telja tað
njóting at óryggjast á deginum.
Blettir teir eru og lýtir, válkandi
sær sjálvum við teirra egnu villleiðingum
meðan teir veitsla við
tykkum;
14 Havandi eygu full av hordómi,
og sum kunnu ikki halda
uppat frá synd ; tølandi óstøðugar
sálir : eitt hjarta teir hava vant við
ágirndarsomum gerðum; bølbiðin
børn:
15 Hvørjir hava yvirgivið hin
rætta veg, og eru farnir av leið,
fylgjandi vegi Ba´-laam-s Bo´-sor-s
sonar, hvør elskaði órættvísis løn ;
16 Men varð hartaður fyri
misgerð sína : hin málleysi asni
talandi við mansrødd aftraði
ørskapi prophetsins.
17 Hesir eru keldur uttan vatn,
skýggj sum verða rikin við einum
harðveðri ; til hvørja myrkurs
disið er goymt um ævir.
18 Tí tá ið teir tala mikil uppblásandi
fáfongdar-orð, lokka teir
gjøgnum girndir kjøtsins, gjøgnum
mikið teymaloysi, teir sum
reint høvdu komist undan teimum
sum liva í villu.
19 Meðan teir lova teim frælsi,
eru teir sjálvir tænararnir hjá
spilling : tí av hvørjum ein maður
verður yvirvunnin, av hinum sama
verður hann førdur í trældóm.
20 Tí um, eftir teir hava komist
undan dálkingum heimsins gjøgnum
kunnleikan til Harrans og
Frelsarans Jesu Christs, teir verða
aftur fl øktir harí, og yvirvunnir,
hin seinni endin verður verri hjá
teimum enn byrjanin.
21 Tí tað hevði verið betri fyri
teir ikki at hava kent veg rættvísis,
enn, eftir at teir hava kent hann,
at venda frá hinum heilaga boði
teimum varð fi ngið.
22 Men tað er hent teimum samsvarandi
við hitt sanna orðtak,
Hundurin er vendur til egnu spýggju
sína aftur ; og súgvin ið varð
tvigin til veltan sína í móruni.
KAPITUL 3
HENDA annan epistil, háttelskaðu,
skrivi eg nú til tykkara;
í báðum hvørjum eg veki upp
reinu hugar tykkara við brúki av
endurminning:
2 At tit mega vera minnugir
um orðini sum vórðu talað áður
av hinum heilagu prophetum, og
um boðið hjá okkum apostlum
Harrans og Frelsarans:
3 Vitandi hetta fyrst, at tað
skulu koma í hinum síðstu døgum
spottarar, gangandi eftir teirra
egnu lystum,
4 Og sigandi, Hvar er fyrijáttanin
um komu hansara? tí síða
n
fedrarnir sovnaðu, allir lutir halda
áfram sum teir vóru frá byrjan
skapanarinnar.
5 Tí hetta teir eru viljugliga
óvitandi um, at við orði Guðs
himnarnir vórðu í forðum, og
jørðin standandi út úr vatninum
og í vatninum:
6 Við hvørjum heimurin sum
tá var, verðandi yvirfl oymdur við
vatni, glataðist :
7 Men himnarnir og jørðin,
sum nú eru, við hinum sama orði
verða hildin í varðveitslu, goymd
at eldi ímóti deginum av dómi og
glatan av ógudiligum monnum.
8 Men, háttelskaðu, verið ikki
óvitandi um henda eina lut, at
ein dagur er hjá Harranum sum
túsund ár, og túsund ár sum ein
dagur.
9 Harrin er ikki seinførur viðvíkjandi
fyrijáttan síni, sum summir
menn telja seinføri ; men er langmóðigur
mótvegis okkum, ei viljugur
at nakar skuldi glatast, men
at allir skuldu komið til umvendingar.
10 Men dagur Harrans vil koma
sum ein tjóvur á nátt; í hvørjum
himnarnir skulu ganga undir við
einum miklum braki, og frumevnini
skulu smelta við brennandi
hita, jørðin eisini og tey verk
sum eru á henni skulu verða
brend upp.
11 Við tað tá at allir hesir lutir
skulu verða upploystir, hvørsháttar
persónar áttu tit at verið í
allari heilagari atferð og gudiligleika,
12 Væntandi eftir og skundandi
at komuni av degi Guðs, í hvørjum
himnarnir, eldur verandi í
teimum, skulu verða upploystir,
og frumevnini skulu smelta við
brennandi hita?
13 Hóast hetta vit, samsvarandi
við fyrijáttan hansara, vænta eftir
nýggjum himnum og eini nýggjari
jørð, í hvørjum rættvísi býr.
14 Hvørsvegna, háttelskaðu,
við tað at tit vænta eftir slíkum
lutum, verið dúgligir at tit mega
verða funnir av honum í friði,
uttan blett, og ólastandi.
15 Og roknið at langmóð várs
Harra er frelsa ; enntá sum háttelskaði
bróðir okkara Paulus eisini
samsvarandi við vísdómin honum
givin hevur skrivað tykkum;
16 Sum eisini í øllum epistlum
hansara, talandi í teimum um
hesar lutir ; í hvørjum eru summir
lutir torførir at verða skiltir, hvørjar
teir sum eru ólærdir og óstøðugir
brongla, sum teir gera eisini
hinar skriftirnar, teim sjálvum til
oyðileggingar.
17 Tit tessvegna, háttelskaðu,
við tað at tit vita hesar lutir frammanundan,
verið varnir at ikki tit
eisini, verðandi leiddir burtur við
villfaring hinna vondu, falli frá
tykkara egna støðufastleika.
18 Men vaksið í náði, og í kunnleikanum
til váran Harra og Frelsara
Jesus Christ. Til hansara veri
dýrd bæði nú og um ævir. A´-men.

Eg fekk 13 spurningar frá Norðoya portálinum


1. Altso, Bíblian er skrivað fyri fleiri túsund árum síðani – og at samanbera kvinnuna fyrr og nú, er hetta ikki ógjørligt..?

Føroyska kvinnan var fullkomiliga bíbilsk inntil fyri 20 árum síðani, og tá hildu hjúnabondini, ólíkt nú.

Tað er bara síðan man fór burtur frá tí mynstrinum, sum Guðs orð leggur fyri dagin, at hjúnabond fóru at slitna. Guðs fyriskriftir eru tær einastu, sum kunnu vælsigna lív manna, tá ið tær verða fylgdar.

Fólk mugu koma aftur til, at tá ið man lovar at geva seg sjálvan inntil deyðin skilur, og tekur GUÐ og allar menn til vitnis, so SKAL man altso gera tað; alt annað er STÓR skomm og fullkomiliga forkastiligt. Tú hevur ikki LOYVI til at skiljast. Paulus ramsar “sáttmálabrótarar” sum eitt av teimum tingunum, fólk fara at gera, tá ið tey hava vent Guði bakið, og eru farin at tilbiðja tað evnisliga, í staðin fyri Guð, og tað er har, vit eru komin til í dag.

Bíblian er Guðs ævigu tankar og meiningar um tingini: ikki ein lýsing av hvussu man hugsaði tá. “Heilagir menn Guðs talaðu sum teir vórðu drivnir av Heilaga Andanum”.  (II. Pæt. 1:21  FKJ).

Sára gjørdi Ábrahami og Harranum mat (Genesis 19), hon var undirgivin sínum manni, kallaði hann harra osv, og tað er hon, sum Guðs orð tekur fram sum fyrimynd fyri ný-testamentligu kvinnurnar í I. Pætursbrævi kap 3. Í dag vilja kvinnurnar vera sum reystkvendið Deborah, sum er Harrin brúkti sum eitt UNDANTAK, tí landið var fráfallið, og eingin ordiligur maður fanst; men ikki tekur Harrin Deboruh fram sum fyrimyndin til ný-testementligu kvinnuna, men stillføru, undirgivnu, heimagangandi Sáruh. Harrin heldur altso somu linju í gamla-, sum í nýggja testamenti.


2. Og hvat við kvinnum, sum arbeiða ..? Skula tær ikki arbeiða ..? Hvat við kvinnum, sum arbeiða sum sjúkrasystrar ..?

Guðs orð vísir okkum, at maðurin er forsyrgarin (I. Tim. 5:8), og konan eigur at vera heima og passa síni børn (Titus 2:5). Tað er altso Guðs egna “blueprint”, og tað gevur signing við sær, at fylgja tí, púra sikkurt, hygg bara eini 15-20 ár aftur í tíðina. Og tá ið tað var soleiðis her hjá okkum, tá hildu allar familjur, øll børn høvdu eitt trygt og fast HEIM, vórðu passað og elskað av síni egnu MAMMU, og vóru ordilig uppá sinn og skinn osv.

Tað er ikki so nógv tað, at eingin kvinna skal arbeiða, sum tað at allar ikki skulu verða tvingaðar til at arbeiða av hesum marxist-socialistiska kavheidna systeminum. Systemið í dag hevur stóra skyld, men menniskjan í dag er eisini spiltari enn fyrr, sum eisini Guðs orð sigur, at menniskjan í síðstu tíð skuldi vera (sí II. Tim. 3:1-7). Sjálvandi skulu stakar kvinnur kunna arbeiða, og mammur, hvørs børn eru vaksin; men Bíblian lærir klárt, at uppgávan hjá eini giftari konu er altso heimið og børnini; so sum tað var her hjá okkum sum heild inntil einaferð í 70-80’unum, tá ið Føroyar vóru í ordan. Eg veit altso hvat er best fyri allar partar: Tað, sum Guð sigur!!. So leingi sum vit fylgdu Guðs fyriskriftum, høvdu vit eitt paradís í Føroyum, sum tú skuldi leitað leingi eftir at funnið annað eins. Titusarbræv kap. 2, v.4 sigur, at ungar, giftar kvinnur (mammur) eiga “At vera hóvligar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu ektamonnum, at orð Guðs verði ikki Guðs-spottað.” Eg skammist altso ikki við Guðs orð: orðini hjá Jesusi Christi. Tey eru einasti sanni heilivágurin til trupulleikar manna til allar tíðir. Tey eru ÆVIGUR SANNLEIKI. Eg avnokti blankt ta nýggju trendina við javnstøðu og kvinnufrígering; hon eigur ikki sínar røtur í Guðs orði, men í uppreistri,  uppblástum frekleika, sjálvs-alski og peningagirnd, íblást av Satan ígjøgnum Karl Marx, handan Guðs-fjentliga javnaðarflokkin, hasar stinkandi feministarnar & annað tessháttar svans.


3. Hví heldur tú ikki, at vit ikki skula hava kvinnuligar prestar, tá Bíblian lærir okkum, at vit ØLL eru líka ..?

Vit hava øll sama virði, men ikki øll somu uppgávu. Guð setur klárt ein mun ímillum mann og kvinnu, ikki bara í heiminum, men eisini í kirkjuni. Bíblian lærir IKKI, at vit øll eru líka. Bíblian sigur ótvítýðugt, at kvinnur okkara skulu “halda tøgn í kirkjuni” (I. Cor. 14:34-38  KJB/FKJ), og í I. Timotheus 2:12 sigur apostulin: “Men eg loyvi ikki kvinnu at frálæra, ella at tilræna myndugleika yvir manninum, men at vera í kvirri”. Vit síggja hinvegin púra klárt, at MENN skulu vera lærarar í kirkjuni: “Og teir lutir sum tú hevurt hoyrt av mær millum mangra vitna, hinar somu líti tú trúføstum monnum til, hvørjir vera skulu førir fyri at læra aðrar eisini”. (II. Tim. 2:2  FKJ). Tað eru bara eini 15 ár síðani, at kvinnuligir prestar byrjaðu at koma. Tað er nakað spildurnýtt, trúttað ígjøgnum av Guðs-orðs-vanvirðandi reyðsokkalortendum.

Vit liva altso enn í Nýggja Testamenti, og eru vit trúgvandi, so er tað Guðs orði, vit fylgja, ikki nøkrum øðrum, ikki eingong demokratiskum fleirtalsmeiningum hjá kirkjuráðum, har kanska 2 av 7 eru persónliga frelstir. Guð verður altso ikki rikin við av tíðarandanum, men menniskjan í dag er fráfallin. Guð meinar enn akkurát tað, sum hann hevur givið okkum í sínum orði. Eg standi altso við Guðs orð, um eg so skal standa einsamallur.

At peddagoggarnir hjá hasum marxist-socialistiska statinum skulu uppala børnini hjá konunum, sum nú elska mammon meir enn síni egnu, er ein SYNTETISK, fabrikerað loysn. Nattúrliga loysnini er: at hvør ein MAMMA gongur við sínum egnu ungum til teir flyta heimanífrá, júst sum í gásafamiljuni. Har er eingin kynsjavnan: steggin er steggi, – hann pikkar teg, tá ið tú kemur ov nær, og bøgan er bøgan (mamman), sum ungarnir vilja renna til. Teir renna pávindansimeg ikki til steggjan, ella til nakrar SYNTETISKAR peddagoggiskar nissuligar passarar. Dýrini vita opinbart betri enn dagsins gullkálvadansandi pengagrísur. Ein klikkað likka er trúgv sínum maka alt lívið.

Føroyska konan er væl á veg til at verða gjørd ein stinkandi hora, um hon ikki so dyggiliga vendir sær runt í hjartakúluni aftur til Guðs orð og Jesus Christ.


 4. Hví hevur tú slíkar meiningar, sum tú hevur um f. eks G! festivalin ..?

Hasin G-strongs-festivalurin er einkið annað enn ein forpestaður aliringur hjá Satan fyri øllum tí allar ringasta, sum hugsast kann. Hatta lortið oyðileggur eitt heilt ættarlið av ungum, dýrabærum sálum, ger tey bundin av øllum Satans lorti, og leiðir tey so beint út á BREIÐA VEGIN TIL HELVITIS. Tað er á slíkum fortørnaðum skrambli, ið 15 ára gamlar gentur taka sína fyrstu “tablett”, byrja at drekka og missa sín jomfrúdóm, og verða spiltar fyri lívið, uttan tær persónliga møta Jesusi Christi. Eg kalli hatta Satans sodomittafestir, har alt tað forkertasta, ræðuligasta, syndigasta hjá teimum skitnastu, mest syndigu, verður smittað og breitt út til øll hini, sum enn eru óspilt, sum ringar í vatninum. Eg skammist ikki við at siga, at hatta lortið skuldi altso verðið forboðið við ótvítýðugari orðing heilt niðri í fyrstu paragraffum í grundlógini, tilsaman við porno, alkoholi, ØLLUM stoffum, siðloysi, hori, sodomii: handhevað við lóg og straffbart.


5. Hvør endar í Helviti – og eru vit sett á hesa verð fyri at døma onnur til Helvitis ..?

Øll ófrelst fara í helviti. Markus 16:16 sigur: “Hann sum trýr og verður doyptur, skal vera frelstur; men hann sum trýr ikki skal vera heldømdur”.

Guð ynskir ongan syndarans deyð, men at hann má venda um og liva (II. Pætur 3:9). Eg ynski tað sama. Tí MÁ eg siga fólki sannleikan, so leingi sum eg havi andadrátt og livi.


6. Heldur tú, at tað er rætt, at brúka bíbli’una til tín egna fyrimun – sum t.d. tá tú lesur ymist úr Bíblini, sum er til tín egna fyrimun..?

Eg vil boða orðið fyri orðsins skuld, og síggi ongan persónligan fyrimun av tí hesumegin ævinleikan. Sannir prædikumenn hava ongantíð verið vinsælir. Ein sannur prædikumaður boðar Guðs orð,  júst so sum tað talar, hvørt hann havi sær stóra ella lítla undirtøku er ikki avgerandi; hann tænir Guði, ikki monnum, og so slettaldeilisikki mammon. Nóah fekk bjargað einans sjey sálum, umframt seg sjálvan.


7. Og ein spurning, sum tú ivaleyst hevur koyrt 1000 ferðir: Hatar tú kvinnur ..?

Eg hati ikki kvinnur. Ein gift kona, sum er trúgv, álítandi, undirgivin fyri sínum egna ektamanni, – sínum høvdi, – sum er fitt, og sum passar síni egnu børn heima (og sum tímir og VIL tað), er vakrasta sjón í heiminum; men tann myndin er tíverri vorðin sera kám í dag. Eg eri glaður fyri, at eg vaks upp við eini mammu, sum sá tað sum sína lívsins uppgávu at passa og uppala meg og míni systkin. TAÐ føldist gott og trygt, og stoypti hendan knorlin í stál. Eitt hús er ikki eitt heim; eitt heim er eitt hús við einari heimagangandi, bleytari mammu í fyriklæði, bakandi bollar, broderandi, leggjandi saman klæðir, reiðandi upp, vaskandi klæðini, gevandi børnum sínum drekkamunn, passandi uppá, at tey skikka sær væl osv., ja, tað er eitt heim. 30 peddagoggar kunnu ikki erstatta dovnastu mammu í heimi fyri einum tí einasta barni. Eingin leigusveinur elskar seyðir tínar!! Mamman er tryggleikin hjá barninum, ikki bara meðan tað er eitt ár, men inntil tað fer til arbeiðis. Flenn so, men tað er bara sannheit. Eitt barn, sum verður tveitt á eitt fortørnað socialistiskt barnagegl sum 1 ára gamalt, tí nú skal mamma altso út at realisera seg sjálva og finna eina hægri meining við lívinum enn at passa síni egnu børn, kann ikki annað enn kenna seg vrakað, vera kærleiks-út-for-hungrað, fara at mála hár og eygu svørt, verða følið sum deyðin, skera seg, og hava tørv á øllum hugsandi løgnum, ný-uppfunnum, Guðs-avnoktandi freudiskum serfrøðingum, sum kortini ongantíð kunnu gera tað forsømda, burturtveitta barnið í ordan. Eg kalli alt hatta pakkið fyri nosshøvd, uttan at fáa ringa samvitsku av tí. Tey kunnu nemmiliga ikki ELSKA sum MAMMAN: tí trupulleikin var bara tann og eingin annar, at barnið fekk ikki TANN KÆRLEIKAN, sum tað hevði tørv á FRÁ SÍNI EGNU MAMMU: sum BARA HONKANN GEVA TÍ!

Det er godt at jeg blev født, før peddagoggerne tog over.

Fólk eru so býtt í dag, at tey AVNOKTA, at tað er MUNUR á kynunum: ein maður kann pavínsprellimeg ikki vera mamma, uttan so hann ongantíð var maður.

(Hetta er annars fyrstu ferð, eg verði spurdur henda spurning. Spyr kvinnur, um eg hati tær,.. eg hati tær slettikki. Men stinkandi reyðsokkinum gevi eg púrteinkið fyri.)


8. Eg havi lisið Bíbli’ana fleiri ferðir – men ikki King James – endi eg so í helviti, tí eg ikki visti betri ..?

Ein og hvør kann verða frelstur við at hoyra gleðiboðskapin boðaðan rætt, koma í syndabeyð, og taka ímóti Jesusi Christi sum sínum persónliga Frelsara. Altso: verða av sonnum frelstur, endurføddur. Frrrrelstur. Tað finst altso, og tað verður man ikki við nýføðingaásletting, konfirmatión, ella við at knela við ein altarring og eta eina runda vaflu og drekka ein sjatt av 12,5% Matthæus. Eg bleiv sjálvur frelstur við boðan úr eini manglandi “bíbil”, sum so varð tann, eg brúkti í 21 ár, fingin frá ommuni sum 15 ára gamal. Men King James Bíblian er Guðs fullkomiliga varðveidda BÓK, eftir tí røttu linjuni av teksti úr Antiochiu/Byzantium, og hana mæli eg til at ein og hvør lesur og skýggjar allar hasar gnostisku perVersjónir Clements, Origens, Philos, og Westcotts & Horts úr Alexandriu.


9. Er Playboy blaðið ein synd ..?

At gera kvinnuna til eina søluvøru er andskræmiliga lágt niðri og hoyrir ongastaðni heima og skuldi verðið forboðið við ó
tvítýðugari orðing heilt niðri í fyrstu paragraffum í grundlógini við harðari revsing fyri hvønn ein lortenda, sum brýtur tær.


 10. Um ein fer so hart eftir fólkinum, sum tú hevur gjørt – hvussu kanst tú tá fáa fólk á “tína” síðu ..?

Eg síggi eitt óhugnaligt fráfall frá sonnum Christindómi í dag. Meinigheitirnar eru fullar av oyrnakitlandi svikaprophetum, sum ikki hava andalig nossir til at nevna synd við navni. Har gangi eg tískil ikki. Eg síggi altso  alla grund til at rópa varskó um, at tað kemur altso ein dómadagur, tá ið øll menniskju skulu standa frammi fyri Guðs dómstóli.  Abbi droymdi 3 dagar áðrenn hann doyði, at ein maður kom til hansara í hvítum skartaklædnaði og segði: Halt nú út, Sámal góði, tí nú eru bara 3 dagar eftir”, .. og 3 dagar seinni doyði hann, .. og fór heim til Jesus. 3 dagar áðrenn eg bleiv frrrelstur droymdi meg, at Jesus kom aftur, og eg var eftir. 3 dagar aftaná, at eg var blivin frrrelstur, droymdi meg aftur, at Jesus kom aftur, og TÁ VAR EG LYFTUR UPP TIL HANSARA Í HVÍTUM, GLAMPANDI DÝRDARLJÓSI!!!!. Eg havi eisini verið lyftur upp til himmals, havi sæð Jesus, hann vísti mær eisini helviti og demonarnar har niðri; hann grøddi meg frá staming í mai 1995, og hann hevur oftani talað til mín við hoyrbærari rødd. Eg biði hann vakja meg klokkan okkurt, og so vakni eg tá, ferð eftir ferð eftir ferð. Eg VEIT, at ALT, sum stendur í Guðs orði er 10.000% satt. Eg veddi mítt LÍV uppá JESUS!!! Fyrr skal mítt høvd av kjoppast, enn mín Jesus av skuldi noktast.

Eg eri ikki úti eftir at fiska eftir fólki til mína síðu, men at siga teimum Guðs orðs ævigu sannleikar mitt í einari rangvørgari og spiltari slekt; so kunnu tey velja Jesus og hansara sannleiksorð, ella vraka hann og hansara orð. Summi eru enn, sum hava eitt hoyrandi oyra, og sum hoyra hvat Andin sigur við kirkjurnar. Jesu seyðir hoyra rødd hirðans, og teir fylgja honum (Jóh 15).


11. Er tað ein synd, at drekka seg fullan ..?

Ja.
I. Cor. 6:9 sigur óvtítýðugt, at “drykkjumenn arva ikki kongadømi Guðs”. ALT alkohol, øl vín og brennivín, er Satans piss og skuldi bara verið stoytt niður í helviti beinanvegin!  Tað oyðileggur fleiri familjur enn stoffir og ferðsluvanlukkur tilsamans.

Vín í Bíbliuni er í grundini víndrúvu-siroppur, sum hekk í kíkum á køldum stað, og sum teir blandaðu við vatn. Brúdleypið í Cana var IKKI ein drykkjuveitsla, og stjórnarin av veitsluni segði ikki við Jesus, “tá ið menn eru vorðnir druknir”, men hann segði: “tá ið menn hava væl drukkið (KJB/FKJ)”, altso, drukkið væl og virðiliga, tað er drukkið seg ótyrstar av hasi vælsignaðu fullkomiliga alkohol-leysu Ribena-saftini. Alkohol er gift, eitur, og Orðtøkini kapitul 23 sigur, at tú skalt ikki eingong hyggja at víninum, .. til síðst bítur tað sum ein slanga (Satan). Til helvitis við hvørji brennivínsfløsku.


 12. Er tað ein synd, at vera samkyndur ..?

Avgjørt.
Romverjabrævið 1:21-32 greiðir okkum frá, at fólk velja sjálv at gera seg samkynd, tey FARA FRÁ tí náttúrliga umganginum yvir í hin sum er ímóti náttúruni, og at áðrenn tey koma har til, dýrðmettu tey ikki Guð, teirra hjarta varð harnæst myrkjað, og tey hava longu vent Guði bakið (v. 21-23), og tí gav Guð tey upp til óreinsku gjøgnum girndirnar av teirra egnu hjørtum til at vanæra síni egnu likam sín ámillum (ónáttúrligt kynsligt ólevnað). Vers 32 sigur, at tey eru verd til deyða. Men, Jesus kann loysa ein slíkan, um hann, ella hon, venda sær til hansara av heilum hjarta. Hatta býr egentliga bara í einum villleiddum, rangvørgum, myrkjaðum huga og hjarta, og er ikki genetiskt viðføtt, men avleiðing av eini villu og spillu í hjartanum. Hatta er altso PERVERSITETUR, og kann ALDEILIS ikki kallast við hasum sleiska, villandi, tolsemis svassinum hjá marxistunum, “ein alternativur, fullkomiliga sunnur lívsstílur”.

Eg kenni eldri menn, sum hava havt seyð og neyt í eina hálva øld, og hava ikki havt EIN homoseksuellan tarv, ella neyt, gás, grís, hund, pávageyk ella kettu. Tað er SYNDIN í menniskjuni, UPPREISTURIN ímóti Guði, sum fær tey til at ganga “ímóti náttúruni”, sum Rom. kap 1 talar um. Høvdu tey søkt Guð, gjøgn Son hans Jesus Christ, av heilum, falsleysum hjarta, so hevði ljós yvirfloymt teirra myrkjaða hjarta, og Sonurin hevði av sonnum gjørt tey frí. (Jóh 8:32&36).


13. Til endans: Tá tú tosaði soleiðis sum tú gjørdi um prestin í Fuglafirði – gjørdi tú tá ikki ein feil ..?

Avgjørt ikki.
Eg gjørdi mína skyldu: At ávara tey frelstu kirkjufólkini í Fuglafirði, at um tey vilja ganga á sannleikans vegi fram at endanum og ikki verða villleid út av veginum í gryvjuna av blindum vegleiðarum, so verða tey altso noydd at rýma sær út, ella gera krav um at fáa ein ordiligan, persónliga frelstan prest, – so sum tit hava har norðuri í Klaksvík. Eg hati ikki nakran prest persónliga, eiheldur prestin í Fuglafirði: og eg hevði ynskt, at teir allir vórðu frrrelstir. Tað, sum eg hati, er synd, lygn og falslæru; serliga tá ið hon skal eitast fyri at vera í Guðs navni, og tað enntá so púra andstætt við Guðs klára orð av teimum, sum skulu eitast fyri at tala fyri Guð. Eg standi ikki í persónligum kríggi við nakran mann, hvørki kall ella kvendi, bøgu ella steggja, men kríggið er eitt andaligt kríggj, ímillum lygn og sannleikan. Og jú: eg havi lisið BÓKINA, vit Christnu vinna altso: tí Jesus Christus fer at koma aftur í sínum dýrdargjørda uppreisnar-likami niður úr himni, taka síni heim, blaka Djevulin, svikaprophetin, djórið og øll, sum ikki standa skrivað í lívsins bók hjá Lambinum slátrað frá grundlegging veraldarinnar í eldsjógvin osv. Tí er bara at venda um, “hin gamli”. Men stórar trongdir standa fyri framman, áðrenn Jesus kemur aftur: fyrst kemur tað stóra fráfallið, og síðani skal syndarinnar maðurin birtast, anti-christus; og hann fer at drepa tey christnu, sum ikki vilja taka djórsins merki í høgru hond ella í enni sítt, fyri at kunna keyp

t ella selja. Alt hetta kann henda sera skjótt. Men: so be it. Eg elski Jesus og havi valt at fylgja honum og skammist altso ikki við hann eitt dett einasta vet, skal eg bara siga tykkum so beinframligani.
Nú er at ákalla Jesus Christ og verða frelstur.

Og tað skal bera á, at hvørsumhelst skal kalla á navn Harrans skal verða frelstur.
(Gern Ap. 2:21 FKJ, sjálvandi)

Harrin vælsigni teg til tess.
Guð ger ikki mannamun.

 

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×