Og at, vitandi tíðina, at nú er
Og at, vitandi tíðina, at nú er
Hetta innslagið kom altso trý ár ov seint. Ikki tað, at tað, sum eg segði, ikki var og er rætt, men Fjarðafestivalurin koyrir ikki longur. So ok, Guð HEVUR longur splattað handan køstaskitna Fjarðafestivalin. Takk og lov. Eg havi tosað við Eyðun Jacobsen úti á gonguteiginum í kvøld og hann sigur, at teir lova bót og bata. Takk og lov. (Men deyðans eingil hevði faktiskt verið í hælunum á honum í ein heilan dag og sett hann í respekt við einum óhugnaligum kulda, ótta og sjúkari kenslu; ja, hvat tá?). Ja, tað kann eg siga tykkum, at tá ið eg biði Guð senda hann, tá kemur hann. Tað havi eg sæð tvær ferðir fyrr. Men, eg fann altso útav, at Eyðun ikki er tann ófatiligi kloddin, eg helt hann vera, men er reint faktiskt ein herligur beiggi í Harranum. Teir fara at byrja við einum nýggjum konsepti, har teir fara at leggja áherðslu á Southern Gospel og okkurt Blue Grass, sokallað, og nú skal tað heila vera reint, beint og 111% Guði verdugt. Takk og lov. Má Guð Harrin vælsigna teir í tí, og signa tað nýggja arbeiðið. Mugu teir bara brúka sangarar, sum liva reint, beint og eru frelstir, reinir og beinir. Og eingir jakzakkiskir drukkinbolta tónleikarar heldur. Má Jesu navn verða ærað, dýrmett og stórgjørt. Má salurin verða fyltur við Guðs dýrd og nærveru, og menniskju verða sannførd um sína synd, kallað, frelst og uppbygd av sonnum. Má Harrin signa allar teir, sum gera hansara arbeiði verdugliga, og signa teir elstu í Kelduni til at fáa sær andalig bliiib‘ir til at taka hond um meinigheitina, og halda skendskuni úti við fastari hond. Mugu gandakallar, klovnar og verðslig dansiband ONGANTÍÐ sleppa at skríða aftur upp úr avgrundarbrunninum inn í hvørki Kelduna, ella nakran sal hjá Heimamissiónini, eiheldur baptistunum, í øllum Føroya landi, at framføra sítt kavheidna, Gudsspottiliga svans. Guðs meinigheit er GUÐS meinigheit og skal æra hann og einkið stinkandi kjøt, – ikki eingong american steak, – ella tá Kentucky fried chicken. Amen, amen, amen!.
MEN!
Hann, sum heldur, at Guð er ein jólamaður og hansara hirðar nissir, kennir hvørki Guð, ella Guðs sonnu meinigheit.
Fyri mín part, so skjóti eg ikki upp, at Guðs meinigheit skal reinsa seg,
Og handan grumsaða Lindin kann eisini reinsa seg og venda sær um.


Javnstøða?
Flenn bara.
Forsyrgjari?

(Hetta er altso STEGGIN, um tú ikki veitst tað)


Javnstøða?
Kynsjavnan?
Flenn bara.
Forsyrgjari?

Lívsins Orð í Saltangará, sum prædika hatta lortið
Bókhandilin Vitin í Saltangará, sum selja hatta lortið
Egangeliihúsið skal á serligan hátt heitast á um at venda um frá allari síni falslæru, ígjøgnum sín erka-falslærara, – Dulamannin, sum siga, at fólk kunnu áframhaldandi liva í synd, bara tey minnast til at biðja um fyrigeving. Hetta er falskt. Vit skulu dagliga krossfesta kjøtið, og ikki liva eftir kjøtinum.
3 Háttelskaðu, tá ið eg veitti
Tit frelstu:
Verið klár til burturrykkingina hvønn dag.
Sløkk Kringvarpið.
P.S.: