Og Nádab og A´-bi-hu, synirnir hjá Aroni, tóku hvør av teimum sína roykilsispannu, og settu eld harí, og koyrdu roykilsi hará, og ofraðu fremmandan eld frammi fyri HARRANUM

Og Nádab og A´-bi-hu, synirnir hjá Aroni, tóku hvør av teimum sína roykilsispannu, og settu eld harí, og koyrdu roykilsi hará, og ofraðu fremmandan eld frammi fyri HARRANUM, sum hann skipaði teimum ikki.
 2  Og tað fór út eldur frá HARRANUM, og upptærdi teir, og teir doyði frammi fyri HARRANUM.
 3  Tá segði Móses við Aron, Hetta er tað, sum Harrin talaði, sigandi, Eg vil verða halgaður í teimum, sum koma nær mær, og frammi fyri øllum fólkinum vil eg verða dýrðmettur.  Og Aron helt tøgn síni.
( Leviticus 10:1-3 FKJ )

1
2
3
4
5
6
7
8
9

10

Meir prát um elstar, sum tit kunnu gnubba inn í eyguni á tykkum; – ella lata vera; men frá mær fáa tit sannleikan beint framaná; ja, hvat tá?

1

2

3

4

5

Tá ið tað, sum fyrr var andaligur sangur, sum skuldi dýrðmeta Jesus, verður broytt til framførslu á konsertum, tá hevur man reist sær ein gullkálv í Jesu stað

Guðs elstar mugu ikki bakka út, men mylja gullkálvin, og so standa saman um at halda honum úti viðvarandi.  Teirra uppgáva og ábyrgd er jú at stýra undir Guði, eftir hansara orði, – NEVERMIND hvat hatta syndiga harkaliðið vil hava.  Gera teir elstu ikki tað rætta, má Guð so knúska bæði gullkálvin og teir sjálvar í smæsta pulvur!; – og má so hatta fólkið DREKKA pulvurið, inntil tey læra at óttast Guð og gera rætt.

Tá ið tey ungu sleppa at gera Guðs hús til eitt SIRKUS, tá eru ikki tey ábyrgdig; – teir elstu eru.

1
2
3
4
5
6
7
8
9
< div>

10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24

Hetta er andaligur sangur, sum er boðan í sangi (ikki kjøtligur, ger seg ikki upp, ikki fokus á sangaran)
Odd Dubland syngur Jesus til tín:

Hetta er IKKI framførsla, ikki konsert, men boðan í sangi. er tað Guði verdugt. ALT annað STINKAR!!!!
Marit og Irene syngja Jesus til fólkið (tær eru ikki fokus)

Ein 90 ára gomul kvinna úr Veldres fekk eina sjón frá Gudi í 1968

Emanuel Minos helt møti, har hon búði.  Og hon fekk høvi at greiða honum frá tí, hon hevði upplivað. Hann festi tað á blað, men helt tó, at tað tyktist so óskiljandi, at hann valdi at leggja tað í eina skuffu. Men nú, næstan 30 á seinni, hugdi hann at tí og skilti, at hesum mátti hann siga onkrum frá.  Hetta er skrivað av eftir eini upptøku frá einum møti í Sunnmøre í 1995.  Henda gamla kvinna var ein vakin sannorðað kristin, ið fekk gott ummæli frá øllum, sum kendu hana.
 
1.
Eg sá heimin sum eitt slag av globus.  Eg sá Evropa, land fyri land.  Eg sá Norðurlond.  Eg sá Noreg.  Eg sá slíkt, sum fer at henda, áðrenn Jesus kemur aftur – beint áðrenn tann síðsta vanlukkan kemur yvir mannaættina; ein vanlukka, sum vit ikki áður hava kent makan til.  Hon nevndi 4 bólkar.  Beint áðrenn Jesus kemur, verður ein linni, sum vit ikki áður hava havt.  Tað verður friður, og friðurin fer at vara í eina tíð.  Í hesi friðartíð fara nógvar tjóðir at avvápna, eisini Noreg, og vit verða heldur ikki hesaferð fyrireikað, tá ið tað kemur.  Triði veraldarbardagi fer at byrja á ein hátt, sum eingin hevði væntað – og frá óvæntaðum stað.
 
2.
Hugburðurin millum tey kristnu fer at verða meira flógvur enn nakrantíð áður.  Eitt fráfall frá sannari og livandi trúgv, og kristin fara ikki at verða opin fyri rannsakandi boðskapi.  Tey fara ikki eins og áður at vilja hoyra um synd og náði, lóg, gleðiboðskap og heilaggering.  Ístaðin kemur ein eftirgerð: Eydnukristindómur.  Tað ræður um at hava framgongd: Materiellir hentleikar, ting, sum Gud aldri hevur lovað okkum á henda hátt.  Kirkjur, bønhús og fríkirkjur fara at gerast alt meira t
ómar.  Ístaðin fyri tann boðskap, vit eru von við gjøgnum fleiri ættarlið – sum t.d. at taka upp kross sín og fylgja Jesusi – fer undirhald, list og mentan at ráða, har sum vekingarmøtir áttu at verið.  Hetta kemur at henda í stóran mun, beint áðrenn Jesus kemur – og vanlukkur koma yvir okkum, og fólk fara at verða sovandi í sínum anda.
 
3.
Tað kemur ein tíð fylt við eini moralskari sundurmoltan, sum gamla Noreg ikki áður hevur upplivað. Fólk fara at liva sum gift, uttan at vera gift (hetta var í 1968, og eg trúgvi ikki, at hugtakið pappírleyst hjúnarlag var til tá, (E.M.).  Óreinska áðrenn hjúnalag og ótrúskapur í hjúnalagi fara at vera tað vanliga, og á allan hátt verður borið í bøtuflaka fyri tí.  Tað fer eisini at sníkja seg inn ímillum Christin, og vit geva eftir – eisini tá tað snýr seg um synd móti náttúruni.  Beint áðrenn Jesus kemur aftur, fer sjónvarpið at verða fylt við harðskapi: Ein harðskapur so ræðuligur, at hann fer at læra fólk at drepa og oyðileggja hvønn annan, og tað verður vandamikið at ganga á gøtuni.  Talið á sjónvarpsrásum verður stórt, eins og innan útvarpið.  Morð og oyðilegging verða roknað sum undirhald og fara at breiða seg til alt samfelagið.  Tey mest intimu tingini, sum hoyra hjúnarlagnum til, fara at verða fyri opnum skýggja.  (Hetta var í 1968, og eg mótmælti við at vísa á, at vit høvdu lógir, sum forðaðu fyri slíkum, E.M.).  Tá segði tann gamla konan: Tað kemur at henda, og tú fært at síggja tað.  Alt tað, vit áður hava havt, verður brotið niður, og tað mest ósømiliga verður víst fyri eygum okkara.
 
4.
Fólk úr fátøkum londum fara at koma í stórum tali til Evropu, (í 1968 høvdu vit ikki innflytarar, E.M.).  Tey koma til Norðurlond og Noreg.  Tey fara at gerast so nógv í tali, at fólk fara at venda sær ímóti teimum.  Tey fara at verða viðfarin eins og jødarnir áðrenn kríggið.  (Eg skilti hetta ikki tá og mótmælti, E.M.).  Tá runnu tár av kinnum hennara.  Eg fari ikki at síggja tað, men tú fert at síggja tað.  Tá brádliga kemur Jesus aftur, og triðji verðaldarbardagi brestur á.  Tað verður eitt stutt kríggj.  Øll kríggj, eg áður havi upplivað, eru sum spæl samanborin við hetta, og at enda verða kjarnorkubumbur nýttar.  Luftin verður dálkað, soleiðis at ein ikki kann anda hana.  Tað fer at raka fleiri heimspartar: Amerika, Japan, Australia, tey ríku londini.  Vatnið verður oyðilagt; jørðin kann ikki longur dyrkast.  Úrslitið verður, at bert leivd verður eftir, og leivdin í teim ríku londunum fer at royna at flýggja til tey fátæku londini, men tey verða líka hørð ímóti okkum, sum vit vóru ímóti teimum.  Eg eri so glað fyri, at eg ikki fari at síggja hetta, men tá hendan tíðin nærkast, mást tú taka mót til tín og siga frá hesum.  Eg havi fingið hetta frá Guði.  Einki av hesum stríðir ímóti Bíbliuni, sí Opb. 6 og frameftir.  Men tann, sum hevur Jesus til Frelsara og Harra, er tryggur.

Keldan hevur ein góðan hirða, men hann eigur at hava Guðs sjey Guð-givnu elstar rundan um seg, um skipið skal halda beina og REINA kós (Einkið eitur “leiðarapar” í Guðs Heilagu Bók)

Guðs Guð-givnu elstar bakkaðu undan (ella vórðu vrakaðir av eini kjøtligari fleirtalsmeining (Guðs meinigheit er IKKI eitt demokrati)), og settu fáfróðar maskottar í sítt stað.

Gerið nú loksins rætt, so sum Guðs orð sigur, – so fara innskridnu skræpugjølvinga-skrólararnir út, ella verða umbroyttir, halda munn, og sita og kenna sítt pláss. Guð gævi.

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12

Hini 7 krøv Guðs viðvíkjandi elstum
í Titus. 1:5-6
Meinigheitirnar í dag tykjast ætla at stýra sær sjálvum eftir reglum, sum tær sjálvar finna uppá sum best ber til, og so sum best hóskar endatíðar-tíðarandanum.  Man uppførir seg sum um man ongar reglur hevur fingið frá Guði.  Guð hevur hinvegin í orði sínum givið okkum long stykkir sum siga okkum heilt greitt, enntá í punkt-formi, hvørji krøv Guð setur til sínar hirðar, samkomutænarar og elstaráð.
 
Guðs meinigheit í hesi síðstu tíð núverandi hevði gjørt væl í at givið Guðs orðum um hesi viðursk
iftir gjølla gætur, tí Guð meinar altso hvørt orð, hann sigur. (V. Mós. 4:2 ; Jer. 26:2 ; Matth. 24:35 ; Titus 1:2).
 
 
 

  5  Fyri hesa grund læt eg teg
eftir á Cret
oy, at tú skuldirt seta

í rættlag teir lutir sum vanta í, og

innseta elstar í hvørjum staði, eins

og eg hevði fyriskipað tær
:

  6 
Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin

hjá einari ektakonu, havandi

trúføst børn ikki ákærd fyri

óryggjuskap ella óstýrlig.
(Titus 1:5-6)

 

 

1)  Elstir verða innsettir av monnum í myndugleika
(Bert Paulus (stovnarin av meinigheitini) og Timotheus (tann setti hirðin í meinigheitini) høvdu myndugleika at innseta elstar

.. Fyri hesa grund læt eg teg eftir á Cret
oy, at tú skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)

2)  Uttan elstar høvdu lutir verið vantandi í meinigheitunum

.. skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)

3)  Ein elsti eigur at vera ólastandi
.. Um nakar veri ólastandi,  (v. 5)

4)  Ein elsti eigur at vera ektamaðurin hjá einari ektakonu
.. ektamaðurin hjá einari ektakonu,  (v. 5)
(Hetta útilokar kvinnuligar elstar, tí hvør kvinna er ektamaðurin hjá einari ektakonu?.)

5)  Børnini hjá einum elsta eiga at vera trúføst
.. havandi trúføst børn ..  (v. 6)


6)  Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera ákærd fyri óryggjuskap
.. ikki ákærd fyri óryggjuskap ..  (v. 6)

7)  Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera óstýrlig

.. ella óstýrlig
.  (v. 6)
 
 

Hini 21 krøv og leiðbeiningar Guðs
viðvíkjandi biskupsembætinum
í Titus 1:7-9 ; 13 ; 2:15

 
(Biskupur: Umsjónarmaður og í staðbundnari kirkju/meinigheit. Altso eigur Guð NÓGVAR biskupar í Føroyum í dag)
 
 
  7  Tí ein biskupur má vera ólastandi,
sum umsjónarmaður Guðs
;
i
kki sjálvráðin, ikki skjótt firtin,

ikki givin til víns, eingin sláari,

ikki givin til skitins vinnings
;
  8 
Men ein elskari av gestablídni,

ein elskari av góðum monnum,

edrúiligur, rættvísur, heilagur,

fráhaldandi
;
  9 
Haldandi fast hitt trúfasta

orðið sum hann er vorðin lærdur,

at hann má vera førur fyri við heilnæmari

Guðslæru bæði at áminna
og at sannføra andmælararnar.
(Titus 1:7-9)

  13  Hesin vitnisburður er sannur.
Hvørsvegna harta teir hvassliga,

at teir mega verða heilnæmir í

trúnni
;
(Titus 1:13)

  15  Hesar lutir tala, og formana,
og harta við øllum myndugleika
.

Lat ongan mann vanvirða teg
.
(Titus 2:15)


1) Biskupurin má vera ólastandi
.. Tí ein biskupur má vera ólastandi, (v. 7)

2) Biskupurin er umsjónarmaður Guðs

.. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)

3) Tað, sum biskupurin er umsjónarmaður yvir, tilhoyrir Guði, tí um umsjónarmaðurin er Guðs, tá er eisini tað Guðs, sum

hann hevur umsjón yvir (hetta prógvast við Gern. Ap. 20:28)
.. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)

4) Biskupurin má ikki vera sjálvráðin

.. ikki sjálvráðin, (v. 7)

5) Biskupurin má ikki verða skjótt firtin

.. ikki skjótt firtin, (v. 7)
 
6) Biskupurin má ikki vera givin til vín
.. ikki givin til víns, (v. 7)

7) Biskupurin má ikki vera nakar sláari
.. eingin sláari, (v. 7)

8) Biskupurin má ikki vera givin til skitnan vinning
.. ikki givin til skitins vinnings; (v. 7)

9) Biskupurin má vera ein elskari av gestablídni
.. Men ein elskari av gestablídni, (v. 8)

10) Biskupurin má vera ein elskari av góðum monnum
.. ein elskari av góðum monnum, (v. 8)

11) Biskupurin má vera edrúiligur
.. edrúiligur, (v. 8)

12) Biskupurin má vera rættvísur
.. rættvísur, (v. 8)

13) Biskupurin má vera heilagur
.. heilagur, (v. 8)

14) Biskupurin má vera fráhaldandi
.. fráhaldandi, (v. 8)

15) Biskupurin má halda fast hitt trúfasta orðið
.. Haldandi fast hitt trúfasta orðið, (v. 9)

16) Biskupurin má vera vorðin lærdur hitt trúfasta orðið
.. sum hann er vorðin lærdur, (v. 9)

17) Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at áminna andmælararnar
.. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)

18) Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at sannføra andmælararnar
.. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)

19) Biskupurin stendur í myndugleika til at harta hvassliga
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. Hvørsvegna harta teir hvassliga, (v. 13)

20) Harting hansara má sjálvandi vera við einari væl-meinandi ætlan
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. at teir mega verða heilnæmir í trúnni; (v. 13)

21) Biskupurin eigur at formana onnur (t.e. áminna um alt, ið áður er vorðið lært um heilaga lívsførslu o.a.)
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. Hesar lutir tala, og formana, (2:15)

 

 

Hini 21 krøv Guðs viðvíkjandi deknaembætinum í I. Tim. 3:8-13
(Deknur: Kirkjuliðstænari í staðbundnari kirkju/meinigheit)
 

  8  Líkaleiðis mugu deknarnir

vera virðiligir, ikki tvítungutir,

ikki givnir til nógvs víns, ikki grádigir

eftir skitnum vinningi;

  9  Haldandi loyndardóm trúarinnar

í eini reinari samvitsku.

  10  Og lat hesar eisini fyrst verða

royndar; síðan lat teir brúka

dekna-embætið, verðandi funnir

ólastandi.

  11  Enntá soleiðis mugu konur

teirra vera virðiligar, ikki baktalarar,

edrúiligar, trúfastar í øllum

lutum.

  12  Lat deknarnar vera ektamenninir

hjá einari ektakonu,

stjórnandi børnum sínum og

egnu húsum sínum væl.

  13  Tí teir sum hava brúkt

dekna-embætið væl útvega til sín

sjálvs eina góða støðu, og mikið

dirvi í trúnni sum er á Christ

Jesus.

 
 
1)  Deknarnir mugu vera virðiligir
.. Líkaleiðis mugu deknarnir vera virðiligir,  (v. 8)

2)  Deknarnir mugu ikki vera tvítungutir

.. ikki tvítungutir,  (v. 8)

3)  Deknur má ikki vera givin til nógv vín
.. ikki givnir til nógvs víns,  (v. 8)

4)  Deknur má ikki vera grádugur eftir skitnum vinningi
.. ikki grádigir eftir skitnum vinningi;&nnbsp; (v. 8)

5)  Deknar mugu halda loyndardóm trúarinnar, t.e. kenna og varðveita evangeliið og læruna
.. Haldandi loyndardóm trúarinnar.  (v. 9)

6)  .. Hetta mugu deknarnir gera í reinari samvitsku, altso í ærligheit og sannleika, uttan hykl
.. í eini reinari samvitsku  (v. 9)

7)  Deknar eiga at verða royndir áðrenn teir verða innsettir
.. Og lat hesar eisini fyrst verða royndar;  (v. 10)

8)  At vera deknur er eitt embæti í samkomuni
.. síðan lat teir brúka dekna-embætið,   (v. 10)

9)  Deknarnir kunnu vera mangir
.. lat hesar..  (v. 10)

10)  Orðið deknur (gr. “diakoneo”) merkir tænari ella hjálpari
(so tað er altso ein tænari og ein hjálpari, sum ein deknur er)
.. dekna-embætið,   (v. 10)

11)  Deknar mugu verða funnir ólastandi
.. verðandi funnir ólastandi.  (v. 10)

12)  Deknar hava konur, so teir eru menn (ikki konur)
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera ..  (v. 11)

13)  Konur deknanna mugu vera virðiligar
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera virðiligar,  (v. 11)

14)  Konur deknanna mugu ikki vera baktalarar
.. ikki baktalarar,  (v. 11)

15)  Konur deknanna mugu vera edrúiligar
.. edrúiligar,  (v. 11)

16)  Konur deknanna mugu vera trúfastar í øllum lutum
.. trúfastar í øllum lutum.  (v. 11)

17)  Deknar mugu vera ektamenninir hjá einari ektakonu (aftur her: deknar eru menn)
.. Lat deknarnar vera ektamenninir hjá einari ektakonu,  (v. 12)

18)  Deknar mugu stjórna børnum sínum væl
.. stjórnandi børnum sínum … væl.  (v. 12)

19)  Deknar mugu stjórna egnu húsum sínum væl
.. stjórnandi … egnu húsum sínum væl.  (v. 12)
(Legg annars til merkis, at húsið í Guðs orði verður altíð kallað mansins, ikki konunnar; tí maðurin er høvdið, og hann er
forsyrgjarin; hann byggir reiðrið, og bøga hansara støðast heima.)

20)  Embætið brúkt væl útvegar eina góða støðu
.. Tí teir sum hava brúkt dekna-embætið væl útvega til sín sjálvs eina góða støðu,  (v. 13)

21)  .. og mikið dirvi í trúnni
.. og mikið dirvi í trúnni sum er á Christ Jesus.  (v. 13)

 

 
FSF dugir at vígvirkja seg: Guðs meinigheit dugir ikki:

Martin Olsen og Osbjørn Jacobsen og gamli Høj á Strondum skulu skamma seg av, um teir hava bakkað út frá sínum ábyrgdar postum, við tí úrsliti, at meinigheitin er vorðin eitt SIRKUS.
Teir eru teir egentligu elstu í Kelduni, innast í kjarnanum.
Trakkið nú til og takið ábyrgd!

Um tit ongantíð hava verið elstar, so er tað eisini ov galið; tí tit ERU kjarnin í meinigheitini. At tit ikki VILJA taka ábyrgd, er so bara alt ov galið og til tykkara skomm.

“Jamen, eg havi ongantíð verið elsti” dugir ikki. Tit tríggir ERU teir elstu av teimum elstu, tit tríggir duga allir at læra Guðs orð, eru andaliga myndigir osv. NÓGV framum hasar tríggjar prøjsarnar sum tit hava sett í staðin. Teir kunnu kanska eisini vera elstir, men teir ERU IKKI tann innasti kjarnin. Nixen bixen. Traðkið tit nú til. Einkið góða mamma, ella kona mín sigur ditt, og kona mín heldur datt. Tær kunnu gera so væl og akta tykkum.

Uttan Guð-givna leiðslu, sum óttast GUÐ, ikki fólkið og hvat fólkið vil hava, so traðka Áron, Nadab, Abiram, og Cora til, og smíða fólkinum ein gullkálv, og so fer alt upp at dansa og svansa.
Well. So leingi sum eg livi, fari eg at tala at.
Vit tilbiðja ikki hasa heilagu kúnna, tey kalla musikk. Vit tilbiðja HARRAN einans!

At Paulus skal hava skrivað 3 ella 4 brøv til Corinth er okkum Christnu ÓVIÐKOMANDI, tí Guð hevur longu vrakað tey frá sínum orði, kann eg heilsa Tummasi Jacobsen og Lindini

Guð hevur longu valt, hvørjar bøkur skuldu koma í hans orð, og hvørjar ikki. Tær 66 canoniseraðu bøkurnar eru Guðs orð; als og aldeilis einkið annað er Guðs orð yvirhøvur! Tey, sum ivast um hetta, kunnu valla stóla uppá Guðs orð yvirhøvur, eiheldur elska tað.

Tað orðið, sigi eg, kenna tit,
hvørt kunngjørt varð út gjøgnum
alla Judæu, og byrjaði frá Galileu,
eftir tann dópin hvønn Jóhannes
prædikaði;
(Gern. Ap. 10:37 FKJ)

Og orð Harrans varð kunngjørt
út gjøgnum alt umráðið.
(Gern. Ap. 13:49 FKJ)

Eg stóli ikki eitt klovið sekund uppá hatta GLOBALIST LeaderSHIT Bummer hjá globalistunum og økumenistunum og páva sleikunum, og skeiklaðu kvinnuriknu kitlara meinigheitunum

Hatta er at fara niður til Egyptalands eftir hjálp, eftir at man longu langt síðani hevur vent Harranum reyv.

Woe to the rebellious children, saith the Lord,
that take counsel, but not of me;
and that cover with a covering, but not of my spirit,
that they may add sin to sin:
2 that walk to go down into Egypt,
and have not asked at my mouth;
to strengthen themselves in the strength of Pharaoh,
and to trust in the shadow of Egypt!
3 Therefore shall the strength of Pharaoh be your shame,
and the trust in the shadow of Egypt your confusion.
4 For his princes were at Zoan,
and his ambassadors came to Hanes.
5 They were all ashamed of a people that could not profit
them, nor be an help nor profit, but a shame,
and also a reproach.
6 The burden of the beasts of the south:
into the land of trouble and anguish,
from whence come the young and old lion,
the viper and fiery flying serpent,
they will carry their riches upon the shoulders of young asses,
and their treasures upon the bunches of camels,
to a people that shall not profit them.
7 For the Egyptians shall help in vain, and to no purpose:
therefore have I cried concerning this,
Their strength is to sit still.
(Isaiah 30:1-7)

Vei til hinna uppreistrarsomu barna, sigur Harrin, sum leggja ráð, men ikki av mær; og sum dekka við eini dekking, men ikki av anda mínum, at teir mega leggja synd afturat synd:
 2  Sum ganga fyri at fara niður í Egyptaland, og hava ikki spurt hjá munni mínum; fyri at styrkja seg sjálvar í Pharaohs styrki, og fyri at troysta á Egyptalands skugga!
 3  Tí skal Pharaohs styrki verða tykkara skomm, og álitið á Egyptalands skugga tykkara ørkymlan.
 4  Tí hansara prinsar vóru í Zo´-an, og hansara umboðsmenn komu til Há´-nes.
 5  Teir skammaðust allir um eitt fólk, sum kundi ikki gagna teimum, ella vera ein hjálp, ella gagn, men ein skomm, og eisini ein last.
 6  Byrða djóranna úr sunnan: inn í landið av trongd og angist, hvaðanfrá koma hin unga og gamla leyvan, eiturormurin og hin eldsligi, fljúgvandi drekin, teir vilja bera sínar ríkdómar uppiá herðunum á ungum asnum, og sínar skattir uppiá kúlunum á kamelum, til eitt fólk, sum skal ikki gagna teimum.
 7  Tí Egyptarnir skulu hjálpa til fánýtis, og til einkið endamál: tí havi eg rópt viðvíkjandi hesum, Teirra styrki er at sita stillir.
(Esaiah 30:1-7)

 41  Og Jesus svaraði og segði við
hana, Martha, Martha, tú ert sútfull
og órógvað um mangar lutir:
 42  Men ein lutur er neyðugur:
og Maria hevur valt tann góða
lutin
, sum skal ikki verða tikin
burtur frá henni.
( Lukas 10:41-42 FKJ )

Eg haldi FAST við mín góða lut: Jesus, Heilaga Andan, KJB, og FKJ.

– Forget Willow Creek, Rykkjaran Warren, og global ditt og global datt.

Stóli ikki uppá NAKAÐ, sum hevur “global” í sær, óansæð hvussu fittan maskott, Satan setur fremst til at royna at lokka.
Eg havi mín lut. EINKIÐ kann lokka meg.
Eg siti stillur; tað er og verður mín styrki.

Komið tit aftur til Harran Jesus Christ og orðsins klettagrund einans!

HVØR PÁVIN ER SO BÝTTUR SUM TIL AT FYLGJA LEIÐARUM, SUM IKKI SJÁLVIR FYLGJA GUÐS ORÐI? JA, HVØR PÁVIN?

Jesus innsetti IKKI líkarætt og kynsjavnan, tá ið hann lovaði kvinnum at vera tær fyrstu at vitna um, at hann var upprisin

(Hetta var tó tekin um, at Jesus virðir tær og elskar tær, men hann gekk tó IKKI ímóti sínum egna orði og setti tær yvir menninar.)

Um ævir, O, Harri, títt orð
er grundfest í himni.
(Psálmur 119:89 FKJ)

Innleiðing
Ein flokkur av yvir trimum kvinnum fingu tann heiður, at vera tey fyrstu at bera øðrum boð um, at Jesus Christus var risin frá teimum deyðu. Mangan hoyri eg bronglarar av Guðs orði mølma, at hetta skal merkja, at Jesus nú lyfti konuna upp javnstøðis við mannin, og at nú er als eingin munur á manni og konu longur. Við gjølligari eftirkannan síggja vit tó, at hetta er als ikki so. Til dømis í Móse bókunum síggja vit, at kvinnan skuldi altíð hava ein mann yvir sær: um hon var ógift, so var hon undir faðir sínum. Um ein kvinna strongdi heiti, og faðir hennara, ella ektamaður hennara, ógyldaði tað, so var tað ókyldugt (sí Nummur kapitul 30). Men við at júst loyva kvinnunum at vera tær fyrstu at vitna, sýndi Jesus, at í Nýggja Testamenti mega kvinnurnar eisini bera vitnisburð um hann; men hann hevur tó ikki gjørt bæði til fyrsta stýrimann; nei, maðurin er enn, sum áður, høvur konunnar, bæði í heiminum og í samkomuni (kirkjuni).

Tað er ein óreingiligur Bíbilskur sannleiki, at Guð hevur sett menninar yvir konunum í heiminum, í samkomuni (kirkjuni), og í samfelagnum. Síðstu 30-40 árini er vesturheimurin farin longur og longur burtur frá hesi gomlu lóg, í síni havisjúku eftir pengum; pengarnar fingu tit, men hvussu sterkur er tann innari bygnaðurin í omanfyri nevndu eindunum í dag? Hvussu leingi fer tað almenna at megna at sparsla í sprekkurnar í hesum múri av lygn? Brátt man hann rapla; og tá stendur Guðs orð enn.

Markus 16:9-11 FKJ:
9 ¶ Nú, tá ið Jesus var upprisin
árla hin fyrsta dag vikunnar, birtist
hann fyrst fyri Mariu Magda-
le´-nu, út úr hvørji hann hevði
kastað sjey djevlar.
10 Og hon fór og segði teimum
frá sum høvdu verið við honum,
sum teir syrgdu og grótu.
11 Og teir, tá ið høvdu hoyrt
at hann var livandi, og hevði verið
sæddur av henni, trúðu ikki.

Lukas 24:1-11 FKJ:
NÚ, uppá hin fyrsta dag vikunnar,
reiðuliga árla um
morgunin, komu tær at gravhýsinum,
havandi við sær hinar angandi
kryddurtir sum tær høvdu tilreitt,
og ávísar aðrar við teim.
2 Og tær funnu steinin rullaðan
burtur frá gravhýsinum.
3 Og tær fóru inn, og funnu ikki
likam Harrans Jesu.
4 Og tað bar á, sum tær vóru
mikið ørkymlaðar um tað, sí, tveir
menn stóðu hjá teimum í skínandi
klæðum:
5 Og sum tær vórðu ræddar, og
boygdu niður andlit síni til jarðar,
søgdu teir við tær, Hví sóknast tit
eftir teimum livandi millum teirra
deyðu?
6 Hann er ikki her, men er risin
upp, minnist hvussu hann talaði
við tykkum tá ið hann var enn í
Galileu,
7 Sigandi, Menniskjusonurin
má verða givin upp í hendurnar á
syndafullum monnum, og verða
krossfestur, og hin triðja dagin
rísa aftur.
8 Og tær mintust aftur orðini
hjá honum,
9 Og vendu aftur frá gravhýsinum,
og søgdu teimum ellivu frá
øllum hesum lutum, og fyri øllum
hinum.
10 Tað var Maria Mag-da-le´-na,
og Jó-an´-na, og Maria móðir Jácobs,
og aðrar kvinnur ið vóru við
teimum, sum søgdu apostlunum
frá hesum lutum.
11 Og orð teirra tóktust teimum
eins og tómar søgur, og teir trúðu
teim ei.

… Hetta er rætt; ja, men:

1) Guð setti mannin at stjórna yvir kvinnuni
Guðs orð lærir ikki javnstøðu, hvørki í Gamla Testamenti, ella í Nýggja Testamenti; nei, heilt frá byrjanini lesa vit:

Genesis 3:16 FKJ
Við kvinnuna segði hann,
Eg vil stórliga margfalda tína
sorg og tína framaling; í sorg
skalt tú bera fram børn; og tín
trá skal vera til tín ektamann, og
hann skal stjórna yvir tær.

2) Guð hevur sett mannin sum høvur yvir konuni
Guðs orð lærir greitt, at høvur ektakonunnar er ektamaðurin, og at ektakonan skal vera undirgivin yvirfyri sínum ektamanni í hjúnabandinum

Eph. 5:22-24 FKJ:
22 Ektakonur, undirgevið tykkum
sjálvar yvirfyri tykkara egnu
ektamonnum, sum Harranum.
23 Tí ektamaðurin er høvur ektakonunnar,
enntá eins og Christus
er høvur kirkjunnar: og hann er
frelsari likamsins.
24 Tessvegna eins og kirkjan er
undirgivin yvirfyri Christi, soleiðis
veri ektakonurnar fyri sínum egnu
ektamonnum í øllum lutum.

Col. 3:18-19 FKJ:
18 Ektakonur, undirgevið tykkum
sjálvar yvirfyri tykkara egnu
ektamonnum, sum tað er hóskiligt
í Harranum.
19 Ektamenn, elskið ektakonur
tykkara, og verið ikki beiskir ímóti
teimum.

I. Pætur 3:1 FKJ:
LÍKALEIÐIS, tit ektakonur,
verið í undirgivni fyri egnu
ektamonnum tykkara; at, um
nakrir lýði ikki orðinum, teir eisini
mega uttan orðið verða vunnir við
atferðini hjá ektakonunum;
2 Meðan teir skoða kýsku atferð
tykkara samkoplaða við ótta.

3) Guðs hirðar eru menn
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni (kirkju Jesu Christs) er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera hirðar

I. Tim. 3:1-5 FKJ:
HENDA er ein sonn framsøgn:
Um ein maður trái biskupsembætið,
hann tráar eitt gott verk.
2 Ein biskupur tá má vera ólastandi,
ektamaðurin hjá eini ektakonu,
árvakin, edrúiligur, av góðum
atburði, givin til gestablídnis,
skikkaður at frálæra;
3 Ikki givin til víns, eingin sláari,
ikki grádugur eftir skitnum vinningi;
men tolinmóðigur, ikki eitt
klandursvætti, ikki ágirndarsamur;
4 Ein sum stjórnar væl sínum
egna húsi, havandi børn síni í
undirgivni við allari sómasemi;
5 (Tí um ein maður viti ei
hvussu at stjórna sínum egna
húsi, hvussu skal hann taka sær
av kirkju Guðs?)


4) Guðs elstar eru menn; (so út við kvinnuligum elstum, sum tit byrjaðu at loyva inn í elstaráðini ikki longri síðani enn einaferð mitt í 1990’unum)

Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera elstar

Titus 1:5-6 FKJ:
5 Fyri hesa grund læt eg teg
eftir á Cretoy, at tú skuldirt seta
í rættlag teir lutir sum vanta í, og
innseta elstar í hvørjum staði, eins
og eg hevði fyriskipað tær:
6 Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin
hjá einari ektakonu, havandi
trúføst børn ikki ákærd fyri
óryggjuskap ella óstýrlig.

5) Guðs deknar eru menn (deknastarv er eitt hjálparstarv í kirkjuni); (so burtur við kvinnuligum deknum)
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera deknar

I. Tim 3:8-12 FKJ
8 Líkaleiðis mugu deknarnir
vera virðiligir, ikki tvítungutir,
ikki givnir
til nógvs víns, ikki grádigir
eftir skitnum vinningi;
9 Haldandi loyndardóm trúarinnar
í eini reinari samvitsku.
10 Og lat hesar eisini fyrst verða
royndar; síðan lat teir brúka
dekna-embætið, verðandi funnir
ólastandi.
11 Enntá soleiðis mugu konur
teirra vera virðiligar, ikki baktalarar,
edrúiligar, trúfastar í øllum
lutum.
12 Lat deknarnar vera ektamenninir
hjá einari ektakonu,
stjórnandi børnum sínum og
egnu húsum sínum væl.

6) Guðs frálærarar eru menn; (tí nokti eg at verða lærdur Guðs orð av nakrari kvinnu nakrantíð yvirhøvur)
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera frálærarar

II. Tim. 2:1-2 FKJ:
TÚ tessvegna, sonur mín, ver
sterkur í náðini sum er í
Christi Jesusi.
2 Og teir lutir sum tú hevurt
hoyrt av mær millum mangra
vitna, hinar somu líti tú trúføstum
monnum til, hvørjir vera
skulu førir fyri at læra aðrar eisini.

I. Cor. 14:34-38 FKJ:
34 Latið kvinnur tykkara halda
tøgn í kirkjunum: tí tað er ikki
loyvt teimum at tala; men teimum
er boðið at vera undir lýdni,
sum eisini lógin sigur.
35 Og um tær vilji læra nakran
lut, lat tær spyrja sínar ektamenn
heima: tí tað er ein skomm hjá
kvinnum at tala í kirkjuni.
36 Hvat? kom orð Guðs út frá
tykkum? ella kom tað til tykkara
einans?
37 Um nakar maður haldi seg sjálvan
at vera ein prophet, ella
andaligan, lat hann viðurkenna at
teir lutir sum eg skrivi til tykkara
eru boðini hjá Harranum.
38 Men um nakar maður veri
óvitandi, lat hann vera óvitandi.

7) Guðs forsyrgjari er maðurin, og Guðs passari við hús er konan; (so heimaftur við konunum at passa heimið, elska sín mann og síni børn)
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í hjúnarbandinum er javnstøða, tí maðurin, ikki konan, er forsyrgjarin, og passarin við hús er altso konan

I. Tim 5:8 FKJ:
Men um nakar skaffi ikki
fyri sínum egnu, og serstakliga
fyri teimum av sínum egna húsi,
hann hevur avnoktað trúnna, og
er verri enn ein vantrúgvandi.

Titus 2:3-5 FKJ:
3 Hinar aldraðu kvinnur líkaleiðis,
at tær veri í atferð sum sømir
heilagleika, ikki falskir ákærarar,
ikki givnar til nógvs víns, frálærarar
av góðum lutum;
4 At tær mega læra hinar ungu
kvinnur at vera edrúiligar, at
elska ektamenn sínar, at elska
børn síni,
5 At vera hóvligar, kýskar, passarar
við hús, góðar, lýdnar fyri
sínum egnu ektamonnum, at orð
Guðs verði ikki Guðsspottað.

Orðt. 31:15 FKJ
Hon rísur eisini meðan tað
er enn nátt, og gevur mat til sítt
húsfólk, og ein skamt til sínar
moyggjar.

Orðt. 31:27 FKJ
Hon hyggur væl til vegirnar
hjá sínum húsfólki, og etur ikki
yrkisloysisins breyð.

8) Guðs landsstjórnarar og býarstjórnarar eru menn; (so til hús við øllum kvinnuligum lands- og býarpolitikkarum)
Guðs orð lærir greitt, at menn, ikki kvinnur, eiga at stýra og leiða eitt land, og at tá ið kvinnur gera tað, tá er tað eitt sjúkdómstekin, og eitt tekin um, at landið er vorðið spilt og stendur dóminum nær.

Orðtøkini 31:23 FKJ
Hennara ektamaður er kend-
ur í portrunum, tá ið hann situr
hinna elstu landsins millum.

Esaiah 3:12 FKJ:
Hvat fólki mínum viðvíkur, børn eru teirra kúgarar, og kvinnur stjórna yvir teimum. O, fólk mítt, teir, sum leiða teg, elva tær at fara skeivum, og oyða vegin av tínum gøtum.

Hetta er altso ikki bara mín meining, útlegging, ella tulking av sakini, men Guðs orðs egna klára læra og tala um hesi ting, bæði í Gamla Testamenti, men so sanniliga eisini í Nýggja Testamenti, sum tú nú hevur sæð. Tann, sum avnoktar hetta, er blindur, býttur, senilur, ella barasta mótræsin ímóti Guðs orði, tí hann, ella hon, dámar tað ikki, og vil heldur ríða á tíðaranda-alduni, bæði heima í familjulívinum og í meinigheitini. Ikki tykkum at siga, men eg kalli tykkum øll somul nakrar køstaskitnar, verðsligar, Guðs orð vanvirðandi, vinir-við-heimin skeiklaðar kloddar.

Føroyar! Christnar og tímiligar: tykkara gerðir vitna ímóti tykkum. Tit yvirgóvu Guðs orðs meginreglur fyri 30-40 árum síðani, og familjan, samfelagið, og samkoman eru nú sjúk, standa og morla sundur; ja, og fara sundur.

Komið tit aftur til Guðs orðs klettagrund. Tað skal vera tykkara heilsubót til longdar.

Títt orð er ein lampa hjá
fótum mínum, og eitt ljós hjá
gøtu míni.
(Psálmur 119:105 FKJ)

Jamen, Sjúrður, hví ert tú bara ímóti okkum?
Tað eru TIT, sum bara eru ímóti Guðs orði!
Tí tit eru plantaði í heiminum, og kaga yvirí Guðs orð.
Verið nú heldur plantaði í Guðs orði, og øtist yvir heimin.
Kom nú, kom.

Viðmerking

So, gamla, hasir reyðu sokkarnir, sum hasin reyð-svarti Devilin lokkaði teg til at lata teg í, mugu heldur fara í klor. Guð hevur so ikki broytt meining um nakaðsumhelst.

– At ganga ímóti Guðs orði er ONGANTÍÐ loysnin; nei, tá byrja trupulleikarnir. Tá ið fólk byrjaði at fara frá omanfyrinevndu 8 tingunum í Guðs orði, TÁ byrjaðu skilsmissurnar, stjórnarloysið í meinigheitunum, og samfelagsliga sundurmoltanin annars.

Meðan teir lova teim frælsi,
eru teir sjálvir tænararnir hjá
spilling:
(II. Pætur 2:19 FKJ)

Tríeindin er tríggir persónar, sum allir eru Guð; tó er bert ein Guð, ikki gudar mangir (I. Cor. 8:5-6)

(Tekningin er lænt)

Hin tríeindi Guð

Tríeindin kann virka fløkt; men í veruleikanum er hon sára einføld at skilja: Guð er ein Guð, men tríggir persónar.

Faðirin er Guð. (I. Cor. 8:6)
Sonurin er Guð (I. Tim. 3:16).
Heilagi Andin er Guð (Gern Ap. 5:3&4).

– Teir tríggir saman eru Guð.
– Allir tríggir eru líka nógv Guð.
– Tríeindin er tríggir persónar, – ikki tríggir Gudar.

Teir hava hvør sítt embæti, men arbeiða altíð saman og við sama máli og sama vilja.
(Sí I. Cor. 12:4-6; II. Cor. 13:14 FKJ)

Guð er tríggir persónar

Guð er tríggir persónar.
Guddómurin er tríggir persónar.
Men Guð er ikki tríggir Gudar, nei, hann er EIN GUÐ.

Tað kann virka mótsigandi, at Guð er ein Guð, men samstundis er Guð tríggir, men hetta er soleiðis; hetta er púra satt.

Faðirin, Sonurin, og Heilagi Andin

Faðirin er Guð, – ikki “ein Guð”,
Sonurin er Guð, – ikki “ein Guð”
Heilagi Andin er Guð, – ikki “ein Guð”.

Tá ið vit Christnu siga: Guð, so hava vit í huga Faðirin, Sonin, og Heilaga Andan.
Tó er rætt at siga á atskildan hátt, at Faðirin er Guð, at Sonurin er Guð, og at Heilagi Andin er Guð.

– Altso er einkið galið við at siga: Jesus er Guð; tí tað er hann.
– Altso er einkið galið við at siga: Heilagi Andin er Guð; tí tað er hann.
– Altso er einkið galið við at siga: Faðirin er Guð; tí tað er hann.

Tríeind mansins avspeglar tríeind Guðs

Vit menniskju, sum eru skapt í Guðs mynd, eru eisini ein tríeind:
andi, sál, og likam (sí Genesis 2:7 KJB, & I. Thess. 5:23 FKJ)

Tín andi er tú,
tín sál er tú,
tít likam er tú,
– Hesi trý saman eru tú.

– Tú ert tríggir partar, ikki trý tú (ella tríggir persónar), júst sum Guð er tríggir partar, ikki tríggir Gudar.

Tín tríeind, og Guðs tríeind

Eins og partarnir av einum manni kunnu skiljast sundur (sí Hebr. 4:12) í trý, soleiðis eisini við Guði.

Tí tað eru tríggir, sum geva
frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið,
og Heilagi Andin: og hesir tríggir
eru eitt.
(I. Jóh. 5:7 FKJ)

Legg til merkis, at hesir tríggir eru EITT, ikki EIN, (ikki EIN OG SAMI), men teir eru EITT, sum at teir renna saman í eitt.
(…og disse tre ere eet. (ikki een) (Kong Christian VI, 1732))
Teir eru altso tríggir, men EITT.
Teir eru altso tríggir persónar, men EIN GUÐ.
Teir renna saman í eitt, júst sum tín andi, sál og likam eru samlað í eitt.

Munurin ímillum tríeind mansins og tríeind Guðs

Munurin ímillum tríeind mansins og tríeind Guðs, at ein maður er býttur í tríggjar PARTAR, meðan Guð er býttur í tríggjar PERSÓNAR. (Nei, góði; slappa bara av, eg eri ikki ein “Jesus only” falslærari).

Men tað SERA TÝDNINGARMIKLA er, at vit gera mun á, at samstundis sum Guð er EIN GUÐ, so er hann tríggir persónar. Sum Guð kann hann ikki skiljast sundur, men sum persónar kunnu teir skiljast sundur.
(Summi kanska skilja hetta ongantíð. Bið so Guð hjálpa tær og opna tíni eygu (sí I. Cor. 2:12-13 FKJ))

Faðirin hevur eina serstøðu í tríeindini, júst sum maðurin er høvur konu sínar

Heilagi Andin, t.d. hevur sín egna vilja, (sí I. Cor. 12:11)
Hóast egnan vilja, so arbeiðir hann í samráði við Faðirin og Sonin.

Og hann, sum kannar hjørtuni,
veit, hvat hugur Andans er,
av tí at hann gongur í forbøn fyri
hinum heilagu samsvarandi við
vilja Guðs.
(Rom 8:27 FKJ)

T.e. Heilagi Andin arbeiðir samsvarandi við vilja Faðirsins;
og tað sama er galdandi fyri Sonin (sí Jóh. 4:34).

Vit lesa eisini, at høvur Christs er Guð:

Men eg vildi havt tykkum at vitað,
at høvur hvørs mans er Christus;
og høvur kvinnunnar er maðurin;
og høvur Christs er Guð.
(I. Cor. 11:3 FKJ)

.. men tann munurin er sum munurin ímillum mannin og konu hansara; tey eru jú bæði grundleggjandi av sama slagi; men maðurin er altso høvdið, hann gevur ordrarnar, júst sum Guð, tá ið hann segði: Veri ljós! (Genesis 1:3).

Eisini síggja vit, at allir lutir skulu verða undirlagdir Faðirin:

 27  Tí hann hevur lagt allar lutir
undir føtur hansara. Men tá ið
hann sigur, allir lutir eru lagdir
undir hann, er tað eyðsýnt at hann
er undantikin, sum legði allar lutir
undir hann.
 28  Og tá ið allir lutir skulu verða
undirlagdir hann, tá skal Sonurin
eisini sjálvur verða undirgivin
hann sum legði allar lutir undir
hann, at Guð má vera alt í øllum.
( I. Cor. 15:27-28 FKJ)

Við skapanina høvdu teir hvør sítt embæti

– Faðirin talaði, segði: verði ljós!. (Genesis 1:3)
– Sonurin gjørdi vilja Faðirsins. (Jóh. 1:3)
– Heilagi Andin var kraftin, sum orðið arbeiddi saman við, at fremja Faðirsins vilja. (Genesis 1:2)

Í Guðs frelsuætlan hava teir hvør sítt embæti

Faðirin gav Sonin (Jóh. 3:16)
Sonurin gjørdi frelsuverkið (Jóh. 19:30)
Heilagi Andin lærir okkum og minnir okkum á Jesu orð (Jóh 14:26)

Teir tríggir hava høvuðssakliga hvør sína virkistíð

– Í Gamla Testamenti arbeiddi Guð Faðir
(við Mósesi og hinum prophetunum)
– Í Nýggja Testamenti arbeiddi Guð Sonurin
(við apostlunum)
– Í kirkjunnar tíð (eftir at Jesus fór upp inn í himin, og Heilagi Andin fylti tey á loftstovuni, Gern. Ap. 2), sum er nú, so arbeiðir Heilagi Andin á jørðini við tær og mær, sum eru persónliga frelstir.

Allir tríggir eru Harrin

Guð Faðirin er Harrin (Genesis 2:8 KJB)
Guð Sonurin er Harrin (I. Cor. 12:5 FKJ (v. 4 er Heilagi Andin, & v. 6 er Faðirin, so v. 4 er Harrin Jesus)
Heilagi Andin er Harrin (II. Cor. 3:17; Heb. 10:15-16 FKJ)

Allir tríggir eru EG ERI

EG ERI, sum talaði við Móses í Exodus 4:14, er ikki bara Guð Faðirin, men eisini Guð Sonurin, og Guð Heilagi Andin. EG ERI er eitt av nøvnum hins tríeinda Guðs, og tí ikki bara identifiserað við Faðirin, men eisini við hinar tveir  Soleiðis síggja vit Jesus í Jóhannes 8:58 siga við Jødarnar: Áðrenn Ábraham varð, eg eri.

Jesus í Gamla Testamenti

Eisini síggja vit, at tað var Jesus, sum l
eiddi Ísraels børn ígjøgnum oyðuna; ja, likamliga var tað Josjua, men hin ósjónligi (Heb. 11:27), sum Móses sá og fylgdi, var Harrin, Jehovah, EG ERI, sum er hin tríeindi Guð, og tí eisini Jesus. Tí lesa vit í Hebrearabrævinum 4:8:
Tí um Jesus hevði givið teim hvíld, tá vildi hann ikki aftaná havt talað um ein annan dag.

Hetta duga dagsins ófrelstu “lærdu” ikki at skilja; ØLL grikst handrit siga Jesjua (ikki Josjua), men teir broyta tað allir til Josva (sí Dahl og Victor).

Sonur Guðs, Jesus Christus, var í eldovninum hjá Dánieli og vinum hansara (Dániel 3:25 KJB)

Høvdingin fyri herliði Harrans kom til Josjua, og hetta var ikki ein eingil, tí Josjua slapp at tilbiðja hann (sí Josjua 5:13-14 KJB)

Høvdingin fyri herliði Harrans er Harri herliðanna (herliðini av einglum), og tað er Harrin sum heild, og tí er tað her Harrin Jesus Christus, tí hann var har í kjøtinum, og kundi tilbiðjast. (Smb. við, at einglar mugu ikki tilbiðjast; sí Opb. 22:8-9 FKJ)

Josjua tilbað Guð: Guð Sonin, Jesus Christ!

Tríggir atskiljiligir persónar

Sum persónar í tríeindini, so eru Faðirin, Sonurin, og Heilagi Andin atskiljiligir; ja, teir eru atskildir, soleiðis at Faðirin er ikki Sonurin, Heilagi Andin er ikki Sonurin, og Faðirin er ikki Heilagi Andin. Teir eru altso FULLKOMILIGA ATSKILDIR PERSÓNAR.

Altso: Ein óatskiljiligur Guð, men tríggir persónar, sum eru atskildir og serstakir.

Tá ið vit siga, at Jesus er Guð tilkennargivin í kjøtinum (I. Tim. 3:16), so er hann ikki “ein Guð”, men sjálvasti Guð tilkennargivin í kjøtinum; men, sum sagt, sjálvandi ikki Guð Faðirin, men Guð Sonurin.

Tá ið vit møta Faðirinum, so møta vit Guði, (Harranum, Harranum Guði)
Tá ið vit møta Syninum, so møta vit Guði, (Harranum, Harranum Guði)
Tá ið vit møta Heilaga Andanum, so møta vit Guði, (Harranum, Harranum Guði)

HARRIN birtist sum tríggir menn fyri Ábrahami

Í Genesis kapitul 18 lesa vit, at HARRIN birtist Ábraham í Mamre slættum. Hvussu birtist HARRIN honum? Jú, sum tríggir menn. Men tað var altso HARRIN, sum birtist honum! Hvørjir vóru so hesir tríggir menn?

Ja, tað kann ikki vera Faðirin og Heilagi Andin í teirra himinska skapi (Faðirin hevur skap (sí Jóh 5:37)), men Guð Sonurin kundi vera ein teirra, og óivað var hann tað; hinir tveir hava helst verið tveir einglar, sum eru komnir við honum; men har opinberar HARRIN, at HARRIN er tríggir persónar.

Falslæran Jesus only

Falslæran “Jesus only” uppstendur, tá ið man sigur, at teir tríggir PERSÓNARNIR í tríeindini eru EIN OG SAMI PERSÓNUR! Soleiðis at man sigur, at Faðirin er Sonurin, Heilagi Andin er Faðirin, Sonurin er Heilagi Andin, – altso SUM PERSÓNAR. Har liggur teirra falslæra.

Nei! Teir eru TRÍGGIR ATSKILDIR PERSÓNAR.
Tá ið vit frelstu fara til himins, fara vit at síggja Guð Faðir ovurstóran á hásæti sínum, Guð Sonin sitandi við hans høgru hond, og Guð Heilaga Andan fara vit eisini at síggja (Tod Burpo sá hann sum eitt blátt skýggj).

Gleði meg!

Og hvussu doypa vit so?

Jú, í navni Faðirsins, Sonarins, og Heilaga Andans, sjálvandi. Soleiðis siga tey upprunaligu boðini jú svart uppá hvítt av egna munni várs Harra og Frelsara Jesu Christs í Matthæus 28:18-19 FKJ.
– Blllubs undir vatn, – blub, blub, blub, – og so uppaftur!
Vuuhey, og upp hann fleyg!

Ethiopiski hirðmaðurin fór niður inn í vatnið, og kom so upp út úr vatninum (sí Gern Ap. 8:36-39). Hann fekk ikki 15 dropar á sítt høvd sum ófrestur av ófrestum presti undir skyni av, at tann handlingin skuldi kunnað frest hann, uppfunnin av Católsku kirkjuni, fyri at sleppa undan at boða evangeliið til sanna frelsu.

Kom til rætta trúgv, góði, kom!
Nú er tíð uppá!

Um hasa toppasmælu “Jesus only” falslæruna

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×