Tað er gott at hava Guð á síni síðu, kenna Guðs Anda; vita, at tað er hann, man hevur við at gera: at hann berjist fyri ein


1

2

 11  Behold, all they that were incensed against thee shall be ashamed and confounded: they shall be as nothing; and they that strive with thee shall perish.
 12  Thou shalt seek them, and shalt not find them, even them that contended with thee: they that war against thee shall be as nothing, and as a thing of nought.
 13  For I the LORD thy God will hold thy right hand, saying unto thee, Fear not; I will help thee.
( Isaiah 41:11-13  KJB )

 11  Sí, allir teir, sum vóru uppøstir ímóti tær, skulu skammast og fjamskast: teir skulu verða sum einkið; og teir, sum stríðast við teg, skulu farast.
 12  Tú skalt søkja teir, og skalt ikki finna teir; enntá teir, sum stríddust við teg: teir, sum kríggjast ímóti tær, skulu verða sum einkið, og sum eitt ting av ongum virði.
  13  Tí at eg, HARRIN Guð tín, vil halda tína høgru hond, sigandi við teg, Óttast ikki; eg vil hjálpa tær.
( Esaiah 41:11-13  FKJ )

Jamen, Guð kann ikki vera við tær: tú ert jú einsamallur.  Hann MÁ vera við okkum, vit eru jú fleiri hundrað.
Humbukk!
Guð var við E-li´-jah ímóti 430 Ba´-al-s prophetum.
Guð var við Samson ímóti øllum Philistunum og Jødisku ræðuskítunum.
Guð var við Jeremiah ímóti øllum tí fráfalna Ísrael.
Guð var við Ezekieli ímóti øllum tí herdaða harkaliðinum.
Guð var við Lutheri ímóti øllum hasum avgudasomu catolikkunum.
Og allir hesir vunnu, tí at Guð vann við teimum.
Tað er einkið fyri hjá Guði at vinna við mongum, ella við einum.  Hatta mugu tit skilja.  Skilur man ikki hatta, er tað av tí at man ikki roknar við Guði, men við kjøti.
Eg rokni við Guði.

Mín Guð er stórur.
Tað er líkamikið, um eg eri stórur ella lítil. Eg hyggi ikki uppá meg:
eg hyggi uppá Guð hin tríeinda, Almáttuga, æviga.


Essensurin í einum Ba´-al-s propheti er, at hann boðar fólki, at Guð vil fremja teirra kjøtligu ynskir, og teir boða ikki ímóti synd av sonnum, ella at fólk eiga at venda um fult og heilt av sonnum.  Ba´-al-s propheturin setur mannin í miðdepilin, og setur Guð fram sum tænara mansinsBa´-al-s propheturin er ein smílandi humanissa við smørmjúkari rødd, vøkrum klæðum; hann setur likamið uppum andan.  Hann passar væl uppá at hava eina fasadu, sum altíð skal síggja plettfrí út útvortis, men innvortis er hansara hjarta svart og myrkt.  Man vildi trúð, hann var frá Guði, men hann er av djevlinum.

Ba´-al-s prophetar finnast í øllum meinigheitum í dag, tíverri.
Tí haldi eg meg uttanfyri meinigheitirnar.

Síggj SANNLEIKAN um hvørjir ið eru teir óndu og hvørjir ið eru teir góðu í landi Guðs Ísrael

Jødarnir sum heild eru ikki nøkur mordara beist.
Tað eru Hamas, hinvegin (og annars hvør ein muslimur, sum tekur sína Devul-givnu Koran í álvara).


Tváa tær nú heilan eftir alla media-dálkingina.

Stiftarin av Christnu trúnni GAV sítt lív í kærleika fyri sínar.
– Takið meg, – latið hesar fara.
Fylgjararnir av okkara stiftara GÓVU sítt lív fyri trúnna, sum teir boðaðu.
Fylgjararnir av okkara stiftara GEVA ENN sítt lív fyri trúnna, sum teir boða.
Eingin av hesum drap, ella drepur nakran.
(Rokna católsku krossferðirnar frá. Teir hvørki vóru ella eru frelstir).

Stiftarin av muslimsku trúnni DRAP í og fyri sína følsku trúgv.
Fylgjararnir av muslimsku følsku trúnni DRÓPU og DREPA enn fyri sína følsku trúgv.
Sigur tú, at teir drepa, so blíva teir svakir, og drepa teg fyri at siga tað.
Har er einkið annað enn dráp.
Teir eru SVAKIR, tí teir hava ikki Guð; teir hava Satan.

Nú varð liðugt at býta út

01) Gásadalur
02) Bøur
03) Sandavágur
04) Tjørnuvík
05) Saksun
06) Langasandur
07) Hósvík
08) Leynar
09) Skælingur
10) Kaldbak
11) Norðradalur
12) Argir
13) Kirkjubøur
14) Eiði
15) Ljósá
16) Svínáir
17) Norðskáli
18) Oyrarbakki
19) Selatrað
20) Morskranes
21) Kolbanagjógv
22) Strendur
23) Innan Glyvur
24) Skáli
25) Skálabotnur
26) Funningsfjørður
27) Gjógv
28) Elduvík
29) Oyndarfjørður
30) Hellurnar
31) Kambsdalur
32) Fuglafjørður
33) Leirvík
34) Norðragøta
35) Gøtugjógv
36) Syðrugøta
37) Undir Gøtueiði
38) Skipanes
39) Søldarfjørður
40) Lambareiði
41) Glyvrar
42) Saltangará
43) Saltnes
44) Toftir
45) Nes
46) Æðuvík
47) Rituvík
48) Viðareiði
49) Norðdepil
50) Hvannasund
51) Árnafjørður
52) Klaksvík
53) Runavík
54) Lamba
55) Haldórsvík
56) Skálavík
57) Dalur
58) Húsavík
59) Skarvanes
60) Sandur
61) Skopun
62) Streymnes
63) Hvalvík

64) Kunoy
65) Haraldssund
66) Ánir
67) Norðoyri
68) Tórshavn
69) Kollafjørður
70) Syðradalur
71) Vestmanna
72) Kvívík
73) Stykkið
74) Miðvágur
75) Velbastaður
76) Hoyvík
77) Sørvágur
78) Vatnsoyrar
79) Nólsoy (2/3)
80) Hvítanes
81) Sumba
82) Vágur
83) Akrar
84) Lopra
85) Hamrabyrgi
86) Porkeri
87) Hov
88) Fámjin
89) Øravík
90) Nes
91) Tvøroyri
92) Trongisvágur
93) Sandvík
94) Hvalba
95) Froðba

Takk til Oddur Berg, sum býtti út í Hoyvík;
og takk til Kristmund Steinkross, sum hjálpti til við teimum síðstu fýra bygdunum í Suðuroy.

Eg gerist mettur av King James Bíbliuni: tí at eg TRÚGVI og VEIT, at hon ER Guðs orð; og eg taki ímóti øllum orðunum harí sum teimum varðveittu, íblástu orðunum hjá Guði

Myndugleikin í KJB er altso í topp.  Í topp; ja, enntá ovast uppi; ja, eg trúgvi enntá, at Guðs orð, sum Guð hevur í himni, er ein King James.  Flenn so.  Eg flenni eisini eftir tær.


1

2

3

4

5

6

7

8

9

For ever, O Lord, thy word is settled in heaven.
( Psalm 119:89  KJB )

Settled merkir eisini “avgjørt”.  Guðs orð er avgjørt.  Har er einkið at koma afturumafturaftur um.  Tað er í himni, og tað er eisini á jørð.  Hann, ið vil grava í sandinum eftir tí, gravar sítt egna høvd niður í sandin; og tað kann eg bara flenna eftir.  Og teir, sum geva nýggjar versjónir av “bíblium” út annaðhvørt ár, hava longu høvdið í sandinum.  King James er Guðs orð, um ævir grundfest í himni og á jørð.  Tað er mín trúgv, og tú kanst hava tína vantrúgv fyri teg sjálvan.

King James Bíblian er ikki ein “versjón” av Guðs orði.  Tí sigi eg ongantíð King James Version, men bara King James Bíblian, tí at hon ER Bíblian, hin eina og sanna.

Apostulin Jóhannes og hinir apostlarnir trúðu og vitstu, at tað var álítandi, sum teir høvdu sæð og boðað:

Jóhannes sigur, at tað, sum hann hevði skrivað, varð skrivað fyri at vit kunnu trúgva:

 30 ¶ Og mong onnur tekin
sanniliga gjørdi Jesus í nærveruni
av lærusveinum sínum, sum
eru ikki skrivað í hesa bók:
 31  Men hesi eru skrivað, at tit
mega trúgva at Jesus er Christus,
Sonur Guðs; og at trúgvandi,
tit máttu hava lív gjøgnum navn
hansara.
( Jóh. 20:30-31 FKJ )

Í næsta kapitli siga lærusveinarnir, at teir vitstu, at tað, sum varð skrivað, var satt:

 24  Hesin er lærusveinurin sum
vitnar um hesar lutir, og skrivaði
hesar lutir: og vit vita at vitnisburður
hansara er sannur.
( Jóh. 21:24 FKJ )

Hinir, sum høvdu lisið tað, sum Jóhannes hevði skrivað, góvu altso sín vitnisburð um, at teir vitstu, at tað, sum Jóhannes hevði skrivað, var sannur vitnisburður.

Ja, okkara trúgv kann og eigur at koma fram har til, at vit vita, at tað, vit trúðu og trúgva, er satt.

Lívið hjá King James kongi I av Skotlandi og VI av Stóra Bretlandi: hann var pávin-dansi-meg eingin sodomittur. Hasa stinkandi lygnina kunnu tit stinga uppaftur í trykkventilin

James var lukkuliga giftur við Onnu prinsessu úr Danmørk; og tey áttu nýggju børn saman.

Verandi hin fyrsti protestantiski kongurin í Onglandi, hevði hann nógvar católskar mótstøðumenn. Tá ið menn ikki kunnu oyðileggja ein mann við sonnum próvroyndum, so grípa teir til lygnina.

25 ár eftir at hann var deyður, fann ein av hansara heitastu católsku mótstøðumonnum uppá ta lygn, at hann skuldi hava verið sodomittur. Hendan lygnin byrjaði so at spreiða seg, fullkomiliga uttan nakað prógv. Tað er altso aldeilis ósatt. Eiheldur var hann siðleysur; tí at vanligt var tá í tíðini, at kongar fingu játtað stórar upphæddir til at hava hjákonur runt umkring: men King James gjørdi ongantíð brúk av teirri siðvenjuni. Hann helt seg til sína egnu hústrú, og tey vóru gift í mong ár.

King James var so mikið hóttur eftir lívinum, at hann hevði fýra lívvørðir hjá sær alla tíðina. Fyri at verja kongin sum best, svóvu teir enntá í sama rúmi sum hann: men tað er ikki prógv um nakaðsumhelst. Handa ljóta ákæra hevur einkið prógv aftanfyri sær. James skrivaði mangar bøkur og tær vísa ein mann, sum kendi Jesus Christ og Guð Faðir, sum óttaðist hann, og sum elskaði og virdi hans orð sera hátt.

James elskaði Bíbliuna. Longu fyrsta árið, hann var kongur í Stóra Bretlandi, setti hann í gongd arbeiðið at týða Heilagu Bíbliuna, og skuldi tað gerast so væl sum yvirhøvur gjørligt, sum síðan hevur hon verið mest útgivna bók nakrantíð: King James Bíblian.

Evolutión er ein KÚBÝTT, KOLSVØRT LYGN: tað er IKKI vísind, men BARA ein avnoktan av Guði í sataniskum hatri av Guði og hans heilaga orði

Evolutións-teoriin er fullkomiliga KÚBÝTT.
Her hava tit øll sjón fyri søgn.
Flenn, meðan sekundina rulla ………. meðan tey næstan hugsa seg um; (men sannleikin er, at tey innsíggja, at tey hava trúð eini lygn)

Sjálvt ófrelstir vísindamenn skjóta seg sjálvar í fótin, og mugu viðganga, at har eru EINGI prógv yvirhøvur fyri darwinistisku teoriini:

Hesin fekk nakrar beinraknar spurningar frá eini gløggari gentu, sum skutu hol á alla hasa darwinistisku lygnina, vendi um frá lygnini til sannleikan: JESUS CHRIST:

21 Av tí at, tá ið teir kendu Guð, dýrðmettu teir hann ikki sum Guð, eiheldur vóru takksamir; men gjørdust fáfongdir í ímyndanum sínum, og fávitskuta hjarta teirra varð myrkjað.
22 Váttandi seg sjálvar at vera vísar, gjørdust teir dárar,
23 Og broyttu dýrd hins óforgongiliga Guðs yvir í eina mynd gjørd lík forgongiligum manni, og fuglum, og ferføttum djórum,
og skriðkyktum.
24 Hvørsvegna Guð eisini gav teir upp til óreinsku gjøgnum girndirnar av egnu hjørtum teirra, at vanæra síni egnu likam sín
ámillum:
( Róm. 1:21-24 FKJ )

The fool hath said in his heart, There is no God. They are corrupt, they have done abominable works, there is none that doeth good.
( Psalm 14:1 KJB )

Darwinistar eru BÝTTASTU fólk á klótini.
Og tað er ikki “útspilling”, men FAKTA.

Darwinistar, sum lúgva, at teir eru Christnir, eru størstu HYKLARAR á klótini.

So ikki trúgva tínum lívfrøðislærara, tá ið hann roynir at propa-ganda teg so til við sínum satanisku lygnum. Trúgv tú bara King James Bíbliuni. Guð hevur sagt tær so 100% satt.

Ein darwinistiskur skúlalærari er býttari enn tann ólærdasti næmingurin í flokkinum, sum trýr Guðs orði.

Soleiðis ljóðar falska trúarjáttanin hjá bíbliu-agnostikarum: “Eingin Bíblia er mín hægsti myndugleiki: Guð er”

Ein onnur snúin undanførsla er at siga, at man trýr uppá “ófeilbarlig upprunalig handrit”.  Men hvar er so Bíblian í dag?  Hvat nytta upprunalig handrit tær?  Altso, hatta er sum at trúgva uppá ævintýr.  Kanst tú ikki vísa á eina Bíbliu, sum tú TRÝRT og VEITST er Guðs orð í dag, uttan feil, fullkomiliga varðveitt?  Hvat nytta upprunalig handrit okkum, tá ið ikki eitt einasta av teimum finst í dag?  Hevur Guð ikki varðveitt sítt orð og síni orð?
Íðan, hvar er tað?
Eg veit!
Tað er King James Bíblian.

 6  The words of the Lord are pure words: as silver tried in a furnace of earth, purified seven times.
 7  Thou shalt keep them, O Lord, thou shalt preserve them from this generation for ever.
( Psalm 12:6-7  KJB )

Guð lovaði at varðveita orðini hjá sær um ævir. Jamen so hevur hann gjørt tað!
Hvar?
Ímillum ymsar útgávur av handritum?
Nei! Í eini ávísari BÓK, sum enntá er á heimsmáli endatíðarinnar.  Guð vildi nemmiliga, at palleba skuldi kunna lesa sítt orð; ikki at tað skuldi vera lokað inni ímillum vantrúgvandi, feil-inndoktrineraði, enntá ÓFRELST róthøvd.  Bókin er ikki á ókendum, útdeyðum málum, sum mugu gitast fram til, hvat orðini munnu merkja, ella tá týðast útfrá heidnum skriftum; nei, Guð gav okkum sína BÓK á heimsmáli endatíðarinnar: English.  SUM UM Guð hevði væntað, at vit øll skuldu dugað Grikskt og Hebraiskt fyri at kunna lesa hansara orð; ella tá at vit skuldu máað spurt ófrelst, agnostisk, Guðsspottilig tekst-kritikkara róthøvd á onkrum anti-christiligum jesuita-yvirtiknum skúla í onkrum langt síðan fráfalnum, Guðs-avnoktandi landi. Gev mær kraft!

Nei, Guð gav okkum sítt orð PERFEKT, FULLKOMIÐ í eini tíð, tá ið menn funnust, sum óttaðust hann, meðan menn dugdu Grikskt og Hebraiskt til fulnar, høvdu tey røttu handritini um hendi, undir frelstum, Skotskum, beinhørðum kongi.

Ja, tað eri EG, sum eri trúgvandi: BÍBLIU-trúgvandi.
Eg trúgvi á Bíbliuna, og eg havi HANA.
Eg havi KLETTIN.
Tit, sum ikki eingong hava eina endaliga, ófeilbarliga BÍBLIU, hava bara meiningarnar hjá knokk-forvirraðum lærdum, tykkara egnu meiningar, luft, og Egyptiskan sand.

Ja, Guðs varðveittu orð eru í King James Bíbliuni.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×