

… og tað haldi eg áfram at gera, tí eg kenni mín Guð í himni
Í seks ár av saltaðari prædikan, spottan av svikaprophetum, og hóskiligari navna-kalling av sleiskum orma-munnum (sum fólkið blint fylgir), hevur Jesus bara EINA ferð havt at mær og biðið meg rættað tað, og tá var eg komin til at siga okkurt, sum tað gekk upp fyri mær, kundi vera ósatt.
So at alt, sum liggur úti á kjv.fo, standi eg inni fyri inntil mín doyggjandi dag.
Um bispur, prestarnir, teir leiðandi, og fólkið alt venda um, so verður tað tó liggjandi úti sum søguligt tilfar til alla ókomna framtíð um tykkara skammiligu Ba´-al-s tilbiðjan og svíkjan av Guði og hans orði. Tað kann standa til skrekk og advarsel, – so segði danin.
My God is in heaven, and I worship him only; and if he ever gives me a wife, it will be one which has the spirit and heart to stand by my side, humbly calling me her lord, obeying her husband, even as Sarah unto Abraham (see. I. Peter. 3:1-7 KJB/FKJ). Until then God has not given me a wife, and I will walk alone in the Spirit and calling God gave me while you were still a child.
Thank you for listening.
Have a nice day.
Jóhannes Doyparin kallaði ónd fólk fyri avkom av eiturormum:
O avkom av eiturormum (ein eiturormur er ein djevul)
(Citat: Jóhannes Doyparin, sí Matth. 3:7)
Jesus kallaði ónd fólk fyri hundar:
Gevið ikki hundunum tað sum heilagt er
(Citat: Jesus, sí Matthæus 7:6)
Jesus kallaði ónd fólk fyri svín:
eiheldur kasti tit perlur tykkara fyri svín
(Citat: Jesus, sí Matthæus 7:6)
Jesus kallaði Heródes fyri ein rev:
Farið tit og sigið hasum revinum
(Citat: Jesus, sí Lukas 13:32)
Apostulin Paulus kallaði Elymas fyri eitt djevulsins barn beint upp í hansara andlit, meðan onnur hoyrdu
Títt djevulsins barn
(Citat: Paulus, Gern. Ap. 13:10)
(Paulus kallaði altso eitt fólk fyri eitt djevulsins barn, og skriftin sigur, at hann var fyltur av Heilaga Andanum, tá ið hann gjørdi tað!; les Gern Ap. 13:9!)
Apostulin Pætur bað Símun galdrara fara til helvitis saman við sínum pengum:
Peningur tín glatist við tær
(Citat: Pætur, Gern. Ap. 8:20)
Jesus segði við summar Jødar persónliga beint upp í teirra andlit, at teir vóru av faðir sínum djevlinum; og tað vóru teir:
Tit eru av faðir tykkara djevlinum
(Citat: Jesus, Jóh. 8:44)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri hyklarar, og tað alment úti ímillum onnur í templinum:
.. vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Citat: Jesus, Matth. 23:13)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri hyklarar, og tað alment úti ímillum onnur í templinum:
.. vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Citat: Jesus, Matth. 23:14)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri hyklarar, og tað alment úti ímillum onnur í templinum:
.. vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Citat: Jesus, Matth. 23:15)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri hyklarar, og tað alment úti ímillum onnur í templinum:
.. vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Citat: Jesus, Matth. 23:23)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri hyklarar, og tað alment úti ímillum onnur í templinum:
.. vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Citat: Jesus, Matth. 23:25)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri hyklarar, og tað alment úti ímillum onnur í templinum:
.. vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Citat: Jesus, Matth. 23:27)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri hyklarar, og tað alment úti ímillum onnur í templinum:
.. vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Citat: Jesus, Matth. 23:29)
Jesus kallaði Phariseararnar og øll teirra fólk tvíføld helvitis børn:
.. gera tit hann tvífalt meiri helvitis barnið enn tit sjálvir
(Citat: Jesus, Matth. 23:15)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri blindar vegleiðarar:
tykkara blindu vegleiðarar
(Citat: Jesus, Matth. 23:15)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri dárar (er tað ikki spott? Er tað ikki synd? Ikki sambært Matth. 5:22, tí Jesus gjørdi tað við grund og harafturat við røttum hjartalagi: fyri at ávara og bjarga teimum frá helviti):
Tykkara dárar
(Citat: Jesus, Matth. 23:17)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri blindar:
.. og blindu
(Citat: Jesus, Matth. 23:19)
Jesus kallaði Phariseararnar fyri blindar vegleiðarar:
Tykkara blindu vegleiðarar
(Citat: Jesus, Matth. 23:15)
Jesus segði við phariseararnar: Tín blindi Phariseari
Tín blindi Phariseari
(Citat: Jesus, Matth. 23:26)
Jesus sigur við teir hvat teir eru: høggormar, t.e. djevlar, fanar!!!
Tykkara høggormar
(Citat: Jesus, Matth. 23:26)
Jesus sigur við teir hvat teir eru: avkom av eiturormum, t.e. børn hjá Satan og illum andum
tykkara avkom av eiturormum
(Citat: Jesus, Matth. 23:26)
Hesi eru orð, sum tit ALDRI koma at hoyra út úr munninum á svikaprophetunum Jógvan Fríðrikssyni, Jógvan Zachariassen, og Meinhardi Svartalíð; men hetta og annað líkt hoyra tit út úr munninum á monnum, sum Guð eigur til anda, sálar, og likams, av sonnum.
Niðri í helviti fara glataðu sálirnar at skelda svikaprophetarnar (sum eisini vera har), og angra, at tey ikki lurtaðu eftir mær.
Og tað er bara sannheit.
Trupulleikin er, at fólk er so óvitandi í Guðs orði!
Fólk heldur, at vreiði er altíð synd.
Tað er tað ikki!
Jesus var sjálvandi vreiður, tá ið hann ruddaði templið, koppaði borðini og pískaði fólkið út haðani; tað kann man ikki gera sum ein hampiligur penga-babsi við mammon í hjartanum og masku til andlit; (sí Jóh. 2:13-17 FKJ).
Bara vreiði uttan grund er synd. (Sí Matth. 5:22 & Eph 4:26 KJB/FKJ)
Eg havi alla grund til at vera vreiður við allar Føroyar, tí at landið er alt fráfallið og 80-85% er á veg í helviti, (meðan tað enntá kallar seg kristið)!!
Vreiði við grund kallast rættvís vreiði;
og Guðs Andi kann virka vreiði, so sum hendi við Sauli í I. Sám. 11:6:
And the Spirit of God came upon Saul when he heard those tidings, and his anger was kindled greatly.
So ikki geva mær tykkara humanistiska, bíbliu-fremmanda nonsens!
.. og sum sagt, Guð hevur ongantíð enn átalað meg fyri rættvísa vreiði fyri tí rætta; og eg arbeiði bara fyri Guð, og bara undir Guði, onga meinigheit, eiheldur húsmeinigheit; ONGAN uttan Guð í himni og í mínum knústa, troytta hjarta (Esaiah 57:15).
So skeinið tykkum við tykkara hampiligheit, alt meðan Føroyar fara í helviti.
Eg veit hví fólk spæla hampilig: tí at tey óttast fólk, og ikki Guð, einkið annað.
Eg ætli mær at bjarga sálum, hesar 5 minuttirnar sum eru eftir, áðrenn Jesus kemur aftur!
34 ¶ Hvørsvegna, sí, eg sendi
tykkum prophetar, og vísmenn, og
skriftlærdar : og summar av teimum
skulu tit drepa og krossfesta ;
og summar av teimum skulu tit
húðfletta í synagogum tykkara, og
søkja at teimum frá staði til staðar :
(Matthæus 23:34 FKJ)
So sum støðan er í landinum í dag; tann, sum tosar um, at man skal spæla hampiligur og ikki siga for nógv, hann heldur við øllum lortinum.
Ikki eg.
Og halt teg VEKK frá mær, um tú ikki hevur nossir til at standa við mær.
Far so inn í grumsutu Kelduna, gev pengar, mussa uppeftir, og fylg Paula og Rick Warren inn undir anti-christ í Rom í tvørkirkjuligum bíbliufelagi við einum Baals-tilbiðjandi catholikka-snilli á odda.
Gev mær kraft!
Cry aloud, spare not, lift up thy voice like a trumpet, and shew my people their transgression, and the house of Jacob their sins.
( Isaiah 58:1 KJB)
Geyla hart, spar ikki, lyft upp tína rødd líka sum ein lúður, og sýn mínum fólki teirra brot, og Jákobs húsi teirra syndir.
(Esaiah 58:1 FKJ)
Les Esaiah 57:21, og síggj, at tað var Guð, sum tosaði víðari í kapitul 58.
Hart er at tæna Guði, og eg tæni honum einsamallur, um so má vera.
Trýrt tú ikki tí?
Vita so eftir.
2/3 av at prophetera eru harðir og negativir.
Prophetering er áminning, uggan og lærdómur. Bara uggan er beinleiðis bleytt. Áminning er beinhart og lærdómur gongur ímóti tí, sum fólk í sær sjálvum vil halda. Tí mást tú tosa ímóti fólki, og siga teimum teirra syndir.
Tað skal eingin siga mær, at Paulus og Silas stóðu sum nakrar geldar humanissir á onkrum gøtuhorni í Ephesus. Nei, teir prædikaðu við kraft, so at teir hoyrdust. Tí er tað at prædika bert fyri menn. Take it or leave it.
Prædikan í sínum upprunaliga formi er við geylandi rødd, mitt úti ímillum fólkið, so øll hoyra teg, – við lívinum sum innsats, brennandi neyð fyri fólkinum, og eldi inni í tíni sál.
Hesin maðurin her fer at halda áfram at rópa í oyðimørkini, og tann, sum ikki dámar tað, hann má so bara halda seg burtur; tí eg tæni altso Guði; við ella uttan vin, og við ella uttan kvennmann.
Tí hesin er hann sum varð talaður
um av prophetinum E-sai´-as-i,
sigandi, Røddin á einum rópandi
í oyðimørkini, Fyribúgvið tit
veg Harrans, gerið gøtur hansara
beinar.
(Matthæus 3:3 FKJ)
2)
Prosperity er ikki ein bíbilsk læra!
(Matth. 8:20 ; I. Tim. 6:5-11 FKJ)
3)
Jesus doyði ikki andaliga, bara likamliga; og fór so við Andanum og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu!
(Sí tey trý vitnini niðanfyri)
4)
Jesus gjørdist ikki ein demon, og leið undir Satan í helviti! Nei: Jesus leið frá Gethzemane til Golgatha, prædikaði í helviti, og kom sigrandi upp úr helviti.
5)
Jesus reis ikki upp í andanum (sum Dahl og Victor falslæra í I. Pætur. 3:18), men varð reistur av Andanum (KJB/FKJ); hann reis upp andi, sál, og likam, og fór upp inn í himin andi, sál, og likam, og kemur aftur andi, sál, og likam!
6)
Jesus er ikki ein eingitin ella einborin gudur, eiheldur ein gitin Guð (falslæra úr alexandriskum “bíbliu”-perversjónum av Jóh. 1:18), tí so fært tú TVEIR Guðar. Nei; Jesus er hin eingitni Sonurin (Jóh. 1:18 KJB/FKJ) og hann er Guð givin til kennar í kjøtinum (I. Tim. 3:16 KJB/FKJ); tí at tríeindin er EIN Guð, (ikki tríggir Guðar), men tað eru tríggir persónar í Guðhøvdinum (Godhead, t.e. tríeindini).
Undarligt at tey, sum læra 1 av omanfyristandandi 6, læra altíð 5 ella 6 av teimum (tað síðsta varierar viðhvørt hjá falslærarunum).
Hví tað er so?
– Tí at lærdómar av illum andum kunnu bara føra við sær enn fleiri lærdómar av illum andum.
Eg siti heldur heima við sannleikanum: sannleikans orði, og sannleikans Anda. Men kann gjarna koma og læra tykkum, um tit klára at sita still og lurta væl eftir í hálvan annan tíma.
Falslærararnir:
Nei!
Jesus leið fyri okkum í kjøtinum, tá ið hann leið og píndist úti á Golgatha.
Bíblian sigur EINKIÐ um, at hann leið fyri okkum í andanum í helviti.
Vitni 1:
12 Hvørsvegna Jesus eisini,
at hann mátti halga fólkið við
sínum egna blóði, leið uttanfyri
portrið.
13 Latum okkum fara fram tessvegna
til hansara útum leirin, berandi
vanvirðing hansara.
( Hebr. 13:12-13 FKJ )
Uttanfyri portrið: t.e. uttanfyri býarportur Jerusalems, t.e. úti á Golgatha. Har leið Jesus fyri okkum, og har halgaði hann okkum við sínum egna blóði.
Vitni 2:
EFTIRSUM tá at Christus
hevur liðið fyri okkum í kjøtinum,
vápnið tykkum á sama hátt
við hinum sama sinni : tí hann
sum hevur liðið í kjøtinum er hildin
uppat frá synd ;
( I. Pætur. 4:1 FKJ )
Vitni 3:
18 Tí Christus eisini hevur eina
ferð liðið fyri syndir, hin rættvísi
fyri hinar órættvísu, at hann mátti
føra okkum til Guðs, verðandi tikin
av lívi í kjøtinum, men livandigjørdur
av Andanum :
19 Við hvørjum eisini hann
fór og prædikaði fyri andunum í
fongsli ;
( I. Pætur. 3:18-19 FKJ )
Ert tú vorðin giftur, so er tað títt kall, sum tú ongan rætt hevur at rýma frá.
NÚ, Andin talar týðiliga, at
í hinum seinnu tíðum skulu
summir fara burt frá trúnni, gevandi
gætur eftir tølandi andum,
og Guðs-lærum av djevlum ;
2 Talandi lygnir í hykli ; havandi
samvitsku sína brennimerkta við
einum heitum jarni ;
3 Forbjóðandi at giftast, og bjóðandi
at fráhalda frá matum, sum
Guð hevur skapað at verða móttiknar
við takkarveitan av teim
sum trúgva og kenna sannleikan.
4 Tí hvør ein skapningur Guðs
er góður, og einkið at verða havnað,
um tað verði tikið ímóti við
takkarveitan :
5 Tí tað verður halgað við Guðs
orði og bøn.
( I. Tim. 4:1-5 FKJ )
At vera ógiftur er ikki fyri tey, sum ikki klára og kunnu tað
Men um tey kunnu ikki halda
sær, lat tey giftast : tí tað er betri at
giftast enn at brenna.
( I. Cor. 7:9 FKJ )
Paulus hevði rætt til at giftast, um hann vildi
Hava vit ikki mátt at leiða umkring
eina systur, eina ektakonu,
líka so væl sum aðrir apostlar, og
sum brøður Harrans, og Ce´-phas?
( I. Cor. 9:5 FKJ )
máttur = vald til, rætt til
Legg til merkis, at sjálv GRUNDIN fyri, at Guð skapti Evu, var at geva Adami eina hjálp.
Hví skuldi tað so verið rangt hjá honum at havt eina?
18 ¶ Og Harrin Guð segði,
Tað er ikki gott, at maðurin skuldi
verið einsamallur ; eg vil gera honum
eina hjálp – hóskilig til hansara.
( Genesis 2:18 FKJ )
TAÐ ERU 3 RÆTTVÍSAR GRUNDIR FYRI UPPAFTURGIFTU:
( Deuteronomy 24:1-4 KJB )
Tyndale varð útlogin, útsvertaður, og brendur; men hann – verandi deyður – talar enn:
Sum skrivað stendur:
32 Og hvat skal eg meira siga?
tí tíðin hevði svitast mær at sagt
frá um Ged´-e-on, og um Ba´-rak,
og um Samson, og um Jeph´-tha ;
um Dávid eisini, og Sámuel, og
um prophetarnar :
33 Hvørjir gjøgnum trúgv undirløgdu
kongadømir, virkaðu rættvísi,
lutaðust fyrijáttanir, byrgdu
munnar á leyvum,
34 Sløktu grimmleikan av eldi,
komust undan svørðeggini, út úr
veikleika vórðu gjørdir sterkir,
vuksu reystir í bardaga, vendu á
flótta herar hinna fremmandu.
35 Kvinnur móttóku sínar deyðu
reistar til lívs aftur : og aðrir vórðu
pínslaðir, ei takandi ímót útfrían ;
at teir máttu lutast eina betri uppreisn :
36 Og aðrir høvdu roynslu av
grimmum háðanum og húðflettingum,
ja, hartil av bondum og
fongslan :
37 Teir vórðu steinaðir, teir
vórðu sagaðir sundur, vórðu freistaðir,
vórðu vignir við svørðinum :
teir reikaðu um í seyðaskinnum
og geitaskinnum ; verandi neyðstaddir,
trongslaðir, pínslaðir ;
38 (Hvørjar heimurin var ikki
verdugur 🙂 teir reikaðu um í oyðimørkum,
og í fjøllum, og í hellum
og holum jarðarinnar.
39 Og hesir allir, havandi lutast
góðan vitnisburð gjøgnum trúgv,
móttóku ikki fyrijáttanina :
40 Guð havandi útvegað onkran
betri lut fyri okkum, at teir uttan
okkum skuldu ikki verða gjørdir
fullkomnir.
( Hebr. 11:32-40 FKJ )
P.S. Hetta var altso tikið úr trúarinnar kapitli, tit trúarrørslu fólk!
Tí fyri mær at liva er Christus,
og at doyggja er vinningur.
( Phil. 3:21 FKJ )
(Leggi hetta út aftur, – nú við upplesing)
2 Og Guð talaði við Móses, og segði við hann, Eg eri HARRIN:
3 Og eg birtist at Ábrahami, at Ísaaki, og at Jákobi, við navninum Guð Almáttugur, men við mínum navni JE-HO´-VAH varð eg ikki kendur fyri teimum.
( Exodus 6:2-3 FKJ )
Guðs navn יהוה stavast við Hebraisku bókstøvunum jod, heh, vav, og heh, og lesist frá høgru til vinstru og verður umskrivað til enskt sum JHVH (kallað tetragrammaton). Í KJV Gamla Testamentinum er tað týtt JEHOVAH sjey ferðir (og skrivað HARRI restina av ferðunum; sí New Age Bible Versions, s. 373-385). Hvør av bókstøvunum í Hebraisku stavrøðini teknar eina mynd. Bókstavirnir í Guðs navni lýsa fylgjandi:
J = jod = י
Tað lýsir eina “gevandi, útrættandi hond” (Marc-Alain Oauknin, Mysteries of the Alphabet, New York: Abbeville Press 1999, s. 207).
H = heh = ה
Tað umboðar eina girðing, líka sum himinin, ella ein gluggi (Mysteries, s. 191).
V = vav = ו
Tað ímyndar ein nagla (Mysteries, s. 168). Eitt “v” á Enskum er eitt piktogramm av tí kílaða endanum á einum nagla.
H = heh = ה
H’ið er endurtikið í endanum á navninum, av tí at “Jesus varð reistur” og “móttikin upp inn í himin” aftur (Markus 16:19).
Guð rætti sína hond י út úr gluggum himins ה, og vit stungu ein nagla ו inn í hana; havandi tikið okkara revsins fyri synd, vendi hann aftur til himins ה.
Jesu nagla-gataðu hendur vórðu fyrifram frásagdar okkum í Psálmi 22:16 og Esaiah 22:23-25. (Dr. Floyd Jones hevur enntá lagt upp til, at tittulin, sum stendur skrásettur í Jóhannes 19:19 kundi havt verðið skrivaður á Hebraiskum soleiðis, “JESUS AV NAZARETH OG KONGUR JØDANNA”, sum myndar eitt akrostikon av navninum JHVH, við tað at vav’ið stendur fyri “og” byrjar orðið fyri Kongur, melek (sí Hebraiska G.T. Genesis 14:8 fyri Hebraiska formin). Hetta kundi gjørt greitt hví jødarnir við tað sama bóðu Pilatus um at broyta tað til “hann segði, Eg eri Kongur Jødanna” (v. 21).
Jesus er ein umskriving av tí Hebraiska “Josjua”, sum merkir “JEHOVAH er frelsa”. Jesus Christus er vístur at vera J’ið, י, “armur HARRANS ” í Esaiah 53:1-12 og Esaiah 59:16, sum sigur, “tí bar hansara armur honum frelsu.” Esaiah 63:2-5 endurtekur hetta evni.
Jod’ið, י, er ein mynd av einum armi og eini hond, teknað í einum ørsmáum og tøttum formi. Professor Ouaknin sporaði jod’ið frá piktogrammunum av einum prísandi, upprøttum armi og hond, til útrættar armar, sum um á einum krossi, og til síðst, til ein arm og hond, sum rættir seg niður, líka sum bókstavurin j — sum rættir seg líka sum Jesus — at bjarga mannkyninum frá glatan (Mysteries, s. 200-207).
Í 19. øld, so hvørt sum vantrúgvandi Týskir kritikarar av Bíbliuni hamra
ðu eftir Guðs orði, royndu teir at endurmóta Guðs navn, JEHOVAH. Teir tríhildu um, at navn Ísraels Guðs skuldi úttalast Yahweh, tí fyri teimum var hann einkið meira enn ein gróðurkvistur av heidna guddóminum “Yaho”. Einkið kundi verið fjarri frá sannleikanum.
Jødarnir, sum sum heild ikki úttalaðu Guðs navn, høvdu brúkt, men góvust at brúka navnið JEHOVAH “øldir áðrenn ta Christnu tíðina” viðmerkir tann klassiska lærda útgávan av Encyclopedia Britannica. Hon váttar, at, “…tá ið man las tað, sum veruliga stóð í tekstinum, vildu teir óundankomiligani havt úttalað navnið Jehovah” (Encyclopædia Britannica, 11. útgáva (New York: Encyclopædia Britannica, Inc., 1910-11), bind 15, s. 311-314, undir Jehovah). Nýggja Schaff-Herzog Encyclopedia viðgongur, at í tí “eldru týðingararskipanini er Jehovah” úttalan. Hon sigur,
“Í tí Masoretiska tekstinum vildi tann vanligi formurin givið úttaluni Yehowah [úttalað Jehovah]” (Nýggja Schaff-Herzog Encyclopedia um Trúarliga Vitan (New York: Fund og Wagnalls, 1912), bind VI, p. 117, undir Jehovah; bind XII, s. 470, undir Yahweh).
Fyri túsundum av árum síðani, møguliga 3600 , varð navnið JEHOVAH givið av Guði til Móse. Tað sæst fyrst í Genesis 2:4 í tí Hebraiska Gamla Testamentinum og er týtt í Exodus 6:3 í KJV. Í tí lærdu bókini, A Dissertation Concerning the Antiquity of the Hebrew Language, Letters, Vowel-Points and Accents, skjalfestir John Gill (1697-1771), ein úrmælis gudfrøðingur og skrivari, brúkið av navninum JEHOVAH frá áðrenn 200 f.Chr. og upp gjøgnum øldir frumkirkjunnar og tað fylgjandi ártúsundið. Hebraiska Misjna loyvdi navnið sum eina heilsan (Berachoth, ix, 5); sambært Thamid, so kundu prestarnir av templinum brúka navnið, men tey í landinum kundu einans brúka Adonai (vii, 2); Maimonides segði, at navnið varð brúkt av prestunum í halgidóminum og á Sáttargerðar-deginum (Moreh Nebukim, I, 61, og “Yad chasaka”, xiv, 10). Sjálvt viðmerkjarar so sum Nicholas úr Lyra, Tostatus, Cajetan, og Bonfrere vardu úttaluna “JEHOVAH” sum móttikna av Mósesi á Hóreb fjalli. Navnið finst í skriftum eftir Raymund Martin í 1200 talinum og Porchetus í 1300 talinum. Theodore Beza, Galatinus, og Cajetan, millum mangra annara, brúka tað í 1500 talinum. Lærdir so sum Michaelis, Drach og Stier prógvaðu navnið sum upprunaligt. Spanska Bíblian frá 1602 brúkar navnið Iehova og gav eina langa verju av úttaluni Jehovah í fororði sínum. Í seytjandu øld varð úttalan JEHOVAH vandlætisligani vard av Fuller, Gataker, Leusden og øðrum, ímóti atfinningum…” (EB, s. 311-314). (Martin: Pugio Fidei, útg. París, 1651, pt. III, dist. Ii, cap. Iii, s. 448, og viðm. S. 745; Galatinus: “Areana Cathol. Veritatis,” I, Bari, 1516, a, s. 77; Porchetus: Drusius, “Tetragrammaton,” 8-10, í “Critici Sacri,” Amsterdam, 1698, I, p.ii, kol. 399-42; “De nomine divino,” ibid., 512-516; sí eisini s. 351 o.a.; Michaelis: “Supplementa ad Lexica Hebraica,” I, 1792, s. 54; Drach: “Harmonic entre l’Eglise et la Synagogue,” I, Paris, 1844, s. 350-53, viðm. 30, s. 512-16, 469-98; Stier: Lehrgebaude der Hebraische Sprache, 327.)
Genebrardus tykist at hava verið tann fyrsti at skjóta upp úttaluna Iahue [úttalað Yahweh], men tað varð ikki fyrr enn í 19. øld, at tað gjørdist sum heild móttikið” (EB, s. 311-314). Anti-Semitiskir Týskir frælslyndir, so sum Driver og Delitzsch, fegnir gripu um nýggju úttaluna, Yahweh. Teir og aðrir ófrelstir “hægri kritikarar” avnoktaðu, at Gamla Testamentið varð veruligani givið av Guði. Teir royndu at finna hvat teir kundu finna, fyri at dekka sína vantrúgv, hevdandi at Gamla Testamentið var skapanin av monnum, sum ættleiddu og tillagaðu søgur, orð, og nøvn frá trúgvunum og tungumálunum hjá grannum sínum. Hægru kritikararnir brúktu nýggju úttaluna, Yahweh, sum sokallað prógv fyri, at Guð Ísraels var einkið meira enn ein stammu-gudur, hvørs navn hevði ment seg frá heidnum gudum so sum Yaho, ella Ya-ve, tilbidnir av Babylóniarunum og Canaanitunum, – teir sum tóku Hebreararnar til fanga og vóru teirra grannar. Teir søgdu, Yahweh “merkti oyðari” (EB, s. 312). Týsku kritikararnir søgdu, “Yahweh er ikki eitt Hebraiskt navn;” ein slík úttala vildi prógvað, at Hebreararnir læntu tað (Eb, 310-314). Kritikarin Rudolf Kittel tvíheldur, at “yahu … leiðir ikki aftur til eina úttalu, sum er umboðað av Yehovah (ella Jehovah)” (Nýggja Schaff, bind XII, s. 470, undir Yahweh). Kritikararnir vitnaðu til forn skjøl, so sum “teir magisku tekstirnar”, Aramaisk papyrus, og Babylóniskar talvur, sum siga frá um heidnar gudar, nevndir Yaho, Yahu, ella Ya-ve. (Ákallar heimasíðan www.yahoo.com henda heidna gudin, meðan hon spottar Guð Ísraels?) Driver royndi at veita sítt prógv, ein Ethiopiskan lista av gandakendum nøvnum fyri Jesus, sum íroknaðu Yawe. Aðrir Bíbliu kritikarar, fúsir eftir at finna eina málsliga, heldur enn eina yvirnáttúrliga keldu fyri navn Ísraels Guðs, trilvaðu eftir tí “Canaanitiska tengiliðinum” og tí nýggju úttaluni. (Hesir kritikarar írokna: Von Bohlen (Genesis, 1835, s. Civ.), Von der Alm (Theol. Briefe, I, 1862, s. 524-527), Colenso (Pentateuch, V, 1865, s. 268-84), og Goldziher (Der Mythus bei den Hebräern, 1867, s. 327). (Sí eisini: Driver, Studia Biblica, I, 20; I, 5; Encyclopedia Britannica, 11. útgáva, 1910-11, bind 15, s. 311-314, undir Jehovah; Delitzsch, “Wo lag das Paradies,” 1881, s. 158-164; “Lesestücke,” 3. útg., 1885, s. 42, stavilsi A, teigur I, 13-16).
s. 413-417.
(Her kemur kanska meira).
(Nei, týskir Bíbliu-kritikarar hava hvørki givið okkum tann rætta tekstin, ella lært okkum Guðs navn, ella grundfest Guðs kirkju. Sannleikin kom við reformatiónini, fráfallið byrjaði við Griesbach, Josef Kittel, Rudolf Kittel, Westcott & Hort, Tischendorf, Eugene Nida, James White, og øllum hinum Alexandriu-skúla-skramblinum).
……………………………………………………………………………………..
Nota Bene
H’ið í endanum av JEHOVAH skal vera við, tí at tað er síðsti bókstavurin av JHVH.
Legg til merkis, at tað eru 7 bókstavir (Guðs fullkomna tal) í JEHOVAH, og at eitt sjálvljóð kemur ímillum hvørt av hjáljóðunum, just sum tað eru tríggir persónar, sum mynda JEHOVAH.
JE er fyrsta stavilsi í JE-SJUA (Jesus)
JE-HO´-VAH hevur trý stavilsir, eins og eisini JE-SJU´-A hevur trý stavilsir. (Jahwe hevur tvey!!!)
JE-HO´-VAH
JE-SJU´-A
JE er líka sum JE
HO svarar til SJU (O og U liggja sera nær)
VAH svarar til A
(VA og A eru næstan líka, H’ið er jú stumt)
Ergo: Tú hevur JESJUA í JEHOVAH!
Harafturat kemur JE-SJU´-A frá JE-HO´-SJU-A, sum merkir JE-HO´-VAH er frelsa. (JE-HO‘-VAH + SJU´-A)
Hvar kemur Jahwe frá?
Jú, hann skreið sær beint upp úr HELVITI og inn í góðtrúni, sovandi endatíðar-meinigheitina (sum stólar meiri uppá vísind og lærdar, ófrelstar devlar úr satans seminarium, enn uppá Guðs varðveitta orð, – og sum harafturat tveita tey rættvísu út úr meinigheitini ferð eftir ferð)!!!
JE-SJU´-A er JE-HO´-VAH
JE-HO´-VAH merkir og er EG ERI
Jesus er EG ERI:
Áður enn Ábraham varð, eg eri.
( Jóhannes 8:58b FKJ )
(Tað er ikki harvið sagt, at Jesus er Faðirin! Minst til, at tað eru tríggir persónar í tríeindini, men EIN Guð!)
(Meir um tríeindina >)
JEHOVAH er Guð!
– Jahwe er ein babylónskur devil, og kann skrubba sær av aftur niður til helvitis!
Far ikki niður við honum.
Jahwe koyrir sjálvljóðið e aftanfyri og uttanfyri navnið, tað hevur bara eitt h, tað tengist ikki yvirhøvur Jesjua (Jesusi). Tað er ein babylónskur devil, og til helvitis við honum!
JEHOVAH er symetriskt og reint, og hevur eitt sjálvljóð inni ímillum tey fýra hjáljóðini; tað hevur sjey bókstavir sum er Guðs egna tal; og tað tengist JE-HO´-SJU-A, JO´-SJU-A, JE´-SJU-A og JE-HO´-SJA-PHAT og øðrum líknandi bíbilskum nøvnum, sum sum øllum kunnugt hava Guðs navn í sær.
Harafturat er W ikki ein Hebraiskur bókstavur, eiheldur tað runda W (double U á enskum) ljóðið. Hebraiski bókstavurin eitur VAV og hevur altíð verið og er eitt klárt V (Ve) ljóð. Psálmur 119 lærir Hebraisku stavrøðina, (sum eisini stendur har í eini rættari King James Standard Text Standard Image Holy Bible frá Cambridge). Tá ið man so gongur út frá tí, so sigist Jahwe ikki sum tey gera í dag (“Jaue”), men Ja-ve, … sum jú er navnið hjá Babylóniska avgudinum uppá ein prikk.
Dagsins kontemporeru carismatisku meinigheitir eru starblindar á veg út í at tilbiðja djevlar, – um tær ikki langt síðani eru byrjaðar!.
Tey siga: Come on, maður, navið kann gera tað sama.
Hatta vísir hvussu kúbýtt tit eru. Er tað líkamikið um eg kalli teg Karl Martin, tá ið tú eitur Martin Sofus?
Nei!
Hoyrir og svarar Martin Sofus, tá ið eg rópi Karl Martin?
Nei!
Nei!
Nei!
Og so siga tit, at navnið er líkamikið!
Tykkara Guðsspottiligu óvitar, sum kalla JEHOVAH fyri Ja-ve.
Tit kunnu pent taka og venda tykkum um.
Wenden Sie um, bitte.
Ússaligt “trúgvandi” fólk, sum hvørki hevur Guðs orð, eiheldur Guðs navn; tað má eg siga!
Tá ið nú Jahwe er ein babyónskur avgudur, so kann Guð líkasovæl eita Allah.
Ætla tit kanska at fylgja Rick Warren og Bryan Houston og Paula-smílandi-starblindu-humanissu-Høj í bandalagi við Vaticanið út í Chrislam?
Fý!. Tykkum kann man ikki fylgja.
Siti tí heldur heima og fylgi Guðs orði.
FAR OG FÁ TÆR EITT HØVD, FAR!
– Ja, far og fá tær tvey.
Annars, so fjerna “Jehova vitnir” H’ið í endanum og geva navninum sostatt 6 stavir (ikki 7 sum í KJB), sum vitnisburð um teirra egna falskleika.
Eisini skrivar KJB Saviour við tí eldra, klassiska staviháttinum, sum er við 7 stavum. Allar tær nýggju “wannabe” “bíbliurnar” skriva Savior við 6 stavum, sum vitnisburð um teirra egna falskleika.
– Ja, Guð goymir ymisk tekin til teirra, sum hava eygu.
FAR OG FÁ TÆR EYGU, FAR!
– Ja, far og fá tær tvey.