Jesus & JEHOVAH, (Týtt úr bókini, In Awe of Thy Word, eftir Gail Riplinger, s. 413-417.)

(Leggi hetta út aftur, – nú við upplesing)

 2  Og Guð talaði við Móses, og segði við hann, Eg eri HARRIN:
 3  Og eg birtist at Ábrahami, at Ísaaki, og at Jákobi, við navninum Guð Almáttugur, men við mínum navni JE-HO´-VAH varð eg ikki kendur fyri teimum.
( Exodus 6:2-3  FKJ )

Guðs navn  יהוה stavast við Hebraisku bókstøvunum jod, heh, vav, og heh, og lesist frá høgru til vinstru og verður umskrivað til enskt sum JHVH (kallað tetragrammaton).  Í KJV Gamla Testamentinum er tað týtt JEHOVAH sjey ferðir (og skrivað HARRI restina av ferðunum; sí New Age Bible Versions, s. 373-385).  Hvør av bókstøvunum í Hebraisku stavrøðini teknar eina mynd.  Bókstavirnir í Guðs navni lýsa fylgjandi:

J = jod = י
Tað lýsir eina “gevandi, útrættandi hond” (Marc-Alain Oauknin, Mysteries of the Alphabet, New York: Abbeville Press 1999, s. 207).

H = heh = ה
Tað umboðar eina girðing, líka sum himinin, ella ein gluggi (Mysteries, s. 191).

V = vav = ו
Tað ímyndar ein nagla (Mysteries, s. 168).  Eitt “v” á Enskum er eitt piktogramm av tí kílaða endanum á einum nagla.

H = heh = ה
H’ið er endurtikið í endanum á navninum, av tí at “Jesus varð reistur” og “móttikin upp inn í himin” aftur (Markus 16:19).

Guð rætti sína hond י út úr gluggum himins ה, og vit stungu ein nagla ו inn í hana; havandi tikið okkara revsins fyri synd, vendi hann aftur til himins ה.

Jesu nagla-gataðu hendur vórðu fyrifram frásagdar okkum í Psálmi 22:16 og Esaiah 22:23-25.  (Dr. Floyd Jones hevur enntá lagt upp til, at tittulin, sum stendur skrásettur í Jóhannes 19:19 kundi havt verðið skrivaður á Hebraiskum soleiðis, “JESUS AV NAZARETH OG KONGUR JØDANNA”, sum myndar eitt akrostikon av navninum JHVH, við tað at vav’ið stendur fyri “og” byrjar orðið fyri Kongur, melek (sí Hebraiska G.T. Genesis 14:8 fyri Hebraiska formin).  Hetta kundi gjørt greitt hví jødarnir við tað sama bóðu Pilatus um at broyta tað til “hann segði, Eg eri Kongur Jødanna” (v. 21).

Jesus er ein umskriving av tí Hebraiska “Josjua”, sum merkir “JEHOVAH er frelsa”.  Jesus Christus er vístur at vera J’ið, י, “armur HARRANS ” í Esaiah 53:1-12 og Esaiah 59:16, sum sigur, “tí bar hansara armur honum frelsu.”  Esaiah 63:2-5 endurtekur hetta evni.

Jod’ið, י, er ein mynd av einum armi og eini hond, teknað í einum ørsmáum og tøttum formi.  Professor Ouaknin sporaði jod’ið frá piktogrammunum av einum prísandi, upprøttum armi og hond, til útrættar armar, sum um á einum krossi, og til síðst, til ein arm og hond, sum rættir seg niður, líka sum bókstavurin j — sum rættir seg líka sum Jesus — at bjarga mannkyninum frá glatan (Mysteries, s. 200-207).

Í 19. øld, so hvørt sum vantrúgvandi Týskir kritikarar av Bíbliuni hamra
ðu eftir Guðs orði, royndu teir at endurmóta Guðs navn, JEHOVAH.  Teir tríhildu um, at navn Ísraels Guðs skuldi úttalast Yahweh, tí fyri teimum var hann einkið meira enn ein gróðurkvistur av heidna guddóminum “Yaho”.  Einkið kundi verið fjarri frá sannleikanum.

Jødarnir, sum sum heild ikki úttalaðu Guðs navn, høvdu brúkt, men góvust at brúka navnið JEHOVAH “øldir áðrenn ta Christnu tíðina” viðmerkir tann klassiska lærda útgávan av Encyclopedia Britannica.  Hon váttar, at, “…tá ið man las tað, sum veruliga stóð í tekstinum, vildu teir óundankomiligani havt úttalað navnið Jehovah” (Encyclopædia Britannica, 11. útgáva (New York: Encyclopædia Britannica, Inc., 1910-11), bind 15, s. 311-314, undir Jehovah).  Nýggja Schaff-Herzog Encyclopedia viðgongur, at í tí “eldru týðingararskipanini er Jehovah” úttalan.  Hon sigur,

“Í tí Masoretiska tekstinum vildi tann vanligi formurin givið úttaluni Yehowah [úttalað Jehovah]” (Nýggja Schaff-Herzog Encyclopedia um Trúarliga Vitan (New York: Fund og Wagnalls, 1912), bind VI, p. 117, undir Jehovah; bind XII, s. 470, undir Yahweh).

Fyri túsundum av árum síðani, møguliga 3600 , varð navnið JEHOVAH givið av Guði til Móse.  Tað sæst fyrst í Genesis 2:4 í tí Hebraiska Gamla Testamentinum og er týtt í Exodus 6:3 í KJV.  Í tí lærdu bókini, A Dissertation Concerning the Antiquity of the Hebrew Language, Letters, Vowel-Points and Accents, skjalfestir John Gill (1697-1771), ein úrmælis gudfrøðingur og skrivari, brúkið av navninum JEHOVAH frá áðrenn 200 f.Chr. og upp gjøgnum øldir frumkirkjunnar og tað fylgjandi ártúsundið.  Hebraiska Misjna loyvdi navnið sum eina heilsan (Berachoth, ix, 5); sambært Thamid, so kundu prestarnir av templinum brúka navnið, men tey í landinum kundu einans brúka Adonai (vii, 2); Maimonides segði, at navnið varð brúkt av prestunum í halgidóminum og á Sáttargerðar-deginum (Moreh Nebukim, I, 61, og “Yad chasaka”, xiv, 10).  Sjálvt viðmerkjarar so sum Nicholas úr Lyra, Tostatus, Cajetan, og Bonfrere vardu úttaluna “JEHOVAH” sum móttikna av Mósesi á Hóreb fjalli.  Navnið finst í skriftum eftir Raymund Martin í 1200 talinum og Porchetus í 1300 talinum.  Theodore Beza, Galatinus, og Cajetan, millum mangra annara, brúka tað í 1500 talinum.  Lærdir so sum Michaelis, Drach og Stier prógvaðu navnið sum upprunaligt.  Spanska Bíblian frá 1602 brúkar navnið Iehova og gav eina langa verju av úttaluni Jehovah í fororði sínum.  Í seytjandu øld varð úttalan JEHOVAH vandlætisligani vard av Fuller, Gataker, Leusden og øðrum, ímóti atfinningum…” (EB, s. 311-314).  (Martin: Pugio Fidei, útg. París, 1651, pt. III, dist. Ii, cap. Iii, s. 448, og viðm. S. 745; Galatinus: “Areana Cathol. Veritatis,” I, Bari, 1516, a, s. 77; Porchetus: Drusius, “Tetragrammaton,” 8-10, í “Critici Sacri,” Amsterdam, 1698, I, p.ii, kol. 399-42; “De nomine divino,” ibid., 512-516; sí eisini s. 351 o.a.; Michaelis: “Supplementa ad Lexica Hebraica,” I, 1792, s. 54; Drach: “Harmonic entre l’Eglise et la Synagogue,” I, Paris, 1844, s. 350-53, viðm. 30, s. 512-16, 469-98; Stier: Lehrgebaude der Hebraische Sprache, 327.)

Genebrardus tykist at hava verið tann fyrsti at skjóta upp úttaluna Iahue [úttalað Yahweh], men tað varð ikki fyrr enn í 19. øld, at tað gjørdist sum heild móttikið” (EB, s. 311-314).  Anti-Semitiskir Týskir frælslyndir, so sum Driver og Delitzsch, fegnir gripu um nýggju úttaluna, Yahweh.  Teir og aðrir ófrelstir “hægri kritikarar” avnoktaðu, at Gamla Testamentið varð veruligani givið av Guði.  Teir royndu at finna hvat teir kundu finna, fyri at dekka sína vantrúgv, hevdandi at Gamla Testamentið var skapanin av monnum, sum ættleiddu og tillagaðu søgur, orð, og nøvn frá trúgvunum og tungumálunum hjá grannum sínum.  Hægru kritikararnir brúktu nýggju úttaluna, Yahweh, sum sokallað prógv fyri, at Guð Ísraels var einkið meira enn ein stammu-gudur, hvørs navn hevði ment seg frá heidnum gudum so sum Yaho, ella Ya-ve, tilbidnir av Babylóniarunum og Canaanitunum, – teir sum tóku Hebreararnar til fanga og vóru teirra grannar.  Teir søgdu, Yahweh “merkti oyðari”  (EB, s. 312).  Týsku kritikararnir søgdu, “Yahweh er ikki eitt Hebraiskt navn;” ein slík úttala vildi prógvað, at Hebreararnir læntu tað (Eb, 310-314).  Kritikarin Rudolf Kittel tvíheldur, at “yahu … leiðir ikki aftur til eina úttalu, sum er umboðað av Yehovah (ella Jehovah)” (Nýggja Schaff, bind XII, s. 470, undir Yahweh).  Kritikararnir vitnaðu til forn skjøl, so sum “teir magisku tekstirnar”, Aramaisk papyrus, og Babylóniskar talvur, sum siga frá um heidnar gudar, nevndir Yaho, Yahu, ella Ya-ve.  (Ákallar heimasíðan www.yahoo.com henda heidna gudin, meðan hon spottar Guð Ísraels?)  Driver royndi at veita sítt prógv, ein Ethiopiskan lista av gandakendum nøvnum fyri Jesus, sum íroknaðu Yawe.  Aðrir Bíbliu kritikarar, fúsir eftir at finna eina málsliga, heldur enn eina yvirnáttúrliga keldu fyri navn Ísraels Guðs, trilvaðu eftir tí “Canaanitiska tengiliðinum” og tí nýggju úttaluni.  (Hesir kritikarar írokna: Von Bohlen (Genesis, 1835, s. Civ.), Von der Alm (Theol. Briefe, I, 1862, s. 524-527), Colenso (Pentateuch, V, 1865, s. 268-84), og Goldziher (Der Mythus bei den Hebräern, 1867, s. 327).  (Sí eisini: Driver, Studia Biblica, I, 20; I, 5; Encyclopedia Britannica, 11. útgáva, 1910-11, bind 15, s. 311-314, undir Jehovah; Delitzsch, “Wo lag das Paradies,” 1881, s. 158-164; “Lesestücke,” 3. útg., 1885, s. 42, stavilsi A, teigur I, 13-16).

Týtt úr bókini, In Awe of Thy Word, eftir Gail Riplinger,

s. 413-417.
(Her kemur kanska meira).

(Nei, týskir Bíbliu-kritikarar hava hvørki givið okkum tann rætta tekstin, ella lært okkum Guðs navn, ella grundfest Guðs kirkju.  Sannleikin kom við reformatiónini, fráfallið byrjaði við Griesbach, Josef Kittel, Rudolf Kittel, Westcott & Hort, Tischendorf, Eugene Nida, James White, og øllum hinum Alexandriu-skúla-skramblinum).

……………………………………………………………………………………..

Nota Bene

H’ið í endanum av JEHOVAH skal vera við, tí at tað er síðsti bókstavurin av JHVH.

Legg til merkis, at tað eru 7 bókstavir (Guðs fullkomna tal)  í JEHOVAH, og at eitt sjálvljóð kemur ímillum hvørt av hjáljóðunum, just sum tað eru tríggir persónar, sum mynda JEHOVAH.

JE er fyrsta stavilsi í JE-SJUA (Jesus)
JE-HO´-VAH hevur trý stavilsir, eins og eisini JE-SJU´-A hevur trý stavilsir. (Jahwe hevur tvey!!!)


JE-HO´-VAH

JE-SJU´-A

JE er líka sum JE
HO svarar til SJU (O og U liggja sera nær)
VAH svarar til A
  (VA og A eru næstan líka, H’ið er jú stumt)

Ergo: Tú hevur JESJUA í JEHOVAH!

Harafturat kemur JE-SJU´-A frá JE-HO´-SJU-A, sum merkir JE-HO´-VAH er frelsa. (JE-HO‘-VAH + SJU´-A)

Hvar kemur Jahwe frá?
Jú, hann skreið sær beint upp úr HELVITI og inn í góðtrúni, sovandi endatíðar-meinigheitina (sum stólar meiri uppá vísind og lærdar, ófrelstar devlar úr satans seminarium, enn uppá Guðs varðveitta orð, – og sum harafturat tveita tey rættvísu út úr meinigheitini ferð eftir ferð)!!!


JE-SJU´-A er JE-HO´-VAH

JE-HO´-VAH merkir og er EG ERI
Jesus er EG ERI:
Áður enn Ábraham varð, eg eri.
( Jóhannes 8:58b  FKJ )

(Tað er ikki harvið sagt, at Jesus er Faðirin! Minst til, at tað eru tríggir persónar í tríeindini, men EIN Guð!)
(Meir um tríeindina >)


JEHOVAH er Guð!
– Jahwe er ein babylónskur devil, og kann skrubba sær av aftur niður til helvitis!
Far ikki niður við honum.

Jahwe koyrir sjálvljóðið e aftanfyri og uttanfyri navnið, tað hevur bara eitt h, tað tengist ikki yvirhøvur Jesjua (Jesusi). Tað er ein babylónskur devil, og til helvitis við honum!

JEHOVAH er symetriskt og reint, og hevur eitt sjálvljóð inni ímillum tey fýra hjáljóðini; tað hevur sjey bókstavir sum er Guðs egna tal; og tað tengist JE-HO´-SJU-A, JO´-SJU-A, JE´-SJU-A og JE-HO´-SJA-PHAT og øðrum líknandi bíbilskum nøvnum, sum sum øllum kunnugt hava Guðs navn í sær.

Harafturat er W ikki ein Hebraiskur bókstavur, eiheldur tað runda W (double U á enskum) ljóðið. Hebraiski bókstavurin eitur VAV og hevur altíð verið og er eitt klárt V (Ve) ljóð. Psálmur 119 lærir Hebraisku stavrøðina, (sum eisini stendur har í eini rættari King James Standard Text Standard Image Holy Bible frá Cambridge). Tá ið man so gongur út frá tí, so sigist Jahwe ikki sum tey gera í dag (“Jaue”), men Ja-ve, … sum jú er navnið hjá Babylóniska avgudinum uppá ein prikk.

Dagsins kontemporeru carismatisku meinigheitir eru starblindar á veg út í at tilbiðja djevlar, – um tær ikki langt síðani eru byrjaðar!.

Tey siga: Come on, maður, navið kann gera tað sama.
Hatta vísir hvussu kúbýtt tit eru. Er tað líkamikið um eg kalli teg Karl Martin, tá ið tú eitur Martin Sofus?
Nei!
Hoyrir og svarar Martin Sofus, tá ið eg rópi Karl Martin?
Nei!
Nei!
Nei!
Og so siga tit, at navnið er líkamikið!

Tykkara Guðsspottiligu óvitar, sum kalla JEHOVAH fyri Ja-ve.
Tit kunnu pent taka og venda tykkum um.
Wenden Sie um, bitte.

Ússaligt “trúgvandi” fólk, sum hvørki hevur Guðs orð, eiheldur Guðs navn; tað má eg siga!

Tá ið nú Jahwe er ein babyónskur avgudur, so kann Guð líkasovæl eita Allah.
Ætla tit kanska at fylgja Rick Warren og Bryan Houston og Paula-smílandi-starblindu-humanissu-Høj í bandalagi við Vaticanið út í Chrislam?
Fý!. Tykkum kann man ikki fylgja.
Siti tí heldur heima og fylgi Guðs orði.

FAR OG FÁ TÆR EITT HØVD, FAR!
– Ja, far og fá tær tvey.

Annars, so fjerna “Jehova vitnir” H’ið í endanum og geva navninum sostatt 6 stavir (ikki 7 sum í KJB), sum vitnisburð um teirra egna falskleika.
Eisini skrivar KJB Saviour við tí eldra, klassiska staviháttinum, sum er við 7 stavum. Allar tær nýggju “wannabe” “bíbliurnar” skriva Savior við 6 stavum, sum vitnisburð um teirra egna falskleika.

– Ja, Guð goymir ymisk tekin til teirra, sum hava eygu.

FAR OG FÁ TÆR EYGU, FAR!
– Ja, far og fá tær tvey.

Tá ið alt Ísrael verður frelst, verður tað enn meiri ríkidømi fyri heimin (í 1000 ára ríkinum); sum lív frá hinum deyðu

Segði, at eg ikki fór at gera innsløg, men tað er ringt at lata vera.  Hví skuldi man ikki gjørt sum mest, meðan dagur er?

 17  Is it not yet a very little while, and Lebanon shall be turned into a fruitful field, and the fruitful field shall be esteemed as a forest?
 18  And in that day shall the deaf hear the words of the book, and the eyes of the blind shall see out of obscurity, and out of darkness.
 19  The meek also shall increase their joy in the Lord, and the poor among men shall rejoice in the Holy One of Israel.
 20  For the terrible one is brought to nought, and the scorner is consumed, and all that watch for iniquity are cut off:
( Isaiah 29:17-19 KJB )

12 Nú, um fall teirra veri
ríkidømir heimsins, og minking
teirra ríkidømir Heidninganna ;
hvør mikið meira fylling teirra?
13 Tí eg tali til tykkara Heidninga,
so framt sum eg eri apostul
Heidninganna, eg seti hátt mítt
embæti:
14 Um við nøkrum háttalagi
eg mátti eggjað til ágrýtnis teir
sum eru kjøt mítt, og mátti frelst
summar av teim.
15 Tí um kastingin burtur av
teimum veri endursóning heimsins,
hvat skal móttakingin av
teimum verða, annað enn lív frá
hinum deyðu?

( Rom. 11:12-15 FKJ )

Alt Ísrael verður frelst, tá ið fylling Heidninganna er komin inn, t.e. tá ið náði-tíðin endar, og 1000 ára ríkið byrjar.

Jødanna frelsa kemur at virka størri signing og satt andaligt ríkidømi á jørðini, enn nakrantíð hevur verið áður: sum lív frá hinum deyðu.

 25  Tí eg vildi ikki, brøður, at
tit skuldu verið óvitandi um hetta
loyndarmál, at ikki tit skuldu verið
vísir í tykkara egnu metanum;
at blindleiki lutvíst er hendur fyri
Ísrael, inntil fyllingin av Heidningunum
er komin inn.
 26  Og so skal alt Ísrael verða
frelst
: sum tað stendur skrivað,
Út frá Si´-on skal Útfríarin koma,
og skal venda burtur ógudiligleika
frá Jácobi :
( Rom. 11:25-26 FKJ )

Universalisma er ikki kærleiki, men ein lygn, sum forbannar fólk í æviga glatan, meðan tey halda, at væl stendur til; sannleikin er, at hann, sum trýr ikki, skal vera heldømdur (Markus 16:16b FKJ)

Universalisma er handan deyðiliga falslæran, sum sigur, at øll verða frelst, at eingin fer í helviti.  Henda falslæra ger Guð til lygnara, og ger alla evangelisering meiningsleysa.  Universalisma ger í veruleikanum øll ófrelst.  Forbannað veri tann falslæra, og tvífalt forbannaður veri hvør tann, sum lærir hana (sí Gal. 1:8-9 FKJ), prestur sum leikmaður, sleiskur sum hálur, falskur sum ófrelstur.  Vend um og TRÚGV GUÐS ORÐI EINANS, og tað er KJB/FKJ.

Hvat tú so gert, far IKKI og les “Guðfrøði”.  Les Guðs orð alt títt lív, og vitna og prædika alt hvat tú kanst fyri hvørjumsumhelst, hvarsumhelst, nærsumhelst.  Tín kroppur er tín prædikustólur, sum tú bert við tær allastaðni, hvar tú so fer.  Bíblian er tín arbeiðsbók – Heilagi Andin títt prestaprógv.

Jesus segði ikki, at vit skuldu fara sjey ár á skúla, og so fara út at prædika; nei, ert tú frelstur, fyltur við Halga Andanum, so far út við gleðiboðskapinum, júst sum apostlarnir og Stephanus og Philippus, av hvørjum EINGIN hevði gudfrøðiligan lærdóm, uttan Paulus, og hann roknar tað, sum hann var, áðrenn hann varð frelstur, fyri SKARN, (sí Phil. 3:8 FKJ).

Far tú tí ikki og uppsøk skarn.

Les King James, ensku og føroysku, og lat Satan eiga sítt skarn á sínum teologi-seminarium, og skeina sær við sínum alexandrisku páva-bíblium!

 18 ¶ Hann ið trýr á hann verður
ikki fordømdur : men hann sum
trýr ikki er fordømdur longu, av
tí at hann hevur ikki trúð á navn
hins eingitna Sonar Guðs.
( Jóh. 3:18 FKJ )

Hann sum trýr og verður
doyptur, skal vera frelstur ; men
hann sum trýr ikki skal vera
heldømdur.
( Markus 16:16 FKJ )

 13 ¶ Gangið tit inn um hitt
tronga portrið : tí vítt er portrið,
og breiður er vegurin, sum leiðir
til undirgangs, og mong tað veri
sum ganga inn um tað :
 14  Av tí at trongt er portrið, og
mjáur er vegurin, sum leiðir til lívs,
og fá tað veri sum finna hann.
( Matth. 7:13-14 FKJ )

Cyprian og Gregorius frá Nazianzus endurgeva I. Jóh. 5:7 sum skrift eina heila øld áðrenn Vaticanus, Alexandrinus, og Sinaiticus vórðu skrivað

1
2
3

4
5

Grundin fyri, at Alexandrinus, Sinaiticus, og Vaticanus eru tey elstu, heilu handrini, vit hava í dag av N.T., er eina okk aleina tann, at tey vóru korrupt og vórðu ongantíð brúkt av kirkjuni. Tey vórðu goymd á onkrari hill í 1700 ár, inntil Satan fann sær Westcott & Hort til at støva tey av fyri seg, og geva fráfalnu, starblindu, endatíðar kirkjuni tey. Tey vórðu skrivað á vellum t.e. djóraskinn, og tí hava tey ikki slitist upp. Tey sonnu Christnu skrivaðu síni handrit á papyrus, sum er at líkna við avís-pappír, og sum sleitst upp eftir stuttari tíð við nógvum brúki. Men tey sonnu, frelstu Christnu hava skrivað tey reinu handrini av orð-fyri-orð, uttan at broyta nakað, tað kanst tú líka stóla uppá!

Eg dríti á Alexandrinus, Sinaiticus, og Vaticanus sum Satans luxus, vellum WC pappír, og líti fult og fast á, at Guð hevur varðveitt síni orð í reinum kopium, ikki bara í Byzantium, men eisini millum Waldensararnar, í gomlu Itala Bíbliuni, í Sýrisku Pisjita Bíbliuni, í Gothisku Bíbliuni eftir Ulfilas frá um ár 300, í Slaviskum Bíblium, í Georgiskum Bíblium, og í tí gomlu Latínsku Bíbliuni frá um ár 150. Størsta fleirtalið av hesum hava Comma Johannum í, allar øldirnar uppeftir inntiltil dagin í dag.

Tað, at mong handrit hjá Greksk Orthodoxu kirkjuni mangla Comma Johannum hevur eina logiska frágreiðing: Constantin setti ein Ariskan biskop í Constantinopel, og teir sótu við valdið har í rúma øld, og teir vóru fíggindar av tríeindini og Jesu Christi guddómleika; tí hava teir sáað lygnir um Comma Johannum, at tað skal hava verið óekta, og varð tí útilatið í handritunum, sum vórðu skrivað í triðju / fjórðu øld. Men so síggja vit aftur handrit við Comma Johannum í marguni. Hví? Tí at menn hava skrivað tað har, tí at nú var tað vorðið ljóst, at tað er ein partur av hini heilagu skrift. Gregorius vardi Guðs orð ímóti Ariarunum, og rættaði upp aftur Bíbliuna og harvið ta sonnu Guðslæruna.
Takk, Guð, fyri Gregorius.

Hvørjumegin stendur tú?
Saman við Ariarunum, gnostikarunum, alexandrianarunum (James White & Co), ella saman við hini heilagu skrift, Gregoriusi, Heilaga Andanum og mær?
(Ja, hatta tori eg at skriva, tí eg veit altso hvørjumegin eg standi!)

Hetta er tikið úr grein hjá Will Kinney (síggja alla greinina >)

The treatices of Cyprian
Ante-Nicene vol. 5 page 423.
The Lord says: ”I and the Father are one;” “(4) and again IT IS WRITTEN OF THE FATHER, AND OF THE SON, AND OF THE HOLY SPIRIT, “AND THESE THREE ARE ONE.”(5).

The Cyprian quote is simply irrefutable. Cyprian did cite 1 John 5:7, contrary to James White and Dan Wallace’s argument to the contrary.

Here is just a partial list of those who contended for the authenticity of this verse
Cyprian – 250 AD, Athanasius 350 A.D., Priscillian -385 AD, Jerome 420 AD, Fulgentius (late 5th century), Cassiodorus, Isidore of Seville, Jaqub of Edessa, Thomas Aquinas, John Wycliffe, Desiderus Erasmus, Stephanus, Lopez de Zuniga, John Calvin, Theodore Beza, Cipriano de Valera, John Owen, Francis Turretin, John Wesley, John Gill, Matthew Henry, Andrew Fuller
, Thomas F. Middleton, Luis Gaussen, Frederick Nolan, Robert L. Dabney, Thomas Strouse, Floyd Jones, Peter Ruckman, George Ricker Berry, Edward F. Hills, David Otis Fuller, Thomas Holland, Michael Maynard and Donald A. Waite.

Er Jesus tín perla av miklum virði, tín skattur, sum tú seldi alt annað fyri, fyri at keypa, ( – ella seldi tú Jesus fyri alt hitt? og í hykli vilt brúka Jesus til at vinna tær heimin?)

 45 ¶ Aftur, kongadømi himins
er líkt einum keypmanni, sóknandi
eftir vøkrum perlum:
 46  Hvør, tá ið hann hevði
funnið eina perlu av miklum
virði, fór og seldi alt sum hann
hevði, og keypti hana
.
( Matthæus 13:45-46 FKJ )

Eg trúgvi, Harrin gevur okkum tað, vit hava brúk fyri, í røttum tíma; men inni í myndini er eisini, at hann gevur okkum frælsi til at velja og handla sjálv. Hann ger ikki tingini fyri okkum. Hann hevur ikki gjørt okkum sum robottar, ella ætlað okkum at vera trælir.

Men sjálvsøkin bøn verður eisini sjáldan svarað, um nakrantíð.

Jákob sigur soleiðis í almenna brævi sínum, fjórða kapitli:

HVAÐANFRÁ koma orrustur
og bardagar tykkara millum?
koma tey ikki haðan, enntá
frá girndum tykkara sum kríggjast
í limum tykkara?
 2  Tit girnast, og hava ikki : tit
drepa, og tráa at hava, og kunnu
ikki lutast : tit berjast og kríggjast,
tó hava tit ikki, av tí at tit biðja
ikki um.
 3  Tit biðja um, og móttaka ikki, av
tí at tit órætt biðja um, at tit mega
upptæra tað uppá girndir tykkara
.
 4  Tykkara horkallar og horinnur,
vita tit ikki at vinskapur heimsins
er fíggindskapur hjá Guði?
hvørsumhelst tessvegna ið vil vera
vinur heimsins er fíggindi Guðs.
( Jákob 4:1-4 FKJ )

Sí vers 3: Tit biðja um, og móttaka ikki, av tí at tit órætt biðja um, at tit mega upptæra tað uppá girndir tykkara.

Trúgvi Harrin svarar ikki materialistiskum, sjálvsóknum bønum. Guð gevur okkum dagligt breyð, klædnað uppá kroppin, og okkurt at búgva í, og fyri tað eiga vit at vera glað og takksom.  Gev okkum í dag okkara dagliga breyð, biðja vit í Faðir Vár.

Eisini lesa vit hesi avsvirrandi orð Guðs í I. Tim. 6:

 5  Rangvørgir orðadráttir av
monnum av spiltum hugum, og
eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi
at vinningur er gudiligleiki :
frá slíkum hav teg undan.
 6  Men gudiligleiki við nøgdsemi
er mikil vinningur
.
 7  Tí vit førdu einkið inn í henda
heim, og tað er víst vit kunnu bera
einkið út.
 8  Og havandi mat og klæði latum
okkum vera nøgdir harvið
.
 9  Men teir sum vilja verða ríkir
falla inn í freisting og snerru,
og inn í mangar fávitskutar og
skaðiligar girndir, hvørjar søkkja
menn í oyðilegging og glatan.
 10  Tí peninga-alskurin er rót
als ils
: sum meðan summir girnaðust
eftir, teir eru farnir skeivir frá
trúnni
, og hava gatað seg sjálvar
ígjøgnum við mongum sorgum.

Ja, henda samtíð er ógudilig.  Hon hevur vent sær frá hinum livandi Guði til mammon.

Í veruleikanum eiga vit ikki RÆTT til egið hús, konu og bilar og hvat veit eg.  Tað er ein gáva.  Eg eigi hvørki hús, ella konu.  Eg leigi eina pinkulítla smáttu.  Konurnar eru rýmdar, bæði tann fyrra og tann seinna.  Men eg eri ovurríkur: eg eigi Jesus!  Eg eigi / havi nærveru Halga Andans!  Tað er satt og ævigt ríkidømi.

Jamen, lovar Guð okkum ikki, at um vit søkja kongadømi Guðs og rættvísi hans, so skulu allir hinir lutir verða lagdir afturat okkum?
Jú, men hitt umframt meinast ikki við yvirflóð, men tað, sum vit dagliga hava brúk fyri.
Íðan, manglar tær nakað?
Eg má siga, at eg havi mat, klædnað, og hús at búgva í.  Men eg EIGI so gott sum einkið.
Men hví skal eg endiliga EIGA nakað?
Hví skuldi eg klagað?

Eisini eigur man at lesa stykkið alt í síni heild.  Tað ljóðar soleiðis:

 31  Tessvegna stúrið einkið, sigandi,
Hvat skulu vit eta? ella,
Hvat skulu vit drekka? ella, Við
hvørjum skulu vit verða klødd?
 32  (Tí eftir øllum hesum lutum
søkja Heidningarnir 🙂 tí himinski
Faðir tykkara veit at tit hava tørv
á øllum hesum lutum
.
 33  Men søkið tit fyrst kongadømi
Guðs, og rættvísi hans; og
allir hesir lutir skulu verða lagdir
afturat tykkum.
( Matthæus 6:31-33)

Heidnir menn tráa heimin!
Christnir menn tráa Christ og himin.

Teir lutir, Harrin lovar at leggja afturat okkum, eru ikki eitt ríkmanshús, tríggir bilar, kampingvogn, og ein stuttleikabát; nei, hann lovar tær dagligt breyð og okkurt uppá kroppin.
(Ríkmanshúsið fært tú í himni, sí Jóh 14:2 í FKJ)

So takk Guð fyri bakaran og Blákrossbúðina! (Har fært tú buksir fyri 30,-)

Vit eiga ikki at klaga, men heldur at takka, tí at Guð hevur so sanniliga givið og gevur okkum so ríviligani av síni rundhondaðu hond; ja, enntá so ovurhondsliga mikið, men vær megum vinna oss eygu til tess at sjá tað, og elska Guðs orð, sum á Føroyskum er Føroyska King James.  Far tessvegna og setst og les bókina úr permu í permu, við Harrans signing, opinbering, og hans Halgu Ond.

Guðs BÓK rokni eg líka dýrabæra sum Jesus sjálvan, og andskræmiligu avlagingarnar av tí líka andstyggiligar sum Satan sjálvan.  Hvar eru tygum staddur við atliti til tess?  Hmm?

Hann, sum frammanundan hevur nokk til lívsins uppihald og neyðugu tarvir lívsins, og sum í navninum av kristindómi brúkar alla sína trá, alla sína biðjing, allan sín alv til bert at økja um sína yvirflóð, meðan hann vanrøkir tey, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin, og ger einkið við neyð hinna fátøku, man hann fara at fáa meir enn tað, hann her á jørð fekk skavað sær saman?  Man nøkur løn bíða honum í himni?

Lat Guðs orð geva tær sítt svar:

 11  Tí annan grundvøll kann
eingin maður leggja enn ið er
lagdur, sum er Jesus Christus.
 12  Nú, um nakar maður byggi
uppá henda grundvøll gull, silvur,
dýrabærar steinar, træ, hoyggj,
hálm;
 13  Hvørs mans verk skal verða
gjørt eyðsýnt : tí dagurin skal klárleggja
tað, av tí at hann skal verða
opinberaður við eldi; og eldurin
skal royna hvørs mans verk av
hvørjum slagi tað er
.
 14  Um verk nakars mans verði
verandi sum hann hevur bygt haruppá, hann skal móttaka eitt
endurgjald.
 15  Um verk nakars mans skal
verða brent, hann skal líða tap:
men sjálvur hann skal verða
frelstur; tó sum við eldi.
( I. Cor. 3:11-15 FKJ )

Svar: Bygdi ein uppá grundvøllin gull, silvur, dýrabærar steinar, træ, hoyggj, hálm, so skal verk hansara verða brent upp; men er hann frelstur, so kemur hann til himins, men løn hansara verður uppbrend.

Hvat slag er títt verk?  Tað er, Hvat er títt hjartans motiv?  Tænir tú Guði, ella tær sjálvum?  Ver nú erligur. 

Harrin signi teg til at velja seg, hina dýrabæru perlu, fyri hvør hann er, ikki fyri hvat hann kann geva tær, – og siga takk fyri klædnað, skjól, og dagligt breyð!

Sjúrður.

Mark Hunter sá ljósið, kom til sínar sansir, og sær nú, at King James Bíblian er tann eina og sanna

.. hann bardist við at lesa skramblið, og var um at sálast. So keypti hann KJB og las hana ígjøgnum uppá 48 dagar við gleði og lætta!!!! (júst sum eg, og mong, mong onnur)
Nei, vit eru ikki klikkað. Vit eru ikki ein “sekt”.
Hini eru sektin: tann Alexandriska sektin. Teirra hægsti myndugleiki er “doctor so and so”. Okkara hægsti og einasti myndugleiki er Guðs orð: KJB.

Ja, sektin er fjøldin, tey sonnu Bíbliu-trúgvandi eru ein leivd. Men leivdin fer at bera ávøkst í Guðs tíma, trúgvi eg.
Come on! Størsta “kirkja” í heimi, católska skøkjan, er størsta sekt í heimi.

Fjøld definerar ikki sannleika.
Mangir vóru svikaprophetarnir á døgum E-li´-ah; Guðs sanni prophetur var bert ein. Sannleikin definerar sannleikan. Fjøldin er einkið at fara eftir. Fjøldin er altíð heiðin og býtt; fjøldin gongur á breiða vegi í glatan, og skoytir ikki Guði ein tanka; og fjøldin av Christna fólkinum hugsar ikki nakaðsumhelst, men vil bara undirhaldast og kitlast.

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×