


FKJ húsmøti 29. Apríl 2023
Dømir um orð í Bíbliuni, við alt-avgerandi røttum týdningi
1) Himinin (ikki himnarnar)
Gen. 1:1
2) Sál (ikki skepna)
Gen. 2:7 / I. Cor. 15:45
3) Salving (ikki ovurfiti)
Es. 10:27 / Luk. 4:18
4) Lucifer (ikki morgunstjørnan)
Es. 14:12 / Opb. 2:28; 22:16; Job 38:7
5) Andi Harrans (ikki andablástur Harrans)
Es. 59:19
6) rødd (ikki fleyr)
I. Kong. 19:12 / Hás. 2:14)
7) Sonur Guðs (ikki gudasonur)
Dán. 3:25
8) ferðast til og frá … kunnleiki verða øktur (propheti um síðstu tíð)
Dán. 12:4
9) Éingitni (ikki einborni)
Jóh. 3:16
10) Prophetunum (ikki Jesaja profeti)
Mark. 1:2 / Mál. 3:1 & Es. 40:3
11) Guð (ikki hann)
I. Tim. 3:16

Griðstaðið Golgatha
…….
Síggj, trúgv á, og statt í, Jesu Christi fullgjørda verki og ofri fyri tína synd, og sigri yvir fúrstadømir og máttir, á Golgatha krossi, bæði nú og altíð, og tú ert fríur nú og altíð; og Sátan kann ikki nerta teg.

Grundin fyri, hví summi trúgvandi verða plágaði av illum andum, er ein onnur, enn tey flestu halda

Bíbliunnar egna Christologi krevur (og lærir), at Jesus varð livandigjørdur av Andanum, (ikki í andanum, ella í anda, ella í Andanum)

Viktor og Dahl skriva báðir “í andanum” í I. Pætur 3:18
Eg síggi minst tríggjar stórar trupulleikar við tí:
1: “í andanum” stendur í mun til “í holdinum”, sum stendur beint áðrenn, … “hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum”. Reint grammatiskt, og reint faktuelt, so stendur har, at hvat Jesu deyða viðvíkur, so var tað holdið, sum doyði, og hvat hansara uppreisn viðvíkur, so var tað andin, sum reis upp. Tí lærir sjálvur teksturin hjá teimum, við sínum lítla a, at hann gongur í hamferð. Jesus var eisini sannur maður, og sum maður, so mátti hann væl saktans hava lívsanda, hansara menniskjaanda. Við lítlum a, so var tað lívsandin, sum varð gjørdur livandi, og holdið varð ikki reist upp. Viktor ger altso mun á andi og Andin, men ikki her. Man kann siga, at andi meinar Andin, men tað hevði ikki hildið stikk í eini rættskikkaðari, rættvísari rættarsøk.
2: Tað, sum verður gjørt livandi, má sjálvandi doyggja fyrst. Tí lærir teksturin hjá Viktor og Dahl, at Jesus doyði andaliga (JDS). (gjørdur livandi í andanum, í mun til holdið sum stendur beint áðrenn).
3: Sjálvt um har stóð: “gjørdur livandi í Andanum”, so hevur tað ikki nakran “tvilling” í skriftini, sum eg dugi at síggja, men hevði staðið (og stendur) aleina, sum ein dunkul, mystisk, gnostisk læra. Altso, hvat skuldi tað merkt, at Jesus varð gjørdur livandi “í Andanum”? Er hann ikki annar persónurin í tríeindini, Guð komin í kjøti, og tí gyldigur og livandi í sínum egna persóni eisini? Livir hann “í Andanum”? Varð hann livandigjørdur “í Andanum”? Er tað ein bíbilsk læra annars? Nei. JDS falslærararnir heinta í dag sína falslæru úr øllum bíblium yngri enn 1881 (pluss Duay Rheims, 1610), sum allar siga í andanum/Andanum. Ortodoksa og eyðsæð rætta læran er, at hann varð livandigjørdur av Andanum, sum eisini protestantisku bíbliurnar allar læra. Men fyrsta katólska “bíblian”, Duay Rheims frá 1610, sigur: “but enlivened in the spirit”. So har gevur gnostiski, fremmandi andin seg sjálvan longu til kennar. Dahl og Viktor hava ikki fylgt protestantiska streyminum, men bíbliu-kritiska streyminum, sum kom við Westcott og Hort, sum var ein endurlívgan av alexandriska tekstinum, sum Guðs Andi ikki hevur signað, eiheldur fer at gera, tí at tað er ikki rætti teksturin, – ikki bara í I. Pætur 3:18, men eiheldur sum heild.
Eg elski, fylgi, trúgvi, og brúki Ensku reformatións Bíbliuna, og Føroysku týðingina av henni. Harí býr rættur, ortodoksur kristindómur, sum eg veit, at bæði Pætur og Paulus høvdu játtað fyri og sagt, at hetta er rætti teksturin, tí at Guðs orð sigur longu klárt, í Rómverjabrævinum 8:11, at tað var Andi Faðirsins, sum reisti Jesus frá teimum deyðu. Soleiðis lænir rætti teksturin ikki trúvirði til gnostiskar, heldømiligar ranglærur. Altso eigur I. Pætur 3:18 sín tvilling í sonnu Bíbliuni. Dahl og Viktor eiga sínar tvillingar: Origen, Clement, Philo, Westcott, Hort, og pávan. Vit kunnu gott koyra Hagen og Copeland í har eisini. 10 tvillingar. Ikki hoyrt so skapt!.
Eg veit av, av bæði Hagen og Copeland “brúktu” King James Bíbliuna, men teir vóru ikki King James Bíbliu trúgvandi, – viftaðu bert við henni fyri at tilræna myndugleika, og “rættaðu” hana við so við alexandriskum bíblium, so sum Amplified Bible og NASB (katólsk) og eisini lexikonum, tí endaðu teir har, sum teir endaðu. Men teir vóru trúgvir sínum falska teksti. Í Føroyum hava JDS falslærararnir sínar tvær bíbliur, sum siga júst tað, teir læra, enntá á linjuni, bókstav fyri bókstav, grammatiskt og logiskt, at Jesus varð livandigjørdur í andanum – og mátti tískil fyrst doyggja andaliga. Nalvastrongurin hjá Viktor og Dahl gongur altso niður til Vaticanið, og so víðari niður til djevulsins Alexandriu, høvuðssæti gnostikaranna í fyrstu og aðru øld. Hyklaríið hevur nátt hægstu hæddir, tá ið man so í dag situr við eini gnostiskari bíbliu, men roynir at rætta hana í huganum til eina Antiokiska Heilaga Bíbliu, men teksturin sjálvur heilt greitt lærir JDS falslæruna.
Hvussu desperatir kunnu menn vera? Hetta kann einkið annað kallast enn “Jesuitiskt dupulttos”.
Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum!
(Matth. 23:13)
Sjúrður.

Guðslæran er avbera týdningarmikil
…….
1) Lat ikki eitt undur villleiða teg
Devt. 13:1-5
2) Guðslæru-vindar
Eph. 4:14
Hebr. 13:9
3) Guðslærur av monnum
Matth. 15:9 & 16:12
Col. 2:22
4) Guðslæra Christs
Luk. 4:32
II. Jóh. v.9
Heb. 6:1
5) Guðslæra ápostlanna
Gern.Áp. 2:42
6) Guðslæra Harrans
Gern.Áp. 13:12
7) Guðslæran, okkum varð fingin
Róm. 6:17
8) Ein “onnur” Guðslæra
I. Tim. 1:3
9) Hin heilnæma Guðslæran
I. Tim. 1:10 & 4:6
10) Guðslærur av djevlum (eg leyp um hetta; orsaka meg!)
I. Tim. 4:1
11) Hin frelsandi Guðslæran
I. Tim. 4:13-16
Matth. 16:12
12) Elstar eiga at strevast í orðinum og Guðslæruni
I. Tim. 5:17
13) Rætta Guðslæran samsvarar við gudiligleika
I. Tim. 6:3
14) Vit fáa okkara Guðslæru úr skriftini
II. Tim. 3:16
15) Guðslæran er at írættaseta, harta, og formana við
II. Tim. 4:2
16) Guðslæran, sum ikki verður úthildin í síðstu tíð núverandi
II. Tim. 4:3
17) Góð, greið Guðslæra kann sannføra andmælararnar
Tit. 1:9
18) Óspilta Guðslæran
Tit. 2:7
19) Góður levnaður prýðir Guðslæru Guðs
Tit. 2:10 & 5
20) Guðslæran um hvønn ein lut Guðs orðs
Heb 6:2
Gern.Áp. 20:27
21) Guðslæran eigur at skilja
II. Jóh. v.10
22) Jesus hevur okkurt ímóti teimum, ið hýsa og tola falslæru
Opb. 2:14-15
23) Jesus sparir tey, sum skýggja falslærur (og tí eisini falslærarar, smb. II. Jóh. v.9)
Opb. 2:24
24) Summar falslærur eru heldømiligar
II. Pæt. 2:1-3

Snøklar um, at Jesus doyði ikki andaliga
Mynd: Jesus prædikar fyri andunum í varðveitslu í paradísi.

Ephesus 4:9 prógvar, at Jesus fór niður í lægru partar jarðarinnar fyrst, og at har var tí paradís
… favnur Ábrahams, har tey heilagu í G.T. vóru í varðveitslu, í fongsli, men Jesus tók fangaskap til fanga og tók tey við sær, tá ið hann reis upp, og tey fóru við honum tá til himins.

FKJ húsmøti, 1. Apríl 2023
GUÐS FAMILJU OG ROLLUMYNSTUR
• Maður og kona í hjúnabandinum
• Maður og kona í kirkju Guðs
• Maður og kona í samfelagnum
1) Myndugleikin í heiminum
Genesis 3:16
I. Corinth 11:3
I. Timotheus 2:11—15
2) Maður, kona, og børn
Ephesus 5:21—33
Colosse 3:18—21
3) Maður, kona, og Guð
I. Pætur 3:1—7
4) Stjórnan av landi og býi
Esaiah 3:12
Orðtøkini 31:23
5) Maður og kona í kirkju Guðs
I. Corinth 14:34—38 (yvirhøvur)
I. Timotheus 2:11—15 (yvirhøvur)
I. Timotheus 3:1—7 & Titus 1:7—8 (biskopar/umsjónarmenn)
I. Timotheus 3:8—13 (deknar/kirkjutænarar)
Titus 1:5—6 (elstar/elstaráðið)
6) Hvør er forsyrgjari?
Genesis 2:16
I. Timotheus 5:8
7) Hvør er við hús, passar hús, og tekur sær av børnunum?
Titus 2:1—5
8) Hvør ger mat?
Genesis 18:1—8
(Guðs orð setur Sáruh fram sum fyrimynd fyri N.T. konunum í I. Pætur 3:1-7, so tí er hetta enn teirra pláss.)
9) Hvør stjórnar heiminum?
I. Timotheus 3:12
10) Hvør leiðir húsið (dagligi raksturin)?
I. Timotheus 5:14