Tá ið menn í hykli látast tæna Guði, men tæna Satan: kallandi gott fyri ilt, og ilt fyri gott, tá lýpur tokið av skinnaranum: tá koyri eg rally fyri rest – aldeilis uttan prest

Woe unto them that call evil good, and good evil; that put darkness for light, and light for darkness; that put bitter for sweet, and sweet for bitter!
( Isaiah 5:20  KJB )

At vælsigna synd, sum Guð sjálvur sigur vera syndir, sum gerararnir av ikki arva kongadømi himins (sí I. Cor. 6:9 FKJ), er ikki góðska, rættvísi, heilagleiki, eiheldur eingong mannakærleiki. Tað er hykl! Og tað forbannar alla strípuna til helvitis, svikaprophetin við.

Eitt er, at túsundavís av fólki ganga kravgongur í høvuðsstaði landsins um, at R-holið ímóti øllum skrivaðum og óskrivaðum lógum og vanligum skili nú skal tvingast til at verða kallað eitt kynsorgan, og at landsins kavrotnu, Guðs-fíggindarligu, frímúrara-vavstraðu, mann-sleikjandi, penga-grísku myndugleikar vilja fyri stemmurnar skyld blástempla lortið: men nakað heilt annað er, tá ið menn, sum standa fram í Jesu Christi navni, geva júst somu boð í skyn; ja, enntá frá allar ovastu rók í tí, man kallar kristindómur í Føroyum í dag.

Tá blívi eg altso heitur um bollan!
Tá lýpur tokið av skinnaranum hjá mær, og eg fari at koyra villasta rally; fari at tosa so sum eg annars ongantíð geri. Og eg kenni tað púra rætt at gera so. Havi onga skomm av tí yvirhøvur! Ikki eingong ringa samvitsku av nøøøøkrum.
Tí at hetta eigur víst sítt Guð-givna fyridømi í Skriftini tvørturígjøgn, – úr permu í permu!

Eg veit væl av, at Guðs orð sigur hjá Titusi, at vit skulu ongan mann skulu tala ilt um (Titus 3:2 FKJ), men tað skal altso skiljast sum tá ið tokið koyrir friðarliga á sínum vanliga skinnara, so sum fyri einum 20 árum síðan her í Føroyum; men tá ið støðan er sum hon er vorðin í dag, tá lýpur mítt tok upp úr tí vanliga skinnaranum og fer at koyra rally úti á víðavangi. Kenni tað als ikki rætt at standa so hampiligur har úti á síðulinjuni, harka sum ein blombaður babsi, og kroysta okkurt klænt upp úr mær, sum eingin hoyrir; nei, sum støðan er vorðin í dag, kenni eg tað soleiðis, at tað einasta rætta er at tosa hart, klárt, og týðiligt, ja, enntá nevna svikaprophetarnar og lortenda-úlvarnar í seyðaskinni við navni, so sum Paulus og Jóhannes gjørdu í I. Tim. 1:20; II. Tim. 2:17; II. Tim. 4:14; III. Jóh. v.9.

Ja, úlvar í seyðaskinni eru LORT-ENDAR. Tað er hvat teir eru. Hevur tú ein trupulleika við, at eg sigi tað, so hevur tú ein hjarta-trupulleika; ikki eg. Tí at tað tori eg at doyggja og fara til himmals og standa frammi fyri Guðs trónu og siga, at teir eru. Guð er so eingin hyklari líka sum tit, hann hevði víst sagt, at tað er tíverri púra rætt.

Ja, eg havi enntá farið longri enn so. Saman við E-li´-jah, E-li´-sjah, Samson, Ne-he-mi´-ah, Jesusi Christi sjálvum, Paulusi, og Pæturi, havi eg skeldað, spottað, írættasett, formanað; ja, enntá forbannað teir og givið teir upp til Satan til oyðileggingina av kjøtinum (sí I. Cor. 5:3-5 FKJ). Ja, eg fýri ikki fyri alment at biðja Guð í himni geva teimum somu viðferð sum hann gav Cora og samlagi hans úti í oyðuni, tá ið jørðin opnaði sín munn og svølgdi teir upp, og teir fóru niður livandi inn í helviti; ella ta viðferð, sum Guð gjøgnum munnin á apostlinum Pæturi gav Ananiasi og Sapphiru, tá ið tey duttu niður deyð og vórðu av teimum ungu monnunum borin út deyð og jarðað.

(Sí: Nummur 26:10 ; II. Kong. 1:11-12 ; II. Kong. 2:24 ; Dóm. 14:19 ; Nehemiah 13:23-26 ; Gern. Ap. 13:10 ; Gern. Ap. 8:20 ; Jóh. 8:44 ; Matthæus kapitul 23 allan kapitulin ; Gern. Ap. 5:1-11 FKJ).

Legg til merkis, at hetta biði eg ikki fyri syndarunum, sum Satan hevur blindað, og sum bispur og hansara svikaprophetar standa og klappa á ryggin og forsvara í teirra syndum. Nei, verri enn syndararnir eru svikaprophetarnir, sum lata syndaran halda, at væl stendur til, – hann skal bara møta upp í hasum húsinum, teir kalla kirkja, knela frammanfyri Ba´-al-s prestinum, opna munnin, og eta og drekka sín frelsara niður í sín búk, fáa Ba´-al-s prestsins hond á sítt høvur, signa seg, og fara út aftur og halda áfram í sínum syndum óræddur úti á breiða dómsins vegi, sum førir í glatan (Matth. 7:13-17 FKJ). Sært tú, tá ið hetta eru boðini, sum fara út frá hægstu rók í tí, man kallar kirkja og kristindómur í Føroyum í dag, so spæli eg altso IKKI fittur og hampiligur longur; nei, tá er tað komin tíð til at seta seg niður og gera sær ein koyril úr smáum strongum og fleingja heila pakkið so til (Jóh. 2:13-17 FKJ), kalla teir við nøkrum av teimum sterkastu, mest saltaðu lýsingarorðunum, sum til eru (Matth. kap. 23), forbanna teir høgt og heilagt uttan at blunka við (Neh. 13:23-26), umframt at siga ferð eftir ferð hvat Guðs orð klárt sigur vera synd, hvat tað sigur vera syndir sum loka ein úttanfyri kongadømi Guðs (sí I. Cor. 6:9 FKJ), og hvat ein má gera fyri at verða frelstur (Gern. Ap. 16:30-31).

So nú skilur tú, hví eg havi ikki verið hampiligur eftir 2012; árið, sum løgmaður og borgarstjóri høvuðsstaðarins alment stóðu og vælsignaðu lortasex, og tykkara bispur helt hol.
Sína hampiligheit kann tykkara bispur stinga djúpt í sína lortfullu prumpu.
Hann er ein mammons-tilbiðjandi, geld humanissa, við báðum beinum plantaðum í Sodomu, hann stendur fult og aldeilis uttanfyri kongadømi Guðs, hann er eitt Satans barn, hvørki meir ella minni. Tað mást tú bara taka tær av!.
Segði enntá, at eg skuldi verðið dømdur fyri at hava talað beintframligani at sodomitta-prestinum Jeze-Mette-Bel, og heldur harvið við Sodomu-syndini so fult og ótvítýðugt, at sjálvt eitt barn kann síggja tað!

Má Guð lata svørðið falla omanyvir hasa fólkakirkjuna, og klúgva hana í tvent, geva Djevlinum hansara part, og má Guð so reinsa sær hitt.
Og tað má altso fyrst niður í karið og vaksa allan handan stinkandi sodomu-lortin av sær!

At verið eitt við svikaprophetar uppá nakransumhelst hátt hevði verið mær ein óbøtilig skemd, sum skjótt hevði dálkað mín búna, – tikið burtur mín mátt.

Eg skal bara møta Guði hvønn morgun. Hann uppfyllir allan mín tørv, hvørja poru í mínum kroppi.
So behalt tína vaflu og tín sjatt og annars alt annað politiskt-korrekt pjatt. Eg havi langt síðandi fingið fnatt uppum bæði oyru av tykkara steindeyða hykli og lótum.

Takk, Guð, fyri Samson og Dávid og allar hinar Guðs menn.
Far tú, mín klæni ungi vinur, og ver ein rættur Samson.
Guð skal nokk geva tær kjøt uppá beinini.

Ver sterkur í Guði: Ikki í tær sjálvum. (sí Jer. 17:5&7 ; Eph. 6:10-17)

Og lat Guð vera tín lærari, ikki maður. (sí I. Cor. 2:11-13 ; og I. Jóh. 2:20&27 FKJ)

Og stíg ikki tín fót inn í eina “kirkju”. (uttan til brúdleyp og jarðarferðir, – um tú hægst noyðist. Og innheinta forsømdan svøvn, meðan tú ert har). Tey frrrelstu eru kirkja Jesu Christs!!!! (“kirkju-bygningar” eru Ba´-al-s tempul, fyri størsta part).

Tá ið tú hyggur niður, – hygg í tína Bíbil FKJ,
Tá ið tú hyggur beint, – síggj sálir, sum mugu verða frelstar,
Tá ið tú hyggur upp, – hygg eftir Jesusi, sum nú fer at koma aftur hvørja stund.

Ja, nú hevur tað skund!

Má Harrin signa síni frelstu, og tey, sum av sonnum ynska og søkja at verða frelst. Má Guð opinbera teimum Golgata og fullgjørda verk Jesu Christs á krossinum, geva teimum náði til umvendingar, geva teimum frelsandi trúgv, og geva teimum sín Halga Anda.
Og eg, Sjúrður Højgaard, forbanni svikaprophetarnar enn eina ferð, høgt og heilagt, í navni várs Harra og Frelsara Jesu CHrists. Má Guð drrrepa teir, og tveita teir eirindaleyst niður í heita helviti. Ikki um tíggju ár, men í ár.
(Sigur tú hetta vera óbíbilskt, so tak og les II. Pætur 2:1-3 FKJ. Eg kenni Guðs orð. Eg verði ikki syftur av falslótum manna, ella av falslærum úr Djevulsins ES og økumeniska heimskirkjuráði.)

Finst so eingin miskunn fyri bisp, hansara svikaprophetar Svartalíð, Jeze-Mette-Bel, Theodorius, Marjun Beck osv, løgmann, og borgarstjóran í Havn?
Sjálvandi finst miskunn fyri teir; men ikki har, sum teir eru staddir nú. Null!! Tað er so púra sikkurt. Teir mugu viðganga sína synd, venda um av sonnum í sínum hjarta, fara út á Golgatha og vaska sær, og alment siga tað øvugta av tí, teir higartil hava sagt. So verða teir til Guðs børn, sum koma við mær og øðrum frelstum til himins. Sum nú er, er støðan hin stikk øvugta: teir eru so dundrandi Djevulsins børn – ganga tíggju. Guð náðar ikki óumvendar syndarar, meðan teir áframhaldandi liva í síni synd óendurføddir. Heldur tú tað, so ert tú aldeilis ólærdur í Bíbliuni og harafturat starblindur. Guðs børn venda syndini og heiminum bakið, og liva í ljósinum, sum gerarar av Guðs orði, elskarar av Guðs lóg, sum teimum er skrivað í hjarta.

The wicked shall be turned into hell, and all the nations that forget God.
( Psalm 9:17 KJB )

Guð er góður, siga tey: Guð er kærleiki.
Ja; men tú mást vita, hvat sonn góðska og sannur kærleiki er, tí at tað falska er eisini til.

Jú, Guð er góður; men hansara góðska má eisini javnvigast við, at hann er rættvísur og heilagur.
Hann letur ikki synd fara óuppgjørda aftur við borðinum. Onkur má taka revsingina fyri hana, annaðhvørt Jesus á Golgatha krossi, – ella tú, um tú ikki ert í honum (sí II. Cor. 5:17 FKJ).
Er eitt menniskja ikki í Christi, so hongur øll tess synd yvir tí, og tað fer sjálvt at gjalda fyri hana í ævigari glatan í helviti (sí Jóh. 3:17-18 & 36 FKJ).

Sært tú: at vælsigna synd, sum Guð sjálvur sigur vera syndir, sum gerararnir av ikki arva kongadømi himins, er ikki góðska, rættvísi, heilagleiki, ella mannakærleiki. Tað er hykl! Og tað forbannar alla strípuna til helvitis, svikaprophetin íroknaðan. Tað mást tú skilja.

Ein dómari, sum bara segði seg vera góðan, men einkið hirdi um rættvísi, hevði ikki verið góður yvirhøvur, tí at hann hevði latið brotsmenn sloppið órevsaðar. Ein góður dómari vera rættvísur. Tí er sonn góðska samkoplað við rættvísi og heilagleika. Guð er meir enn ein síða av honum. Tú mást síggja hann allan; og hava Andans ljós til at skilja rætt ímillum hvat er av ljósinum, og hvat er av myrkrinum. Alt er ikki ein stórur, gráur massi. Guð skilur sundur ljósið frá myrkrinum (Genesis 1:4), og biður okkum trúgvandi koma út frá ímillum hinna vondu (II. Cor. 6:14-18 FKJ)

Má Harrin salva tíni eygu til tess. (sí Opb. 3:18)

Hoyr annars: SJEY TING, SUM GUÐ ER >

Á Jeremiah døgum boðaðu teir følsku prophetarnir eisini óumvendum fólki framgongd, náði, og frið; men Guð segði nakað annað við Jeremiah


1

2

3


Søkið tær gomlu gøturnar

Thus saith the Lord, Stand ye in the ways, and see, and ask for the old paths, where is the good way, and walk therein, and ye shall find rest for your souls. But they said, We will not walk therein.
( Jeremiah 6:16 KJB )

Religión uttan Guð hallar sær at einum húsi, men kennir ikki Guð

3 Thus saith the Lord of hosts, the God of Israel, Amend your ways and your doings, and I will cause you to dwell in this place.
4 Trust ye not in lying words, saying, The temple of the Lord, The temple of the Lord, The temple of the Lord, are these.
( Jeremiah 7:3-4 KJB )

Guð bølbiður teir, sum líta á menn, og ikki á Guð

Thus saith the Lord; Cursed be the man that trusteth in man, and maketh flesh his arm, and whose heart departeth from the LORD.
( Jeremiah 17:5 KJB )

Guð vælsignar teir, sum líta og vóna á Guð

Blessed is the man that trusteth in the Lord, and whose hope the LORD is.
( Jeremiah 17:7 KJB )

Fólkið hevur gloymt HARRAN: kelduna við livandi vatni, og skulu verða til skammar

O LORD, the hope of Israel, all that forsake thee shall be ashamed, and they that depart from me shall be written in the earth, because they have forsaken the LORD, the fountain of living waters.
( Jeremiah 17:13 KJB )

Sannir prophetar Guðs føra søk við fólkið um at venda frá sínum illa vegi, og vilja volda fólkinum at hoyra Guðs orð og venda aftur til HARRANS

21 I have not sent these prophets, yet they ran: I have not spoken to them, yet they prophesied.
22 But if they had stood in my counsel, and had caused my people to hear my words, then they should have turned them from their evil way, and from the evil of their doings.
( Jeremiah 23:21-22 KJB )

Samstundis sum Jesus Christus kom ikki til at døma heimin, men at frelsa heimin ..

Tí Guð sendi ikki Son sín inn í heimin at fordøma heimin; men at heimurin gjøgnum hann mátti verðið frelstur.
( Jóhannes 3:17 FKJ )

.. So er tað soleiðis, at tey, sum ikki taka ímóti Jesusi Christi, verða verandi undir Guðs vreiði, – altso ófrelst. Vit mugu fata hesa sundurskiljing

18 ¶ Hann ið trýr á hann verður ikki fordømdur: men hann sum trýr ikki er fordømdur longu, av tí at hann hevur ikki trúð á navn hins eingitna Sonar Guðs.
( Jóhannes 3:18 FKJ )

Niðurstøða:

Jesus Christus doyði fyri allan heimin, men Guðs náði og frelsa, sum Jesus Christus vann okkum øllum, kemur bara teimum til góðar, sum trúgva á og fylgja Harranum Jesusi Christi.
Jamen hini vrakaðu hann jú!

Teir sonnu prophetarnar kallar fólkið altíð svakar og heltiknar: meðan tað fegið tolir teir følsku, sum bert vilja boða teimum frið, frið, og tímiliga framgongd: til dómurin rakar tey

For they have healed the hurt of the daughter of my people slightly, saying, Peace, peace; when there is no peace.
( Jeremiah 8:11  KJB )

Ja, Jesus kemur skjótt.
VEND UM Í DAG!
Kom við til himins sum ein rakett.

 13  Hvør er ein vísur maður og
yvirklæddur við kunnleika tykkara
millum? lat hann sýna út frá
eini góðari atferð verk síni við
vísdóms spakføri.
 14  Men um tit havi beiska
øvund og stríð í hjørtum tykkara,
rósist ikki, og ljúgvið ikki ímóti
sannleikanum.
 15  Hesin vísdómur stígur ikki
niður omanfrá, men er jarðiskur,
sansaligur, djevlaligur.
 16  Tí hvar misunning og stríð er,
har er ørkymlan og hvørt ilt verk.
 17  Men hin vísdómur sum er
omanfrá er fyrst reinur, síðan
friðsamur, mildur, og nemmur at
verða bønaður, fullur av miskunn
og góðum fruktum, uttan partísksemi,
og uttan hyklarí.
 18  Og ávøkstur rættvísis verður
sáaður í friði av teimum sum
fáa frið í lag.
( Jákob 3:13-18  FKJ )

Væl muldir mál molar burturúr sáldaðum hveiti, sum ei gerast modnir, so framt teir eru molar úr Guðs orði, sum livir og verður um ævir (sí I. Pætur. 1:23 FKJ)


At látast; (seg býr málfrøðiliga inni í st endingini)
láta sik > látask > látast
(sik = sig = seg)


Hans álegging; hansara dómar (man letur sjálvljóð-hjáljóð koma saman, ikki sjálvljóð-sjálvljóð og hjáljóð-hjáljóð)


Hans ístaðin fyri tess viðhvørt, og tað av røttum


Haruna, kaninina
(a endingin í hara fær umljóð til u í endingini “una”. Kanin hevur onga a ending, tískil hevur tað endingina “ina”.)


Ímóti, móti, mót, mótvegis


ir endingin er alneyðug. (Eg vraki i endingina sum fullkomiliga meiningsleysa og óbrúkiliga)


At skipa í hvørjumfalli er at ábjóða; men at skipa í hvønnfalli er at tilskila


Somu orðini so vítt gjørligt


Talvurnar tvær í hendi mær


Where = hvar, men viðhvørt har

Sum regul soleiðis:
Hvar, tá ið tað er spurningur.
Har, tá ið tað er staðfesting.

Dømi:
Knowest thou where he is? = Veitst tú, hvar hann er?
It was where he died = Tað var har, hann doyði

(so man týðir ikki púra altíð 100% orð-fyri-orð, – men næstan; men at gera soleiðis er 100% rætt. Ja, tað veit so eg, um tú ikki veitst tað. Hav tína fáfrøði fyri teg sjálvan. Ikki tíð til tín.)

“Holy mother Church”, sokallað, er sjálvasta skøkjan í Opinb. 17: hoyr ein fyrrverandi Jesuita prest avdúka hetta og síggj hvat er kirkja Jesu Christs, og hvat er kirkja anti-christs

Eg tilogni hetta innslagið til føroyska bíbliufelagið, sum tíverri er í song við romversku skøkjuni, og tískil má skammfuktast so til; ja, fleingjast og avdúkast alment í gapistokki hetta til Christus kemur at døma alt hatta sleiska, smílandi, starblinda, humanissuta, horfikna harkaliðið á veg undir aftur anti-christ: páva-drumbin í Rom.

Rom er mamman at horum: og tað ger tykkum til horurnar. Fý; at svíkja Jesus Christ og Guðs orð fyri økumenissimu. Sikken nakrar nissir: hoppandi og dansandi, starblindar, druknar við býttum smíli. Bara tað er “positivt”, so man tað vera frá Guði, ha?

Eigi ikki orð fyri blindleika!

Guðs orð sigur ongastaðni, at kirkjan er okkara “mamma”, eiheldur at hon hevur mátt til at frelsa við sínum sjálv-uppfunnu “sacramentum”.

Men Guðs orð sigur okkum, at Guð Faðir er okkara Faðir, Heilagi Andin er okkara Uggari, Guð Sonurin er okkara Frelsari, okkara vinur og okkara bróðir.
Kirkjan er samfelag teirra frelstu, samfelag teirra heilagu t.e. teirra, sum eru frelst.

Øll onnur kunnu koma til eitt evangeliskt møti, og taka ímóti Jesusi Christi sum sínum persónliga Frelsara, og soleiðis gerast limir á Jesu Christi likami, hansara kirkju á jørð. Beint eftir sína frelsu eiga frelst at verða doypt í navni hins tríeinda Guðs, og møtast við øðrum frelstum til at læra Guðs orð og vaksa upp til vakstrarmál fyllingar Christs (sí Eph. 4:13 FKJ).

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×