Hvat er ein sjálvrættvísur persónur? (Tað er so ongantíð ein frelstur persónur, sum livir heilagt og krevur av øðrum, sum kalla seg frelst, at tey skulu liva heilagt)


1

2

3

4

5

Mítt skrivliga aftursvar til ein andaligan óvita, sum ákærdi meg fyri sjálvrættvísi: (maðurin verður sjálvandi her ónevndur):

Góði ????????.

Tað kann vera, at eg ljóði sjálvrættvísur og beiskur, men tað eri eg ikki. Eg krevji av mær sjálvum at liva heilagt, og eg prædiki tað fyri øðrum, at um tey eru heilag, so skulu tey liva heilagt.

Nei, eg hati ikki fólk, heldur ikki teg, ella nakran annan. Tað er sannheit.

Paulus kravdi av Corinth meinigheitini, at tey skuldu reinsa seg. Tá ið eg sigi, at eg havi rættlisið bíbliuna 14 ferðir (ella 15), so er tað ikki reyp, men tað er bara so. Nei, eg geri meg ikki upp. Eg KREVJI av teimum, sum kalla seg frelst, at tey SKULU reinsa seg og liva HEILAGT, ella eru tey ikki heilag, eiheldur frelst. Eins og skrivað stendur í Guðs alhalga orði, Føroysku King James: HAVANDI tessvegna hesar fyrijáttanir, kærliga elskaðu, latum okkum reinsa okkum sjálvar frá allari óreinsku kjøtsins og anda, fullkomnandi heilagleika í ótta Guðs. (II. Cor. 7:1 FKJ)

Harrin signi teg,??????? , tykkara hjúnaband og alt tykkara lív, at tit mega vaksa í Harranum og vaksa í heilagleika, elska gott og heilagleika og tey heilagu, men hava andstygd fyri synd, hykli og falsi. Vit SKULU vera sonn. Tað vil eg vera. Og tað er einkið galið við at átala og harta synd í tí, sum eitur samfelag teirra heilagu. Men, man skal elska fólk, og tað geri eg reint faktiskt. Men eg elski Guð og halsara heilaga orð uppum alt, og elski fólk nóg mikið til at boða teimum sannleikan (………….. slettað brot …………..). Men, eg veit, at eg havi rætt í tingunum, sum eg sigi á kjv.fo, og eg sigi tey, tí eg meti, at tey treingja so nógv til at verða søgd, tí korruptiónin er so øgilig í dag, serliga ímillum hesar nýggju pinsa meinigheitirnar. Man góðtekur alt. Eitt er, at man vísir einum ófrelstum fólki góðtaking, sjálvt um tað livir í ræðuligum syndum, – tað ger man sjálvandi, – men skal tað eitast fyri at hava verið frelst í mong ár, so kann tað ikki liva sum tað gjørdi áðrenn tað bleiv frelst; jamen so er tað jú ikki frelst. Eg veit altso, at eg eri frelstur. Tað VEIT tann, sum er tað; og tað er ímillum tann einstaka og Guð. Eg góðtaki ongantíð falslæru; eg góðtaki ongantíð viðvarandi synd í samfelagi teirra heilagu; og eg góðtaki eiheldur góðtaking av viðvarandi synd í samfelagi teirra heilagu. Mín rættvísi er Jesu verk á Golgatha krossi, givin av náði, móttikin við trúgv, men SUM HEILAGUR, skal eg liva heilagt, og ikki vera sum ein tvigin súgv, sum fer út aftur at velta sær í móruni, ella hundur, sum fer aftur til spýggju sína. Man SKAL liva heilagt. Ja, tað SKAL man. Eg góðtaki SLETT IKKI, at fólk, sum kallar seg frelst, drekkur. Tey havi eg EINKIÐ SAMFELAG við. Tey sigi eg við, at um eg síggi tey full EINAFERÐ aftur í lívinum, so vóru tey ONGANTÍÐ frelst. Tað plagar at skaka tey heilt niður í hjartakúluna, so tey vakna til veruleikan, at heilagur skal liva heilagt. Tað eigur at vera UNDANTAKIÐ, at ein frelstur syndar. Sum tað verður prædikað í dag, so verður tað gjørt til tað normala. Tað toli eg ikki.

Ná, men hav tað gott. Sum sagt, – trúgv tí ella ei, – men eg eri ikki beiskur, og tað gongur ikki út uppá at spæla rættvísur og heilagur. Eg eri gjørdur rættvísur og heilagur; – tí livi eg sum tað, og fari at halda áfram at liva soleiðis. Eg ólíkt Adam, so fari eg ikki at eta av súreplinum hjá orminum, og líka sum Job, so fari eg ikki at banna Guð og doyggja. Eg fari at liva áfram heilagt við Christi og hans Halgu Ond.

Vraka meg, um tú mást, og sig hvat tú vilt. Men eg eri heilt erligur; sigi tær satt.

Eyðmjúkiligani,
Sjúrður.

Ber tað til at vera sterkari enn Samson, og vísari enn Sálomon? Ja; men so mást tú elska Guð meir enn konufólk og altíð velja og seta hann framum tær, og læra av Job

Og tað tola tær illa, tí tær vilja gjarna forgudast. Eg sigi: nei; tað hevði verið avgudatilbiðjan.


1

2

3

4

5

Og við mann segði hann, Sí, Ótti Harrans, tað er vísdómur; og at víkja frá illum er skilningur.
( Job 28:28  FKJ )

Ramasti kærleiki!
Andi ótta Harrans (sí Esaiah 11:2), sum fáur veit hvat er.

Óumvendir horubukkar og úlvar i seydaskinni enn uppi á pallinum í Jesu navni tænandi Satan


1

2

3

4

5

6

7

8

9

10

11

12

TAÐ verður javnan fráboðað
at tað er hordómur tykkara
millum, og slíkur hordómur sum
verður ikki so mikið sum nevndur
Heidninganna millum, at ein skuldi
havt ektakonu faðirs síns.
2 Og tit eru uppblásnir, og hava
ikki tíansheldur harmast, at hann
sum hevur gjørt hesa gerð, mátti
verðið tikin burtur frá ímillum
tykkara.
3 Tí eg sanniliga, sum fráverandi
í likami, men hjáverandi í anda,
havi dømt longu, sum um eg var
hjáverandi, viðvíkjandi honum ið
hevur soleiðis gjørt hesa gerð,
4 Í navni várs Harra Jesu Christs,
tá ið tit eru savnaðir saman, og
andi mín, við kraft várs Harra Jesu
Christs,
5 At geva upp ein slíkan til
Satans til oyðileggingina av kjøtinum
,
at andin má verða frelstur
á degi Harrans Jesu.
6 Rósan tykkara er ikki góð. Vita
tit ikki at eitt sindur av súrdeiggi
súrgar allan klumpin?
7 Reinskið út tessvegna hitt
gamla súrdeiggið, at tit mega
verða nýggjur klumpur, eins
og tit eru ósúrgaðir. Tí enntá
Christus páskalamb okkara er
sláturofraður fyri okkum :
8 Tessvegna latum okkum halda
hátíðina, ikki við gomlum
súrdeiggi, eiheldur við súrdeiggi
illvilja og vondsku; men við hinum
ósúrgaða breyði ærligleiks og
sannleiks.
9 Eg skrivaði til tykkara í einum
epistli ikki at samlagast við
siðloysingar:
10 Tó ikki samanumtikið við
siðloysingar hesa heims, ella við
hinar gírigu, ella peninganoyðarar,
ella við avgudadýrkarar; tí
tá máttu tit neyðugt farið út úr
heiminum.
11 Men nú havi eg skrivað til
tykkara ikki at halda samlag, um
nakar maður sum er kallaður
ein bróðir, veri ein siðloysingur,
ella gírigur, ella ein avgudadýrkari,
ella ein illmælismaður, ella ein
drykkjumaður, ella ein peninganoyðari;
við slíkum einum nei
ikki at eta.
12 Tí hvat havi eg at gera at
døma teir eisini sum eru uttanfyri?
døma ikki tit teir sum eru
innanfyri?
13 Men teir sum eru uttanfyri
dømir Guð. Tessvegna beinið
burtur frá ímillum tykkara handa
vonda persón.
( I. Cor. 5 FKJ )

DØMIÐ ikki, at tit verði ikki
dømd.
2 Tí við hvørjum dómi ið tit
døma, skulu tit verða dømd : og
við hvørjum máti ið tit máta, skal
tykkum aftur verða mátað.
3 Og hví skoðart tú flísina sum
er í eyga bróðurs tíns, men hugsart
ei um bjálkan sum er í tínum
egna eyga?
4 Ella hvussu vilt tú siga við
bróður tín, Lat meg hála út flísina
út úr eyga tínum ; og, sí, ein bjálki
er í tínum egna eyga?
5 Tín hyklari, fyrst kasta út bjálkan
út úr tínum egna eyga ; og tá
skalt tú síggja klárliga at kasta út
flísina út úr eyga bróður tíns.
( Matth. 7:1-5 FKJ )

Ramasti kærleiki!
Andi ótta Harrans (Esaiah 11:2)

Eg verði áfram giftur við Guðs orði og Guðs Ond alt lívið ígjøgn inn í ævinleikan

So satt eg tali Guðs orðs sannleika, so er grundin til, at fólk føla seg stungin av at lurta eftir mær tann, at tey eru full í lygn og hykli, og sannleikin prikar tey.

Jamen, tað sigur seg sjálvt: eg stingi eftir lygn, og bara hjá teimum, sum goyma lygn í sínum hjarta, er nakað at stinga í: tí føla tey seg stungin. Tann, sum stendur fríur í sannleikanum, frøist yvir at hoyra hann sagdan, og kennir ongan sviða.

So fara tey eftir tónanum, sum man tosar í, men eru ikki før fyri at reka aftur tingini, sum man segði.

Teirra snakk um manglandi kærleika er fullkomiliga humanistiskt, – tey halda, at tað at elska er bara at kína hundin eftir hárinum. Nei, at elska av sonnum er at elska Guð og hans orð og hansara boð, og geva næsta sínum júst tað, hann mest hevur brúk fyri, ikki bara tað hann ynskir sær.

Onnur fremja karakter-morð, meðan aftur onnur dríva andaligt hor við anda hesa heims og anti-christs.

Eg verði áfram giftur við Guðs orði og Guðs Ond.
Vóni tú langt um leingi finnur útav tær.

Og av tí at eg sigi tykkum
sannleikan, trúgva tit mær
ikki.
( Jóh. 8:45  FKJ )

Eri eg tessvegna vorðin fíggindi
tykkara, av tí at eg sigi tykkum
sannleikan?
( Gal. 4:16  FKJ )

Vei mær, um eg ikki elskaði sannleikan meiri enn kvinnu.

EG HATI IKKI KVINNUR: eg hati reyðsokkaskap, tí tað er uppreistur ímóti Guðs orðningum, og tað kallar GUÐ sjálvur fyri HEKSAKUNSTNARÍ (sí I. Sám. 15:23 FKJ)

Eg hati ikki kvinnur; nei, eg elski gudiligar kvinnur; tær, sum hava eitt Sáruh hjarta, (les I. Pætur 3:1-6 FKJ).
Men reyðsokka-andin er ein devil, og hann hati eg.
Og reyðsokkurin er ein heks, sum útøvar Satans kraft. (eingin sokkur nevndur, eingin sokkur gloymdur).
Tolir tú ikki at hoyra sannleikan, so má hann bara svíða í tær.
Og meg munnu tit steina, eins og teir gjørdu við Stephan.




1

2

3

4

5

6

7

8

9

10

11

12

Tí at uppreistur er eins og heksakunst-syndin, og treiskni er eins og misgerð og avgudadýrkan.  Av tí at tú hevurt havnað orði HARRANS, hann eisini hevur havnað tær frá at vera kongur.
( I. Sám. 15:23  FKJ )

Eg havni ikki orði HARRANS!
Tað er øll mín styrki, alt mítt álit, og tað fer ongan veg: BÓKIN úr permu í permu, Guðs ABC; tann, sum havnar tí, ger bert fortreð, fær diaré, gonoré; – rámar ikki meg.
Far tín veg.

Eg eri IKKI ein partur av hesi endatíðar Laodiceansku lunknu kirkju (1904 – d.d.), sum Guð hevur spýggjandi vaml fyri; nei, eg velji at vera andaliga ein partur av Philadelphisku kirkjuni (1517-1904, sum varðveitir Guðs orð (ikki bara slevar yvir bommunum í Guðs orði. So eg eri ikki ein partur av míni fráfalls samtíð; og nokti blankt at vera tað.

 7  Og til eingilsins hjá kirkjuni
í Philadelphiu skriva; Hesar lutir
sigur hann sum er heilagur, hann
sum er sannur, hann sum hevur
lykil Dávids, hann sum letur upp,
og eingin maður letur aftur ; og
letur aftur, og eingin maður letur
upp ;
 8  Eg veit verk tíni : sí, eg havi
sett frammi fyri tær eina opna
hurð, og eingin maður kann lata
hana aftur : tí tú hevurt lítla styrki,
og hevurt varðveitt orð mítt, og
hevurt ikki avnoktað navn mítt.
 9  Sí, eg vil elva teim av synagogu
Satans, hvørjir siga teir eru
Jødar og eru ikki, men ljúgva ; sí,
eg vil elva teimum at koma og tilbiðja
frammi fyri fótum tínum, og
at vita at eg havi elskað teg.
 10  Av tí at tú hevurt varðveitt
orð tolmóðar mínar, eg eisini vil
varðveita teg frá freistingarstundini
sum skal koma uppá allan
heimin, at royna teir sum dvøljast
uppiá jørðini.
 11  Sí, eg komi skundiliga: halt
tað fast sum tú hevurt, at eingin
maður taki krúnu tína.
 12  Hann sum yvirvinnur, vil eg
gera eina súlu í templi Guðs míns,
og hann skal fara ei meira út:
og eg vil skriva uppá hann navn
Guðs míns, og navn staðar Guðs
míns, sum er nýggja Jerusalem,
sum kemur niður út úr himni
frá Guði mínum : og eg vil skriva
uppá hann mítt nýggja navn.
 13  Hann sum hevur oyra, lat
hann hoyra hvat Andin sigur við
kirkjurnar.
( Opb. 3:7-13  FKJ )

Ein samanumtøka um støðuna, við atliti til Bíbliu søguna; og so leiðina víðari fram, sum er greið

Eg ætlaði at leggja stílin um, men tað verður av ongum.  Eg føli meg ikki hava syndað; føli meg heldur gera synd, tá ið eg bakki aftur.  Veit, at eg havi sagt satt og rætt, og tað má eg bara liva og doyggja við; og onnur bara finna útav sær.  Havi eg gjørt synd í bara at kunngera tykkum eyðsædda sannleikan um tykkara hykl, skitt, og synd, má so Guð døma meg.  Vi får se.

13 ¶ Tit eru salt jarðarinnar :
men um saltið havi mist smakk sín,
við hvørjum skal tað verða saltað?
tað er hiðanfrá ikki gott fyri nakað,
uttan at verða kastað út, og at
verða traðkað undir mannaføtur.
 14  Tit eru ljós heimsins. Ein
staður sum er settur á einum
fjalli, kann ei verða fjaldur.
 15  Eiheldur kveikja menn eitt
kertaljós, og seta tað undir eitt
skeppumál, men í ein kertastaka ;
og tað gevur ljós øllum sum eru í
húsinum.
( Matthæus 5:13-15  FKJ )

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×