tykkum við nøkrum midlum : tí
tann dagur skal ikki koma, uttan
tað komi eitt fráfall fyrst, og hasin
maður av synd verði opinberaður,
glatanarsonurin ;
4 Hvør stendur ímót og hevjar
seg sjálvan uppum alt sum verður
kallað Guð, ella sum verður
tilbiðið ; so at hann sum Guð situr
í templi Guðs, lýsandi seg sjálvan
at hann er Guð.
5 Minnast tit ikki, at, tá ið eg var
enn hjá tykkum, eg segði tykkum
hesar lutir?
6 Og nú vita tit hvat heldur
aftur at hann mátti verðið opinberaður
í tíð síni.
7 Tí misgerðar-loyndardómurin
virkar longu : einans hann hvør
nú heldur aftur vil halda aftur,
inntil hann verði beindur burtur
av veginum.
8 Og tá skal hasin Vondi verða
opinberaður, hvønn Harrin skal
upptæra við anda munns síns, og
skal oyðileggja við bjartleikanum
av komu síni :
9 Enntá hann, hvørs koma er eftir
virkan Satans við allari kraft og
tekinum og ljúgvandi undurum,
10 Og við øllum villleiðiligleika
av órættvísi í teimum sum glatast ;
av tí at teir móttóku ikki kærleikan
til sannleikans, at teir máttu verðið
frelstir.
11 Og fyri hesa grund skal Guð
senda teimum kraftmikla villu, at
teir skuldu trúgva eini lygn :
12 At teir allir máttu verða
heldømdir sum trúðu ikki sannleikanum,
men høvdu hugnað í órættvísi.
( II. Thess. 2:3-12 FKJ )
< /span>
