Sá í Trúboðanum í gjárskvøldi, at ein av “talarunum” á Global Leadershit Bummer í ár er Brian Houston, sum alment hevur sagt, at Guð og Allah eru ein og sami.
Ávlaratos. Og so fara tit til hatta sataniska lortið!!!!
Luktaði rotnan lukt at GLS beinanvegin tá tað byrjaði í 2011, (haldi, tað var tá), og lukti hann hvørja ferð, teir lýsa sín endatíðar skitt.
Ja, tað hevur loyst seg hjá mær at sitið 2-3 tímar um dagin og sneytað á netinum eftir hvat hendir í villleiðingini av kristindóminum runt umkring í heiminum. Endatíðar fráfallið er komið til Føroya við turbo. Eti ikki av tykkara borði, takk. Haldi meg til Harrans borð. Ribena og bolla heima við hús, meðan Leonard Ravenhill og Paul Washer tala so ramligani ígjøgnum mín ipad so saltað.
Tað var bókin “New Age Bible Versions”, sum opnaði míni eygu um korruptiónina í øllum bíblium, sum eru yngri enn 1881, tær hjá Dahl og Victor so dyggiliga íroknaðar.
FKJ er fyrsta Bíblian á Føroyskum.
Ja, tað er hon.
Alexandriskar perversjónir av Guðs orði hevði verið synd at kallað Guðs orð, so tað nokti eg at gera.
Tú kanst sláa versini upp í tíni vaticansku “bíbliu”, sum tú enn slevar yvir, (Dahl og Victor) og sjálvur vita eftir, um tú enn ert so býttur sum til at brúka eina vaticanska, alexandriska perverteraða “bíbliu”.