.. men mín samtíð vil bara hoyra talan um annað av teimum báðum boðunum.
Og eg havi ikki bara skimmað bókina eina ella tvær ferðir ígjøgnum: nei, eg VEIT, at hetta eru tey tvey boðini hjá Harranum Jesusi Christi í Nýggja Testamenti hansara, og at hann kallar tað seinni eini boð – ikki uttan grund; og jú, eg veit grundina fyri hví hann setur tað fram so kraftigani sum at kalla tað eini boð, ikki bert ein forskrift.
Við dúgligari eftirhyggjan havi eg ikki funnið nakað annað boð í Nýggja Testamenti enn hesi tvey her áður nevndu; (tey bæði stóru boðini eru jú endurtikin úr Gamla Testamenti).
7 Men hvørji ting ið vóru vinningur fyri mær, tey roknaði eg tap fyri Christ. 8 Ja óivað, og eg rokni øll ting bert tap fyri avbærleikan av kunnleikanum til Christs Jesu Harra míns: fyri hvønn eg havi liðið tapið av øllum tingum, og rokni tey bert skarn, at eg má vinna Christ, 9 Og verða funnin í honum, ei havandi mína egnu rættvísi, sum er av lógini, men hana sum er gjøgnum trúgv Christs, rættvísina sum er av Guði viðˆ trúgv: 10 At eg má kenna hann, og kraftina av uppreisn hansara, og samfelagið av líðingum hansara, verðandi gjørdur sammyndbærur at deyða hansara; 11 Um við nøkrum midlum eg mátti nátt framat uppreisnini av teimum deyðu. 12 Ikki sum um eg hevði longu nátt, eiheldur var longu fullkomin: men eg fylgi eftir, um at eg má handtaka tað fyri hvørt eg eisini eri handtikin av Christi Jesusi. 13 Brøður, eg rokni ikki meg sjálvan at hava handtikið: men hetta eina ting eg geri, gloymandi hasi tingini sum eru fyri aftan, og rættandi fram at teimum tingunum sum eru fyri framman, 14 Strembi eg ímóti markinum fyri sigursgripin av hini høgu kallan Guðs í Christi Jesusi. ( Phil. 3:7-14 FKJ )
.. Og hann steikir niðri í heita hula helviti. Tað kann eg bara siga tær. “Inteligent design” er ein stinkandi undanførsla fyri ikki at vilja trúgva Guðs orði so sum tað talar. Darwin og Guð kunnu líka lítið giftast sum Guð og Satan. Trúgv Guði og steik Darwin!. Og tveit steikina síðan í skrell.