KJB/FKJ 777: Guðs fingramerki stendur hará; tí er har einkið uppá má og fá; so tín Guðsspottiligi lortendakloddi far mær frá

Eg gjørdi ein mp3 ljóðfíl, tá ið eg hevði rættlisið Gamla Testamenti 7 ferðir. Síggi nú, at fílurin fylti 777,7 kb, hvørki meir ella minni. Um tú veitst nakað um Bíbliuna, so veitst tú, at talið 7 er Guðs tal, og merkir, at eitthvørt er fullkomið. Tú kanst meina, at tað er tilvildarligt; eg sigi, at tað er eitt sjónligt tekin frá Guði, at hann hevði og hevur sína hond við, í, og á, arbeiðinum. King James Bíblian er Guðs bók, 777; hasar følsku vaticansku “bíbliurnar”, sum Dahl og Victor eru partur av, eru anti-christs “bíbliur”, og teirra fingramerki er 666. Tað er ikki bara mín “meining”, eg VEIT tað at vera SYRGILIGA SATT.
Knokkin í blokkin.
BÓKIN er fullkomin, og eg slapp at týða hana ORÐ FYRI ORÐ.
Hvussu tørført kundi tað vera, ha?
Mikil heiður.
Solo Deo Gloria.

Latum oss alvegis óvikiligani hava reformatiónina, reformatørarnar og hini fimm SOLA fyri okkar innra eyga; ja, hetta alt framat deyða

Theodore Beza kann man ikki annað enn hava mikla virðing fyri: manninum sum fínpussaði Textus Receptus liðugt, beint áðrenn kongsins 54 týðarar settu seg í sjey ár at føra Guðs orð úr frummálunum einaferð fyri allar yvirá tungumál endatíðarinnar, so at palleba ikki nýtist læra avdeyð urmál, eiheldur lurta eftir óendurføddum greythøvdum, sum skríða sær inn og út úr teologiseminarium endatíðarinnar.

Okkultistarnir viðganga, at TEIR í yvir hundrað ár hava roynt at skifta King James Bíbliuna út við hinar. Teir arbeiða undir bannaranum “tolsemi”. Tað fer aldri at ganga hjá teimum

Eg sleppi ONGANTÍÐ míni King James Bíbliu, hvørki teirri Ensku ella teirri Føroysku.
Og eg skoli Dahl og Victor niður, tilsaman við Manley P. Hall og Westcott og Hort, og alt annað tekstkritiskt, endatíðar-tíðaranda-ríðandi, villleiðandi, villleitt, okkult, fráfallið, mannsleikjandi lort.
Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×