(Matthæus 10:28 FKJ)
teir = antisemitar, nazistar, muslimar, jesuitar, Pávar, &sfv.
hann = Guð.
EG sigi tá, Hevur Guð kastað burt fólk sítt? Guð sýti fyri. Tí at eg eisini eri ein Ísraeliti, av Ábrahams sáði, av Benjamins ætt.
2 Guð hevur ikki kastað burt fólk sítt, sum hann fyrifram kendi. Vita tit ikki hvat skriftin sigur um Elias? hvussu hann gongur í forbøn til Guðs ímóti Ísrael, sigandi,
3 Harri, teir hava dripið tínar prophetar, og grivið niður tíni altar; og eg eri einsamallur eftir, og teir søkja mítt lív.
4 Men hvat sigur Guðs aftursvar við hann? Eg havi goymt niðurfyri til mín sjálvs sjey túsund menn, sum hava ikki boygt knæinum fyri myndini av Baali.
5 Enntá soleiðis í hesi núverandi tíð eisini er tað tá ein leivd samsvarandi við náði-útveljingina.
6 Og um av náði, tá er tað ei meira av verkum: annars er náði ei meira náði. Men um tað veri av verkum, tá er tað ei meira náði: annars er verk ei meira verk.
7 Hvat tá? Ísrael hevur ikki uppnátt tað sum hann søkir eftir; men útveljingin hevur uppnátt tað, og restin vórðu blindaðir
8 (Samsvarandi sum skrivað stendur, Guð hevur givið teimum durvi-andan; eygu, at teir ei skuldu síggja; og oyru, at teir ei skuldu hoyra;) at hesum degi.
9 Og Dávid sigur, Lat teirra borð verða gjørt til eina snerru, og eina fellu, og ein snávingarstein, og eitt endurgjald at teimum:
10 Lat teirra eygu verða myrkjað, at teir ei mega síggja, og boygg niður teirra rygg alveg.
11 Eg sigi tá, Hava teir snávað, at teir skuldu falla? Guð sýti fyri: men heldur gjøgnum teirra faller frelsa komin til Heidninganna, fyri at eggja teir til ástbrelnis.
12 Nú, um teirra fallveri ríkidømini hjá heiminum, og teirra minking ríkidømini hjá Heidningunum; hvør mikið meira teirra fylling?
13 Tí at eg tali til tykkum Heidningar, so framt sum eg eri ápostul Heidninganna, so seti eg hátt mítt embæti:
14 Um við nøkrum háttarlagi eg mátti eggjað til ágrýtnis teir sum eru kjøt mítt, og mátti frelst summar av teimum.
15 Tí um kastingin burtur av teimum veri endursóning heimsins, hvat skal móttakingin
av teimum verða, annað enn lív frá teimum deyðu?
16 Tí at um frumávøksturin veri seg heilagur, er deiggið eisini heilagt: og um rótin veri seg heilag, somuleiðis eru greinarnar.
17 Og um summar av greinunum veri seg brotnar av, og tú, verandi eitt vilt olivintræ, varðst gróðursettur inn teirra millum, og við teimum luttekurt í rót og fiti olivintræsins;
18 Rósa tær ikki ímóti greinunum. Men um tú rósi tær, tú bert ikki rótina, men rótin teg.
19 Tú vilt tá siga, Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg mátti verða gróðursettur inn.
20 Rætt; vegna vantrúgv vórðu tær brotnar av, og tú stendurt við trúgv. Ver ikki hugmóðigur, men óttast:
21 Tí um Guð spardi ikki tær náttúrligu greinarnar, gev gætur at ikki hann eisini spari ikki teg.
22 Síggið tí góðsku og strangleika Guðs: á teir sum fullu, strangleika; men mótvegis tær, góðsku, um tú haldi áfram í góðsku hansara: annars skalt tú eisini verða høgdur av.
23 Og teir eisini, um teir ei verði verandi áfram í vantrúgv, skulu verða gróðursettir inn: tí at Guð er mentur at gróðurseta teir inn aftur.
24 Tí at um tú varðst skorin út úr olivintræinum sum er vilt av náttúru, og varðst gróðursettur ímóti náttúru inn í eitt gott olivintræ: hvør mikið meir skulu hesir, sum veri tær náttúrligu greinarnar, verða gróðursettir inn í sítt egna olivintræ?
25 Tí eg vildi ikki, brøður, at tit skuldu verið óvitandi um hetta loyndarmál, at ikki tit skuldu verið vísir í tykkar egnu metingum; at blindleiki partvíst er hendur fyri Ísrael, inntil Heidninganna fylling er komin inn.
26 Og so skal alt Ísrael verða frelst: eins og skrivað stendur, Út frá Sion skal koma Útfríarin, og skal venda burt ógudiligleika frá Jákobi:
27 Tí at hesin er mín sáttmáli til teirra, tá ið eg skal taka burt teirra syndir.
28 Hvat gleðiboðskapinum viðvíkur, eru teir fíggindar fyri tykkara sakir: men hvat útveljingina varðar, eru teir elskaðir fyri fedranna sakir.
29 Tí at Guðs gávur og kallan eru uttan iðran.
30 Tí at eins og tit í umlidnum tíðum hava ikki trúð Guði, tó nú hava lutast miskunn gjøgnum teirra vantrúgv:
31 Enntá soleiðis hava hesir eisini nú ikki trúð, at gjøgnum tykkara miskunn teir eisini mega lutast miskunn.
32 Tí at Guð hevur innilokað teir allar í vantrúgv, fyri at hann mátti hava miskunn yvir allar.
33 O tað dýpi av ríkdómunum, bæði av vísdómi og kunnleika Guðs! hvør órannsakiligir eru hansara dómar, og hansara vegir framum at finna útav!
34 Tí at hvør hevur kent huga Harrans? ella hvør hevur verið hansara ráðgevi?
35 Ella hvør hevur fyrst givið til hansara, og tað skal verða endurgoldið honum aftur?
36 Tí at av honum, og gjøgnum hann, og til hansara, eru øll ting: til hvørs veri dýrd um ævir. Amen.
14 ¶ Og HARRIN segði við Ábram, eftir at Lot var skilstur frá honum, Lyft upp nú eygum tínum, og lít frá staðnum, har tú
ert, norðureftir, og suðureftir, og eystureftir, og vestureftir:
15 Tí at alt landið sum tú sært, til tín vil eg geva tað, og til sáð títt um ævir.
(Genesis 13:14-15 FKJ)
35 ¶ Svá sigur HARRIN, sum gevur sólina til eitt ljós um dagin, og regluskipanirnar hjá mánanum og hjá stjørnunum til eitt ljós um náttina, sum skilur sjógvin tá ið aldur hans ýla; HARRI herliðanna er hans navn:
36 Um hasar regluskipanir víki frammi fyri mær ífrá, sigur HARRIN, tá skal sáð Ísraels eisini halda uppat frá at vera ein tjóð frammi fyri mær um ævir.
37 Svá sigur HARRIN; um himin í erva kann verða mátaður, og grundvøllir jarðarinnar grundaðir út í neðra, tá vil eg eisini kasta av alt sáð Ísraels fyri alt sum teir hava gjørt, sigur HARRIN.
– So Guð lovar, at Ísrael verður til so leingi sum jørðin, sólin, mánin og stjørnurnar standa, og hann lovar enntá í Rómverjabrævinum 11:25-26, at alt Ísrael skal einaferð verða frelst:
25 Tí eg vildi ikki, brøður, at tit skuldu verið óvitandi um hetta loyndarmál, at ikki tit skuldu verið vísir í tykkar egnu metingum; at blindleiki partvíst er hendur fyri Ísrael, inntil Heidninganna fylling er komin inn.
26 Og so skal alt Ísrael verða frelst: eins og skrivað stendur, Út frá Sion skal koma Útfríarin, og skal venda burt ógudiligleika frá Jákobi:
Takk og lov!
AV tí at Hin Heilaga Bíblia er ein gomul bók, og vegna tess at King James Bíblian, (sum er frá 1611), so hóskiligani er skrivað á kongligum tignarmáli, talar eisini Hin Føroyska King James á einum upphevjaðum máli. Fyri at náa hesum tignarmáli, stýra til, millum, og innan sum oftast hvørsfalli. Eisini eru serligir málsligir hættir, sum finnast í King James Bíbliuni, vorðnir læntir úr Íslendskum, (sum jú er eitt sera væl varðveitt mál av okkara felags Norrønu rót), og síðan vorðnir tillagaðir til Føroyskt mál.
Tríggir serligir málsligir hættir eru í King James Holy Bible; teir eru: hugsandi háttur, ynskisháttur, og ókomin tíð. Teir báðir fyrstu hátta sær soleiðis í FKJ, at sagnorðið tá tekur tann formin tað hevur í fyrsta persóni eintali; tað fær tó ikki umljóð, uttan tað longu er kent soleiðis í Føroyskum. Dømi um hugsandi hátt er, Um nakar maður hoyri rødd mína, og opni dyrnar; (Opb. 3:20). Hoyrir verður til hoyri, og opnar verður til opni. Annað dømi er, Tessvegna, um nakar maður veri í Christi; (II. Cor. 5:17). Er verður til veri, sum er enn kent í talumáli sum veri seg, tað er, at man setur sær nakað fyri í huganum: man tosar hugsandi. Eitt dømi um ókomna tíð er, Sýna tit deyða Harrans til hann komi; (I. Cor. 11:26). Kemur verður til komi. Ynskisháttur er kendur í Føroyskum; til dømis, Guð gævi; væl gagnist, læri tú væl, osv., hetta er vorðið víðkað í FKJ til at umfata alla ynskistalu, tó sum oftast við ongum umljóði.
Sagnorð í øðrum persóni eintali, sum í nútíðar máli hava líka ur ending í øðrum og triðja persóni eintali, hava øll fingið t ella rt skoytt uppí endan í FKJ, bæði í nútíð og í tátíð, hetta fyri at gera sjónligan tann neyðuga munin á sagnorðum í øðrum og triðja persóni eintali, og harvið náa fram til ein fult sundurgreinaðan málbúna, sum er førur fyri at bera tignarmál King James Bíbliunnar. Dømi, Hvar tú hevurt lagt hann; (Jóh. 20:15); altso, hann hevur, men tú hevurt. Hetta er neyðugt, av tí at orðið tú stendur ikki altíð í tekstinum.
Teknseting FKJ Bíbliunnar er sín egin; hon er í útgangsstøðinum heilt eins og teknseting Ensku KJB, har teknini , ; : og . eru
sett sum stigvísar sundurdeilingar av mangan longu setningum Bíbliunnar. Eyka komma og semikolon eru varisligani vorðin sett inn í FKJ, men punktum og kolon eru sett sum í KJB.
Kolon er ikki brúkt í sambandi við framsagnir, eiheldur gásareygu; fyri at minna á, at Bíblian er ikki jarðisk: hon er Guðs heilaga orð.
Heilaga Bíblia, Føroyska King James, er okkara fýra hundrað ár seinkaða reformatións Bíblia, loksins øll hini varðveittu orð Guðs á hini Føroysku tungu: ja, enntá øll hini skírgaðu orð HARRANS.
Orðini hjá HARRANUM eru skír orðˇ: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.
Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.
(Psálmur 12:6-7).