Havnarmenn mugu læra seg at tosa, so teir eisini kunnu vanda sær um málið

Eg skuldi nokk havt sagt Ólavur á Váli.
Samager. Hjá baptistunum syngur alt, so whatever.
Havnarmenn høvdu ikki kunnað sent EITT EINASTA hugmóðugt stjórnarskriv úr høvuðsstaðnum út um landið, ella skrivað eina ta einastu grein í dagbløðunum, um teir ikki høvdu bygdamenn har suðuri at rættlesa alt fyri seg.
Havnarmenn, tí at Havnin er ein.

Hevur tú kunnleika um Guð, ella hevurt tú kunnleika til Guðs?

At hava kunnleika um Guð, er at vita um hann. At hava kunnleika til, er at hava roynt tað, man tosar um. Tað er himmalvíður munur hará!
Hann, ið hevur kunnleika til Christs, kann prædika øðrum Christ, t.e. bera øðrum hann; hvarafturímóti hann, ið bert hevur kunnleika um Guð, kann bara tosa um hann.

Tá fór Philippus oman til Samar´-i-u staðar, og prædikaði teimum Christ.

(Gern. Áp. 8:5 FKJ)

Philippus tá læt upp sín munn, og byrjaði við tí sama skriftstaðnum, og prædikaði honum Jesus.

(Gern. Áp. 8:5)

– Fyri at prædika einum fólki Christ, mást tú sjálvur kenna Christ; tað er, bera teimum Christ, geva teimum Christ

– Ein, sum bert prædikar fólki um Christ, kennir hvørki sjálvur hann, eiheldur kann hin koma til kunnleika til Christs við honum.

Gandakallarnir hjá heimamissiónini (2)

Gandakallar verða uttanfyri staðin, og hoyra tí IKKI heima innanfyri meinigheit Guðs!
Fjarðafestivalurin er tíbetur ikki til longur: men tann skomm hann var skal hervið stillast sum ein grell ræðumynd um, hvørji upp-úr-helviti-drigin andstyggilig ting ein meinigheit kann finna uppá at gera, tá ið hon er uttan gudiliga leiðslu, sum sær og skilur nakaðsumhelst.

Gandakallarnir hjá Moloch, Pharaoh, Manasseh, og … heimamissiónini: (vit eru heilt víst í síðstu tíð)

Gandakallarnir hjá heimamissiónini eru ringasta andstygd, míni eygu higartil hava verðið vitni til. Hví? Tí at man eftirhermir GANDI í samfelagi teirra heilagu. Jamen, veruligur gandur ER TIL, og gandur er SATANISMA. Tí kann gandur ikki “kristnast”, ella gerast óskyldigur, ikki eingong um man so sleiskur kallar tað stuttleika og spæl. Tá ið eg sá hetta í 2004 segði eg eisini stopp, og lat teir dálka meg ei meir. Eg dugi ikki at síggja, hvussu næsta stig kann vera annað enn striptease.

Eg, fyri mín part, havi ONGA NÁÐI yvirfyri hasum har, fyrrenn hatta er AVSKORIÐ, ÚTISTONGT, og ÚTRUDDAÐ.
Man tekur ikki ein “PANEL-FUND” til at avgera, um man kann hava hatta sataniska svansið; man spyra BARA GUÐS ORÐ: og har er svarið GREITT!!
15 Av tí at tit hava sagt, Vit

hava gjørt ein sáttmála við deyða,

og við helviti eru vit í semju; tá

ið hin yvirfloymandi koyrilin skal

fara ígjøgn, skal hann ei koma at

okkum: tí at vit hava gjørt lygnir

til skjól okkara, og undir falsi

hava vit fjalt okkum:

(Esaiah 28:15 FKJ)

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×