Reyðar kantar og hylstur til mína FKJ
Innklistring, til verju og vakurleika
Eg havi biðið Guð um, at FKJ skal opnast á røttum stað, og tala beint til mannahjørtu: tað er longu farið at virka
“Politisk korrektheit” er SATANISK, leiðir til fráræning av talufralsi, og endar í totaliterum stýri, sum er eisini tað teir vilja
Tváa tær hvønn dag við Guðs orði: KJB/FKJ, og tú sært henda heim fyri tað hann er: hann liggur allur í vondsku.
Og vit vita, at vit eru av Guði, og allur heimurin liggur í vondsku.
(I. Jóh. 5:19 FKJ)
Øll orðini hjá Guði eru skír: eisini fyrisetingarnar, sum eru sum róðrið, sum stýrir øllum skipinum; sum tungan, sum stýrir øllum likaminum
Fríviljugar útbýtarar, sum gera tað fyri Guð, fyri hansara ævigu løn: ella gera vit tað fríviljuga sjálvir, fyri Guð og hansara heiður aleina
Fyrireiking til útbýting av FKJ
Vert tú ein knáur knektur og knorlur, óknekkiligur sum Wycliffe, Hus, Luther, Melanchton; ikki ein steinrunnin frøðingur, sum pástendur hann las Guðfrøði á KBHU
(Óknekkiligi knekturin í Fuglafirði varð kallaður Kalurin.)
Ver fyri alt í verðini ikki ein rafineraður høgtlærdur hundur. – Kom so í gongd, Herr Ochsenknecht,
Bíblian er komin; býti nú sútleysur út, per flux, einkið jux. (Húsbólkar, meinigheitir, kunnu fáa kassar, og við at lesa harí, gerast andligir knassar: ei meira jassar: tí alt passar)
Havi, av Guðs margfaldu náði, fingið 9.700 heilar Føroyskar King James Bíbliur, og 49.000 heftir við Jóhannesar evangeliinum og Rómverjabrævinum, við frelsuboðskapinum og bøn hins iðrandi syndara aftast.
Hvørt hús í Føroyum skal fáa eina Bíbliu og tvey heftir.
Teir prenta 10.000 Bíbliur aftrat um eini 2-3 ár, so tað verður nokk til.
Tú kanst ogna tær eina, ella fleiri, beinanvegin, við at senda ein teldupost til mín, á: sjurdur.hojgaard@hotmail.com
Hevur tú húsbólk, ella meinigheit, kunnu tit fáa kassar. Tað eru 18 Bíbliur í hvørjum kassa. Skriva til mín, so koyri eg tær út, ella tú heintar tær sjálvur.
Bíbliurnar og heftini eru ókeypis, og mugu ikki seljast.