Tí í himni er GUÐS orð, grundfest um ævir; og har finst eingin forfalsking av tí; og skal tí eiheldur finnast hjá mær her á jørð sum um tað var Guðs orð; Nei, hjá mær skal Guðs orð standa sum Guðs orð, og goymast í hjarta og hond, og falskingar av tí ikki eiga nakað pláss, uttan bara til at avdúka tær sum tær Satans falskingar tær eru.
Tá ið Guð brennur jørðina, tá fara Alexandrinus, Sinaiticus, og Vaticanus, og allar “bíbliur” gjørdar eftir teimum, at brenna upp við. King James Bíblian er longu í himni, og hon verður tí ongantíð brend.
Knokkin í blokkin; ja, fyri tað vil eg enntá veðseta mína sál, tí í at gera tað er so als eingin vandi fyri brandi ella grandi; meðan eg haldi meg laaaaaangt frá tykkar Alexandriska, Egyptiska sanduta gandi.
Hvørki meir ella minni.
Guðs orð tosar um myrðir og sodomitiska synd í sama andadrátti. Eingin myrðari kann siga, at hann gjørdi tað, tí hann varð føddur soleiðis; somuleiðis kann eingin sodomitur siga, at hann gjørdi tað, tí hann varð føddur soleiðis.
Tí at út úr hjartanum útganga illar hugsanir, myrðir, horfremjanir, leysalevnaðir, tjóvaríir, falskur vitnisburður, Guðsspottanir: Hesi eru tingini sum dálka ein mann: men at eta við ótváaðum hondum dálkar ikki mann. (Matthæus 15:19-20 FKJ)
8 Men vit vita, at lógin er góð, um ein maður brúki hana lógliga; 9 Vitandi hetta, at lógin er ikki gjørd til ein rættvísan mann, men til hinar lógleysu og ólýdnu, til hinar ógudiligu og til syndarar, til vanheilagar og halgivanvirðandi, til myrðarar av fedrum og myrðarar av møðrum, til manndráparar, 10 Til horkallar, til teir sum dálka seg sjálvar við mannkyni, til mannatjóvar, til lygnarar, til meinsvornar persónar, og um tað veri seg nakað annað ting sum er andstatt við heilnæma Guðslæru; (I.Tim. 1:8-10 FKJ)
Mismæltur var eg, tá ið eg segði, Á klótini. Eg meinti sjálvandi, Á Guðs fløtu jørð.