Bíblian er komin; býti nú sútleysur út, per flux, einkið jux. (Húsbólkar, meinigheitir, kunnu fáa kassar, og við at lesa harí, gerast andligir knassar: ei meira jassar: tí alt passar)

Havi, av Guðs margfaldu náði, fingið 9.700 heilar Føroyskar King James Bíbliur, og 49.000 heftir við Jóhannesar evangeliinum og Rómverjabrævinum, við frelsuboðskapinum og bøn hins iðrandi syndara aftast.

Hvørt hús í Føroyum skal fáa eina Bíbliu og tvey heftir.

Teir prenta 10.000 Bíbliur aftrat um eini 2-3 ár, so tað verður nokk til.

Tú kanst ogna tær eina, ella fleiri, beinanvegin, við at senda ein teldupost til mín, á: sjurdur.hojgaard@hotmail.com

Hevur tú húsbólk, ella meinigheit, kunnu tit fáa kassar. Tað eru 18 Bíbliur í hvørjum kassa. Skriva til mín, so koyri eg tær út, ella tú heintar tær sjálvur.

Bíbliurnar og heftini eru ókeypis, og mugu ikki seljast.

Hann dansi tað til,
hvørki meir ella minni,
so tað floytar eftirí ganga sjey:
ORDILIGT BREYÐ!

Antiochiskt korn, ikki til sølu: einans at geva ókeypis; fullar løður, hægri enn eg eri høgur


HEY, hvør tann sum tyrstir, komið tit til vøtnini, og hann sum ongan pening hevur; komið tit, keypið, og etið; ja, komið, keypið vín og mjólk uttan pening og uttan prís.
Hvørsvegna brúka tit pening fyri hatta sum er ikki breyð?  og tykkara strev fyri hatta sum mettar ikki?  lýðið dúgligani á meg, og etið tit tað sum er gott, og latið tykkara sál fragda sær í fiti.
Bendið oyra tykkara, og komið at mær: hoyrið, og tykkara sál skal liva; og eg vil gera ein ævigtvarandi sáttmála við tykkum, enntá hinar vissu miskunnir Dávids.
( ESAIAH 55:1-3 FKJ)

Konto nr. 6460 0003981462
Vevstjóri
×