Bispur villleiðir fólkið inn undir Guðs dóm; sigur seg vera prædikumann

Í Degi og Viku, hin 6. august 2020, kallaði Jógvan Fríðriksson seg fyri prædikumann og segði: “Tey menningartarnaðu eru blivin partur av okkum, og LGBT’ararnir eru nú blivnir partur av okkum …”.

Hvat fyri prædikumaður Fríðriksson er, tað fari eg at siga tær beint fram: Ikki av Guðs orði, men av agendaini hjá globalistunum, pávadøminum og ES.

Guðs orð sigur hinvegin greitt, í fyrra Corinthbrævi kapitul 6 og vers 9, at m.o. siðloysingar, hordómsfremjarar, kvinnulátigir, misbrúkarar av sær sjálvum við mannkyni (sum er sodomitar) … arva ikki kongadømi Guðs. Hvat tað merkir kann eg siga tær greitt: Tey, sum viðvarandi liva í slíkum, og ikki skoyta um at vera frelst av Jesusi Christi, og ikki venda slíkum syndalívi bakið, koma ikki til himins, men fara víst í helviti.

Guð hevur altso líka lítlan hugnað í siðloysingum sum sodomitum, bæði í Gamla Testamenti, har hann oyddi sodomitarnar í Sodomu og Gomorruh, sum hann eisini hevur í Nýggja Testamenti, tí har ávarar hann um sama æviga eldsliga dóm.

Guð oyddi býirnar Sodomu og Gomorruh fyri sodomusyndina, t.e. sodomi, sum er, tá ið maður fer við manni kynsliga, og kona fer við konu kynsliga.
Rómverjabrævið kapitul eitt lýsir okkum hetta svínaktiga sodomitiska fyribrygdið heilt greitt, og sigur: Av hesi grund gav Guð teir upp at ringum lystum: tí at sjálvt teirra kvinnur broyttu tað náttúrliga brúkið yvirí hatta sum er ímóti náttúru: Og somuleiðis eisini menninir, farandi frá tí náttúrliga brúkinum av kvinnuni, brendu í síni girnd hvør móti øðrum; menn við monnum virkandi hatta sum er ósømiligt, og móttakandi í sær sjálvum tað viðurlag villu sínar sum var hóskiligt. (Róm. 1:26-27 FKJ).

Sodomi er altso ein villa, sum fólk sjálv velja at fara út í, og sum Guð í himni gevur teimum rættvíst endurgjald fyri. Tað er Guðs boðskapur og ávaring, men hetta er IKKI Jógvans boðskapur. Nei, hann er beint mótsatt!. So annar av teimum báðum lýgur! Lat meg geva tær eitt hint: Guð lýgur ikki, nei, hann KANN IKKI lúgva! (sí Titus 1:2). So Jógvan lýgur, sum merkir, at hann er ein SVIKAPROPHETUR.

Víðari ávarar Guðs orð greitt, heilar TVÆR FERÐIR í Nýggja Testamenti, at tá ið Guð dømdi býirnar Sodomu og Gomorruh fyri hasa svínaktigu gerðina, so setti hann teir býirnar fram sum eitt fyridømi (t.e. eitt eksempul) fyri tey, sum seinni í tíðini fóru at liva ógudiliga, sum er, at gera tað sama sum tey gjørdu har, sum man smigrandi kallar “samkyndni” í dag, men sum tó er einkið annað enn sodomi.

Judasarbræv vers 7 sigur: Enntá sum Sodoma og Gomorrha, og staðirnir íkring teir á líkan hátt, gevandi seg sjálvar yvir til siðloysis, og farandi eftir fremmandum kjøti, eru settir fram til eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.

Guð brendi teir býirnar upp, men tey brenna enn í ÆVIGUM eldi. Hvar? Í helviti sjálvandi!. Og hagar fer Jógvan Fríðriksson so sanniliga eisini, fyri at villa Føroya fólk, enntá kallandi seg ein “prædikumann”, og siga, at vit skulu góðtaka LGBT, sum er eitt og tað sama sum at góðtaka sodomusyndina.
— Tað gera vit sonnu Bíbliutrúgvandi fólk ALDRI!!!.

Seinna Pætursbræv, kapitul 2 vers 6 sigur somuleiðis: Og broytandi staðir Sodomu og Gomorrhu yvirí øsku, avdømdi teir við eini hvølving, gerandi teir til eitt fyridømi teimum sum aftaná skuldu liva ógudiliga.

So Guðs orð sigur okkum, at tað, sum tey gjørdu í Sodomu og Gomorruh, var ikki ein “alternativur, fullkomiliga náttúrligur, sunnur lívsstílur”, men ein ræðulig synd, sum Guð dømdi teir býirnar fyri (les Genesis kapitul 19 KJB/FKJ), og ávarar okkum í Nýggja Testamenti, at sama revsing fer at raka tey, sum í eftirtíðini fóru at líva á sama hátt sum tey.

Eg bakki ikki fyri ØLLUM HEIMINUM, tá ið eg veit, hvat GUÐ hevur at siga um tingini. So kann alt tað heila eta ein langan lort, ella báðar tveir, ES, danating, løgting, globalistar, hvíta húsið og hvat veit eg. Líka feitt!.

Farið tit ikki út á grønslímutu glíðibreytina hjá Jógvanssyni við honum niður til helvitis, saman við globalistunum í ES og heimskirkjuni hjá anti-christi Francis í Róm. Fylg Jesusi Christi til himins, við at akta og óttast hans orð. Gert tú ikki tað, so ert tú ikki ein trúgvandi; bóka tað!

LGBT’ararnir verða aldri partur av kongadømi Guðs. Hvussu kunnu teir so vera partur av Fríðrikssyni?
Jú, sært tú, tí at hann er ikki partur av kirkju Jesu Christs, men av kirkju anti-christs í Róm, og høvdið í tí “outfittinum” er Lucifer, drekin, djevulin. Jógvan er ein ES breyðprophetakloddi, ikki ein prædikumaður Guðs orðs, og tað so langt frá tí sum hugsast kann.

Tað ringasta við Jógvani er, at hann kann gott halda eina góða talu viðhvørt, tí hann dugir retorikkin. Men hann stendur ikki í trúnni, eiheldur er hann í Christi. Hann er størsti svikaprophetur, sum nakrantíð hevur gingið á tveimum beinum í Føroyum. Eg kundi sagt: Guð náði hansara sál, men eg rokni við, at tað er ov seint. Harafturat gongur Guð ikki ímóti sínum orði, men dømir samsvarandi við tað á evsta degi (sí Jóh. 12:47-48).

(Hoyr orðini hjá størsta svikapropheti í Føroya søgu her:
Dagur og Vika, 06-08-2020.
https://kvf.fo/dv?sid=112043
35min55sek ->

Álvarsamliga, tí sannleikin og sálir eru í vanda,
Sjúrður-FKJ-Højgaard.


Sent vágaportalinum >
(Og tykkara luciferiska ES LGBT bispi)
Tá ið man kennir og boðar sannleikan, so nýtist einkið at krógvast. Sum Jesus sjálvur segði í Jóhannes 18:20: Jesus svaraði honum, Eg talaði opinlýsliga fyri heiminum ; eg alsamt lærdi í sýnagogunum, og í templinum, hvagar Jødarnir altíð leita; og í loyndum havi eg einkið sagt.

Onnur tíðindi