Prins William fekk sær eina heks til konu (eingin kossur broytir handan froskin til prinsessu; treiskt sum ein asni)

Brúðarvígslan er elligomul, og er orðað útfrá Guðslæru Bíbliunnar um, at ektamaðurin skal elska konu sína, meðan ektakonan skal elska og akta hann. Hetta lærir Guðs orð heilt klárt, (sí niðanfyri).

Megan noktaði at siga “love and obey” undir brúðarvígsluni.
Hetta merkir, at Megan gevur seg ikki undir sín ektamann. Hon er altso ein devul-upp-pumpað reyðsokkaheks.

So at prins Harry hevur fingið sær fult fang av sataniskum trupulleikum:
hann hevur gift seg við eini typiskari vesturlendskari reyðsokkaheks, hvat einum annars ikki nýtist at leita leingi eftir í dag at finna.

Har verður anarki í teirra heimi, ella tað at hon stýrir, og hann gongur boygdur og dapur, og so knappliga verður illur, tí alt kennist so endavent, — hvat tað eisini ER, — og tá rýmir hon, og sigur hann vera psykopat, hvat ikki var tilfellið: hann var púra í ordan, men sleppur ikki at vera maður. Hetta er skøvaða plátan í dag, tað afturvendandi problemið, sum vinstrahallu reyðsokkadevlarnir nokta at innsíggja.


Tí at uppreistur er sum heksakunst-syndin, og treiskni er sum misgerð og avgudadýrkan.
( I. Sám. 15:23a FKJ )

KJB: For rebellion is as the sin of witchcraft.
Hvør fæst við heksakunst?
Jú, tað gera heksir.
Treiskt sum ein asni.


Tí eftir hesum háttarlagi í hini gomlu tíð, hinar heilagu kvinnur eisini, sum litu á Guð, prýddu seg sjálvar, verandi í undirgivni yvirfyri sínum egnu ektamonnum: Enntá sum Sára lýddi Ábraham, kallandi hann harra: hvørs døtur tit eru, so leingi sum tit gera væl, og eru ikki ræddar fyri nakrari ræðslu.
(I. Pætur. 3:5-6 FKJ)

lýða = akta = obey


At tær mega læra hinar ungu kvinnur at vera edrúiligar, at elska ektamenn sínar, at elska børn síni, At vera hóvsamar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu ektamonnum, at Guðs orði verði ikki Guðsspottað.
(Titus 2:4-5 FKJ)

lýdnar = obedient í KJB


Jamen Sjúrður, tú fært onga konu, um tú kallar konur fyri heksir.
— Samager. Eg veit hvørjar eru heksir, og hvørjar eru ikki, (og tær eru tíverru fáar í dag). Leggi ikki í, um mínar útsagnir halda heksirnar so langt frá mær, sum yvirhøvur gjørligt.
Kenni eina undirbrotliga Sáru frá eini devulfyltari Jezebel (sum gjarna vil kalla seg Deborah, halda ráðstevnur, og gera tær fáu Sárur, ið eftir eru, til nakað annað, enn Guðs hægsta kall til tær er: At vera undirbrotligar, heimagangandi, heimpassandi, børn-uppalandi Sárur.

Við konufólki má man vera “snildur”, sigur onkur.
Líka snildur sum Harry, ella hvat?
Á, so snilt so snilt, at lata Satan koppa tingini á høvdið, og bara lata sum luft. Tað má eg siga.


Langt úti?
Ja, tað má eg siga! Virkiliga langt úti!!

— Ein vøkur, smílandi skralltóm dukka, handan Megan gellan. Mega ljót innan.
Hasi smílini vara ikki leingi.
Einkið grundarlag! Eitt hús bygt á sand.

Uttan sannan høvurskap, verður stjórnarloysi, og tann givna eindin verður upployst. Ger man hala til høvd, og høvd til hala, verður sama skil!

Skapanarorðningurin kann ikki enduruppfinnast. Broytir tú nakaðsumhelst, so skemmir tú alt tað heila; vendir tú tingunum á høvdið, so hevur tú oyðilagt tað.

— Og hesar eru so sanniliga endavendar tíðir.

Má Guð síggja í náði til vesturlendsku heksina, og opna hennara eygu. Guðs orð fer so ongan veg, og tað hevur enn rætt. Og meinigheitirnar tola ikki Guðs orðs talu um hesi ting, ikki ein av teimum.


Kom, Harri Jesus.

Onnur tíðindi