Vit kunnu víst døma, ikki hyklariskt, men rættvísan dóm; og mugu vera í Andanum, ikki í kjøtinum



Hetta innslag verður tilognað Marjuni Beck, blindum breyðbropheti og svikapropheti falsboðanarinnar: “Tú mást ikki døma”, og sum sigur, at tey ófrelstu eru tey frelstu, og at tey, sum siga seg vera frelst og vága sær at kalla ting fyri synd og døma um tey sum opinlýst liva harðbræsin í synd eiga helviti í væntu, – at tað eru TEY sum glatast. Harvið koppar hon Guðs ríki á høvdið, og sigur svart vera hvítt og hvítt vera svart. Eg dømi um hana, at hon er ein nýføðingaáslettur, óendurføddur heidningur, sum ikki hevur skil fyri nøkrumsumhelst innan Guðs orðs, og hartil at hon (sambært Guðs orði) sum kvinna ONGAN RÆTT hevur til at vera hirði, men skuldi verðið koyrd frá umgangandi, og gjørd til gravara, ella vaskikonu av vesinum í Vesturkirkjuni, sum tukt fyri at hava verið tað skensil av einum falsboðandi hálvdruknum presti hon hevur verið. Rætt dømt. Fært tú ilt av hesum, so er tað av tí at tú ert blindur. Tak teg so saman og vaska tær eyguni, og bið Jesus smyrja salvu á, far.

Ræðuligt?
Ja, tað er hvat hatta er: RÆÐULIGT!

Og eg veit hvat vendir niður, og hvat vendir upp. Tað ger mín samtíð ikki. Steindrukkin av hordómsvíni skøkjukirkjunnar, católsku og luthersku.
At Marjun og aðrir deyðsiglandi platonikarar og philosoppar (sum man kundi trúð eta soppar) sleppa endaleyst at sita sum prestur, meðan eldhugaðir, rættboðandi, frelstir menn verða hiiivaðir út, ella trýstir burtur, sigur alt sum eg havi brúk fyri at vita um fólkakirkjuna. Hatta sær meir út sum kirkja satans enn Christs. Sum sagt: RÆÐULIGT!
Onkur sigur: Tú mást ikki grilla ommuna. Eg havi ongan grillað, men Guðs eingil hiiivar tykkum í helviti ein dag, um tit ikki nú venda um.

Onnur tíðindi