Viðmerking til Deboruh



Hvat siga tit?  Eru dagar Deboruh nú virkiliga komnir?

Ja, má Guð so hjálpa okkum, tí so stendur illa til!.  So er tað bert enn eitt tekin um hvussu langt fráfallið frá Guðs orði er komið.  Á, sum heimurin togar í Guðs meinigheit í dag.  Tað má sigast.  Á, hvat virðingin fyri Guðs orði í veruleikanum er pinkulítil.

(Eg VEIT, eg komi at verða totalt spottaður av dagsins sveimandi vind-riknu droymarum og sjálv-dýrkandi idolum fyri at skriva hesa grein.  Men lat fara.  Eg leggi BARA í SANNLEIKAN, og floyti tvey feit á demokratisku “seeker-friendly” fleirtalsmeiningar hins endatíðar tilforkitlaða, uppsnollaða, penga-snakkandi holds-kitlaða lógloysings.)

Sannleikin er tann, at tá ið Guð valdi at brúka Deboruh til at døma og leiða fólk sítt, so var tað eitt UNDANTAK, og IKKI eina nýggja MEGINREGLU, sum Guð gjørdi.  Ein kann kanska siga, at Guð NOYDDIST til at brúka eina konu til at leiða sítt fólk, tí landið ALT var fráfallið. Menninir vóru nakrir RÆÐUSKÍTAR, sum IKKI TORDU í kríggj.  Ræðsla teirra stavaði frá teirra Guð-loysi og teirra avgudadýrkan.  Barak, denn RÆÐUSKÍTUR og KNORLUR, segðist ikki TORA í kriggj, uttan Deborah kom við.  Ein kundi sagt á modernaum snakkimáli: Sikken ein totaaalur FUSARI!!

Deborah varð reist í eini tíð, tá ið landið var fráfallið, og kongurin gjørdi tað sum var ILT í eygum Harrans, sigur skriftin (Dóm. 4:1 .. ).  Hevði Guð funnið ein Dávid í landinum, so hevði hann óivaðheldur brúkt hann; men hann FANST IKKI.  Skulu nú allar konur lærast av dagsins verðsligu meinigheitum til at verða Deboruhir, so er annaðhvørt landið alt fráfallið, og hetta í veruleikanum Harrans verk, hetta av tí at hann ikki finnur nakran mann sum er egnaður at leiða sítt fólk.  Hin møguleikin er so, at hetta er gongdin í syndiga heiminum, og at henda gongd hevur smittað meinigheitirnar.  Ella tá ein blanding av báðum hesum.  Í øllum førum er hetta IKKI nakað sunnheits-tekin sum vit síggja, at tey siga, at nú er tíðin komin til at Deborah skal reisa seg víðahvar.  Serstakliga tá ið hesar Deboruhir mangan júst er rýmdar frá ektamanni sínum í súrrrum uppreistri, tí tað at passa heimið og vera fitt ikki var júst hennara “koppur av te”.  Ov mangar Hollywood sápu-operair munnu nokk hava gloppið inn um og dálkað eyguni…

Guð hevur ALTÍÐ valt sær menn at leiða sítt fólk; vælatmerkja um nakar maður fanst.  Hetta er galdandi heilt frá Adami, til Nóah, til Móses, til Josjua, til Saul, til Dávid, til ALLAR teir stóru prophetarnar í G.T., til ALLAR teir lítlu prophetarnar í G.T., til Jóhannes Doyparan, til Apostlar Lambsins, til pastorarnar, til deknarnar (samkomutænararnar), til lærararnar í samkomuni, til ALLAR teir 40 sum Guð brúkti at skriva sítt orð.  Ein kundi hildið áfram, men um lesarin yvirhøvur ikki skilur hetta, so er tað tí, at hann IKKI VIL skilja tað.  Eitt lítið kveit inn í djóraríkið átti at kunnað lært teg okkurt.  Hygg at gásafamiljuni.  Har eitur eitt steggi, og nakað annað eitur bøga.  Og tey verða ALDRI eins.  Hvussu skuldu so maðurin og kona hansara kunnað gjørst eins, ella ennverri ØVUGT av hvørjum øðrum, .. ha?

Undarligt er tað, at samstundis sum Satan arbeiðir dagliga fyri at “flyta mørk” í heims-samfelagnum við síni GUDLEYSU, ANDSKRÆMILIGU Satanisku javnstøðu, sigandi at kvinnur nú SKULU á ting, at kvinnur nú SKULU allar til arbeiðis osv., so sær ein paralellir til hetta henda í meinigheitini, at tey mørk sum Guðs orð klárt leggur fyri samkomulív og familjuna, verða flutt undir navninum Deborah.

Her er tað IKKI Guð sum flytir talv-prikkarnar, men SATAN!!!  Um ta sannroynd leggi eg høvdið í blokkin!  So kjoppa bara.

Mundi tað vera Guð, sum bað tær skiljast frá manni fyri at hann kundi brúka tær til Deboruhir?  Tað ivist eg í.

Hvørji konu prísar Guð í sínum orði, Deboruh ella Sáruh?
Hann prísar Sáruh.  IKKI Deboruh.  Og hevur givið konunum í Nýggja Testamentligu meinigheitini BERT EINA konu sum fyrimynd, tí hann prísar bert EINARI; og jú, tað er húsliga, eyðmjúka SÁRAH!

Ja, konan, sum Nýggja Testamenti prísar fyri Guds-ótta framum allar konur í skriftini er IKKI reystkvendið Deborah, men stillføra, undirgivna Sárah.  So har hava tit GUÐS meining um hasi tingini.  Sárah hevði stillføran anda, var ektamanni sínum undirgivin, stóð við grýturnar og passaði børnini og heimið.  HON gjørdi matin, tá ið Harrin kom á vitjan í Genesis kap. 18.  Og júst hetta sigur Paulus skal eyðkenna pastor-pørini í meinigheitunum, at maðurin skal STÝRA væl sínum egna húsi, og at kona hansara er ein PASSARI VIÐ HÚS (Titus 2:5 FKJ).  TÁ eru tingini í ordan, so sum tey í VERULEIKANUM eiga at vera.  Sárah verður faktiskt sett fram fyri Ný-testamentligu kvinnunum sum hægsta fyrimynd.  IKKI Deborah.

I. Pæt. 3:1-6 (FKJ):
LÍKALEIÐIS, tit ektakonur,
verið í undirgivni fyri egnu
ektamonnum tykkara; at, um
nakrir lýði ikki orðinum, teir eisini
mega uttan orðið verða vunnir
við atferðini hjá ektakonunum;
2  Meðan teir skoða kýsku atferð
tykkara samkoplaða við ótta.
3  Hvørs prýðing lat hana ikki
vera handa útvortis prýðing av at
flætta hárið, og av at vera í gulli,
ella av ílating í skartaklæði;
4  Men lat hana vera hin duldi
maður hjartans, í tí sum er ikki
forgongiligt, enntá prýðingin av
einum eyðmjúkum og stillum
anda, sum er í eygsjón Guðs av
miklum virði.
5  Tí eftir hesum háttalagi í hini
gomlu tíð, hinar heilagu kvinnur
eisini, hvørjar litu á Guð, prýddu seg
sjálvar, verandi í undirgivni yvirfyri
sínum egnu ektamonnum:
6  Enntá sum Sára lýddi Ábraham,
kallandi hann harra: hvørs
døtur tit eru, so leingi sum tit
gera væl, og eru ikki ræddar fyri
nakrari ræðslu.

Sárah er altso REGULIN; Deborah er EITT UNDANTAK, ein neyðloysn í sjúkum tíðum.  So her tykir mær tit taka ALVORLIGA FEIL í øllum hesum DEBORUH tvætlinum.

Mær tykir Sárah fullkomiliga VANNVIRD í okkara samtíð, samtíðis sum DEBORAH VERÐUR PRÍSAÐ TOTALT ÚT ÚR PROPORTIÓN.  At síggja hetta ørkymlar meg.  Ja, tað ræðir meg.  Fruktirnar av øllum hesum svassinum eru heilt greitt til Satans fyrimun.  Ja, tá er fráfallið eisini komið rættiliga langt.

WELL.  Eg ætli mær so IKKI at vera ein slíkur DRUMBUR sum hasin Barak.  Tað sigi eg bara beint sum tað er.  Eg toli altso IKKI hesa sleisku, drumbsligu, verðsligu, vinur-við-heimin, stinkandi “kristnu” samtíð, sum vit liva í.  Eg havi VALT at hava sama anda sum Josjua og Caleb og trampa í kríggj, veri tað einsamallur.  Deborah má so bara fara heimaftur til sítt rætta Guð-givna pláss hjá børnunum og grýtunum, sum bøgan hjá ungunum.  Eg eri altso STEGGI.  Og tað sigi eg altso UTTAN AT SKAMMAST ELLA HIMPRAST TAÐ ALLAR MINSTA VET.

Mær tykir tað heilt víst vera SATAN, sum lumpar summi til at halda Deboruh fram fyri Guðs konum í dag sum ideali, fyri at fáa tær at gera uppreist ímóti Guðs ævigu orðningum?  Tað hvørki kennist ella ER rætt hjá NØKRUM MANNI at fylgja aftaná KONU í nøkrumsumhelst, tað veri seg í heimi, á tingi, í arbeiði, ella í kríggi.  Um hetta eri eg PÚRA VÍSUR.  (Les annars Jesajah 3:12 (ella ALLAN kapitulin)).

Tá ið mangar av dagsins nýggju “bíblium”, t.d. djevulsins “NIV” og enn verri “TNIV” enntá verða broyttar til at vera “kynsliga nevtralar”, fyri at vera “politiskt korrektar” eftir djevulsins humanistiska javnstøðu tíðaranda, har tað fyrr æt “menn”, eitur tað nú “fólk”, har tað fyrr stóð “brøður”, stendur tað nú “brøður og systrar”, har orðið systrar IKKI stendur í nøkrum handriti á allari jarðaryvirflatuni, ja so er tað Djevulin, sum er farin at flyta mørk í meinigheitini.  Hetta er vorðið gjørt í nýggjast íslendsku “bíbliuni”, og skal nokk síggjast her hjá okkum innan skams eisini.  Satan eigur altíð sínar innsníktu tænarar.

Eg veit ikki, men EG trúgvi so IKKI, at Guð broytir meining NAKRANTÍÐ. Hvussu kann man sum trúgvandi standa við rennandi munnvatni á einum ávísum versi og siga: Hetta er Guðs orð; eg taki hetta lyftið til mín í trúgv; hetta er veldugt, her fái eg nakað burturúr trúnni, samstundis sum man FULLKOMILIGA vanvirðir onnur vers og avsnitt í Nýggja Testamenti, tí tey ikki passa inn í kramm endatíðar tíðarandans?

Hesin maðurin fer so IKKI í kríggj undir leiðslu av nakrari Deboruh!  Tað kunnu tit bóka!  Eg ætli mær so at vera ein RÆTTUR GUÐS MAÐUR, sum Guð IKKI noyðist at síggja framíhjá, tá ið hann hyggur niður til jarðar eftir einum amboði!

Eg trúgvi IKKI, at tað er Guð sum reisir eitt heilt ættarlið av Deboruhum, men at tað heilt víst er ein bein avsmitting frá SATANS ávirkan í hesum stinkandi bersyndiga heiminum; og so rætt og slætt einkið annað.

Meinigheitin átti annars at fingið sín íblástur úr skriftini, ikki heiminum!

Man tað ikki vera gullkálvin, tit í veruleikanum dansa rundanum?

Men tit fara sikkurt at halda áfram at upp-pumpa okkara góðu, stillføru, undirgivnu, heimagangandi, higartil óspiltu, fittu Sáruhir til at yvirgeva heimið og taka tær støður, sum Guð í sínum orði ALTÍÐ hevur sagt eiga at vera uppfyltar av einarkonu-monnum.

Mær tykir tit stinka av heiminum og vera mest lík kompromisligu, verðsligu Laodicæisku meinigheitini. (Opb. 3:15-16)  Eg hoyri so ikki heima saman við tykkum.  Fari heldur í kríggj EINSAMALLUR.

Ávaring: Varið tykkum, at Guð ikki slær tykkum við spitalskusjúku, og tit verða stongdar úti uttanfyri leirin eins og hin upprørska Mirjam.

Tá skal eg biðja fyri tykkum.  Um tit spyrja pent.  Hómast tað ALLAR MINSTA av upprørskum reyðsokkaligum frekleika í tónalaginum, so kunnu tit vera uttanfyri leirin bæði eina og tvær vikur afturat.

Hetta Deboruh-svassið er eftir mínum tykki ENN EITT TEKIN UM FRÁFALLIÐ Í OKKARA TÍÐ.

So skjótt sum Jesus kemur aftur og vit skulu læra tjóðirnar hansara ævigu fyriskipanir, so fer handan upp-pumpaða Deborah aftur so fitt at passa børnini og gera manni sínum mat.  Vit koma at læra konurnar í 1000 ára ríkinum at vera eins og Sárah, og Deborah verður aftur tann STÓRA SKOMMIN hon altíð hevur verið fyri eitthvørt fráfallið land.  Fyribils má hon roknast blindað, treisk, egin-viljandi, og devuls-inspirerað av reyðsokka-anda endatíðar tíðarandans. Tíverri.

Onkur sigur: Um tú heldur áfram soleiðis Sjúrður, so heldur tú bara í 3 1/2 ár í hesi tænastuni.  GOTT.  Tað er bert eitt tekin um, at eg man gera júst tað rætta.  ILLA DÁMDUR av heiminum og teimum VERÐSLIGU “kristnu”, sum spegla sær í heiminum, IKKI Guðs orði, er ikki nakað ringt tekin í mín bógv.  Tað er mín stoltleiki, og als eingin skomm.  So geri eg júst tað rætta.  Og, Guð náði meg, um henda samtíð hevði dámt meg!  Illa dámdur eri eg so í øllum førum í góðum felagsskapi saman við Jóhannesi Doypara og øðrum góðum martýrum fyri Guðs orð og sannleikan.

Undarligt fólk, sum vilja gera mannin til konu og konuna til mann.  Tað kallast perversjón í orðsins fylstu merking. Tá kunnu tit sigla tykkara egna sjógv.  Totalt líkaglaður, um tit á sinni blakaðu meg út úr bátinum.  Vit hava ikki sama Anda allíkavæl.  So kunnu tit hava “heilagan anda” í friði við tykkara Guðs-háðandi pinkubarnaáslettingar-“frelsu”.  Eg fari so at halda meg til Heilaga Andan, sum Jesus Christus gav mær, tá ið eg bleiv FRELSTUR, ikki doyptur.  Tá ið eg bleiv doyptur, bleiv eg VÁTUR, einkið annað.  Men allir andarnir sóu tað, og menniskju fáa tað nú at hoyra.  Og, á denn kraft ið er í tí.  Puha!

Alt fyri Jesus.  Tað er lívið!

Hvør er annars “heilagur andi”?  Kenni hann ikki.  Tað er ikki eingong eitt persónsnavn í bundnum hátti.

Heilaga Andan.  Ja, hann kenni eg og elski.

Kom nú; legg høvdið á blot.  Tú kanst skilja okkurt.  Kom nú.  Men so mugu eyguni byrja at hyggja í Bíbliuna líka nógv sum tey nú hyggja í helvitiskassan.

Deboruh í broddin?  Sovorðið Sataniskt, humanistiskt, endatíðarandaríðandi pjatt-skvatt!!!

Hoyri javnan oynakitlandi svikaprophetar brúka eitt vers úti av sínum samanhangi, Galatararnir 3:28, og reingja tað til at skula hava týtt, at EINGIN munur er nú á monnum og kvinnum í meinigheitini, teirra millum, ella tá yvirhøvur.  Altso, síðan nær kundi man yvirtrumla eini sjeyti vers í N.T. við einum versi?  Hatta eru beinleiðis SATANISKAR metodir, tit brúka!  Konan skal vera undirgivin manninum; hvat er tað sum tit ikki fata í tí?  Hvat er so ringt at skilja í tí?  Altso, hvat skilja tit ikki, tá ið skriftin sigur, at pastorar skulu vera einarkonumenn, og kallar teir bert fyri hann, ALDRI fyri hon?
Alt samanhangandi avsnittið í Galatarunum 3 ljóðar soleiðis:

26   Tí tit eru allir børn Guðs við trúgv á Christ Jesus.
27   Tí so mangir av tykkum sum eru vorðnir doyptir inn í Christ, hava latist í Christ.
28   Har er hvørki Jødi ella Grikki, har er hvørki trælur ella frælsur, har er hvørki kallur ella kallinna: tí tit eru allir eitt í Christi Jesusi.
29  Og um tit veri Christs, tá eru tit sáð Ábrahams, og arvingar samsvarandi við fyrijáttanina.

Hann javnar IKKI kynini út, sum um konan nú kann tilræna sær myndugleika yvir manninum, vera frálærari í meinigheitini; ella tá enntá vera pastorur í Guðs meinigheit, sum í so mongum fráfalnum Guðs-orð-vanvirðandi endatíðar meinigheitum í dag.  Nei; tú mást lesa ALT SAMANHANGIÐ Í SÍNI HEILD fyri at síggja, hvat Paulus meinar við.  Hann byrjar við at siga, at vit eru øll børn Guðs við trúgv á Christ Jesus.  Útfrá tí sigur hann so, at harer eingin munur á mongum ymsum bólkum, sum hann eisini ramsar upp; altso er boðskapurin, at uttan mun til hvørt tú veri teg maður ella kvinna, so er hetta galdandi, at tú kanst verða frelstur eina okk aleina við trúgv á Christ Jesus. Vers 28 byrjar við at siga HAR ER…, altso í hesum førinum, tá ið tað kemur til at kunna vera Guðs barn við trúgv á Jesus Christ, at VERA Í CHRISTI, og at VERA SÁÐ ÁBRAHAMS, arvingi samsvarandi við fyrijáttanina.  Nakar annar týdningur ER IKKI AT SÍGGJA í avsnittinum!!!  At fara og siga útfrá hesum versunum, at Guð ikki longur setur mun ímillum mannin og konuna, bæði í heiminum og í kirkjuni, ja tað er milt sagt at fara ófatiliga óreiðuliga um sannleiksorðið, og tað so tað baskar eftirí, tí tá mást tú síggja burtur frá minst einum 6-7 longum avsnittum, ja, heilum KAPITLUM í Nýggja Testamenti, sum heilt greidliga frálæra júst hitt øvugta.  (sí eitt nú Eph. 5:22-33; Col. 3:18-25; 1. Pæt. 3:1-7; I. Tim. 2:8-15 & 3;1 & 3;12; Titus 1:5-9; 2:2-5).  Latið so hetta søkka djúpt inní oyrað, tit sum enn hava eitt í hesum landinum.  Slíkir sataniskir tíðaranda-ríðandi mann-bjølgar, sum liggja og kitla tíðarandasleikjandi kvenn-oyrum á Aglow fundum, frálærandi okkara konum falskar doctrinur fyri kvenntokka; havandi persónar manna í metum uppá grund av frama.  Eingin nevndur, eingin gloymdur.

Tað, vit síggja koma til sjóndar, er hin síðsta skøkju-kirkjan, sum forglattvekk fer at verða drigin aftur undir anti-christ í Vaticaninum.  Fráfallið í hinum síðstu døgunum.  Hví?  Tí teir móttóku ikki kærleikan til sannleikans, at teir máttu verðið frelstir.  Tí sendir Guð teimum kraftmikla villu. (II. Thess. 2:9-12).

Sjálvasti apostul várs Harra Jesu Christs, Paulus, skrivaði hesi orðini til samkomu Christs (sum ENN livir undir somu korum, sum Guðs orð í Nýggja Testamenti hava fyriskrivað okkum; hetta til Christus kemur aftur í ský:)

11  Lat kvinnuna læra í kvirri við allari undirgivni.
12  Men eg loyvi ikki kvinnu at frálæra, ella at tilræna myndugleika yvir manninum, men at vera í kvirri.
13  Tí Adam varð fyrst myndaður, síðan Eva.
14  Og Adam varð ikki teipaður, men kvinnan verðandi teipað var í misgerðini.
15  Hóast hetta skal hon verða frelst í barnaføðing, um tær haldi áfram í trúgv og vælvild og heilagleika við hóvsemi.
( I. Tim. 2:11—15. FKJ ).

Tann, sum sigur, at hetta var skrivað undir eini aðrari tíð, og at tað lýsir hvussu man hugsaði tá, og at nú eru vit vorðin so nógv meira upplýst, komin longri, meiri útviklaði og annað slíkt pjattskvatt, hann er yvirhøvur ikki trúgvandi, men ein útforhálaður devulsins humanist, við ongari virðing fyri Guðs Nýggja Testamentligu fyriskipanum, eiheldur nakrari virðing fyri Guðs orði sum heild, og kann tí veruliga IKKI vera gitin av Guðs orði heldur.  So einfalt er tað.  Ert tú sum her lesur ein slíkur, so VEND UM frá tínum tíðarandaríðandi tilforsudlaðu liberalu pop-meiningum til Guðs orðs ævigu sannleikar og fyriskipanir, og ger og frálær teir, so skalt tú verða kallaður stórur í kongadømi himins.  Má Guð geva tær náði til tess.


Sjúrður.

(Skrivað í 2010. Sitatir eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)