Victor átti at havt lært seg Føroyskt, áðrenn hann týddi hatta alexandro-gnostiska lortið hjá Origen, Clement, Philo, Avsebius, Griesbach, Tischendorf, Wectcott, Hort, og Vaticaninum

Einkið eitur “menniskjans”; tað hevur tað aldri itið, og tað kemur tað aldri at eita.

eitt menniskja => hetta menniskja(ð) => “menniskjaðs”,

– men hetta skrivar man sjálvandi ikki.

Men “eitt menniskja” verður so ONGANTÍÐ til “menniskjans” undir nøkrumsumhelst málsigum viðurskiftum. Ikki uttan man ikki dugir, og ikki vil tosa rætt Føroyskt. Tað kundi verðið til menniskjaðs, og bara tað, um tú hevdar, at orðið er hvørkikyn, (hvat tað ikki er).

Hvat kyn er orðið menniskja, um man sigur “menniskjans”?. Er tað hvørkikyn? Er tað kvennkyn? Tað er hvørki; tí at “an” endingin ger tað til kvennkyn (sum konan), men so skoytir man partú eitt “s” uppí, fyri at fáa orðið til at síggja út sum um tað skuldi verið hvørkikyn (sum barns). Hatta er ein heilaleysur hálvdanskur vavgreytur hjá Victori, og kann ikki síðustillast við nakaðsumhelst annað orð í Føroyskum!

Hatta er ikki bara niðri á snakkimálsstøði: hatta er niðri á ótrúliga vánaligum snakkimálsstøði!

Og tað mást tú bara gníggja inn í tína langu victorisku babsanøs, (men annars fittu hundaeygu)!

Menniskjans er ein bastardur av einum orði, og kann ikki bjargast. Er tað kvennkyns, so eitur tað menniskjunnar; er tað hvørkikyns, hvat eitur tað so? Tað kann so ikki vera menniskjans! Menniskjans sum orð er HVØRKI kvennkyns, eiheldur hvørkikyn. Tað er einkið!. Men teir skulu nokk avnokta hetta, venda deyva oyrað til, og nokta at innsíggja sannleikan um hatta, eins og teir gera um so mangt annað.

Tað EINSTA rætta er menniskjunnar; menniskjan hon. “Eitt menniskja”, sum hvørkikynsorð, var, er, og verður, ein danskur bastardur, sum ikki passar inn í føroyska bendingarkervið, sama hvussu tú lirkar, rystir, og kroystir.

Tað kann bara eita: ein menniskja => henda(n) menniskja(n) => menniskjunnar

Fleirtal: menniskju, menniskjanna.

Hevur man nakaðsumhelst málsligt skil, sigur man “ein menniskja”. Er man hinvegin heilt í ordan ganga sjey, brúkar man ikki orðið menniskja yvirhøvur, men sigur bara maður, tí at menniskja er týskt/danskt; maður er norrønt, og merkir bæði maður og menniskja. Stutt, einfalt, og vakurt.

Hví fólk endiliga vil siga menniskjans?

Tí tey eru nakrir útforhálaðir sambands-lortenda-skønduls-geldingar! Tey hoyra “menneskets” í sínum danskt-forgandaða sinni (et menneske, mennesket, menneskets), og kunnu tí bara spýta út eitt grønslímut “menniskjans“, sjálvt um tað ikki kann førast røk fyri tí málfrøðiliga, og verður aldri annað enn ein málsligur bastardur, og hoyrir tí ikki heima í føroyskari Bíbliu.

Og kom ikki og royn og lúgv fyri mær, at Victorsa bíblia er ein Textus Receptus bíblia, tá ið hon er 80-90% alexandrisk.

Í tí náttúrliga kallar sjálvt tú 80% skræpu fyri 100% skræpu, og nertir tað ikki við einum fingri.

P.S.
Spyr bara Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum, um eg havi rætt!
EG HAVI RÆTT!!!

P.P.S.
Hinvegin, tá ið man víðari hugsar um tað, so er tað kanska júst hóskiligt, at perverteraði teksturin er ílatin perverteraðan málbúna. Ja, tað er tað nokk. Og at tann skíra stendur aleina: so skínandi skír.

P.P.P.S.

Føroyskt við stórum við vilja,
tað vil eg ikki dylja;
Fært tú ilt av tí,
so rým og ýl!
Onnur tíðindi