Vei teimum ið kalla ilt gott

(Hetta er lesarabræv, sent til heimasíðuna hjá Norðlýsinum).

Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott ilt; sum seta myrkur fyri ljós, og ljós fyri myrkur; sum seta beiskt fyri søtt, og søtt fyri beiskt! (Esaiah 5:20 FKJ).

Hatta, tey í dag kalla “samkyndni”, er eitt lygnarorð, smíðað fyri at klæða eina skemdargerð, eina skomm og eina synd. Í føroyskum er hetta orðið ikki eldri enn eini tjúgu ár og hevur verðið brúkt til at viðsnúgva hugsan fólks um nakað, sum eitt og hvørt gudsóttandi og rættskikkað fólk enn veit, er skemd, andstygd og synd. Hatta er nakna keisarans nýggju klæðir. Í dag er keisarin ikki bara nakin, men eisini ein sodomitur.

Rómverjabrævið kapitul eitt sigur okkum, at tá ið fólk ikki longur skoyttu um at innihalda Guð í sínum kunnleika, gav Guð tey upp til ótespiligar lystir – og tað nevnir heilt ítøkiliga, at konur broyttu tað náttúrliga brúkið yvir í hatta sum er ímóti náttúru; og somuleiðis fóru menninir frá tí náttúrliga brúkinum av kvinnuni, brendu í girnd hvør móti øðrum og gjørdu ósømiligar gerðir og at Guð gav teimum tað viðurlag villu sínar, sum var hóskiligt. Vit minnast eisini, hví Guð oyddi – ikki bara býirnar Sodomu og Gomorruh – men eisini alt fólkið, sum har búði: Vegna sodomusyndina, at tey høvdu givið seg út í hesa ótespiligu synd.

Hyggur tú í amerikonsku Noah Webster’s orðabók frá 1824, so finst “homosexual” ikki í har. Heldur ikki “homophile”. Tað, sum stendur, er sodomi fyri gerðina og sodomitur fyri fólkið, sum ger hasa skemdargerðina. Og skemdargerð er tað, uttan mun til, hvat hesi gudleysu fólkini í dag hava rottað seg saman til at lóggeva fyri og dagliga trýsta ígjøgnum almennar fjølmiðlar, sum man nóg illa skoytir eftir longur, meir enn kanska eina ferð um mánaðin. Hatta kallast propaganda, ikki tíðindaflutningur. Eg kalli KVF fyri KynsVillingarstovn Føroya og vendi teimum bakið, alt meðan eg lati aftan undan og sigi: Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans. Vit eru enn mong, sum ikki eru vorðin dálkað av tykkara óhumsku og verða eiheldur flutt, tí vit kenna okkara Bíbliu og eru klárir at leggja niður alt, ja, sjálvt lívið fyri sannleikans orð, um so má vera. Guðs orð er okkara kumpass, okkara ævigi rætningssnórur. Vit lurta ikki eftir røddina á leigusveinum, hvørki Biden, Schwab, ES, ella tykkara frímúrara bispi, settur av eini óndari politiskari elitu at villleiða tey, sum ikki elska sannleikan (sí II. Thess. 2:10-12 FKJ).

Sum tjúgu ára gamal ætlaði eg at læra til politist, men var ein semtimetur ov stuttur. Tað takki eg Guði fyri í dag, tí at skula handheva grein 266b, tað er at arbeiða fyri Sátan. Altso, hugsa tær til, at fólk skal vera so ørt í høvdinum, at talda tað vera í lagi at døma fólk fyri at siga sína erligu meining, bara tí, at tað skal vera onkur, sum er so sárur, at hann ikki tolir at hoyra sannleikan. Og so halda hasi devulrendu beistini, at tey skulu sleppa av dálka hvørt smábarn á barnagarði við síni devuls-imprigneraðu ideologi. Tit skulu altso fram fyri hægstarætt hjá Guði tann eina dag, og tá verða tit dømd eftir tí Bókini, tit ikki vildu lýða á her á jørð. Tá dugir einkið tos um 266b, kynsligan samleika, ella nakað annað ørvitissvass. Sniðfundig lygn er tað, at kalla skendsku fyri kynsligan samleika. Tað snýtir kanska mong, tíverri, men vit eru tó mong, sum síggja tvørturígjøgnum tykkara lygn og taka djúpt synd í tykkum, at tit skulu vera vorðin so blind og frá allari vón og viti.

Má Harrin Jesus styrkja sítt fólk í Føroyum. Vit ganga nú inn í endan av endatíðini – og okkara Harri segði okkum, at hesir dagar skuldu vera at líkna við dagar Sodomu og Gomorruh (Lukas 17:26-29). Villleiðingin skuldi verða stór, svikaprophetar síggjast nú allastaðni – sum enntá tala í Jesu navni, enntá í gull skreytseymaðari kápu við risastórum krossi sær á baki, sum við frómari rødd villleiða fólkið undir einum bronglaðum, humanistiskum skilningi av kærleika, sum er fráskildur frá sannleikanum. Vælvildarinnar kapitul, I. Corinth 13, sigur okkum, í vers 6, at vælvildin fegnast í sannleikanum. Sonn vælvild, sannur kærleiki, kann ikki annað enn siga sannleikan og ávara sín næsta, meðan tíð enn er, fyri at hann tó mátti vent um, meðan náðitíð enn er. Men skjótt verður náðitíðin úti, skjótt kemur Jesus aftur í ský, og tá verður ov seint. Vent tí um til Harran Jesus Christ í dag. Amen.

Onnur tíðindi