Varið tykkum fyri preterismuni: ein tann farligasta falslæran ið finst, og sum hvølvir ta sonnu Christintrúnna fullkomiliga



Tá ið eg hoyrdi um preterismu, hugsaði eg: Hatta er heilt sikkurt uppfunnið av jesuitum, fyri at flyta allar hendingarnar í opinberningini, so at skøkjan í Opinberingini 17 ikki kann vera católska skøkjan. Eg kannaði tað eitt sindur, og jú, tann fyrsti, sum lærdi preterismu, var ein stikandi jesuitur, nevndur Luis de Alcasar. (Kelda: wikipedia).
Eg havi onga náði fyri falslæru,
Eg havi onga náði fyri Vaticaninum,
Eg havi onga náði fyri jesuitunum,
Eg havi onga náði fyri anti-christi, pávanum í Rom,
– onga,
tí at teir kunnu ikki annað enn lúgva!
Hygg nú eftir hesum:

Eg átti ein ungan vin, sum fyri 7 árum síðan fór til Keypannahavnar at “lesa til prest”, men kom aftur sum ein pest, fullur í øllum Satans falslærum og … preterismu. Fallin frá trúnni!!. Nú avnoktar hann CHrist, sum frelsti hann, áðrenn hann fór at lesa til prest, og varð gjørdur til pest.
Hví?
Tí at jesuitarnir hava sníkt seg inn á og inntikið næstan allar áður kristnar lærustovnar.
Nú eru teir lærustovnarnir (seminariini) heidnir. Havheidnir! Og hartil anti-christiligir inn á botn!!!
Har hevði eg aldri stigið mín tvøra fót.
Aldri!
Man fer ikki og tekur búgv í leirinum hjá fíggindanum, og letur fíggindan læra seg, og væntar at verða óávirkaður av tí.
So býttur er man ikki.
Í øllum førum ikki eg.
Eg haldi meg til Hirðans rødd einans!.
(Presturin verður her ónevndur. Eg eri ræddur fyri, at hetta er galdandi (ella geldandi) fyri allar prestar, sum læra á Københavns teologiseminarie og líknandi heljarborgum.)
Hví preterisma ikki kann vera annað ein ein católsk falslæra?
Tí at hon sigur, at vit liva í 1000 ára ríkinum nú, og at allir hennara barnamisbrúkandi pest-prestar eru teir, sum Christus ríkir ígjøgnum. Einkið kundi verið longri frá sannleikanum.
Sannleikin er, at Christus skjótt fer at døma skøkju-kirkjuna, hasa andskræmiligu católsku skøkjuna, at Jesus kemur aftur skjótt, og TÁ byrjar túsundáraríkið, og bara tey FRELSTU fara at ráða við Christi. Tað útilokar pávan, jesuitarnar, og so gott sum hvønn ein “prest”, sum nakrantíð hevur livað.
Guð hevði ordineraðar prestar í Gamla Testamenti;
ongan í Nýggja.
Hvør ið eigur allar hasar forpestaðu prestarnar?
Anti-christ í Róm!
Gloym tú aldri tað!
Irenæus, sum var lærusveinur Polycarps, sum aftur var lærusveinur Jóhannesar ápostuls, segði, at Jóhannes skrivaði Opinberingina við endan á stjórnartíð Demetrians: og hann ráddi frá 81 til 96 e.Chr.
Tann staðroynd, at Opinberingin varð skrivað seinni enn 70 e.Chr., ger preteristisku falslæruna fullkomiliga til einkiðs, tí at hon hongur á, at Opinberingin skuldi ganga út ár 70.
Onnur tíðindi