Varið tykkum fyri anti-semitiska andanum, sum nú aftur hevur skriðið sær upp úr helviti

 14 ¶ Og HARRIN segði við Ábram, eftir at Lot var skilstur frá honum, Lyft upp nú eygum tínum, og lít frá staðnum, har tú
ert, norðureftir, og suðureftir, og eystureftir, og vestureftir
:

 15 Tí at alt landið sum tú sært, til tín vil eg geva tað, og til sáð títt um ævir.

(Genesis 13:14-15 FKJ)

Verið á varðhaldi og skýggið filmir og bøkur, sum nú koma fram, og vilja øsa hatur ímóti Guðs útvalda fólki Ísrael av Ábrahams, Ísaacs og Jákobs ætt, sum hann fyrijáttaði at geva hitt heilaga landið til. Eg ráði einum og hvørjum til at ikki hyggja eftir slíkum filmum, ella lurta eftir slíkum talarum, ella lesa slíkar bøkur. Verið heldur biðjandi fyri Jødunum. Í 2017-18 fyllir Ísrael 70 ár, og í kjølfarinum av tí kemur allarhelst at henda okkurt stórt við Ísrael. Tí er fíggindin risin upp ímóti teimum enn einaferð. Men tað fer ikki at takast hjá honum. Guðs lyftir til fólk sítt Ísrael standa um ævir við, og fara øll somul at verða uppfylt.
Eitt Guðs stórsta undir er, at Ísrael sum tjóð enn er til, eftir at hava verið spjadd út um allan heim í skjótt 2000 ár, og Guðs orð sigur klárt, at tey vera ALTÍÐ til, tí at skrivað stendur í Guðs orði hjá Jeremiah 31:35-37:

 35 ¶ Svá sigur HARRIN, sum gevur sólina til eitt ljós um dagin, og regluskipanirnar hjá mánanum og hjá stjørnunum til eitt ljós um náttina, sum skilur sjógvin tá ið aldur hans ýla; HARRI herliðanna er hans navn:

 36 Um hasar regluskipanir víki frammi fyri mær ífrá, sigur HARRIN, skal sáð Ísraels eisini halda uppat frá at vera ein tjóð frammi fyri mær um ævir.

 37 Svá sigur HARRIN; um himin í erva kann verða mátaður, og grundvøllir jarðarinnar grundaðir út í neðra, vil eg eisini kasta av alt sáð Ísraels fyri alt sum teir hava gjørt, sigur HARRIN.


– So Guð lovar, at Ísrael verður til so leingi sum jørðin, sólin, mánin og stjørnurnar standa, og hann lovar enntá í Rómverjabrævinum 11:25-26, at alt Ísrael skal einaferð verða frelst:


 25 Tí eg vildi ikki, brøður, at tit skuldu verið óvitandi um hetta loyndarmál, at ikki tit skuldu verið vísir í tykkar egnu metingum; at blindleiki partvíst er hendur fyri Ísrael, inntil Heidninganna fylling er komin inn.

 26 Og so skal alt Ísrael verða frelst: eins og skrivað stendur, Út frá Sion skal koma Útfríarin, og skal venda burt ógudiligleika frá Jákobi:



Takk og lov!

Onnur tíðindi