Nú var tíð uppá at fáa nýggja heimasíðu. Hin síðan var frá 2008, og var ikki dynamisk. Henda nýggja er dynamisk, sum merkir, at hon tillagar seg til snildfon og teldil.
kjv vísir nú víðari til fkj; kjv fellur burtur um eitt ár, og fkj heldur áfram. (kjv stendur fyri King James Version; fkj stendur fyri Føroyska King James.)
Øll tíðinda-innsløgini eru flutt yvir, men mugu enn formaterast; og tær flestu innsíðurnar eru fluttar yvir, sum eg metti vóru tess verdar. Nýggjar myndir eru lagdar út til tær søguligu, upplýsandi síðurnar. Summar síður hava harafturat fingið meira tekst. Nógv er rættlisið, og endurskoðað.
Bygnaðurin á síðuni er nakað broyttur; men síðan sum heild er til at kenna aftur.
Sjúrður.
P.S. Her var eingin stavifeilur, eiheldur kommafeilur í, tí at í Bíbliuhøpi fylgi eg ikki stavsetingarreglum fólkaskúlans. Ting eru bara feil, um man segði, at man fylgir ávísum reglum, og so ger tað ikki; um man sigur, at man ikki ger, so er man leysur frá teim reglunum.