1
2
3
4
5
13 Men um tað veri eingin
uppreisn av hinum deyðu, tá er
Christus ikki risin:
14 Og um Christus veri ikki
risin, tá er prædikan okkara fáfongd,
og trúgv tykkara er eisini
fáfongd
15 Ja, og vit eru funnir følsk
vitnir um Guð; av tí at vit hava
vitnað um Guð at hann reisti upp
Christ: hvønn hann reisti ikki
upp um so veri at teir deyðu rísa
ikki.
16 Tí um teir deyðu rísa ikki, tá
er ikki Christus reistur:
17 Og um Christus veri ikki
reistur, trúgv tykkara er fáfongd;
tit eru enn í syndum tykkara.
18 Tá eru teir eisini sum eru
sovnaðir í Christi glataðir.
( I. Cor. 15:13-18 FKJ )
Ein, sum ikki trýr uppá likamligu afturkomu Jesu Christs, kann eiheldur trúgva uppá hansara likamligu himinsferð, og eiheldur
uppá hansara likamligu uppreisn.
Guðs orð sigur, at ein, sum ikki trýr uppá uppreisn Jesu Christs, sum jú var likamlig, ER ENN Í SYNDUM SÍNUM; altso:
ikki frelstur, ikki ein trúgvandi, ikki ein Christin.
Vend tí um til sanna Christna trúgv í dag og fá ævigt lív í fullgjørda verki Christs fyri einkið av náði við trúgv uttan gerningar –
til góðra verka.