Universalisma er ikki kærleiki, men ein lygn, sum forbannar fólk í æviga glatan, meðan tey halda, at væl stendur til; sannleikin er, at hann, sum trýr ikki, skal vera heldømdur (Markus 16:16b FKJ)

Universalisma er handan deyðiliga falslæran, sum sigur, at øll verða frelst, at eingin fer í helviti.  Henda falslæra ger Guð til lygnara, og ger alla evangelisering meiningsleysa.  Universalisma ger í veruleikanum øll ófrelst.  Forbannað veri tann falslæra, og tvífalt forbannaður veri hvør tann, sum lærir hana (sí Gal. 1:8-9 FKJ), prestur sum leikmaður, sleiskur sum hálur, falskur sum ófrelstur.  Vend um og TRÚGV GUÐS ORÐI EINANS, og tað er KJB/FKJ.

Hvat tú so gert, far IKKI og les “Guðfrøði”.  Les Guðs orð alt títt lív, og vitna og prædika alt hvat tú kanst fyri hvørjumsumhelst, hvarsumhelst, nærsumhelst.  Tín kroppur er tín prædikustólur, sum tú bert við tær allastaðni, hvar tú so fer.  Bíblian er tín arbeiðsbók – Heilagi Andin títt prestaprógv.

Jesus segði ikki, at vit skuldu fara sjey ár á skúla, og so fara út at prædika; nei, ert tú frelstur, fyltur við Halga Andanum, so far út við gleðiboðskapinum, júst sum apostlarnir og Stephanus og Philippus, av hvørjum EINGIN hevði gudfrøðiligan lærdóm, uttan Paulus, og hann roknar tað, sum hann var, áðrenn hann varð frelstur, fyri SKARN, (sí Phil. 3:8 FKJ).

Far tú tí ikki og uppsøk skarn.

Les King James, ensku og føroysku, og lat Satan eiga sítt skarn á sínum teologi-seminarium, og skeina sær við sínum alexandrisku páva-bíblium!

 18 ¶ Hann ið trýr á hann verður
ikki fordømdur : men hann sum
trýr ikki er fordømdur longu, av
tí at hann hevur ikki trúð á navn
hins eingitna Sonar Guðs.
( Jóh. 3:18 FKJ )

Hann sum trýr og verður
doyptur, skal vera frelstur ; men
hann sum trýr ikki skal vera
heldømdur.
( Markus 16:16 FKJ )

 13 ¶ Gangið tit inn um hitt
tronga portrið : tí vítt er portrið,
og breiður er vegurin, sum leiðir
til undirgangs, og mong tað veri
sum ganga inn um tað :
 14  Av tí at trongt er portrið, og
mjáur er vegurin, sum leiðir til lívs,
og fá tað veri sum finna hann.
( Matth. 7:13-14 FKJ )

Onnur tíðindi