Um Menniskjusonin og um bók Harrans í­ himni


Menniskjusonurin er ævigur í himni og sæst í Gamla Testamenti í himni, har hann fer yvir til hin Elligamla í døgum, í Dániel 7. Men hann hevði eina byrjan í tíðini á jørð, tá ið hann føddist í Bethlehem. Við Guðs orði er tað júst á sama hátt: tað er um ævir grundfest í himni, men varð í tíðini givið, og tað ígjøgnum eini 1500 ár, síðan varð tað spjatt, síðan savnað saman og sorterað og valt burtur úr, hvat var tað besta og rættasta og hvat ærar Jesus Christ mest. Tað arbeiðið varð gjørt undir reformatiónini. Endaliga produktið av reformatiónini er King James Bíblian. Tí trúgvi eg, at Guðs orð, sum um ævir er grundfest í himni, er King James Bíblian, hvørki meir ella minni. Tað endaliga, fullmótaða, fulltikna produktið er jú sjálvandi dýrdmiklari enn byrjanin. Tað kanst tú spotta sum tú vilt. Eg havi onga trøllatrúgv á upprunahandrit, sum tað ikki finst eitt einasta av í dag; nei, eg havi órokkiliga Guð-givna trúgv á endaliga produktið. Tað havi eg, og tað bað Guð meg týða til Føroyskt.

Onnur tíðindi