Goings forth er ikki tað sama sum uppruni
Goings forth = faringar fram, at man fer avstað
Uppruni = upphav (so var man IKKI TIL áðrenn tað!)
Victor vanærir Jesus í Micah 5:1, og Orðt. 8:22, Matthæus 1:23, og manga, manga aðrastaðni!
Altso Sjúrður er frekkur. Hann sigur, at bara onnur linjan av handritum av Bíblium er frá Guði, og at hin er korrupterað av Satan. Jamen tað merkir, at okkara “bíbliur”, sum vit øll vórðu frelst við, eru korruptar. Ja, nemmiliga: júst so. Sannleikin pínir. Men eitt er víst: báðar linjur av bíblium eru ikki rættar, tá ið tað eru túsundvís av munum ímillum tær. Tá spyr man: hvør linja ærar Jesus Christ betur? Ja, man ikki tann linjan vera Guðs linja av Bíblium? Hmm? Jú, tað er víst!. Satan ærar ikki Jesus. Hann vil lúgva um hann og minka um hansara tign. Men Guð Halgi Andin ærar Jesus. Textus Receptus ærar Jesus, hvarafturímóti Alexandrisku handritini lækka hann í tign við hvørt eitt høvi. Í mínum hjarta er EINGIN IVI um, at Textus Receptus, reformatións bíbliurnar, og KING JAMES Bíblian eru Guðs HEILAGA orð, og at hinar eru tað ikki. Tær KUNNU IKKI vera tað, tá ið tær LEYPA Á Jesus, – hansara guddómleika og likamligu uppreisn!. Tað frægasta man kann kalla tær, er sniðfundigar eftirlíkingar av tí sonnu linjuni. Tað kann eg ikki elska og taka sum heilagt. Tað kann eg ikki verja, ella fjala útyvir, ella siga vera líka gott sum tað fullkomna. Tað kann eg bara vanvirða og kalla við hóskiligum grellum lýsingarorðum.
Tá ið tú hevur sæð sannleikan, so ljóði eg ikki vemmiligur longur; tá fært tú ikki ein sting í hjartað longur av at hoyra meg; nei, tá frøist tú yvir, at onkur finst, sum loksins reisir seg og sigur sannleikan fram óræddur.
At hoyra grefligar, óhólvaðar, óttaleysar verjarar av sannleikanum er fyri mínum oyrum sum at hoyra eina flotta symphoni av Bach, spæld av London Symphoni Orchestra.
At hoyra gneggið av fólkaligum, fínpoleraðum babsum sita og verja sína lygn í vankunnu, tí tey toldu ikki at hoyra sannleikan um King James Bíbliuna, er sum at hoyra tíggju kettir berjast um náttina. Tað tímir eingin at hoyra uppá. Tá ið so móttøkan var null í forvegin, so takkar man fyri seg, og rýmir. So fer man heim at tosa. Stuttligt at síggja, at man uppá eitt døgn hevur tosað fyri tíggju ferðir so nógvum sum ikki vildu lurta har.
Alnótin er ikki alvegis vond. Og sannleikin stendur, tí sannleikin er.
Og minst til, at EIFAF er ein falslæra Satans.
(EIFAF: Einaferð frelstur – altíð frelstur.)
Og jú, eg elski tykkum øll (tykkara trøll); men kall mítt tað krevur, at eg elski sannleikan mest, serliga sannleikans orð – King James: Guðs muss frá himni.