Moyggj KANN merkja jomfrú, men merkir Í FYRSTA LAGI ein ung, ógift kvinna, sum eisini stendur í orðabókini.
Tí er moyggj ein hálvur sannleiki, men jomfrú er tann fulli sannleikin. At siga, at Maria var JOMFRÚ, er at siga fulla sannleikan. At siga, at hon var MOYGGJ, er ein hálvur sannleiki, og tí ein heil lygn.
Ennvíðari:
Man hevur altso IKKI staðfest við fullvissu, at Maria var JOMFRÚ, tá ið man sigur, at hon var moyggj.
Men brúkar man orðið JOMFRÚ, so er tað neglt fast við 12” seymi, at hon var jomfrú.
Eg veit, at hetta pínir tey flestu at hoyra, tí tey elska sína perVersjón av Guðs orði. Men tað má bara so vera. Havi gjørt onnur innsløg um hetta, har eg sigi, at moyggj KANN vera ein jomfrú, men tað er ikki givið, at so er. Ein kvinna kann vera ein moyggj, uttan at vera ein jomfrú. Har er rottan grivin. Hasa rottuna toli eg ikki. Um tú tolir hana, so kanst tú taka og venda um. Guðs orð skal pávindansimeg vera rætt. Tað er tað loksins vorðið í Føroysku King James. Take it or leave it. JOMFRÚ ER 100% tað rætta orðið.
MOYGGJ er ein hálvur sannleiki, og tí ein HEIL lygn.
Ein dólgur segði við annan: Sært tú hasa ungu moynna har?
Hin svaraði: Ja, man hon vera jomfrú?